Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 Tove fór við Georg Stage: tíðindablaðið amma helt meg vera svaka Familjan helt hana vera óða í høvdinum, tá hon segði, at hon fór út at sigla við skúlaskipinum Georg Stage EDVARD JOENSEN Tove Simonsen var 22 ára gomul, tá hon fór við skúla- skipinum Georg Stage Og síðan hevur hon bæði verið á svartkjaftaveiðu við Olafi í Garðastovu og á skeljaveiðu við Fame Men tað var ikki bara utt an trupuleikar at fara við skúlaskipið hjá ungar gentu. Familjan dugdi ikki at ímynda sær, hvussu tað skuldi spæla av Men Tove hevði sett sær fyri. at hon skuldi út at royna seg sjálva, og harvið varð tað Lítið vask Tað var nakað heilt annað, enn tað, hon var von við, sum hon upplivdi, tá hon kom umborð á Georg Stage Bara tað, at ikki bar til at vaska sær dagliga, var held- ur legið, sigur Tove > Vit sluppu at vaska okk- um triðja hvønn dag. Og vit fingu trý trýst á brúsuna. So skuldi vera liðugt.< Vatni var ikki nógv av umborð, og eingin vatnger- ari var, soleiðis sum skipini hava í dag So tað var at gera seg vát- an í fyrsta umfari. Síðan smyrja seg inn í sápu og at enda skola av aftur. So var liðugt Og klædnavask var held- ur ikki tað nógva. Klæðini vórðu løgd á dekkið og so vaskaði í sjógvi >Tað var verri enn so al- tíð, at vit høvdu reint at fara i,» sigur Tove Og eingir møguleikar vóru til turking annað enn at heingja í vantini. So tað kom eisini fyri, at einki turt onkuntíð, tá einki annað var tøkt, at tey sluppu í egin klæðir Einki privatliv Tá tú kemur umborð á eitt tilikt skip, sum Georg Stage, er neyðugt at leggja privatlívið eftir heima Á túrinum, Tove var við, vóru tey 62 næmingar um- borð. 50 dreingir og 12 gentur. Og øll búðu saman, kloss upp at hverjum ødr- um Sovið varð í tveimum rúmum, og har vóru øll hvert um annað Gentur og dreingir saman. Ein heingikoyggja var at sova í, og tað var eitt sindur legið í byrjanini, tå ein skuldi lata seg år og tørna inn í øllum hesum hópinum Men eisini tað gjørdist vani. Og heingikoyggjurnar vóru sera góðar at hvíla í. Men tað var eitt sindur keðiligt, at ongantíð var friður, hóast frívakt var Pláss var jú einki hjá fólki at vera í, so øll samlaðust á banjaranum, tá ikki var ver- andi á dekkinum. Og ikki Vaskimaskina varð ikki nýtt umborð var, hóast tað var vaskað. Klæðini, gingið var í, vóru eyðkennisbúnar frá skipinum. Tað hendi seg bara varð hugsað um, at onkur hevði fyri neyðini at hvíla seg. Har varð tosað og kjak- ast uttan fyrilit fyri teimum, sum svóvu. Næmingarnir gingu í eyðkennisbúna Men tað ringasta vóru gongumenninir (walkman), minnist Tove. Hóast fólk høvdu búffarnar á høvdi- num umgekst ikki, at øll hini hoyrdu rútmurnar. Og ikki varð skrúvað niður Eisini tað mátti ein læra at liva við. Maturin var einki at reypa av, sigur Tove. Ein ávís nøgd varð sett á borðið, og so var bara at fáa fatur á so nógvum sum gjørligt bein- anvegin. Einki kom afturat So tann, sum sterkastur var, grabbaði til sín tað, sum pláss var fyri á borðiski- num. Men hon minnist onki til, at nakar nakrantíð sat við ongum kortini. Eitt annad, sum kendist eitt sindur legið, var tå far- ast skuldi á bukkuna. Ein hurð var fyri á miðjuni. Op- ið var bæði i erva og neðra. So tá liðugt var, og ein reisti seg upp, varð heilsað upp á síðumannin. Kæft, trit og retning Tað var eingin slingur í valsinum umborð. Tú gjørdi tað, boð vórðu givin um. Og var onkug, sum gjørdi eitthvørt, sum ikki var loyvt, skuldu øll standa skúlarætt á dekkinum, til syndarin var funnin. Soleiðis minnist Tove eina náttina, tá ein av næm- ingunum hevði gjørt eitt- hvort småting, sum lítið og einki tóktist næmingunum at hava upp á seg. Men har var eingin bøn. Øll vórðu útpurraði og so á dekkið at standa í tí, tey svóvu í. Og eingin slapp niður undir aftur, fyrr enn syndarin hevdi viðgingið. Tað kundi tykjast hart í mongum férum. Men har vóru fólk umborð; sum veruliga gjørdust