Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið 5057 Nr. 133 — 16. JULI 1997 36 endadi heidurliga i Intertoto Cup | Skulu á heimferðini úr Grikkalandi heilsa upp á liðið hjá Liverpool, sum skal spæla ímóti Bróndby sunnudagin B36 stóð seg munandi betri tá teir í Grikkalandi spældu fyri fjórðu og síðstu ferð í Intertoto Cup kappingini, enn teir hava gjørt tær tríggjar undanfarnu ferðirn- ar Urslitid var 4-2 til griska liðið, og vit hava umvegis frætt úr Grikkalandi, at B36 hevði stóra æru av dystin- um, ið varð spældur í hita, sum feércysku spælararnir ikki eru vanir við. Tað vóru 36 hitastig! Tit áttu allir at farið í kirkju í morgin, segði hann, sum segði frá í sjónvarpin- um, har dysturin varð send- ur beinleiðis. Adressan hjá hesi popputu viðmerkingini var til spælararnar á heima- liðnum, Panahaiki. Og or- søkin til hana var, at frå- segumaðurin helt, at heima- liðið hevði verið meir enn heppið at vinna 4-2 Vit frætta, at seinnapartin av fyrra umfarinum og fyrra partin av seinna umfarmum var tað B36, sum hevåi yv- irvåg, og teir høvdu fleiri møguleikar at skjóta mål Størstu møguleikarnir vóru, tå teir brendu tvey brots spørk. Tað verður eisini sagt, at B36 spælararnir vór- u tríggjar ferðir einsamallir við málverjanum uttan at fáa mál. Julian Johnsson lyfti upp um málverja og mál, og málverjin bjargaði, tå Tomislav Sivic og Dánial P. Johansen royndu seg Tad så annars einki serligt út hjá B36, tí tå korter var farið, fekk heimaliðið hol á, og fimm minuttir seinni økt- u teir til 2-0 B36 góða løtu Og so var tað, at B36 hevði sína leikligu og eisini úr- tøkuliga gyltu løtu. Teir brendu brotsspark i 22. min- utti, og teir brendu aftur brotsspark í 38. minutti Men í 2. hálvleiki bar til Trettan minuttir vóru farnir, tá John Petersen minkaði um munin B36 hevði yvirvåg, men í snarålopi økti heimaliðið, tá 25 minuttir vóru farnir Fimm minuttir seinni var John Petersen aftur á rætta staðnum røttu løtuna, og so spenti B36 bogan høgt. Teir royndu at javna, men í stað- in var tað heimaliðið, sum økti til 4-2, tá tað restaðu tríggir minuttir Í fjør var tað í Europa Cup kappingini, at John Petersen kom rættiliga fyri seg á GÍ liðnum, eftir at fyrra hálvan hevði verið eitt sindur trilv- andi, og skulu vit gita út frá avrikinum í Grikkalandi, so er tað okkurt, sum bendir á, at landsliðsmaðurin er við at finna máltevið, sum hann ikki hevur havt hverja ferð, hann hevur spælt fyri B36 Skulu hitta Liverpool Tað eru 60 fólk í B36 ferða- R $ John Petersen hevur nú rættiliga fingið gongd á málskoringina hjá sær lagnum, og tey verða í Grikkalandi til leygardagin Talan er um bæði frítíðar- ferð og um venjingarlegu hjá spælarunum, sum eru farnir at fyrireika seg til tey niggju umførini, ið eru eftir av landskappingini Ferðalagið steðgar í Keypmannahavn frá leyg- ardegnum og til týsdagin, og tá er skipað soleiðis fyri, at tey skulu síggja Liver- pool spæla ímóti Brøndby Dysturin er fingin í lag í sambandi við at Carlsberg, sum er høvudsstudul hjá Liverpool fyllir 150 ár Men tað er ikki nóg mikið við, at B36arnir við fylgi skulu síggja Liverpool spæ- la. Tað er eisini skipað so- leiðis fyri, at føroyska ferð- alagið sleppur at heilsa uppá heimsstjórnurnar á Liver pool liðnum Moskva er væl fyri Leygardagin var belgiska liðið Genk í Moskva og spældi ímóti Dinamo