mikudagur 16. juli 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið
ES i
F óroyin gar og bretar aftur til samráðingarborið:
Nr. 133 — 16. JULI 1997
Avtala millum Grønland og
Island týdning fyri Foroyar-UK
Tað var undir
eini arbeiðara-
stjórn, at bretar
settu ynski fram
um, at miðlinjan
skuldi vera fiski-
mark. Nú Grón-
land og Ísland
hava avtalað, at
miðlinjan har
skal vera bæði
fiskimark og und-
irgrundarmark,
kann slíkt modell
gerast aktuelt í
samráðingunum
millum Føroyar
og Bretland.
Jan MÚLLER
Nú um dagarnar frættist, at
samráðingarnar um markið
millum Føroyar og Bret-
land, verða uppafturtiknar í
Keypmannahavn tann 16.
juli. Tað er meira enn eitt ár
síðani, at fundur var millum
. Hesa tíðina hava
bretar havt til at umhugsa
eitt nýtt útspæl og var æt-
lanin at halda fund 2. apríl,
men so kom bretska valið,
og samráðingarnar vórðu
útsettar í óásetta tíð.
Bretar umrøddu
miðlinju alment
Hetta árið meðan bíðað
hevur verið eftir bretskum
útspæli, hava verið ymsar
viðmerkingar frá bæði al-
mennari síðu og frá olju-
feløgum
M.a. kom fram i rødu,
sum tåverandi orkumåla-
rådharrin Frazer helt fyri
oljuvinnufólki, orðið mið-
linja. Ráðharrin brúkti fyri
fyrstu ferð vendingina mið-
linja í sambandi við sam-
ráðingarnar við føroyingar
Hann segði m.a., at tað
hevði skund at fáa eima
miðlinju = uppá pláss
Frammanundan hava bretar
als ikki viljað tosað um
miðlinju, tí krøv teirra hava
gingið nógv longur enn til
eina miðlinju.
Um hetta vóru nýggir
tónar frá bretskari síðu ella
tað bara var talan um eitt
málbrúk, sum ikki varð nýtt
áður, vita vit av góðum
grundum ikki, ti einki
útspæl hevur verið frá bret-
um síðani. Men tað kann
vera, at tað, sum her er
komið fram, verður nakað
av tí, sum verður við í
útspælinum tann 16. juli.
Sjálvt formaðurin í før-
oysku samrådingarnevndini
var positivt bilsin av, at
bretar alment vóru farnir at
brúka orðið miðlinja í
sambandi við markna-
trætuna, tí tað orðið hava
teir ikki brúkt áður - í
hvussu er íkki í hesum
samráðingunum.
Síðani er tað eisini hent,
at bretar einsíðugt hava
gjørt av at designera part av
Hvíta økinum, tí olja er
funnin har nærhendis. Talan
er her um øki, sum føroy-
ingar annars ikki hava gjørt
krav uppå men sum higartil
hevur verid uttan fyri al-
ment designerað bretskt øki.
Tað hevur formaðurin í
føroysku samrådingar-
nevndini so gjørt viðmerk-
ingar til og hevur sagt, at
vid einvist at taka slikt stig
hava bretar brotid javn-
vågina i samrådingunum.
je ótoinast
Síðani hava vit eisini hoyrt,
at oljuvinnan er vorðin
ótolin og hevur lagt trýst á
bretsku stjórnina at fáa
gongd á samráðingarnar.
Eisini er tað komið fram,
at føroyskir politikarar við
løgmanni á odda eru ikki
serliga fúsir til at knýta sam-
vinnu ella hava samskifti
við Bretland, soleingi bretar
fasthalda síni órímuligu
marknakrøv.
Umframt hetta hevur
Bretland fingið nýggja
stjórn, og tað kann fáa av-
leiðingar fyri samráðingar-
nar.
Aftrat hesum er so tað
hent, at grønlendingar og
íslendingar hava gjørt eina
fyribils semju um markið
millum londini. Og her
verður miðlinjuprincippið
brúkt tó við ávísum und-
antaki, har tað umstridda
økid verður býtt millum
partarnar.
Síðani vit hava verið til
samráðingarborðið seinast
hava tí verið fleiri ymsar
„meldingar“, sum kunnu
koma at ávirka samráðingar
so ella so.
Soleiðis sum Sosialurin
skilur støðuna, so hava bret-
ar tíkið aftur síni upp-
runaliga krøv, ið varð at fáa
rættin til ein stóran part av
føroyska landgrunninum.
Um somu tíð hava før-
oyingar alla tíðina hildið
fast um miðlinjuprinsippið.
Av tí at samráðingarnar eru
í trúnaði ber ikki til at fáa
nakað ftøkiligt at vita, men
kortini hava her vit loyvt
okkum at rekonstruera nak-
að av tí, sum er hent.
Meðan bretar sostatt hava
gjørt krav uppá øki, sum
liggja langt inni á føroyska
landgrunninum, so hava
føroyingar ikki sett nakað
annað krav fram enn, um
at miðlinjan, sum hevur
verið brúkt sum fiskimark,
eisini skal vera undirgrund-
armark.
