Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið „R fr k Nr. 133 — 16. JULI 1997 Ummæli av matiné i Havnar kirkju Leygardagin 5. Juli rætta slagnum Frits Johannesen hugleiðir um konsert, ið pólsku tónleikakvinnurnar Anna Sliwa og Gabriella Ballion høvdu í Havnar kirkju Leygardagin 5. Juli. Eisini nemur hann við túrin, ið tónleikakvinnurnar fóru saman við fuglfirðingum niðan á Rustakamb á Varmakeldu i vere ÉT sb Gabriella Ballion, floytu, og Anna Sliva, orgul, spæla i Havnar kirkju Fríggjakveldið 4. juli tóku fólk seg nidan á Altarið — nidan å Rustakamb i Fugla- firði. Altarið er ikki nakað fjall, sum Sosialurin málba seg seinast um røduna, ið hildin varð her uppi. Altarið er ein stórur klettur, ið stendur á Rustakámbi og sær út sum eitt altar og er sostatt eitt stadanavn. Her var rómur, tala hildin og fosturlandssangir sungnir Millum hesi fólk var ein bygdarvinur, Heri Eysturlíð. Hann heilsaði upp á fólk og ungdómin, sum hann heyði havt her norðuri í skúlan- um í Fuglafirði. Hann hevur sera góð evni at koma í samband við fólk og minn- ast tey aftur. Hesi ungu róptu: >Hey, Heri! — Minn ist tú, tá ið tú hevði okkum í sangi í skúlanum?< — Heri helt, tá vit komu oman aft- ur: »Ogemeint tey ungu her norður! eru fyrikomandi og glaðlynt, ja, tað meini eg. Eg, sum havi verið vikarur her norðuri fyri so mongum árm síðani, at tey skulu minnast til mín, ja, ta må eg siga, tað gleðir meg<. — Heri Eysturlíð er trúgvur sum tryllið ímóti okkum Honum til heiðurs og okk- um ødrum at gagni, at hann gevur ungdómi okkara hetta skoðsmál í hesi tíð, meðan sótsvert skýggj leggja seg út yvir bygd okkara, og svertan dálkar ungdómin í orðsins rætta týdningi Pappírið er tolið. Heri hevði fødingardag Hann var komin norður á konsert og endaði uppi á Rustakambi, væl leiddur av tveimum snøggum ung- dómum úr Polen — Onnu Sliwu og Gabriellu Ballion Anna er útbúgvin organist- ur, og Gabriella er útbúgv- in floytuspælari. Utbúgv- ingina hava tær frá tónleika- háskúlanum í Krakow. Her kendi seg væl í hesum hópi Glaður ungdómur úr Fugla- firði og ung tónlistafólk úr Polen. Betri høpi kundi hann ikki vera í, nú hann fylti ár. Pipuorglid å Borduni Tær polsku skuldu hava konsert i Havnar kirkju dag- in eftir. Sum alt passaði væl saman. Heri gisti her norð- uri, so >The spirit< var longu komin at fyrireika vegin, sannleikan og lívið og leiða hesar ungu tón- leikararnar á ta musikalsku getuna út á Reynið, har Havnar kirkja stendur í sín- um búna so aldarsskrýdd hvønn tann einasta dag. Frá Altarinum av Rustakambi til Havnar kirkju. Rusta- kambur og Altarið er bygt í gotiskum stíli — so himm- alvent og rúmsátt, meðan Havnar kirkja er eitt sindur barokkkend, so tú sveimaði millum... sum onkur plagdi at siga: Millum kross og hosu. Lat tað vera. Nei, her var tign og and: og ført kæti, spelkin musikalskur andi av ti rætta slagum Heri hevdi lykilin til halgidómin. Hann læt upp, tá ið vit komu suður. Mjørk- in fjaldi Havnina, og toku- lúðurin á Borðuni hoyrdist í tí fjara. Hann fór ikki at blanda seg upp í orgulspæl- ið hjá Onnu Sliwu, hóast hann var bygdur upp eftir teimum somu málum, sum pípurnar í orglunum í Havn- ar kirkju. Nei, lat pípuorglið á Borðuni spæla síni løg mjørkaløg og havgyrdan, koboltbláan havtónleik, og lat orglið í Havnar kirkju spæla síni løg úr ti Gtøm andi tónleikaheimi, ið vit e:ga Havnar kirkja er fjálg Hon rúmar so mongum. Her hava havnarfólk sitid og >njórað< kingoløg og aðrar danskar sálmar. Tyngd av dagligum strevi og av syndabyrðum. Tey eru farin til altars og fingið syndanna fyrigeving og eina troyst til tað dagliga. Vit komu av Altarinum, av Rustakambi, hvar vit høvdu staðið oman fyri alt og vóru tíkin til altars av tí guddóms skapar- verki, ið har er. Synda- pjøkan løgdu vit eftir har uppi og lótu sól og mána fara við okkara syndaspjørr Nei, men nú vóru vit kom- in í Havnar kirkju — reinsað av synd Hesir ungu tónleikararnir úr Krakow fóru at hita upp til konsertína. Heri Eyst- urlíð hjálpti teimum við registreringunum. Hetta