Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 132 — 15. JULI 1997 spæli og gav okkum nógv spennandi hugskot. Í bio- grafinum fluttu vit okkum til ein annan heim. Vit fóru á ein ella annan hátt á flog Flogfer lendu á vánni Tað ber næstan ikki til íkki at koma inn á flúgving, tá ein er vaksin upp í eini bygd sum Sørvågi við flogvølli, har tað bar til at læra seg at súkkla, og hjá teimum næst- an vaksnu og vaksnu at læra seg at koyra bil Ég minnist sum smá- drongur, at onkuntíð kom flúgvari av einum slag sum róptist Catalina. Hetta vóru flúgvarar, sum kundu seta seg bæði á sjógv og land Tá tað frættist at flúgvari kom, tustu børnini niðan á flogvøllin, har syslumadur- in Chr. Larsen gekk og bra- veradi og dirigeradi vid ka- sjetti å høvdinum og tosadi danskt vid flogmenninar. Ikki minni spennandi var, um ein var so heppin at sleppa f onkran båt og koma hesum Catalina flogførum nær, tå tey lendu å vånni. Sum smådreingir tosadu vit någv um flågvingina hjå Erlu Kongsdóttir. Hesin flúgvari var sera spennandi, kanska tí, at rovini av Erlu stóðu í einum neysti, sum Vika-Lias átti. Tað stóð við grótholið úti á Stongum, sum var nokk so óvanligt fyri eitt neyst í Sørvågi Hver annar skuldi fara undir at skipa fyri flúgving í Føroyum enn sørvingar Tað var tí einki legið í at Lars Larsen og Hugo Fjerð- oy funnu uppá at hava flúgving sum ein serligan tátt á vestanstevnuskránni í Servági í 1962. Flúgving við Icelandair var høvuds- attrakti6nin hetta árið, tå bar til hjá fólki at sleppa upp at flúgva á vestanstevnuni fyri ein lítlan pening og síggja Føroyar frá í erva. Hetta var ein succes av teimum stóru Tað var um hetta mundið, at fest flúgving av álvara kom í lag. Tað kom sjålv- andi ikki alt í einum, og tað vóru ymisk problem. sum skuldu loysast í sambandi við hesa flúgving Bar kuffert Eitt var tað, sum teir nú so fínt nevna catering. Tað er, at fáa mat og drekka og annað umborð. Á onkran undrunarverdan hátt kom eg eisini eitt heilt stutt bil at hjálpa til við teirri fyrstu catering í sambandi við før- oyska flúgving. Eg fekk ein dag uppgávuna at smyrja breyð. Eg var kanska held- ur fantasifullur í mínum út- foldilsum á cateringekin- um, tá eg kordi turrar svisk- ur, rosinur og annað eksot iskt oman á pálegg av ym- iskum slag — rullipylsu eis- ini, og legði ribsblød, ella hvat tað var, oman á breyð- ið fyri at tað skuldi síggja meira fornemt, internatio- nalt og grønt út. Men eg minnist kortini onga klagu um ribsblødini. Og flog- sambandið varð í hvussu so er ikki niðurlagt av hesi orsøk, men hevur ment seg stórliga síðani. Vit hava í dag okkara egna flogfelag og flogfar, Atlantsflog. So her er bert gingið framá Okkurt summarið slapp eg eisini at arbeiða sum hjálp- armaður á flogvøllinum, bera kuffert o.a. Tá minnist eg eina klagu. Tað var ein donsk kona, sum kom og bar fram álvarsliga klagu um matin, hon hevði fingið í sambandi við privata in- kvartering. Hon hevdi fingið lagkøku til morgunmat. Tað helt hon vera ovboðið og vildi ikki finna seg í hes- um. Hetta hildu vit, sum tá starvaðust á flogvellinum, ikki var nakað at grenja um Hugo, sum tók ímóti klag- uni, hugdi bert at konuni og gjørdi vist ikki meira við málið Nógvir gestir í Vågen tan mun til um onkur hevur fingið lagkøku til morgunmat ella ikki, so eiga vit at minnast til, at tað eru ikki smávegis flúgvara- gestir, sum sørvingar hava havt gistandi millum ár og dag, tá tokan forðaði allari flúgving í dagavis. Eg ivist ikki í, at hesar privatu gist- ingar eru minniligar hjá flúgvaragestunum. Íkki minst hjá útlendingum, sum á henda hátt fingu innlit í lívið hjá sørvingum yvir- hevur. Nú hevur bygdin fingið Hotell Vágar og gest- irnir verða vanliga koyrdir aftur til Havnar fyri tað mesta, um tað í onkrum ein- støkum førum ikki er flúgv- andi Jú, tað er væl skiljandi, at vágafólk og serliga sør- vingar ikki vilja lata havnar- menn fara vid øllum út á Glyvursnes, tí flogvellurin er mestsum vorðin pulsurin í Vágum Nú gongur ferðingin sum fótur í hosu, skjótt og effek- tivt. Men alt hevur kortini sín prís. Eitt í Vágum so kent fuglaslag á tveimum beinum, sum fekk