Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 132 — 15. JULI 1997 Tað skal hugsast um åbøtur fyri at varðveita áhugan fyri kappróðrinum Uppgávubýtið ímillum nevndina í RSF og dømsnevndina skal skerast út í papp, og tað er alneyðugt at fáa greiðu á, hvussu kappróðurin kann fáast frá hondini upp á styttri tíð, enn tað t. d. tók á vestanstevnu at avgreiða róðrarnar Róðrarárið er um at vera liðugt. Fimm av teimum seks stevnunum, har FM róðrar eru á skránni. eru fingnar frå hondini, og nú er bara ólavsskan eftir. Hon verður um fjúrtan dagar, og tá fæst at vita, hver verður FM vinnari í teimum ymsu båtastøddunum hjá monn um og kvinnum. Hagtølini siga, at spenn- ingurin er varðveittur í øll- um kappingunum uttan i henni millum 5-mannafør, mannað við dreingjum og 6-mannafør mannað við monnum Í kappingini ímillum 6 mannafør mannað við kvinnum hava tríggir bátar møguleika at vinna FM, og tveir gentubátar kappast um besta plássið Í kappingini ímillum 8- mannaførim er lítil kapping um FM. Kappingin ímillum 19-mannaførini er sera jøvn ímillum tveir bátar, tá tað snýr seg um FM. Men hjá 10-mannaførunum og í nógvum av hinum báta- støddunum hava róðrarnir verið so tættir, at alt kann koma fyri á Glavsøku, og tað gevur eyka spenning, tí um tað ikki ber til at vinna FM, so verður tað hjá nógvum mett sum meiri enn plástur á sárið, um teir vinna ólav- søkur6durin Óhepni veruleikin — Omanfyri standandi bendir ikki á annað, enn at kapp- róðurin trívst og hevur tað so gott, sum ongantíð áður Tað er hørd kapping og stór- ur spenningur, og so er alt væl, eru tað ivaleyst fleiri, sum halda. Men gongdin á teimum fimm stevnunum higartil hevur víst, at tað er neyðugt at umhugsa broytingar í mannagongdum til koman- di kappingarár. Her verður Ld. hu um arbeiðsbýt- ið ímillum nevndina í RSF og dómsneyndina, um tíð- ina, sum tað tekur at fáa kappróðrarnar frá hondini, og um umstødurnar, sum tað verður róð undir. Arbeiðsbýtið Róðrarsamband Føroya, RSF, er ein samgonga av øllum feløgum innan ISF, ið íðka róður, verður sagt í grein | í lógunum fyri RSF, og í grein tvey verður m.a. sagt, at endamálið hjá RSF er at menna og skapa áhuga fyri róðri. Arbeiðsbýtið átti at verið púra greitt. Tað er aðalfund- urin hjá RSF, sum ger lógir- nar fyri felagið og reglarnar, sum tað verður kappast eft- ir, tað er neyndin í RSF, sum syrgir fyri, at lógirnar og reglarnir virka, soleiðis sum teir eiga, og dómsneyndin tekur avgerðir, tå ósemja er ímillum limirnar Soleiðis eigur tað at vera, men í sambandi við kæruna, sum dómsnevndin hevði til viðgerðar eftir róðurin á Sundalagsstevnuni, er spurningurin, um dóms neyndin so at siga hevur fingið part í arbeiðnum at gera reglar. Í hvussu so er hava teir sagt RSF, hvussu teir vilja hava reglarnar at vera. Teir gera hetta sjálv andi, tí teir vilja kappróðr- inum tað besta, men tað er nakað sera prinsippielt í hesum, tá tað snýr seg um uppgávubýtið Kolidøma bátar í staðin fyri róðrar Og so eru tað ivaleyst mong, sum taka undir við, at tað er stak óheppið við umróðrum. Tað kemur sera sjáldan — ella rættari ong- antíð — fyri, at avgerð verð- ur tíkin um nýggja kapping í ítrótti. Tá tað verður kært, so snýr tað seg um, at ein- staklingar ella lið, sum eru við í kappingini, hava ikki hildið seg til reglarnar, og um kæran fær viðhald, so er avleiðingin sum oftast, at tann, ið kærdur er, verður kolldømdur. Okkara egni Jon Hestoy hevur sum yvirdómari í svimjikappingunum í fleiri oyggjaleikum verið noydd- ur at kolldøma, og vit hava eisini sæð tað í olympiskum leikum, at tað meiri enn so kemur fyri, at tann ella tey, sum hava vunnið t.d. gull- heiðursmerki, seinni eru kolldømd, tí