týsdagur 15. juli 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kaðal- og linjumeistari
søkist til
Elfelagið SEV
Sekt verður eftir einum fólki til starv sum
kaðal- og linjumeistari í Norðoyggjum.
Starvið er skipað undir rakstrardeildina
hjá SEV og fevnir um dagligu leiðsluna
av rakstri av býtisvirkjum (t.v.s. linjur,
kaðalar, trofostoðir v.m.) hjá SEV í Norð-
oycsjum. Vanliga eru 6 mans knýttir at
linjurakstrinum í Norðoyggjum.
Umsøkjarar skulu hava fulla maskin-
meistaraútbúgving ella elinnleggjara-
prógv ella aðra útbúgving, sum kann
javnmetast við hesar. Neyðugt er, at við-
komandi hevur samstarvsevnir og evnar
at leiða og býta út arbeiði.
Flutningur millum tey ymisku arbeiðini
fer í stóran mun fram við tænastubili
hjá SEV. og er tað tí ein treyt, at viðkom-
andi hevur koyrikort til vanligan persón-
bil.
Lenin verður ásett sambært avtalu við
avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fåast við at venda sær til SEV á tlf.
11366.
Umsóknir saman við prógvum og møgu-
ligum ummælum skulu sendast til El-
felagið SEV, Postrúm 319, 110 Tórs-
havn, og skulu vera SEV í hendi í sein-
asta lagi 1. august 1997.
Tórshavn, tann 7. juli 1997
Elfelagið SEV
HYGG HER!
KLAKSVÍKAR DAMPVASKARÍ
bjóðar tygum eina betri tænastu
Latið toyið inn hjá >Seytjan< í Havn,
»Jungmann« í Runavík, >Josi< á Skála
og »Rokoko« í Gøtu.
Vit átaka okkum at vaska alt vanligt toy.
Eisini gardinur. Dúkar verða vaskaðir/
stívaðir.
Eisini LEIGA vit dúkar út til veitslur o.a.
Klaksvíkar Dampvaskarí
Box 119 - 700 Klaksvík - Tlf. 55160
Nr. 132 — 15. JULI 1997
Jóan Pauli Joensen í róðu á Vestanstevnu 1997:
Barndomsbygdin
livir í huganum
Bussfórarin, sum skapti sína egnu ítróttargrein. Læknin, sum javnan mátti
fara úr biografinum at vitja sjúklingar. Bommini hjá Sálomon kongi.
Gribbarnir. Og so, tá ið tey stimaðu aftan á flogfórunum. Hetta eru nókur av
teim barndóms- og ungdómsminnum, sum Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfróð-
ingur, hevur úr Sørvågi, og um hesi barna- og ungdómsár hugleiddi hann í
miðnáttarróðu á Vestanstevnu. Jóan Pauli Joensen hevur m.a. smurt ferða-
fólki breyð og borið kuffert á Flogvøllinum
Kæru sørvingar, vágafólk
og stevnugestir.
Summarið er í hæddini tá
stevnurnar eru. Stevnurnar
hoyra summarinum til, men
tær hava ymist at týða fyri
tann einstaka. Summarnátt-
in dregur tey ungu, treyðugt
annað. Hjá teimum er hetta
ein spennandi og ikki sørt
tølandi tid, har mangt kann
henda. Tí sum skaldið
Christian Matras sigur í
yrkingini Fólkafundur, ið
eins væl undi verið um
stevnur:
Men summi hvørva i
ungari åst
burtur i grøna låg,
og summir vekja ella
drepa dreym
vid at ganga og smakka sær å.
Hjå teimum meira tilkomnu
kann sjålvandi eisini henda
eitt og annad spennandi å
eini stevnu, tå yrkadagurin
broytist og samveran verður
lættari og opnari, tað ber til
at hitta vinfólk og kenning-
ar og kanska eisini fólk,
sum ein als íkki hevur hitt
fyrr, og tað hevur ikki minni
týdning.
Ymiskur er tann húsaroykur,
ið hongur uppi við fólk
ymisk er gongd og húgvuburður,
har tey tyrpast í bólk
Vit menniskju eru so ymisk
og hver roynir at fáa burtur
úr eftir førimuni.
