leygardagur 12. juli 1997síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 131 — 12. JULI 1997 -
tíðindablaðið
| Tveir FM vinnarar
—Þ——
mæ
á Sørvågi í dag
£
Eingin ivi er um, at Hvessingur og Drekin vinna hvør sitt FM heiti i dag. I
hinum kappingunum verður spenningurin varðveittur til á ólavsóku
Seinnapartin í dag verður
fimti og næstseinasti FM
róðurin avgreiddur í Ser-
vági.
Luttøkutalid í øllum båta-
støddum hevur verið rætti-
liga stødugt å stevnunum
higartil. Á øllum stevnun-
um hava tad verid fægst båt-
ar mannaðir vid dreingjum,
og flest hava verið í 5-
mannaførum, sum hava ver-
ið mannaðir vid gentum
Blonk ski
Onkrir bátar eru dotnir burt-
urav, og tíverri mugu vit
bara staðfesta, at tad eru eki
i Føroyum, sum ikki taka
lut í kappróðri. Vit hava
nevnt áður, at Norðoyggjar
eru púra blankar, og at burt-
ursæð frá 5-mannafarinum
Erlu Kongsdóttir, so luttek-
ur eingin manning úr eyst-
ara partinum av Eysturoy,
og tað er spell, at bæði Gøta
og Leirvík eru blankar í
kappróðri
Sandoyggin hevur ongan
tíð verið nógv uppií kapp-
róðri. Tað eru róðrarfeleg
bæði í Húsavík og í Skopun,
men tað luttekur eingin bát-
ur hjá sandoyingum í kapp-
róðrinum í år. Ur Suðuroy
luttaka bara 10-mannafarið
á Tvøroyri, og S-mannafar-
ið Royndin Fríða úr Vági
Meginøkid ber
kappingina
Høvudsstadurin er nógv
best umboðaður í kappróðr-
inum. Nú stevnurnar og har-
við kappróðrarnir eru so títt-
ir hevur nógv virksemi ver-
ið á Havnarvåg, og tað hev-
ur verið ein fragd at sæð
manningarnar venja. Tað
slitnar ongantíð sundur frá
seinnapartinum og langt út
á kveldið. Summar mann-
ingar leggja frá landi, tá aðr
ar pøstar koma aftur, og
kappróðrarhugaði síggjast
fylgja við, um tað so er í
bilum, í bátum ella stand-
andi á bryggjum og bakk-
um.
Umframt í Havnini og á
Argjum eru tað trý onnur
eki, har hugurin at taka lut í
róðrunum og harvið áhugin
fyri kappingini í okkara
tjóðarítrótt er stórur. Vest-
manna kókar rættiliga fyri
róðrinum, og har er áhugin
at fylgja við í venjingini og
at fylgja við til kappingar-
nar sera stórur. Teir hava
fýra manningar við í kapp-
ingini, og einki er at ivast i,
at nógvir vestmenningar
fara um Vestmannasund
seinnapartin í dag, fyri at
fylgja við í, hvussu tað fer
at skerjast hjá Gullbrandi og
Vestmenningi.
Í hinum pørtunum av
Norðurstreymi er áhugin
fyri og luttøkan í kappróðr-
inum eisini stór. Hóast teir
ikki hava vunnið higartil í
ár, so er kollfirðingar sera
spentir uppá, hvussu tað fer
at roynast hjá 10-manna
farinum. Kollfirðingar eiga
eitt S-mannafar, Kollur,
men tann báturin er ikki
mannaður í ár
Kollfirðingar manna eis
ini 6-mannafarið, men tað
er einki, sum bendir á, at
teir fara at vinna nakað
Virksemið er stórt í fleiri av
hinum bygdunum í Sunda-
lagnum, og serliga í Hval-
vík og Streymnesi eru tey
spent uppá, hvussu tað fer
at roynast hjá Hvessingi við
kvinnum í Sørvågi. I Sunda
lagnum vilja tey ikki siga,
at menninir umborð á
Hvessingi fara at vinna FM
heitið í dag. Tað er gamla
søgan um, at tå skalt ikki
kanna tær bitan, áðrenn
hann er svølgdur, men tað
skal farast langt út í teoruna,
um møguleikin skal finnast
fyri, at onkur annar tekur
FM heitið frá Hvalvík/
Streymnesi
HR meguleika fyri
at verða best og
næstbest |
Fyrsti FM vinnarin í ár
verður funnin í fyrsta róðr-
inum í dag. Drekin hevur
verið so sannførandi hig-
artil, at hann er trettan stig
frammanfyri hinar, og tá
luttøkutalid í kappingini i-
millum $-mannafgr, mann-
að við dreingjum er so lítil,
sum hon hevur verið í ár,
so ber næstan ikki til at i-
mynda sær annað, enn at
Drekin vinnur FM í dag.