rovfugla- navn, doyði tíverri út við ein brest, tá tað komu gjøgnum- gangandi bussar úr Havn og vestur á flogvøllin. Sam- stundis sum hesir fuglar doyðu út, hvarv eisini tann heilt persónliga servisan, har tú varð avheintaður og koyrdur til dyrnar. Tað hevði eisini sina sjarmu Men kanska skulu vit gera meira fyri at fáa ferðafólk int at steðga meira i Sør- våg, okkurt sum kann lokka oljufólkini, sum helst skjótt fara at koma. oman í bygd- ina, og onnur við, tí annars verður vandi fyri at tey fara undir Vestmannasund bein anvegn og so fáa havnar- menn allan ágóðan. Her er møguleiki hjá teimum krea tivu Myndirnar eru ymiskar Hjå einum sørvingi, sum fór heimanifrå 17 ára gamal og ongantíð rættiliga kom aftur, er tað fyrst og fremst barndómsbygdin, sum livir í huganum. Tað er, sum tað verður sagt í sanginum hjá Hans Andrias Djurhuus Meg minnist eina mynd - eg var lítil tå. Tó aldri eg enn slíkt stað havi sætt, og einki havi eg frá tí frætt; og myndin er burtur — skredd ella brend, tíðindablaðið SOS Ar og eina av mær, ongum ødrum kend. Hin vegin eru vit menniskju so heppisliga innrættad, at næsta ættarið fær eina nýggja mynd at taka við sær, sum fyri teimum er tann rætta myndin. Tann mynd av bygdini, sum tey nú gomlu bera í huganum, er ikki tann sama myndin, sum vit í miðum árum hava, ella tann, sum ungdómurin hevur. Ættarlidini tillaga seg til umstødurnar. Men røturnar eru tær somu og jørdildi tað sama, tí Vøru- fell er tað sama, hóast hús- ini ota seg longur og longur niðan, Nónfjall og Skeiðin er tann sama og Skerhólm- ur liggur á sama stað. Nøvn- ini sVesturvarði og Vestur- skin eru enn nøvn á Sør- v ipum. Ikki loysir seg at grenja | Føroya besta og minsta fartelefon er nu biligari og og siga, at nå er ikki sum fyrr, tí tað var tað ikki, ti skjótt eru 80-ini fyrr og 2000 nú... Skjótt fara tey gomlu at fortelja um pylsu- vognin á Gretugrund og um automatirnar hjá Hjarvil ella hjá Hensar. Soleiðis fer tað altíð at liggja okkurt eftir í minninum hjá okk- um øllum. Tad verða altíð 50 ár aftur í tíðina. Krógvaðu seg í Tindhólmi Eitt, sum eg minnist ser- liga væl, nú tað er vestan- stevna, er ta ferðina, eg saman við fleiri javnaldrum róði við gomlu Dúgvuni, tað mundi vera allarfyrst í 60-unum — kanska í 1960. Eitt so vakurt summarkveld vit vandu — trenaðu, sum vit søgdu tá, fingu vit tað geniala hugskot at rógva til Mykinesar, tí veðrið var so óvanliga vakurt og gott. Vit útbreiðslugkið størri … Ericsson NH 238 til NMT 900 Fyrr 4.850, - Far væl við fartelefonini … Telebúðirnar hava skinnhylki til Ericsson og Nokia | fartelefonir, kom og hygg ... vóru á veg, men funnu uppá at fara í Tindhólm fyrst. Tindhólmur hevur verið okkum ov áhugaverður, ti tað var komið út á miðju nátt, áðrenn vit fóru haðani Tá vóru vit helst móðir og vildu sleppa til songar Høvdu mist hugin at rógva til Mykinesar. Lítið grunaðu vit, at bygdarfólkið var á gosi og var bangið um okk- um og hildu okkum vera burturgingnar hesa vøkru summarnått. Tí eingin hevði sæð nakran bát. Vit hugs- aðu einki, høvdu bert and- að summarið í okkum hesa avbera vøkru nátt á Sør- vågsfirdi og i Tindhólmi. Tað er so vakurt í Føroyum, serliga um hesa leið. Vit vóru annars nummar 2 á vestanstevnu tað árið. Høvdu helst verið nummar eitt, um ikki okkurt mistak varð gjørt. 6-mannafarið Dúgvan var so tung, at tað é Telebudin (Havn — Telebudin í Klaksvík Telebúðin í Søldarfirdi Teiebúðin á Tvøroyri Telebúðin í Miðvági Telefonsteðin Telefonsteðin í ; mr ; Teletonstødn TeiefonsteAn Teiefonsteðin Teislonsteðin ; : Fisensget 8 Biskusstedegere 660 Sodarjerður 800 Tveroyri Miðvágur i 100 Torshavn 700 ” z TLF. 17010 TLF. 57488 TLF. 41000 TLF. 71000 TLF. 32000 9 var ikki meira enn at vit bóru hana, hóast manningin á Dúgvuni tað summarið var bæði sterk og tung Stevna er og summar. Onk- ur fer kanska at minnast júst hesa vestanstevnuna sum nakað heilt serligt Sjálvur takki eg fyri, at mær var litið upp í hendi at halda midnåttarrødu á vestanstevnu í Sørvågi í år Framhaldandi góða vestan- stevnu øll somul. Takk fyri at tit vildu lurta. —— á Sandi Norbstreymi 210 Sandur TLF. 61000 TLF. 24000