Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 11. JULI 1997 tíðindablaðið 13 Viðmerking Onkustaðni millum herðablaðið og hælin Tað er ikki tað sama at skriva eina avdúkandi blaðgrein sum eina refererandi blaðgrein frá fótbóltsdysti, tað átti Finnur Helmsdal at vitað eftir so mong ár sum skrivandi maður Lat meg siga beinanvegin, at tað er mikið lættari at ar- beiða sum tíðindafólk nú enn tað var fyri skjótt mongum árum síðani, tá ið eg var blaðmaður. Vit fáa nógv meira at vita nú og nógv skjótari eisini, og ikki at gloyma, so fáa vit ofta nærum allan sannleikan ser- veraðan beinanvegin Tá ið 80-árunum var ikki lætt at fáa nakað at vita um allan rotinskapin á so at siga øllum stovnum í landinum, og menn dusaðu sær rætti- liga bæði á ein og annan hátt, uttan tó at nevna nøk- ur nøvn Hetta er dugnaligu blað- fólkunum ella journalistun- um fyri at takka, sum vit eiga í fjølmiðlunum nú, teir eru meira ángangandi og tora betur at seta rámandi og borandi spurningar; men vit mugu kortini ásanna, at alt kemur ikki fram beinan- vegin, tíverri, og tá er tað ikki, tí journalisturin er smæðin at seta spurningar, men tí tann spurdi svarar Onga viðmerking! Og hvat skalt tú gera, tá ið Sverri, formaður í Fram- taksgrunninum, svarar, Onga viðmerking! Skalt tú klípa hann í dint- ilin ella hótta hann við knívi fyri at fáa eitt nøktandi svar?! Og vit kundu eisini spurt: Hví er tað so umráðandi hjá fjøldini at fáa at vita, hví formaðurin hevur sagt stjór- anum á Fiskasøluni úr starvi, tá ið hann hevur all- ar heimildir at gera tað? Ósamdur Finnur Helmsdal, sosialráð- gevi, ítróttarskrivari á Oyggjatíðindum og kom- andi samfelagsfrødingur, hevur sjónarmið í Sosialin- um mikudagin, har hann heldur lítið um virkandi journalistarnar í dag Hann tekur fleiri dømi fram, har gjørt varð sera lítið við skjal og prógv og annað, tá ið málið uppruna- liga var frammi, og tå ið so hendur kunnu fáast á skjól, metir ítróttarskrivarin, at tað er eingin grund at taka málið fram aftur og fortelja lesaranum »hvordan og hvorledes< Í hesum eri eg púra samd- ur, tí hetta er ikki føroyskt fyribrigdi, men tú hoyrir alla staðni í heiminum um hetta sama, at nú fyriliggja skjøl, ið vísa tað og tað Og júst, tá ið blød ómaka sær at koma fram við skjøl- unum, antin tí tey sjálv hava granskað málið, ella tí onk- ur hevur sent skjøl til redak- tionina, er tað til teirra rós Hetta átti at verið gjørt upp- aftur meira, so vit fingu okkurt hissini afturat at vita frá 70- og 80-årunum, tí tað vóru neyvan bert teir, ið lótu skip byggja. sum vóru skurkar, tá ið menn tíggj- aðu sær sum hevði føroyski búskapurin eitt fleiri milli- arda yvirskot á fíggjarlóg- ini. ferð Tá id eg las hetta sjónarmið hjá Finni Helmsdal fyrstu ferð, ið er sera lætt skrivað, fór eg eina løtu at ivast, um Finnur hevði rætt, at jour- nalistarnir á blødum og loft- miðlum eru so fuskutir, men tá ið eg nú sjálvur havi drúgvar royndir á hesum eki sum blaðmaður, veit eg, at tað er ikki tað sama at skriva eina refererandi ítróttargrein sum avdúkandi blaðgrein, ella gera avdúk- andi loftmiðlasending, ið krevur skjól 0.2. Finnur Helmsdal er ein av okkara kendu ítróttarskriv- arum, tí hann er ærligur, verður sagt, opinskáraður og leggur ikki fingrarnar ímillum. Men at síggja ein fótbóltsdyst og so aftaná skriva um hann, er nú heilt annað mál. Tá fært tú serveraðan allan sannleikan her og nú og neyðugt er ikki við nøkrum skjølum, um hví dómarin tveitti Allan Mørkøre út, ella hví hann dømdi brotsspark. Hetta eigur tú ikki at seta upp ímóti Heina Fossá, Fram- taksgrunninum, Telefon- verkinum, TK-stovuni 0.9., sum Finnur veit so nógv tíðarvent um (At TK-stovan skal fáa okkum í ES er ein slík ábending, sum bert ein Klein-smidur kann koma við, ið sær fjandan undir hverjum steini). Og tá ið Finnur Helins- dal nú veit so nógv, sum vit onnur ikki vita, og heldur ikki fjølmiðlarnir, hví gevur hann ikki blaðstjóranum hjá sær nakrar ordiligar søgur at skriva í Oyggjatíðindum, har etikkurin liggur onku- staðni millum herðablaðið og hælin? Aðru ferð Tá ið eg las sjónarmiðið hjá Finni Helmsdal aðru ferð, má eg siga, at eg staðist, at maðurin hevur so góðar nervar at seta stór spurnar- tekin við navngivnan — eftir hansara tykki — rotinskap í samfelagnum Er hetta av almennum áhuga, ella fyri at rudda fyri egnum durum, kundu vit spurt Eukkurin, sum Finnur Helgnsdal sjálvur skitstar upp fyri okkum, er einki mætari enn tann, sum hann sjålvur finst at, haldi eg meg skilja, ja, eg hugsi hann ríður nakað nógv lægri enn tann á Lýðarsvegi, tí tann etikkurin hevur funnið sítt lægsta mark og stødi Og eisini andin í sjónar- miðnum hjá Finni Helms- dal boðar frá, at vit eiga at varða okkum fyri slíkum, at tað ikki vinnur fram í hes- um lítla samfelagnum, vit eru so góð við. Hann er fleiri ferðir skaðiligari enn ein grov, góð