hósdagur 17. juli 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 134 — 17. JULI 1997
tíðindablaðið
væ rr
Tað skuldi vera so gott - ?
Nu rn so ein stjóri aftur
at sekkin. Hugsa vit okk
um aftur í 1992 á heysti
var tað ikki í fleiri år
tiggjur, at stjóri mátti lúta
fyri sverði
Onkur helt ikki, at tad var
so gott
Nú er ødrvisi. Heri Mor
tensen, Tummas Arabo,
Hensar Ellingsgaard, J
Winther-Holbæk, Sólbjørn
Jacobsen, Bjarti Mohr,
J.K. Høgnesen, Niels
Sørensen.… listin er lang-
ur, PM verdur neyvan
leingi aftastur í rødini
Spurningurin er so: hevur
hetta verið so gott?
Politiska ábyrgd! róptu
onnur. Vit fingu loksins
nýggja stýrisskipan, har
skil skuldi fáast á
åbyrgdarøkjum. Seinasti
liður í hesi skipanini varð
settur í verk á Olavsøku
1996.
Spurningurin er so: hevur
hetta verið so gott?
Hvussu ofta hava vit hoyrt
orðini “Hetta taki eg
ábyrgd av!“, samanborið
við orðini: “Tað er mín
meting, at ábyrgdin liggur
hjá honum!
Roknskaparlógin virkaði
ongantíð. Hetta var
ódjórið! Roknskaparlógin
varð broytt. Men hver
hugsar um hetta í dag?
Nei, tað er politisk
fblandan, sum hevur
størsta partin av skyldini
Vit fingu so Framtaks-
grunn og Fíggjargrunnin
frá 1992. Hesir grunnar
eru politiskt óheftir, sigst
Saman við teimum fingu
vit so mangt annað við
Hvussu hava so hesar
royndir - hesi eksperiment
- hepnast? Hevur hetta
verið lukkan?
Nei, tað er føroysk ama-
tørisma. Vit hava út-
lendska ekspertisu fyri
neyðini. Tað er kjarnu-
spurningurin! Inni í Fiska-
søluna, inn í Fiskavirking
... útlendsk ekspertisa
skuldi inn. Hvussu leingi
var hesin Adam í Himmi-
ríki?
So var tað kvotuspurning-
urin. Inn við kvotum - út
við ellum ødrum skipa-
num. Var hetta so gott? Og
hvat høvdu vit í dag, um
ikki onkur afturhaldin
tingmaður helt fast við, at
vit skuldu ikki sleppa
“Kassa-skipanini“, fyrr
enn ein onnur skipan
hevði prógvað sítt virði?
So var tað tann almenna
umsitingin. Allir hesir
almennu kongarnir, sum
hver í sínum lagi verja
síni kongaríki. Vit fingu
ein serfrøding afturat.
Men eru kongaríkini
færri? Ella umsitingin
minni?
Vit fingu orðið tíggjar
stýring á dagsordan. Nú
skuldi fíggjarstýrast. Tað
var kjarnin í málinum. Tað
kann vera, at onnur síggja
sakina ødrvisi, men frá
mínum sessi havi eg ikki
sæð størri óskil enn í dag
Abøturnar eru truplar at
hóma
Lønarnidurskurdurin
hevur verid å tal. Men
lønirnar eru falnar umleið
20-30% samanborid vid
grannalond okkara hesi
seinastu 5 árini. Hvar er
lønsemid batnað? Hvussu
langt niður skulu vit í løn?
Kommunubygnaðurin er
eitt ódjór, sum hevur verið
frammi í kjakinum, men
sum nú liggur í dvala
Onkur rapport verður
skrivað, sigst
Nú er tað so partabræva-
marknaðurin, sum skal
opna portrið inn til gull
námið
Alt meðan onkur róar sær
av, at "her går det godt!”
hóast ongin ftøkiliga kann
vísa á, hverjar partar av
vinnulívinum eru burðar-
dyggir. Tað svarar nøku-
lunda til støduna í 1987 -
alt gekk av tí allarfagrasta,
men ongin skilti rættilga
hví. Men tað vardi jú ikki
leingi
Neyvan munnu náttúru-
lógirnar lata seg tøla
heldur hesuferð. Livst so
spyrst
Vónandi lær bjargingar
royndirnar hesi seinastu
árini okkum, at hesar
fiksu, abstraktu loysnirnar,
har ongin itøkiliga skal
taka byrðar á sínar herðar,
eru og verða ikki nøkt-
andi!
