mikudagur 16. juli 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 133 — 16. JULI 1997
q F
5 ;
;
|
tónamyndirnar, sum flugu
avstað bæði í orgli og floyt
uni. Langar fraseringar. Tað
skuldi góð tøkni til at fáa
hetta at bera til. Floytu-
spælarin skuldi vera sera
umhugsin við andadráttin-
um og ikki leypa framav.
Orgulspælarin skuldi hava
gott fyrilit og ikki lata orglið
hanga fast í onkrum nóta
ella tónamynd so floytan fór
einsamøll jamrandi, eymk-
andi burturfrå.
Eitt vælvalt stykki, sum
ljómur var í. Tær dugdu so
sera væl saman. Tað hoyrd-
ist væl, at tær høvdu ikki
gjørt haltari hønu mein ella
bidid hund standa frå sær,
tá ið um tónleikin galt. Tað
kendist á øllum brøgdum.
Av Rustakambi
í kirkju
Stykkið hjá Krysynu Mos-
zumannska-Nasar (f. 1924)
— Heliotrop fyri floytu og
orgul, úr verkinum Flowers,
var eitt nýmótans stykki.
Hetta var á ødrum sinni, at
tað var borið fram. Kristian
blak heitir á tónleikararnar,
ið koma á Summartónar,
um at hava eitt stykki við
nýmótans tónleiki á skránni.
Tað er legið at fara av
Rustakambi — av Altarinum
í barokkdámi, í stevnukæti
og rómi av hægstu tindum,
og enda undir vaðingini í
Havnar kirkju dagin eftir og
lurta eftir barokktónleiki og
nýmótans tónleiki. Men
hugsa tær at standa á ytstu
trom á Rustakambi og
síggja yvir tær stóru hav-
víddirnar og tekkja teir ytstu
tindarnar peiggja ímóti
dimminum — móti tí káma
ljósinum, sum er í havs-
brúnni, og teir dimmbláu
firðirnar, ið rópa eftir
dimmalættingini, er hug-
takandi. Tað er tónleikur.
Nýmótans tónleikur kann
vera hugtakandi, men hann
er »ornamentleysur«. Hann
ber ikki tað altarskrúð við
sær, sum útsýnið av Altarin-
um gevur. Onkuntíð tykist
mær, at nýmótans tónleik-
urin ber boð um verkfrødi
— ikki dám av arkitekton-
iskari list. Tí kann tað vera
torført hjå honum, sum skal
Atgongumerki í forsølu fåast á hesum stoðum:
Í Klaksvík:
Í Suðuroy:
Statoilstoðin
Statoilstødin í Vági
Tangabúðin á Tvøroyri
Tórshavn:
Kunningarstovuni og
adali
Statoilstødini í Gu
Eysturoy: Kiosk Vår
Shell í Gøtudali
Statoil í Skálabotni
Greinskrivarin og tónleikarkvinnurnar uttan fyri Havnar kirkju
bera tann nýggja tónleikin
fram. Sjálvur skal tónleikar-
in hava eina týrkaratrúgv
uppá, at hesin tónleikurin
ikki er >Barokk tvætl<, men
eins gott sum at standa uppi
á Altarinum og skoða tann
víða heim og tekkja hann
sum eitt dism av eini avant-
gardistiskar opinbering.
Hetta nýmótans stykkið,
sum tær spældu, bar boð frá
tíðini, vit liva í. Tú sást teir
stóru betongveggirnar fyri
tær, tær stóru glasflaturnar
í stórbýnum — tú sást tær
gløttu flaturnar ... so uttan
snoðið, strokið, strútut og
strent, sum td. uppi á
Nabbi. Nei, hesin tónleik-
urin ber ikki boð um tað
yndi og tokka, tað gotiska
— tað sum vendir eygu tíni
ímóti teimum ævigu vídd-
unum... at skoða landið frá
einum Rustakambi ... av
einum altari — Altarinum og
hóma Borgaran á Kalsoynni
standa har so steyrrættan og
vera vernd ímóti teimum
øgiligu brotunum á håvetri
og stormonglunum, sum
krøkja seg um hálsin á hon-
um. Ella vera tann rætti
sjarmørurin, at lata seg kína
av summaranga og sólvind-
um á hásumri.
Ílegur av hesum
heimi
Men um tær hóvar tann ný-
mótans tónleikin ella ikki,
so er tað neyðugt, at hann
er har og ber boð... og tað
er tað, sum er so sera týdn-
ingarmikið — boðskapurin.
At hann ikki er av Altarin-
um á Rustakambi, so hevur
hann eitt ílegur í sær, sum
er av hesum heimi.
Ikki kann annað sigast
enn, at hetta var sera væl
spælt av hesum ungu úr
Krakow. Tær løgdu alla sína
sál í spælið og góvu tí tann
form, sum tað skuldi hava.
Stykkið var nógva staðni
eitt ljóð av posmodernismu,
men at tað var ein nýmót-
ans íklæðing, var eingin ivi
um.
Kristian Blak eigur stóra
tékk uppiborna fyri tað ar-
beiði, nn ger, at leggja
il til rættis og
fåa tad at bera til. Hann er
ein knassi — gev honum
riddarakrossin!!!
Hera Eysturlíð takka vit
fyri hugnaliga samveru uppi
á Rustakambi — uppi á
Altarinum og framman fyri
orglið í Havnar kirkju og
altari tess.
Frits Johannesen
Bilverkstaðið
Í summar fri
Vegna summarfrí á verkstaðnum frå 14.
juli til 11. august, verða bert átrokandi
smávegis umvælingar gjørdar í hesum
tíðarskeiði.
J.Broncksgøta 15 - Torshavn - Tlf. 10600
Góðu bygdarfólk
og aðrir
myndaeigarar!
Nú ið handritið til bókaverkið UR GJÅAR SOGU -
barnaminni er liðugt, vanta tíverri nakrar myndir,
ið kundu lýst bygdarlívið við Gjógv fyri um leið 50
árum síðani nógv betur, enn orð kunnu megna.
Fara vit tí vinarliga at heita á tygum, sum eiga
tílíkar myndir, at læna okkum tær, so vit øll kunnu
fáa eina sjónska og fjølbroytta mynd av lívi og ýrki
teirra, sum hetta bókaverkið annars roynir at lýsa í
orðum.
Myndirnar verða sjálvandi sendar aftur til tygara
sum skjótast.
Tygum eru sjálvandi vælkomin at ringja til okk-
ara, um tygum eru í iva um eitthvert myndunum
viðvíkjandi.
FORLAGIÐ BÚGVIN
v/ P. J. Sigvardsen
Postrúm 3181 - 110 Tórshavn
Tlf. 14719
Vit hava
nógv gott
til bilin,
t.d.
4 stk.
hjolskålir
tyri 285,-
P
P. P.F. ESMAR SIMONSEN
— —— Kambsdalur
umm TIf. 44405