Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 1997síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 hopi tíðindablaðið SOS vid - Vísusangur í altjóða rotføroyskum innihaldi Ordaspælid og sanggledin er hug varhugan av, at her er av sonnum ein fløga, sum í vekjandi og so væl samansjóðað, at tú fært umbáðar Føroya land og tað. sum rórir seg her á klettunum, eins væl og í havinum kring okkum Flega: „Havið“ Orð: Gunnar Hoydal Leg: Annika Hoydal Lagt til rættis: lan Mc- Calman Annika og Gunnar Hoydal eru serstøk listafólk, sum loysa eima uppgávu, ið tey hava sett sær fyri at fremja í verki Serliga heppin hava tey verið við hesi útgávu, av tí at tey hava fingið tónlista mannin lan McCalman at standa fyri innspælingini Fløgan tykist av hesum at hava fingið ein tónlistarlig- an dám, sum situr til inni- haldið. og er meira heil- skapað, enn á hinum báðum plátunum hjá teimum Vísusangur er ein mentan við álvarsem Suri seg. og í Føroyum hava vit ment hetta slagið av sangi í øldir. Kortini er visu- sangurin annað og meir enn nakrir hugvekjandi, ofta sorgblíðir tónar, sum undir- byggja ein tekst, ið eisini sigur frá onkrum stuttligum ella syrgiligum Vísusangur er mentan sum h rívist allastaðni yg tað haldi eg eisini er æti anin við hesi fløguni: At mynda okkara lítla heim sett upp móti tónleiki, sum hevur fingið heimsborgara innblástur Tú hugsar um svenskan tónleik. norskar sjómans- sangir. føroyskan visusang og kanska eisini sålmasang Um Kingo hoyrist onkun- staðni, er tað aðrastaðni franska vísumentanin sum speglast aftur. Aftur aðra- staðni hoyrist kinverjaljóð ella er taðeitt írskt tónalag, sum kveikir undir orðalag- ið? Í sanginum „Kópagent- an“ er lagið eyðsæð litað av sponskum uppruna, og t.d í „Dreymahav“ minnir tón- leikurin um norskan sjó- manssang áðrenn fimtiårini Sangirnir eru fjøllbroytt blandaðir saman. Løgini skiftast, frá einum lættum og skemtiligum sangi til ein tungan og ålvarsligan o.s.fr Gjøgnum hugaheimin hjå systkjunum Hoydal verða vit gjørd varug vid tær min- stu verurnar i havinum, til tað ålvarsliga i sanginum „Sjólátin“, sum í orðum sig- ur frá einum sjólætnum, og hvussu havsins dýr piða beinini rein, so tað losnar aftur frá botni Í seinasta ørðindinum Losnaður aftur frá botni beinini pidad og rein sveimar við stórligum tøk- um leitar at vinna seg heim sjólátin lyftur av streymi svimur í verðina út skavar á skíggjan í dreymi skøvar tín blaktrandi rút Í sanginum „Marmennil“ er boðskapurin heldur skemt- iligur og speiligur. Tað snýr seg um fisk á Føroya Ban- ka, men kann eins væl vera nútíðar skrivstovuveldi og gerandisjaggið í síni heild Seinasta ørindi sigur: Fann nummar, ringdi tele- fon til marmennil - eg heyði gron - at spyrja hvussu var og hvat hann ætlaði at ger- ast kundi men skrivarin kom til hon svaraði hann sat á ICES-fundi At hitta ? men ikki fyrr en - YsSJ, eitt fríggjadag í viku fimm- Ogtfryss Seinasta samgurin á fløg- uni er væl kendur. Tað er „Mítt Minsta Land“, frá næstseinastu plátuni hjá Anniku og Gunnari Hoydal. Tann plátan var á donskum, og eg minnist ikki at hava hoyrt hann á føroyskum. Tað er eitt heppið val, tí í hesum sanginum koma listagávurnar hjá bæði yrkj- ara og tónaskaldi allarbest til sín rætt. Eg hugsi, at hetta er mest fullfíggjaða verk úr teirra hondum. Fløgan „Havið“ hevur so friðarligan dám yvir sær. Tú hugsar, at henda er góð at seta á fløguspælaran eina góða summarnátt, tá alt andar friðsælt og náttúran vísir seg frá síni mildasta síðu. Samanumtikið er fløgan Nr. 134 — 17. JULI 1997 ógvuliga væl samansjóðað, og ein fongur fyri føroyska vísumentan. Ræddarliga er Annika Hoydal ment. Fer- oyska málið er eisini vorðið betri, og tað hoyrist ikki, at sangkvinnan hevur verið á flatlondum stóran part av sínum vaksna lívi. Stórt álvarsemi er í orð- unum hjá Gunnari Hoydal, og nú hann leggur frá sær sum býararkitektur er eing- in vandi fyri, at hann ikki kann ríka føroyska mentan- arheimin enn meira, við at halda veruligar, sorgblidar og skemtiligar hendingar upp fyri okkum Dagny Joensen RANDI JACOBSEN Løgtingid kemur sum vant saman á Olavsøku, og eftir ólavssku frá tinglimirnir nakrar strævnar dagar. Lógin um fiskidagaskip- anina skal verða samtykt í seinasta lagi 10. august. Tríggjar viðgerðir skulu til. Haraftrat verður orða- skiftið um løgmansrøduna Tað orðaskiftið fer vanliga við minst tveimum døgum, kanska trimum, og hetta ordaskiftid skal verda av greitt i seinasta lagi seks yrkadagar eftir Olavsøku Dagin eftir 6lavsøku kemur Margretha Drotning at vitja. Hon skal eisini í tingið Gestir koma eisini til løgtingid av Isle of Man Beint nú er enski sendi- harrin á vitjan, og í tí sam- bandinum eru samkomur, har løgtingid er við. Hálvan august verður oljuseminar fyri løgtings- limir, og í august kemur eis- ini formansskapurin i danska fólkatinginum at vitja - Vit fáa úr at gera, Sigur Jógvan |. Olsen, løgtings- formaður Tað verða fáir frídagar í tinginum fyrstu vikurnar eftir ólavsóku mmm Í