Dánjal Nølsøe hevur verið
Føroyum ein týdningar-
miklil og sera gløggur
rådgevi sigur Arni Olafs-
son, formaður i føroysku
samráðingarneyndini.
Dánjal doyði fyri stuttum.
Her er hann saman við
Halgir W Poulsen, sum
eisini í mong ár átti ein
týðandi leiklut í samráð-
ingunum.
Emdund Joensen, løg-
madur sigur vid bretska
útvarpið (sendingin kemur
í næstum), at føroyingar
eru sera ånøgdir við
bretsku støduna í
marknatrætuni
Upprunaliga vildu bretar
ikki tosa um miðlinju og
søgdu, at fyri tað at mið-
linjan var fiskimark, so nýtt-
ist hon ikki at vera undir-
grundarmark. Føroyingar
harafturímóti hava gjørt
galdandi, at tad er heilt
ónáttúrligt, at fiskimark og
undirgrundarmark ikki
fylgja somu linju. Hetta er
eisini tað sum altjóða hav-
rættur leggur seg eftir í dag.
Komu vid fiskimarki
Men*nú tykjast bretar so
bráddliga kortini at vilja
tosa út frá eini ella aðrari
miðlinju - hava vit eitt nú
orðini hjá Fraser í huganum.
Sjálvir hava teir kravt í
sambandi við uppskot teirra
um åstan av fiskimarki, at
óbygdir klettar vestan fyri
Hetland so sum Sula skerið
og St. Kilda eru grundlinju-
punkt og harvið skulu av-
gera, hvussu miðlinjan skal
teknast. Føroyingår hava
bara viljað g6dtikid St.
Kilda sum slíkt grund-
linjupunkt, tí har búðu fólk
til í 30-unum og í dag er
ein hernadarstød har.
Nú bretar hava design-
erað part av tí Hvíta økinum
kundi hóskandi verið spurt,
hví føroyingar tá ikki eisini
gera tað sama. Sosialurin
skilur, at føroyingar kenna
seg íkki at hava nakra
juridiska grundgeving fyri
at designera eki, sum liggja
eystan fyri miðlinjuna.
Kravið hjá føroyingum
røkkur nettup út til mið-
linjuna og íkki longur.
Arni Olafsson, leiðari av
føroysku samrådingar-
nevndini ynskir ikki at gera
vidmerkingar til samråd-
ingarnar annað enn tað, at
hetta at bretar við síni
designering hava pilkað við
javnvågina í samråding-
unum, gevur førovingum
høvi til at gera sær nakrar
tankar um júst broyttu javn-
vágina. Hann vil tó einki
siga, um og nær føroyingar
fara at fyritaka sær nakað
út frá hesum máli
Føroyska kravið er mið-
linja og skilur Sosialurin, at
her er talan um eina saman-
hangandi argumentatión,
sum juridiskt stendur væl.
Sosialurin hevur annars
frætt, at løgmaður skal hava
úttalað seg rættiliga hvass-
orðað í samrødu við tíð-
indamann frá BBC, sum
hevúr gjørt sending um
marknatrætuna. Sendingin
kemur ein av fyrstu døg-
unum.
Sambart hesi sending skal
løgmaður hava víst á sína
stóru ónggd við bretar, tí teir
"hava borið seg at sum
spælari, ið broytir spæli-
reglurnar, meðan hann
spælir.
Í 1977 var tað størsta
sjálvfylgja av verðini sæð
við bretskum eygum, at
fiskimarkið skuldi vera
miðlinja, og tað góðtóku
føroyingar. Hetta var tå
eisini uppskotið hjá tá-
verandi bretsku arbeiðara-
stjórnini.
Og eitt tilboð, sum ein
hevur góðtikið plagar ein at
meta sum eina avtalu. Men
tå so partarnir metast nøkur
ár seinni, spæla bretar
bráddliga við heilt ødrum
reglum. Bráddliga hevur
miðlinjan ongan týdning,
og hetta er rættiliga langt
frá ti hugtakinum, sum
bretar annars sjálvir hava
uppfunnið, nevniliga „fair
play“.
Sosialurin, sum hevur
havt samband við bretska
journalistin, sum gjørt hev-
ur sendingina, hevur eisini
fingið at vitað, at løgtings-
maður, sum er við í bretsku
útvarssendingini, heldur tað
ikki vera óhugsandi, at
føroyingar fara at taka til
víðgongd stig, um tað vísir
seg, at bretar bara draga
samráðingarnar út fyri at
halda føroyingar „hen“.
Vit hava spurt Árna
Olafsson, um tað kann
koma hartil, at føroyingar
fara at designera ella geva
oljufeløgum loyvi at bora í
øki, sum er umstrítt!
Hann sigur, at slíkt stig
mugu vit vera ógvuliga
varnir við at taka, tí olju-
feløgini vilja til eina og
hvørja tíð vera varin, tå
talan er um at gera fløgur í
einum øki, har ognarrætt-
urin er ovISssur. ;
Vit hava spurt Årna
Olafsson, hvar tad um-
stridda økid millum Føroyar
og Bretland í veruleikanum
er - og um hvussu stóran
part av føroyska landgrunn-