gekst so sera væl. Tað var Musiskur andi av tí gott, at hann var komin norður um og helt sín fødingardag uppi á Altarin- um. Hetta gav íblástur, so einglarnir undir bitunum í Havnar kirkju sótu og lótu við velinum. Dropaljóð úr orgli og floytu Konsertin skuldi byrja kl. 11.30. Løgin tíð at fara undir eina konsert. Men fólk hava gott av at koma í kirkju og sita still her og koma i samband vid seg sjálvan og skaparan í halgi bus LEE Gabriella Balloin, floytu dóminum - burtur frá verðsligum gangi og óljóði. Vit skuldu lýða á barokk- tónleik og eini tvey nýmót- ans stykki. Sum skráin sýnir, løgdu tær fyri við Johan Sebasti- an Bach (1685-1750). Gabriella spældu floytu. Ljóðið úr floytuni var breitt og fylti nógv. Hon hevði ein sera góðan intensitet í floyt- uni. Hon var einsamøll vid sínari floytu, meðan Anna Sliwa sat og trýsti á sínar orgulpípur við hugmynd av Rustakambi. Dropaljóðini úr orglinum og floytuni fóru eftir tí langa barokktráðnum, eydnusælt og umgyrt av hegtíðsdámi av altarinum av Rustakambi og altarinum í Havnar kirkju. Droparnir hingu í barokkkopartráðnum, so leingi teir orkaðu, inntil teir duttu niður í tann grøna svørin og takkaðu fyri seg. Teir fóru aftur í ta gróðrarmiklu jørð — taðaðu tær sevjumiklu røturnar í tínum barokkhuga og stimbradu tónleikaáhugan líka av Rustakambi út á Reyn. Eugenius Knapik var á skránni. Sonata fyri floytu Har stóð hon, Gabriella, ein veðurbardur = steinur av Altarinum. Sonatan er í nýmótans sniði. E. Knapik er hjúnafelagi B. Knapik, sum var lærari hjá Gabri- ellu. At spæla einsamøll er sum at fara inn á eina rop, har snipst er niðurvið og høgt uppfyri. Bert ein skeiv ur tómu, so.rllar ent:sindur Er tað fleiri, ja, so dettur tú av, sum egg av rók. Men gongur tað væl, kanst tú hugsa hvussu ljódligt tað kann vera. Sum tað klárasta bergmál, sum rungar í bergi, lofti og gjáarmunna Hetta ljóð var í floytuni Tað bar av posmodernismu í anda og framburði, har klassisman bygdi upp undir fraseringarnar. At þinda saman tað gamla og tað nýggja er ikki hvers mans føri, men dugnasemi og tøkniligt áræði eiga fyrsta pláss. At so andin er feldur í hugan og tónleika- evnini eru góð, ger tað upp aftur betri. Sonatan kundi tykjast eitt sindur tógvin í stóðum, men sera sjáldsamt, og ljómgóðskan var fram- úr. Gabriella kláraði hetta sera væl. Bach og synirnir Sum skráin sýnir, vóru tvey stykki av J. S. Bach og eitt av syni hansara, Carl Philip Immanuel Bach. Bach átti 20 børn. Ikki hissini. Hans- ara musisku evni rukku langt. Hann var tvær ferðir giftur. Fleiri av børnum hansara vóru sera musi- kalsk. Meðan Bach var í Arnstadt, kom hann nógv saman við systkinabarni sínum Magdalenu Bach. Tey gjørdust skotin hvert í ødrum og giftust, men hon doyði sum heilt ung. Við henni fekk Bach tveir synir, Wilhelm Friedemann Bach og Carl Phlip Immanuel Bach. Yndisbarn hansara var tann fyrr nevndi. Hann var organistur í Halle, og hetta dámdi tí gamla Bach sera væl. Hóast hann var sera musikalskur, vantaði honum ta skapandi megina í sálini. Hann doyði í 1884 í armóð og vesaldómi. C. Ph. Immanuel Bach er tann, sum er mest viður- kendur av Bachsa synum. Harn var cembalistur hjá Fríðriki ødrum. Fríðrikur annar hevði sera stóran áhuga fyri tónleiki, var floytuspælari og tónasmið- ur Flogið í framførsluni hjá hesum báðum ungu tónleik- arunum úr Krakow var sum ein bjørt gongustjørna á tónahiminum — so ungar, óspiltar og hugdjarvar. Ofta er áhugavert át hoyra ng fólk béra tónleikin fram, tí teirra flog er ikki telgt og tamt av tíðarinnar tonn Heldur ikki er spælið av handahógvi, men ein leiting eftir lendi — einum tónleika- heimi, sum skal bera teim- um uppi gjøgnum eitt heilt lív, tí er so sera týdningar- mikið fyri ungar tónleikar- ar, sum eru nýklaktir, at tey fáa tann fætta byrðin og ikki skjóta seg burtur frá og glatas tí tøvdum synda- kjarri Ogemeint sum tær dugdu at tala saman við ljóðfer- unum. Anna við tí stóra orglinum og Gabriella við floytuni. Tað, sum eg undr- aðist mest yvir vóru skjótu | 5 É