Og lyndið er dæmt av heima-
lívi
slíkan dag sum nú
og innan kot og knappa-
troyggju
býr ymisk trá og trú.
Mong eru tey í rúgvuni,
sum smæðast seg sjálv og øll,
tí hetta er vaksna manna spæl
ímillum tey høgu fjøll.
Fyri at taka meira úr somu
yrking Christian Matras.
Frá Ferðslutrygd
Vegna summarfrí verður avgreiðslan
stongd frá 14. juli til 4. august
Tunnil undir val
Tað er ikki tað stóra takið
at fara á eina stevnu nú á
døgum. Tað ber til at koma
aftur og fram nógv skjótari
enn fyrr. Hepnast stevnan
ikki nóg væl hjá einum, so
ber til at sleppa sær til hús
aftur.
Nú veit eg væl, at eg skal
vera eitt sindur ansin, tí
munnu ikki nógv hugsa, at
tað er ikki rættiliga, sum
hann sigur, tí hver heldur
tað vera stuttligt at sita og
bíða eftir einum bili í tíma-
vís báðumegn Vestmanna-
stund fyri at sleppa yvirum.
Tað vildi verið munandi
ødrvisi, um tað bar til at
koyra niður í eina tunnel
oman fyri Leynar og komi
upp aftur Vágamegin eina
lítla løtu seinni. Tað vildi
verið annað lívið. Kanska
er optimisman aftur komin
í fólk okkara, um tað íkki
bert er valagn hjá politikar-
unum. Kanska fær undir-
sjóvartunnilin somu lagnu
sum Gåsadalstunnilin -—
verður tikin fram upp undir
val, men so er ikki meira,
tá valið er av. Nú fáa vit at
síggja, hvussu leikur fer
fram.
Tað er ikki óvanligt at
nýta eitt høvi sum hetta til
at draga ymist úr bygdini
og bygdarlivinum fram.
Kanska serliga tá rødarin er
fluttur år bygdini fyri
mongum árum síðani. Nógv
er sagt av teimum, sum
hava hildið réðu fyri mær.
So her er ringt at leggja nak-
að afturat, sum ikki er sagt
betur av ðrum.
Bussakrobatar
At fara á stevnu er at flyta
seg úr einum stað í annað.
Undirsjóvartunnil ella ikki.
Tað er kortini hent ómeta-
liga nógv í Vágum á flutn-
ingsøkinum frå tí farast
mátti við tí rullandi Vestur-
leið um Vågafjørd og
Kirkjubønes, ella kanska
yvir land við Olavi um Vest-
mannasund. Tað seinna var
hildið hóskiligari hjá teim-
um, sum høvdu sjóverk. Jú,
nógv er hent síðani Olavur
sigldi á Fútaklett, og Henry
Davidsen við bussi sínum
gjørdi tað kunststykki at
koyra eftir tí smala vegnum
oman á Fútaklett og koma
væl frá tí. Tað, sum hann tá
gjørdi, kann næstan roknas
sum ein ítróttargrein — eg
vil kalla tað bussakrobatikk,
tí svingini vóru at líkna við
bugan í eini hárnál.
Frá tí eg minnist hava vit
havt góðar vegir í Vágum,
har flest allir vegir hava ver-
ið asfalteraðir, ta tíð eg
minnist. Tað vóru onkrir,
sum ikki vóru tað, vegurin
til Biggjar, og kanska
vegurin oman á Fútaklett.
Hinir vóru allir asfalterað-
ir. Hetta lá alt eftir eingilsk-
menninir, men sørvingar
dugdu at fara um hetta og
halda tad vid lika, megin-
partin f hvussu so var
Dálkaðu seg í asfalti
Til barnaminni míni hoyrir
asfaltmaskinan, sum stóð
har á leið sum dansistovan
nú stendur. Slík maskina var
ikki í hverjari bygd. Eg
minnist hetta, tí pápi mín
hevði við hesa maskinu at
gera, og smádreingirnir
royndu at vera har sum nak-
að hendi. Ikki varð dámt, at
vit spældu og dálkaðu okk-
um í tjøruni rundan um hesa
vælsignaðu asfaltmaskinu.