tey hava ikki hildið seg til ásettu reglar- nar. At tað verður kært um framferðarháttin hjá teim- um, ið skipa fyri, er sera álvarsamt. RSF hevur ar- beitt við at betra um manna- gongdirnar og eftirlitið við, at tær verða fylgdar, men vit mugu bara staðfesta, at tað er langt á mál, og at tað tykist vera neyðugt við fleiri umboðsfólkum fyri Róðr- arsambandið á róðrargkin- um. Olli eru ivaleyst á einum máli um, at eitt av málunum Drekin má vera, at tað ongantíð verður neyðugt at dóma umróður. Tidin Á vestanstevnu var enn eina ferð staðfest, at tað kann vera so sera drúgvt at fáa in frá hondini. Sambært skránna skuldi far- ast undir róðurin klokkan 15, og 10-mannaførini vóru ikki liðug at rógva fyrrenn klokkan trý korter til sjey. At kappróðurin tekur so langa tíð og er so nógv seinkaður sammett við tað, sum ætlað var, er stak 6- heppið fyri allar partar. Á- mødast og verða kaldir, strandferðar- skipið verður seinkað, og tað gongur út yvir fólk á ødrum stóðum, sum einki hava við róðurin at gera. Onnur tiltøk á stevnuni verða órógvað og tað er av- gjørt ikki til fyrimunar fyri kappingina, at tað ikki er pláss fyri, at róðurin ímill- um 10-mannaførini verður varpaður út. Spurningurin er so, hvat kann gerast fyri at stytta um róðrartíðina. Veðrið má sær ráða, verður so ofta tikið til, og tað er ikki frítt, at hetta viðhvert tykist vera ein und- anførsla. Tá tað ræður um tíðina, sum tað tekur at av- tiltók, sum kunnu setast í verk, sum íkki hava við veðrið at gera. Ein máti at stytta um róðr- artíðina er, at allir bátarnir rógva túsund metrar. Hetta er eitt vánaligt uppskot, sum royndirnar siga, at tað er stórur meiriluti ímóti. Ein annar máti er at fara fyrri undir at fyriskipa róð- urin. Í ár hava tað verið fimm stevnur, og tað er ikki komið fyri higartil, at fyrsti róðurin er startaður klokkan 15. Royndirnar máttu lært fyrireikararnar, at teir skulu fáa fyrstu bátarnar fyrri úr á málið, enn teir hava gjørt higartil. Í Sørvågi vóru teir noyddir at bíða, tí báturin til Mykinesar var á róðrar- økinum. Hetta tíðarspillið, sum ikki var so nógv og sum avgjørt ikki tóktist vera nakar trupulleiki, tí tað var so tíðliga í kappingini, hevði tað borið væl til at sloppið undan. Annar trupulleiki er, at tað tekur so langa tíð at flyta fasta startin frá túsund og út á fimtan hundrað metrar. Tann spurningin ber til at loysa við at hava fleiri fastar startir, sum verða lagðir út, áðrenn farið verður undir fyrsta róðurin. Um fasti starturin á túsund metra málinum bara skuldi verið tíkin burtur og íkki fluttur og lagdur av nýggjum, so varð róðrartíðin í Sørvågi út ímóti einum hálvum tíma styttri, enn hon var. Vøtnini Og so er tad spurningurin, um at rógva á vøtnum, har tað ber til. Hetta hevur verið frammi áður, men millum lítið og einki hevur verið at hoyrt til tað hesi seinnu ár- ini. Líkindini vóru hampu- lig at rógva á Servági, men fríska lotið gjørdi, at tað var torført at leggja båtarnar. Omanfyri Sørvåg er størsta vatnid i Føroyum, og har eru eingir trupulleikar vid inunum, um teir so eru túsund, fimtan hundrað ella tvey túsund metrar. Samstundis, sum tað verður hildið fast um grund- leggjandi fyriskipanirnar í føroyska kappróðrinum, so er neyðugt at um ný- skapanir, og millum hesar eigur greiða at fáast á, um tað ber til at rógva á vøtn- um. Ber tad til, so eigur hetta at verða tíkið til um- hugsunar saman við ødrum neyðugum broytingum, tí tað er ov seint at fara undir nýskapanir og so at siga at toga í teymarnar, tá tað týð- uliga sæst á luttakaratalin- um, at tað eru ov nógv við- urskifti, sum ikki eru so, sum tey, ið varða av, kundu ynskt sær. TIPS-úrslit Vika nr. 28 12. 13. & 14. juli