Mosk- va. Heimaliðið vann 3-2, og nú bendir sumt á, at russiska liðið vinnur bóikin og har- við rættin at halda fram at spæla um eitt pláss í UEFA Cup. Síðsta umfarið í Intertoto Cup verður leygardagin. Tá skal Dinamo Moskva spæla á útivelli ímóti Stabæk úr Noregi, og belgiska Genk skal spæla á heimavelli í- móti griska Panahaiki. Dinamo Moskva hevur níggju stig, og Genk hevur seks stig. Burtursæð frá heimasigrinum ímóti B36 hevur Stabæk bara fingið eitt stig — 1-1 javnleik á úti- velli ímóti gríska liðnum. Onkuntíð er bland komið í millum tey bæði belgisku liðini Genk og Gent. Bæði spæla tey í bestu deildini í Belgia. Genk, sum er í bólki við B36 í Intertoto Cup, endaði á áttanda plássi í landskappingini, sum end- aði í vár, og Gent endaði á fjúrtanda plássi Nú fara yngru landsliðini í eldin U-15 og U-16 fara út at ferðast, meðan U-18 hjá kvinn- um fær vitjan á Svangaskarði av íslendsku kvinnuung- lingunum annan sunnudag Hetta er tann tíðin, tá yngru fótbóltsspælararnir ferðast nógv og spæla nógvar dyst- Ir Føroyskur ungdómsfót- bóltur hevur seinnu árini støðugt økt um altjóða lut- tøkuna, og tað verður gjørt nógv meiri og miðvíst fyri- reikingararbeiðið nú, enn tað var gjørt fyri fáum árum síðani Hjá FSF er eisini betri fyriskipað. Eitt nú hava tað í fleiri ár verið teir somu venjararnir, sum hava tikið sær av U-15 og U-16 lands- liðunum, og arbeiðið við at finna fram til røttu spælar- arnar og at fyrireika teir sum frægast til uppgåvurnar, sum altíð tykjast so sera stórar fyri føroyskar ung- dómar, tá teir skulu út í stór- u verð at stríðast ímóti út- valdum spælarum úr lond- um, sum hava nógv meiri at taka av, enn tað er heima hjá okkum, er nógv betri skipað og lagt til rættis nú, enn tað nakrantíð hevur ver- ið áður Roynt fólk á U-16 liðnum Jógvan Martin Olsen er á fjórða ári venjari hjá U-16 dreingjunum Bitin er stórur í ár Dreingirnir skulu fyrst taka lut í NM kappingini, sum verður í Finnlandi frá 3. og til 10. august, og frá 12. og til 17. oktobur skulu teir vera í Hollandi. har teir fara at taka lut í EM undankapp- ingar bólki Hósdagin og fríggjadagin vóru dreingirnir á Svanga- skarði og vandu, og nú hev- ur venjarin tikið endaliga liðið út til kappingina í Finnlandi. Spælararnir skul- u venja í Gundadali kom- andi leygardag. Adrenn teir fara til hús, fara teir at spæla venjingardyst ímóti HB unglingum. 31. juli og I august skulu teir spæla venjingardystir, áðrenn teir fara til Finnlands. Bulurin í hópinum, sum fer avstað, er úr teimum trimum feløgunum, sum vanliga hava bestu umboð- anina á yngru landsliðun- um. HB eigur fýra spælarar, og B36 og NSÍ eiga tríggjar I part Liðið sær soleiðis út Danny Rasmussen, Krist ian Jensen, Pætur Dahl og Teitur Ellingsgaard, úr HB. Aki Mørk, Klæmint Matras og Jóhan av Reyni, úr B36, Ken Nónklett, Jan Nónklett og Sjúrður í Skemmuni, úr NSÍ, Súni Olsen, GÍ, Karst in Joensen, KI, Allan Mikk- elsen, Royn, Kåri Nielsen, B71, Sjúrður Ellefsen, MB og Tóringar Akselsen, SIF Merkisvert er, at tólv av teimum sekstan spælarun- um eisini vóru á U-16 landsliðnum í fjør. Teir nýggju eru Kristian Jensen, Pætur Dahl og Teitur Ell- ingsgaard úr HB og Sjúrður Ellefsen úr MB. Teir báðir síðst nevndu hava árini frammanundan spælt á U- 15 landsliðnum. U-16 landsliðið hevur verið roynt seg á altjóða kapping eina ferð fyrr í ár. Tað var í