skemtisøga í Siesta, sum Finnur ikki tímir at lurta eftir. Koyra væl Føroysku blødini, ið hvussu so er Dimmalætting og Sosialurin, koyra væl í løt- uni og tey hava ment seg munandi seinnu árini, tá ið hugsað verður um etikk og vanligan tíðindaflutning. Tað liggur eitt stórt ar- beiði aftan fyri hesi blød, tí tað er ikki altíð lætt at duga sær hógy, tá ið tú hevur eina góða og avdúkandi søgu, sum strippar; men tað duga hesi blød enn, tíbetur. Ólavur í Beiti, 9. juli 1997 VA | PR B7 Tiltøk Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aft- ur, tá skúlarnir byrja. KI. 18: Evangeliskur fund- ur. Mikukveld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Håskvøldini 10. og 17. juli, kl. 19.30: Evangeliskur fundur i Cosmos Trawl, Østhavnen, Hirtshals. Øll eru hjartaliga væl- komin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Feroyingafelagið í Esbjer Opið er m vøld kl. 19— 22, Kort og Dart. Leygar- kveld kl. 21-01, Cafe. Sunnukvøld kl. 20, Før- oyskur dansur. Vit hava eis- ini onnur tiltøk. Vilja tit vita meira, so ring tf. 75153429, Martin ella tlf. 75155877, Oddver. Feroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøk- um. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17— 19 er Dagur og Vika 0.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurdi. Føroysk blød liggja frammi. Døgurdamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: TIf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin månadag, tysdag og hós- dag kl. 11.30—15.30. Miku- dag kl. 14—18. MFS, Tlf /fax 33250210 Opid mikudag og friggja- dag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757. tif /fax Feroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Opið er mikukvøld kl. 19— 22, fríggjadag frá kl. 17— 19 og leygarkvøld frå kl. 22— 03. Onnur tiltøk verða lýst í felagsblaðnum. | TVINGSILSSOLA Hósdagin 14. august 1997, kl. 10.20 verður á Dómaraskriv- stovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 15 1, Norðoyri, 725 Norðoyri (AS 67/97). Ognin er eitt grundøki stórt 419 kvm sambært tingbók við ástandandi sethúsi í kjallara- og stovuhædd, gjørd úr be- tong og takt vid jarni. Stovuhædd: Durur/inn- gongd, wc/v vask, størri gongd v/ hurð niður í kjallaran, køkur v/ plássi fyri spísikróki, stova, baðiverilsi v/ wc og brúsu, hjúnarúm umframt 2 komur. Kjallari: skildr- aður sundur við sement- veggum, men annars ó- innrættaður. Tvingsilsselan er um- biðin av Jógvan E. Ellef- sen, adv. Bryggjubakki 22, 100 Tórshavn, tlf. 11260 (innh. nr. 42142/ 42143), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina og sum nærri av- tala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsilsseluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast igjøgnum á dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur, tann 8. juli 1997 TVINGSILSSOLA Hósdagin 14. august 1997, kl. 9.00 verður á Dómaraskriv- stovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 82 g, Froðba, (AS 43 197). Talan er um eini sethus 77 kvm í kjailara- og stovuhædd, gjørd av timbri å betonggrund og takt vid tjørupapp. Smb. tingbókina er grundstykk- ið 714 kvm til viddar. Í stovuhæddini er gongd, køkur, wc vid vaski, 2 kemur og stova við nið- urgongd til kjallarahædd- ina. I kjallarahæddini eru 2 verilsir, badirum vid badikari, gongd og brygg- ers/fýrrúm. Ognin er inni- gird við betonggarði við timburverki á og eru runnar og tre plantað. Ognin er í hampiliga góð- um standi. Tvingsilsselan er um- biðin av Annfinn V. Han- sen, adv., Gongin, Tórs- havn, tif. 19595 (j. nr. 208601), sum kann geva nærri upplysingar, eins og avtala kann gerast vid um at siggja ognina. Søluuppgerå kann um- bidjast hjå nevnda advo- kati ella hyggjast igjøg- num å démaraskrivstov- uni. Føroya Futarættur, tann 27. juni 1997 Faroyingafelagið í Arhus Vestergade 48 D, 8000 Arhus C Aarstova, húsið er opið mánad.-hósd. kl. 16-18. Fríggjakveldið kl. 21-03 atgongumerkið fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, líka vikur, frá kl. 11 Før. dansur er 2. hvørt fríggjakveld. Sertiltøk: Hoyrið telefon- svararan á tlf. 86-180604. AA-fundir i Havn Fundir verða í kveld kl. 20 og kl. 22.30 í Térsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30—12.30 Hósdag kl 8.30—16.30 P/F Bygnings- snikkaravirkið B SV VEGNA SUMMARFRÍ verður virkið stongt frá mánadegi 28. juli til mánadagin 11. august. Felagið Føroyar-Kuba Í summar er einans opið fast hvønn mikudag kl. 16—18 í felagshølinum í Kongagøtu 11, Tórshavn. Tó ber til at ringja 13016 og faxa å 13824. Kristnastova Birmavej 36, København S, tif. 31 55 18.09 / fax 31 58 61 49. Friggjakvøldid kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur vid breyð- bróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Reddin Odense. Føroyska sending- in frå Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tid, á FM 107,1 MHz.