Skulu vit leita eftir spenn-
ingi í hesi båtastøddini, so
má hann vera, hver verður
næstbest. Argjamenn liggja
á næstfremsta plássinum,
men tað ber væl til at hugsa
sær, at Havnar Róðrarfelag
eisini fer at vinna næst-
fremsta plássið, tí Sílið er
bara eitt stig aftanfyri Blik
å stødutalvuni
Umframt omanfyri nevndu
øki f landinum, har luttøkan
er stór í kappróðrinum, so
er eitt øki afturat, har tey
ganga høgt uppí kappróð-
urin, og tað er á Skålafjørd
inum
Serligur áhugi er fyri
Skálabátinum, sum tekur lut
aftur í dag, eftir at stórur
saknur var í honum á varm
akeldustevnu í Fuglafirði
Umborð á Svani eru nógvir
róðrarmenn uppaldir, og
skulu vit meta út frá tí, sum
manningarnar higartil í ár
hava avrikad, so tykist sum
kappróðurin framvegis eig-
ur lív lagað á Skála
Strálan luttekur í kvinnu
og mansróðrinum millum 6-
mannaførini. Tað hevur ikki
vignast so væl hjá kvinn-
unum higartil í ár. Menninir
kappast um næstbesta pláss-
ið við grannarnar hinu meg-
in fjørdin, sum rógva við
Sølmundi
Nes Sóknar ltróttarfelag
hevur verið ein av mest
støðugu luttakarunum í
kappróðri í mong ár. Teir
hava onkuntíð vunnið nógv,
men nú eru nøkur ár síðani
teir síðst áttu ein FM vinn-
ara. Tað var í 1991, at
dreingjamanningin umborð
á Tjaldrinum vann. Í ár er
Tjaldrið bara mannað við
kvinnum.
; gjár var toka nógva staðni
kring landið, men í Vágum
var sólskin, og um veðrið
heldur sær, so verða róðrar-
líkindini av teimum bestu á
Sørvågi í dag. Á stevnunum
higartil í ár hevur nógv fólk
verið og sæð kappróðrarnar.
Fyri tað mesta hava tað ver-
ið avbygdafólk, sum hava
fylgt sínum manningum
Vágafólk. sum fara til
Sørvågs í dag, hava eina
manning, sum tey kunnu
taka á við. Tað er gentu-
manningin umborð á Ørn-
ini, sum vann í Fuglafirði,
og sum við einum sigri í dag
leggur seg á odda í kapp
ingini um FM heitið
Tá róðrarnir á vestan-
stevnu eru farnir afturum
bak, er bara Glavsøkan eftir
— burtursæð hjá 10-
mannaførunum, sum skulu
rógva aftur í morgin
Tað hevur áður vist seg,
at bátar, sum vóru við á
onkrari av fyrru stevnunum,
men sum síðani eru givnir,
síggjast aftur á Glavsøku, og
fyrr kom tað fyri, at bátar
bara vórðu mannaðir til
Olavsøkuna. T. d. kom tað
fyri, at sumbingar komu til
ólavsgku við 10-mannafar-
inum, og onkuntíð gjørdu
teir eisim um seg.
Men nú eru treytir fyri at
taka lut í ólavsskuróðrinum
Í reglunum fyri FM kapp-
ingina í róðri verður sagt í
grein trý, at fyri at kunna
taka lut í ólavsgkuróðrinum
skal bátur hava luttikid í
minst trimum av undan-
farnu fimm FM róðrunum.
Burtursæð frá 5-manna-
førunum, mannað við
dreingjum og 6-mannafør-
um, mannað við monnum,
so tykist sum um tað fer at
verða spenningur um gll
hini FM heitini til á ólav
søku. Hjá øllum manning-
um er tad ein serligur heidur
at vinna á Olavsøku, og ti er
lagt upp til ein spennandi
enda á kappróðrarárinum
1997
Síðsti spenningurin er
um, hver fer at vera kosin
besta róðrarmanningin í ár
og harvið vinnari av út-
varpssteypinum fyri 1997
Spurningurin er, um tað
skulu vera dreingirnir um-
borð á Drekanum ella um
tað skulu vera menninir
umborð á Hvessingi
21
Í SÚKKLUR
* allar steddir
Box 10 - 700 Klaksvík
Tlf. 55858 - Fax 57878
sosialurin
Vit eru
har fimm
ferdir
um vikuna
tel 11820, fax 14720
email: sosialurðolivant.fo
Havnarmaðurin
hevur sagt upp
Men eingin nýggjur limur verður valdur í dómsneyndina
fyrrenn á aðalfundinum í heyst
Í gjár boðaði Hans Petur
Joensen í Havn frá, at hann
frá í gjár at rokna hevur tik-
ið seg úr dómsneyndini hjá
Róðrarsambandinum. Hans
Petur Joensen fekk ikki
fundarboð til fundin i dóms-
nevndini, tá avgerðin um
umróður í Kollafirði varð
tikin. Tá metti formaðurin í
dómsneyndini, Tummas
Hans Gaardlykke, at havn-
armaðurin var inhabilur, og
tí vórðu fundarboðini i stað-
in send til Jóhonnu í Horni
í Sandavági, sum er eyka-
limur
Hans Petur Joensen mót-
mælti, at hann hevði ikki
fingið fundarboð, og undan
fundinum, sum í vikuni var
ímillum démsnevndina og
nevndina í RSF segði hann,
at hann fór at taka seg úr
neyndini, um avgerðin at
rógva umaftur ikki varð
broytt.
Avgerðin varð ikki broytt,
og nú hevur Hans Petur Jo-
ensen tikið avleiðingarnar
Vit skilja á lagnum, at
nýggjur nevndarlimur verð-
ur ikki valdur fyrrenn á að-
alfundinum, sum sambært
lógirnar fyri RSF skal verða
hildin áðrenn |. novembur.
Tað eru tríggir eykalimir
í démsnevndini. Teir eru
síðustillaðir — eingin er fyrs-
ti, annar og tridji eykalmur
— og tí verður eingin teirra
settur í nevndina. Teir eru
valdir úr hvør sínum øki, og
tað er fyri at tað skal altíð
bera til at manna nevndina
við limum, sum ikki verða
mettir at vera inhabilir. Í
dómsnevndini eru Tummas
Hans Gaardlykke, formað-
ur, og Louis Houmann.
Eykalimirnir eru Rodmund
Andreasen í Vestmanna,
Dánjal Petur Olsen í Hósvík
og Jóhanna í Horni í Sanda-
vági