ordilig fólk av slikari viðgerð, sigur Tove frá. Nú er Georg Stage ikki eitt slíkt skip, sum til dømis Fulton, har børn við trupu leikum verða send umborð til uppvenjing Men tað slepst ikki und- an, at onkur óheppin ele ment eru ímillum Tað var ikki serliga lætt at koma í samband við fólk umborð, letur Tove at. Tað vóru mest tey, ein var á vakt ella heyði skaffitørn saman við, ein rættiliga kom at kenna Læruríkur túrur Tann, sum fer ein slíkan túr, fær rættiliga roynt, hverjar møguleikar ein sjálvur hev- ur, sigur Tove. >Ég gjørdi ting, sum eg aldrin hevði droymt um, at eg kundi.< Serliga vóru tað túrarnir upp í mastrarnar, hon er err- in av. Tove sigur, at hon var rættiliga bangin fyri hædd- um, tá hon kom umborð Men upp fór hon. Hóast ein stýrimaður var við tær fyrstu ferðirnar Tað er heldur ikki heilt vandaleyst at standa á ein- um klønum enda 35 metrar uppi í leysari luft uttan fyri skipssíðuna Fast pláss var at fara til, tá segl skuldu setast ella strikast, og Tove var næst- uttast å næstovastu rånni å mesanmastrini. Uttan fyri hana var Hans Jacob Ny- strøm år Klaksvik. »Eg minnist,« sigur Tove Tær læra at spleysa frá, »at eg ristist so illa at byrja vid, at Hans Jacob bad meg standa stilla, so hann ikki datt oman, tí hann fekk ikki staðið í frið, sum endin livdi.« Skúlagongd var umborð. Fakini vóru slík sum danskt, matematik, fysik, sjóreglur og praktiskur sjómansskap- ur. Og tað var rættiliga um- ráðandi at duga at fara um Nr. 130 — 11. JULI 1997 Nógvir endar eru at halda skil á allar endarnar umborð. Allir høvdu sína uppgávu, og emi stórthundrað vóru at halda skil á Tu skalt bara vita, hvat hver endin er til, og hvat hendir. tá hálað verður í hann, ella hann verður loystur Bókliga undirvísingin fór fram niðri undir. Og tað kom meira enn so fyri, at fólk høvdu sjóverk Men har var eingin góða mamma. Tann, sum sjóverk hevði, fekk bara eina pøs at spýggja í, og so var annars at halda fram við undirvís- ingini >Tað kundi vera rættiliga møtimikid at sita við síðuna av eini slíkari,< sigur Tove Tann, sum spýði, mátti sjálvur taka upp eftir sær Har var eingin ben. Og summi sluppu ongantíð av við sjóverkin av kvirruni Tað, sum Tove minnist mest aftur á av túrinum, var kvirran, tá siglt varð við seglum Tað var nakað heilt eina- standandi bara at sleppa at njóta ferðina. Síggja og kenna, hvussu ein varð bor- in fram av lotinum. „Ein kensla, ið ikki kann sammetast við nakað,< sig- ur Tove. Men ikki var tað altíð bara stuttleiki kortini. Eina ferð mundi endað galið, minnist Tove. „Vit høvdu frívakt og lógu á banjaranum og slappaðu av, tá skipið knappliga legði seg ógvu- sliga. Øll vórðu kallaði á dekkið beinanvegin,< sigur hon. Og á dekkinum stóð púra einki til. Hálvt dekkið lá undir í sjógvi, og fólk høvdu ivaleyst við at halda sær Tove sigur, at hon minnist bara aftur á, hvussu mynd- igur yvirstýrimaðurin var, har hann stóð og gav ordrar Hon fekk rættiliga virðing fyri manninum, so róligur hann tóktiskt. Og hann vist akkurát, hvat hver skuldi gera „Eg haldi, at eg havi verið rættiliga skelkad, tí eg minnist annars einki frá hesi hendingini,< sigur Tove Ævintýrhugur Tað var ikki sørt, at tað var av ævintýrhugi, at Tove fór við skúlaskipi Í grundini hevði hon hugsað sær at farið á sjó fartsskúla í Danmark, men tá hesin møguleikin beyðst, tók hon hann Og tað var gott, sigur hon Hon fekk veruliga roynt seg, og tað hevur givið nak- að „Ein finnur út av, at eim kann meira enn ein sjálvur heldur,« sigur Tove Hon vísir á, at tað verður ein heilt einfalt pressaður til Tove ivast ikki í at ráða ødrum til at fara ein slíkan túr viku nr. 28, 9.7.1997 Vinnaratøl: 3 - 6 - 18 - 21 - 29 - 42 Eykatøl: 10 - 28 - 47 Prognosa 6 vinnaratøl 5 vinnaratøl + 1 eykatal.. 5 vinnaratel 4 vinnaratel.... 3 viøl + minst 1 eykatal Sosialurin tekur onga ábyrgð av møguligum villum 1.439.726,- kr. 126.976,- kr. 6.444,- kr. 161,- kr. 51, kr.