fríggjadagur 11. juli 1997síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið 1!
Nr. 130 — 11. JULI 1997
Parkinsonfelagið
á heilsubótarferð
i Polandi
„ |
Cu
umframt vinnararnar eisini
avvarðandi og formaður fc-
lagsins
Ferðin gekk til suðurpo
lands til ein lítlan bý,
Polanica-Zdrój við 5.000
íbúgvum, nær tjekkiska
markinum. Vit lendu í Prag
og fóru so út á eina drúgva
bussferð og gistu á gisting
arhúsi í Tjekkia og komu
fram til bústað okkara
>Szarotka< næsta morgun
Tann fyrsta dagin vórðu
vit læknakannað, og longu
„.
SS subolar
S Vit íðkaði k. og
ør CIK i 5 l fad
kupunktur. I flestu førum
ra. Skamt frá heilsubót
armidstødini var ein sokall
að pavillion vid 4 kranum
vid 4 kranum vid ymiskum
slagi av mineralvatni i, sum
skuldi fáa líkamið í javn
vag
Vit búðu sum sagt á
»Szarotka«, ið er eitt so-
kallað nýmótans sanatori-
um í trimum hæddum, og
vit ótu í spisisalinum i
neðra. Stutt frá, har vit
búðu, var ein gongugøta við
hugnaligum caféum og
handlum og við >Havnrá<
rennandi gjøgnum býin
Vit vóru á konsertum, út
ferðum og innkeypstúrun
bygdir og býir nærhendis
3 fer Val Vara
k kkar D udu ]
er polendingur og býr
Keypmannahavn
Kveldið fyri fráferðina
høvdu vit eima sera hugna
liga veitslu, har borðreitt
varð vid øllum góðum. Har
vórðu reður hildnar, og
nógvir sangir sungnir, og Vit
hugnaðu okkum ófert
Fráfaringardagin um 9-
tíðina, tá ið vit fóru avstað,
stóð øll »manningin«, á
»Szarotka« og veittraði
okkum farvæl og bóðu okk-
um vera vælkomin aftur
So hver veit, vinna ytt
Gekkin, fara vit ótvað aftur
á heilsubótarferð til Po-
lands
Altjóða ungdómslega
í Føroyum
19
Leygardagin 12. juli verð-
ur ein altjóða ungdómslega
sett á Føroya Fólkaháskúla,
við hjáveru av m.a. umboð-
um frá Tórshavnar Býráði
og Føroya Ferðamannaráði
Lions í Føroyum skipar fyri
leguni og tessvegna verður
tað umdømisformadurin
fyri Lions felagsskapinum
her, Arnold Abrahamsen, ið
setur stevnuna
Luttakararnir á stevnuni
eru ungdómar í aldrinum frá
16-23 ár, úr 17 ymiskum
londum. Hesi koma frá Jap-
an, Ruslandi, Ísrael, Let-
landi, Estlandi, Rumenia,
Ungarn, Turkalandi, Sveits,
Belgia, Hollandi, Týsk-
landi, Italia, Finnlandi, Svø-
ríki, Noregi og Danmark,
og tey eru 30 í tali. Luttak-
arar úr Føroyum verða eis-
ini við á leguni
Legan er komin í lag í
samstarvi við Lions í Dan-
mark, har tílíkar legur verða
fyriskipaðar á hverjum ári.
Endamálið við legunum er
at virka fyri góðum vina-
lagi landanna millum.
Fleiri av luttakarunum
komu longu higar seinasta
vikuskifti, og hava búleik-
ast hjá privatum vertsfólk-
um í Suðuroy, Eysturoy og
Vágum. Tey stevna nú leyg-
ardagin til Havnar at luttáka
í altjóða ungdómsleguni. ið
varar í 14 dagar. Løgd er til
rættis fjølbroytt skrå, har
luttakararnir koma at vitja
ymisk stød og virkir, um-
framt at útferðir verða fyri-
skipaðar
Leiðari á leguni, sum
verður sett á Háskúlanum
kl. 13 leygardagin, er
Trygvi F. Askham.
Samskiparar fyri Lions í
Føroyum eru Høgni B.
Mikkelsen og Kurt Hansen
Leygardagin 12. juli verð
ur 5. umfarið í Grand Prix
Føroyar kappingini. Hetta
er kappingarrød, sum verð
ur koyrd å øllum stevnun
um, har FM kappróður er
Kappingin i Sørvågi verður
koyrd sum byarkoyring, har
allir súkklarar byrja í senn
Koyrt verður á einum rætti
liga stuttum rundteini, í
økinum kring skúlan í Sør
vågi. Málið er oman fyrr
skúlan og koyrt verður om-
an móti bíggjarvegnum, til
vinstru móti kirkjuni, inn
móti bygdini, niðan fram
vid handlunum og til vinstru
móti skúlanum
Kappingin kann saman
berast við seinastu súkklu
kappingina á Oyggjaleikun
um á Jersey, har Bogi Krist
tjansen vann bronsu. Súkkl
ararnir skulu meta í sein
asta lagi kl. 12 við skúlan í
Sørvågi, og kl. 12.30 byrjar
kappingin. Rundteinurin
verður koyrdur í 45 min. Tá
verður ringt vid klokkuni og
so er eitt umfar eftir
Frá kl. 12.25 til uml. kl
13.20 eru umrøddu vega
strekkini stongd, og heitt
verður á stevnufólkið um
ikki at ganga á vegum, með
an kappingin fer fram
Kjølar i ítróttar-
høllini i Runavik
Leygarkvøldid 12. juli skip
ar Ahugafelagið hjá NSI
fyri dansi vid Kjølum i
ítróttarhellini í Runavík
Síðan Prix Føroyar hevur
bólkurin Kjølar verið ein av
teimum føroysku bólkun
um, ið mest hevur verið at
hoyrt til. Teir hava spælt
kring Føroyar mest sum
hvert vikuskifti, og nú
sendur Skålafjørdurin fyri
tørni
Kjølar eru í løtuni í gongd
við at taka upp til eina fløgu,
sum ætlanin er skal koma
út í heyst. Nøkur av løgun
um eru kend frammanund
an, men í Runavík leygar-
kveldið verða eisini nakrar
frumframførslur á skránni
Kjølar hava innspælt eina
stakfløgu, ið kemur á mark
naðin á Olavsøku. Á hesi
fløgu er bert føroyskur tón-
leikur, og hann verður eisini
at hoyra í Runavík leygar-
kveldið
at taka tað róliga
ff
PIZZA-VINIR
Hevur tú hug at fáa eina ella fleiri PIZZA inn á
gólvið, so ring tif. 18866, og tú hevur PIZZA'ina
innan ein tíma.
Vit í PIZZARIA royna altíð at hava kostnaðin
so lágan sum møguligt, soleiðis at kundin bert
rindar 30 kr. fyri heimkoyringina. Hetta tilboð er
tó bert galdandi fyri viðskiftafólk í Tórshavn.
Vit vóna, at hetta tilboð kemur væl við.
PIZZARIA - rif. 18866