Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 133 — 16. JULI 1997 tíðindablaðið g ; 11 Glasgow Rangers, sum skal spæla ímóti GÍ Rangers njósnast og tekur film av GÍ 20 tíðindafólk koma vid skotska liðnum til Føroya í komandi viku, og skotar eru so villir í fótbólti, at 51 túsund møttu upp at hyggja at, tå Glasgow Rang- ers alment fór undir fyriteikingarnar til komandi kappingarár Ferðalagið úr Gøtu, hevur verið í Lemvig, har GI hevur vant, og familj urnar hjá spælarum og leið- arum hava hildið frí í eina viku, kom heim aftur við Norrønu månamorgunin sum Urslitaliga var ferðin ein ki at reypa av. GÍ spældi fýra ferðir, og tað var bara ímóti sertuliðnum hjá Lem vig, at teir vunnu. Urslitid var 3-1, og Øssur Hansen skoradi tvær ferdir og Pauli Jarnskor eina ferð Hinar tríggjar ferðirnar tapti GI. Teir taptu 3-1 ímóti danmarksseriuliðnum hjá Viborg (Henning Jarnskor skoraði GI málið), teir taptu 3-0 ímóti U-21 liðnum hjá Ikast, og teir taptu 4-1 ímóti belgiska Harelbeke, sum endaði á níggjunda plássið í landskappingini. Ta ferð ina var tað Magni Jarnskor sum skoraði málið Men úr Gøtu frætta vit, at teir taka tað ikki so tungt at tað ikki gekk meiri enn passaligt við úrslitunum Teir vandu nógv, og tí vóru spælararnir ikki so væl fyri tá teir spældu fyrrapartin av túrinum royn du teir ymiskar uppstilling r. Agóðan av ferðini rokna teir í GI við at fáa í Europa Cup og serliga, tá farið verður undir aftur kapping arnar heima á landi, har GÍ skal royna at endurvinna steypakappingina og lands kappingina og serliga Taka uppgávuna í álvara Glasgow Rangers tekur tað í álvara, at teir skulu spæla tveir dystir í fyrra innleið andi umfarinum í Europa Cup fyri meistarar ímóti GÍ Viggo Jensen, sum er kend ur venjari í Danmark, har hann fyri stuttum fekk sekk in í OB, umboðaði Rangers, tá GI spældi. Í tveimum av dystunum hevði hann ein mann við sær, sum tók upp á video Tommy Møller Nielsen er venjari hjá Rangers. Hann er ættaður úr Odense, og tað er ivaleyst hann, sum hevur heitt á Viggo Jensen um at fylgja við gøtumonnum Møguliga á stórskí At fótbóltsfepurin er ómeta- ligur í Skotlandi varð stað- fest, tá Rangers sunnudagin var á heimavøllinum Ibrox Park, har m. a. nýggju spæl- ararnir, sum teir hava keypt til komandi kappingarár, vórðu vístir fram. Talan er um sjey spælarar, m.a. onkr ar úr ltalia, og áhugin fyri hesum var so stórur, at 5 túsund áskoðarar, ella væl fleiri enn tað búgva í Før oyum, møttu upp at fagna liðnum, sum teir halda við og sum hevur vunnið meist araheitið tey nógvu síðstu árini Tað verða umleið 60 fólk í leiguflogfarinum, sum kemur til Føroya månadag in. Millum teirra eru 20 tíð indafólk. sum umboða sj varp, útvarp og bleð. Tað er ikki greitt, hvussu tað verður við sjónvarping men tað verður umhugsað at senda beinleiðis av Svangaskarði og at hetta á stórskíggja á Ibrox Park Brian Laudrup, Paul Gas goine og allar hinar stjórn urnar skulu venja á Svang- askarði tyskvøldid klokkan 19, og mikukveldið klokk an 19 fara teir undir fyrsta stríðið á leiðini ímóti ríki dóminum, sum er at finna í meistarakappingini. Saml aði vinnarin av teimum báð um dystunum ímillum GÍ og Glasgow Rangers skal spæla ímóti IFK Gøteborg, og samanlagdi vinnarin av tí uppgerðini fær lut í nógvu milliónunum og verður í hattinum, tá lutur verður kastaður í Europa Cup fyri meistarar Visa Tað gongur rætta vegin hjá Vågadal Føroya sterkasti maður er væl nógdur við áttanda plássið, sum hann um vikuskiftið rakk í kapping, sum var í Hollandi Í morgin kemur Regin Vág adal heim aftur til Føroya at venda. Hann luttók í vik uskiftinum í eini kapping í Hollandi saman við fjúrtan ødrum, sum verða roknaðir at vera ímillum heimsins sterkastu menn Regin Vágadal er ein miðvísur maður. Hann hev ur fyri stuttum sagt, at hann ætlar sær at vera heimsins sterkasti maður um túsund ára skiftið, og at hann ger nakað við tað fyri at røkka málinum er sjón fyri søgn Hósdagin í komandi viku fer hann aftur. Tá gongur leiðin til Skotlands, har hann skal taka lut í heimsmeistarakappingini fyri menn við stórum vødd um Tá tann kappingin er lið ug kemur Regin Vágadal heim aftur til Føroya annan tysdag, sum er ólavsskuaft- an. Dagin eftir, Glavsøkudag 29. juli, skal hann í ítrótar- høllina á Hálsi at kappast um FM heitið. At hann vinnur, er tað neyvan nakar ivi um. Spurningurin er avstað heldur, hvussu væl hann fer at standa seg. At fylgja við í hesum er vorðið eitt av afturvendandi punktunum í ólavsskuskránni hjá nógv um Og longu fríggjadagin | august fer Regin Vágadal aftur til Skotlands, har hann skal taka lut í tveimum kappingum. Onnur verður sunnudagin 3. august, og hin verður mikudagin 6 august Oftast í miðjuni Leygardagin og sunnudagin stóð Regin Vágadal seg væl í Hollandi. Í samantalda úrslitinum var hann numm ar átta, og Regin Vágadal var serliga væl nøgdur við, at munurin ímillum hann og so teir, sum eru betri enn hann, gerst alsamt minni. Í flestu av kappingunum end aði føroyski luttakarin í miðjuni. Vánaligasta úrslit ið var, tá hann var fjórði aftastur, og besta årslitid var, tá hann var fjórði best ur Tað gongur rætta vegin, a Regini maður men. tað er torført at siga nakað um, um Regin Vága dal nakrantid fer at megna at gera dreymin um at gerast sterkasti maður í heiminum til veruleika. Umframt at hann skal mennast nógv, so krevst tað millum annað, at hann sleppur undan skað um At Regin Vágadal hevur tíðina fyri sær, varð staðfest í kappingini í Hollandi Regin er 27 ára gamal, og hann var yngsti luttakarin Tann næstyngsti var 31 ára gamal Tað gongur rætta vegin, men torført er at siga, um tað fer at eydnast Regini Vågadal at gerast heimsins sterkasti