Men jað var so spennandi,
tá teir asfalteraðu vegirnar
og síggja hvussu maskinan
elti tjøru og sand saman til
asfalt, sum teir so breiddu
út á vegirnar og trumlaðu
slætt. Hepnir vóru teir, sum
sluppu at síta uppi á truml-
uni, sum slættaði asfaltið á
vegum oman gjøgnum
Djúpheiðarnar. Men hví ein
nýggjur beinur vegur er
gjørdur oman gjøgnum
Djúpheiðarnar, lið um lið
við tann gamla vegin, sum
smeyg sær sum ein lekur
Tað er mær ein gáta. Hví
kundi tann gamli vakri veg-
urin, sum lagaði seg so vak-
urt eftir landslagnum, ikki
sleppa at vera í frið. Eingin
hevur enn dugað at svarað
mær hví?
Ikki langt frá asfaltma-
skinni stóð ÍHróttarbarakk-
in. Ein barakk frá eingilsk-
monnunum, sum ítróttar-
fólkini brúktu til sítt virk-
semi. Sørvingar vóru jú sera
frammarlaga í fótbólti hesa
tíð fyrst í fimtiårunum —
millum teir bestu í Feroy-
um. Barakkin var eisini
brúkt til sjónleik. Vit. sum
vóru børn tá, sóu her sjón-
leik fyri fyrstu ferð. Sóu
knappliga vanligar sørving-
ar i nyggjum rollum uppi å
pallinum. Hetta var ørkyml-
andi fyri eina barnasál, sum
ikki altíð dugdi at skilja í
millum, hvat var veruleiki
og hvat var ikki. Fyri ikki
at tosa um dansistovuna,
sum hevði biograf — einasta
í oynni. Hetta høli við
klappstólunum hevði sín
hátíðarliga dám, tú larmaði
ikki, tá tú fór á biograf, men
setti teg stillisliga niður eins
og í kirkju. Tí oman fyri teg
hugdu allar tær stóru Holly-
wood filmstjørnurnar eftir
tær.
14 ára gamal
vaksin
að vóru menn, sum
høvdu sín fasta sess í dansi-
stovuni. Tá var tú vaksin,
tá tú vart 14 ár. Eftir tað
slapst tú at síggja hvønn
film sum kom. Ég minnist,
at eg saman við einum javn-
aldra var farin at síggja ein
film, sum kallaðist »Vi skal
have et barn«, hetta var
nakað annað enn vit vænt-
aðu, har vóru bert vaksin
fólk. Pressið var so stórt, at
vit sluppu okkum út, tá vit
sóu at konan fór at eiga.
Mær tókti ofta synd í
læknanum, sum onkuntíð
kom á biograf. Hann slapp
sjáldan at síggja nakran film
lidnan. tí boð vóru fyri at
mesta eftir honum, so hann
mátti fara mitt í filminum
til onkran sjúkling.
Spennandi var tað, tá vit
sóu filmirnar um Tarzan og
ikki at forgloyma Ivahoe
Riddaraturneringarnar í
Ivanhoe góvu okkum in-
spiratión til turneringar, har
lidadreingir og heima-
dreingir bardust við hømi-
lium. Teir meira avanseraðu
komu á gangara sínum við
bambustráðum. Skjótt var
skiftið frá riddarum til
indánarar, sum komu turn-
andi oman gjøgnum geilina
uppi við Storå. Fyri ikki at
gloyma ta ferðina, vit sóu
filmin Kong Salomons Min-
er. Eg minnist aftaná, tá vit
smádreingirnir tosaðu um
henda áhugaverda film. Tá
var tað onkur, sum í okkara
eygum einki hevði skilt av
filminum, tá hann segði
»Og sóu tit øll bommini í
kassanum«. Vit b6du hann
tiga og halda munn, tað
vóru ikki bomm, men gim-
steinar og > diamantar.
Drongurin tagdi og skamm-
aði seg. Hesin nýggi miðil
legði nógv afturat okkara