páskafrítíðini, tá teir spældu í Fraklandi. Sammett vit ta ferðina eru fýra spælarar farnir burtur- av, og tveir nýggir eru kom- nir við. Ta ferðina vóru átjan spælarar í ferðalagnum, men i NM kappingini er bara loyvt at hava sekstan vid i ferdalagnum. I EM kappingini seinni í heyst verður loyvt at hava åtjan spælarar vid At tað er kapping um plássini sæst m. a. á, al venjarin hevur tikið tríggjar nýggjar menn inn, meðan fimm eru sílaðir frá, sam- mett við ferðina til Frak- lands. Teir, sum ikki eru við hesa ferð, eru Bjarni Arna- son, Janus M. Joensen og Ransin Djurhuus úr HB, Andreas Dahl ur EB og Omar Pálsson úr GI. Nýggir í ferðalagnum eru Pætur Dahl og Teitur Ellingsgaard úr HB og Sjúrður Ellefsen úr MB U-15 fer til Í fleiri ár hevur U-15 lands- liðið tíkið lut í altjóða kapp- ing í Aberdeen, men nú ferðasambandið til Skot- lands er so nógv verri, enn tað hevur verið, fer lands- liðið ikki til Aberdeen, men í staðin til Danmarkar, har teir skulu taka lut í SKAW Cup í Skagen Albert Ellefsen, sum eis- ini er hjálparvenjari hjá U- 16 landsliðnum, er venjari hjá U-15. Hann hevur valt átjan spælarar, og teir koma úr nógvum feløgum kring landið. Merkisvert er kort- ini, at eingin klaksvíkingur er á U-15 landsliðnum. Hjalgrím Elttør úr KÍ var í ferðalagnum, men hann val- di heldur at fara til Dan- markar við smádreingjun- um hjá KÍ, sum fara avstað í dag Tað er eisini merkisvert at ein av spælarunum, Teitur Ellingsgaard úr HB, er út tíkin bæði at spæla á U-15 liðnum og á U-16 liðnum, sum fer ul Finnlands bara nakrar dagar eftir at U-15 liðið er komið aftur úr Danmark * Teir, sum skulu til Dan markar eru Niels Joensen, Bárður Johannesen, Helgi Justinussen og Poul N. Jo ensen úr B36, Høgni Høj gaard, Brynjålvur Nielsen og Bergur Djurhuus úr NSÍ, Jón Rói Jacobsen og Teitur Ellingsgaard úr HB. Jack Johansen og Hans Bogi Ell- efsen úr MB, Jóhan Falk- vard Hansen og Martin Winther úr B71, Elfinn Ørv- arodd, SIF, Dan Knudsen. VB, Arnold Berg, GÍ, Krist- jan Poulsen, B68 og Gisli D. Danielsen, Royn Óli Holm er ferðaleiðari, John Reid Skoralíð er fysio- terapeutur og Bjartur Nols- øe er liðleiðari. Ferðalagið fer úr Føroyum nú friggja- dagin við Norrønu og tey koma aftur ólavsskuaftans morgun Dreingirnir koma til Es- bjerg leygarkvøldid, haðani teir fara vid bussi til Skag- en. Hagar koma teir sunnu- náttina klokkan tvey, og longu sunnudagin stendur fyrsta uppgávan á skránni. á skulu teir spæla ímóti AGF, mánadagin er mót- stødulidid Dalum, týsdagin spæla teir ímóti Hamarka- meraterne, sum eru úr Svø- ríki, og míkudagin spæla teir ímóti Fredrikstad úr Noreg! U-18 kvinnurnar 4 Svangaskarði Alvur Hansen hevur ikki endaliga gjørt upp við seg sjálvan, hvussu U-18 kvin- nu landsliðið skal síggja út, sum klokkan 15 annan sunnudag skal spæla ímóti Íslandi á Svangaskarði Kvinnuunglingarnir venja nógv í hesi vikuni, og fríggjadagin og leygardagin skulu tær í venjingarlegu á Svangaskarði Fyribils eru hesir sekstan spælararnir úttiknir: Jenny Lamhauge, Maria Vang og Rakul N. Joensen úr B36, Eyðfríð Kristiansen, Marita Reinert og Lydia Vesturtún úr EB, Theresa Johnsson og Liljan Jespersen úr HB, Oddvá Olsen og Frida And- reasen úr B68, Rannvá Au gustinussen og Haldóra Jo ensen úr VB, Rannvá And- reasen, KÍ. Kristbjørg Isak sen, GÍ, Elisabeth Høgne- sen, LÍF og Irdi Hansen, NSI