Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LEKUR TEKJAN? — So hava vit loysnina! »DAMP SEAL« frå Daval Ltd. Tettur, verjir og heldur * Kann smyrjast á tekjuna beinleiðis úr blikkinum * Kann koyrast á í ollum veðri * Kann smyrjast á vátar flatur * Harðnar ikki í blikkinum * Rennur ikki av * Klárar oll veðurlíkindi Í Vit geva fegin tilboð | Fæst í blikkum upp á alt takarbeiði | v/ 6 og 30 kg | DAVAL FØROYAR Ltd/JB TRADE Akranesgøta 3 - Tif. 16887 GRAVSTEINAR & KANTSTEINAR s hava fram- syningar i R. C. Effer- søesgøtu 19 i Havn og yvir av skulanum í Runavík. Vit eru altíð fúsir at seta steinar upp fyri tykkum Senda fegin príslista við litmyndum Svara eisini í viku- skiftunum og eftir arbeiðstíð. 18323 47512 84512 88050 Tórshavn: Runavík: Summarfri Vegna summarfrí verður stongt í tíðar- skeiðnum 14. juli til 4. august. F.A. BILLUTIR 410 Kollafjørdur Tlf. 21605 Fax 21666 tidindabladid Nr. 131 — 12. JULI 1997 Longu 80 limir Í felagnum RANDI JACOBSEN Tá felagið Colitis Chrohn varð stovnað 7. juni í ár, Oru 30 fólk á fundinum. Nú ein mánað seinni hevur felagið umleið 80 limir - Tað sigur eitt sindur um, hvussu stórur tøvurin er á hesum felagnum, tí vit hava næsan einki gjørt við at upplýsa um felagið, sigur Maybritt Magnussen, for- kvinna í felagnum Colitis Chron. Hetta felagið er fyri fólk við tveimum líkum sjúkum, Colitis Ulcerosa og Morbis Crohn. Sjúkan er ein kron- iskur blødandi tjúkktarms- bruni, og sjúkan rakar ofast gentur kvinnur millum 15 og 25 ár Hverjum sjúkan kemur av, er ógreitt Mett verður, at í Danmark eru 12.000 fólk rakt av hesi sjúku, og er títtleikin í Føroyum tann sami, hava 120 føroyingar sjúkuna Fremsta endamáliðð er at upplýsa og haraftrat at stuðla gransking. Nevndin í nýggja felagnum Colitis Crohn, frá vinstru: Hilda Olsen, tiltakslimur, Óluva Syderbø, nevndarlimur, Jóna Kristiansen, tiltakslimur, Maybritt Magnussen, forkvinna, Årant Olsen, skrivari og Snn Mari Nielsen, kassameistari Fyribils verður føroyska felagið deild av danska felagnum. Tað er ein trupul sjúka at liva við, tí tey við sjúkuni noyðast at taka nógvan heilivág, og hann kostar. Felagið hevur í hyggju at fáa onkran serlækna at koma til Føroya at halda fyrilestur í september mán- aði. Annars er ætlanin at hava fundir regluliga Bern niður í seks ára ald- ur í Føroyum hava sjúkuna, og í felagnum hava tey tos- að um at skipa foreldrabólk Maybritt heitir á tey, sum hava sjúkuna, um at tekna seg sum limir, eisini tí felagið ætlar at fáa eina mynd av, hvussu nógv fólk í landinum hava sjúkuna Tey, sum vilja tekna seg sum limir, kunnu ringja til Maybritt Magnussen, tlf 16657 Ítróttarkapping fyri deyv Danske Døves-ldrætsforbund verður í døgunum frá 13. til 26. juli vertur fyri altjóða kapping fyri deyv ítróttarfólk. 60 lond luttaka Hetta verður aðru ferð, at altjóða kappingin fyri deyv verður í Keypmanahavn Fyrstu ferð var í 1949, og tá luttóku 393 ítróttarfólk úr 14 londum. Í ár luttaka umleið 2500 ítróttarfólk úr 60 londum, so sigast má, at eisini tey deyvu eru í stórari menning i ítrótti. Henda stevnan er næst- størsta ítróttarstevna eftir ta vanligu olympiaduna Danir luttaka vid 108 ítróttarfólkum í 11 greinum, atletikk, badminton, borð- tennis, bowling, fótbóltur, hondbóltur, kunningarrenn- ing, skjóting, svimjing, tennis og flogbóltur. Danir hava góðar vónir um, at badmintonspælarin Karin Arboe Jensen kann fáa heiðursmerki, og vóna sjálvandi, at Danmark fær fleiri heiðursmerki. Urslitini av kappingunum verða at síggja á internet adr www.deafhome.com Klokkan 18 sunnudagin verður stevandn sett í Park- ini í Keypmannahavn, og tá verða fleiri deyvir føroying- ar til staðar. Undir stevnu- døgunum verður skipað fyri fundum og samkomum fyri deyv, og harvið fáa deyvu føroyingarnir hevii at hitta deyv úr at kalla øllum heimsins londum Deyvafelagið takkar Før- oya Sparikassa og Føroya Banka, sum hava latið fel- agnum stuðul til at luttaka í stenuni, og felagið vónar, at eisini onnur vilja stuðla Tiltøk í sambandi við Georg Stage vitjanina Havnar Róðrarfelag er vertur hjá manningini í morgin Í sambandi við vitjanina hjá danska skúlaskipinum „Georg Stage< er Havnar Róðrarfelag vertur fyri manningini sunnudagin 13. juli og skipa f hesum sam- bandi fyri ymiskum tiltøk- um. Kl. 16.00 verdur kapp- róður frå Argjalandinum inn á Havnarvåg (6lavsøkumål- ið) og atgongdin er ókeypis. Fyrst rógva 8-mannafør- ini og eru tey 5 í tali, harav tað eina er mannað við manning av Georg Stage. Síðan rógva 6-mannafør við kvinnum, og eru tey 4 í tali, herav er tað eina mann- að við manning av Georg stage. Eftir hetta verður róð við bátum av Georg Stage og verða teir mannaðir við manning av Havnarbátinum og Georg Stage, og eru hetta serlig 10-mannafør. Til seinast rógva kvinnur av Georg Stage og kvinnur úr Havnar Róðrarfelag við somu bátum Eftir róðurin handar Egil Hansen steyp til vinnandi bátar í neystinum hjá Havn- ar Róðrarfelag. Tá steypahandanin er av, fer Sámal Jóhannes Hansen, ið er ein av okkara sterku monnum, at skipa fyri styrkikapping í Alakeri, og verður eisini høvi hjá fólki at bjóða hesum víkingi av. Køkutombola er eisini á skránni henda seinnapartin úti í Álakeri, somuleiðis verður møguligt at keypa kaffi, pylsur og Sunkist Georg Stage hevur íkki verið her síðani 1984, tí vóna vit at síggja nógv fólk í Alakeri sunnudagin, tá manningin saman við róðrarfólkinum o.g. eru —— AKKUMULATORAR * TIL ØLL ENDAMAL * Fa. Pólar v/ Margeir Ørvarodd Sigmundarg. 26/Rættará, 100 Tórshavn Tif tax 18347 - 12860 saman til at hugna sær og hitta fólk. Øll eru hjartaliga væl- komin at vitja í Álakeri eftir róðurin. Fartit. 84347 ————————————i———————