Ger ongin fingrarnar
skitnar, so hendir onki!
Hesum einfalda hevuðs-
setningi í framburði hava
nógvar av teim nýggju
skipanunum, sum settar
eru í verk tey seinastu 5-6
árini, verið við til at
undirmáa
Nóg mikið til, at vit í dag
ikki megna so mikið sum
at átaka okkum ábyrgdina
fyri, at:tað also allíkavæl
ikki bar til at fáa eitt
vaktarskip fyri onki - og
koma víðari
Tað var tí ikki í 80-unum
vit gjørdu tann stóra skað-
an. Tá gjørdu vit bara
okkurt skeivt. Skaðin er
gjørdur í 90-unum, í dag -
framhaldandi.
“Det skulle være sá godt -
det blev sá skid!“
Spurningurin er so, hvussu
leingi vit skulu verja okk-
um við, at hetta er ein
royndartíð (higartil hevur
royndartíðin verið 8 ár!).
Tað er nevniliga ikki so!
Hetta var so møguligt at
síggja longu fyri 4-5 árum
síðani. Onkur sá tað helst
fyrr 7
+ kunnu so spyrja
“Where is the beef?“
Í steinaldarsamfelagnum
var "the beef” - kjarnin -
seinamboðini
Í bronzualdarsamfelagnum
var kjarnin bronzuamboð-
ini
Í jarnaldarsamfelagnum
var kjarnin jarnamboðini
Í 1800-talinum sigldi land-
ið afturút, um fólkið ikki
fekk útbúgving. Tilafturs-
komin lond vóru eyðkend
við analfabetismu
Seinni í 1900-talinum upp
til okkara tíð var kjarnin
fysiskur infrastrukturur
við el, telefon, vegum og
havnum. Uttan hesi am-
boð var orðið "kappingar-
føri” ella orðið 'vælferð"
meiningsleyst
Nú eru vit í vitanarsamfel-
agnum har vitanarinfra-
struktururin er kjarnin
Tað land, sum ikki skipar
seg við vitanarinfra-
struktur sum beinagrind,
noyðist at lúta í kapping-
ini
Tað kemur helst annað
hevi til nærri at útgreina,
hvat 'vitanarinfrastruk-
tururin er kjarnin. Tað
land, sum ikki skipar seg
við vitanarinfrastrukturi
sum beinagrind, noyðist at
lúta í kappingini
Tað kemur helst annað
høvi til nærri at útgreina,
hvat 'vitanarinfrastruk-
turur' er. Í hesum umfari
kunnu vitlýsa tað við eini
samanbering: Eins og
veganetið skapar møgu-
leikar fyri, at góðs kann
flytast hegliga, soleiðis
ger vitnarinfrastruktururin
tað møguligt at flyta vitan
og kunnleika.
Spurningurin er bara, um
vit hava viljan til at ganga
hendan vegin - smalur,
turrisligur, skitin og tver-
ligur, sum hann er!
Arbeiðshátturin kann
nevnast bygnaðarbroyting-
ar - og er tað, sum hetta
hugtak itøkiliga inniber:
frá fyrsta degi at minka
um umsitingina og stytta
leiðina frá uppgávu til
avgerð og loysn
Byggimeistararnir eru vit
føroyingar við teirri hjálp,
sum neyðug er frå ødrum
Men vit eru umboðað av
okkara løgmanni í hesum
arbeiði. Ongin annar kann
seta hetta arbeiði í verk
Tilfarið til hendan vegin -
orkan - er øll tann orkan,
sum í dag fer fyri skeyti í
ti almenna sektorinum
Mcn ongin veit í dag at
siga, hvussu nógv orka fer
” fyri skeyti
Vit vita, at tað er nógv!
Vit vita eisini, at gongdin i
dag er hin øvugta. Vit
nidurbinda meira og meira
orku i høpisleysum fjanti
og fjasi í tí almenna sek-
torinum
Tey 285 arbeiðsplássini,
sum komin eru innan al-
menna fyrisiting síðani
1994 kosta ikki bara tær
gott 100 mió. kr. árliga
(eina Gomlurætt UM
ARIÐ! - fyri at nevna eitt
alment dømi)
Umframt hesar gott 100
mió. kr. árliga, kosta hesi
arbeiðspláss serliga eina
vánaligari umsiting!
Harvið kosta tey eisini
brot í vitanarinfrastruk-
turinum !
Vit kunnu keglast, vit
kunnu tosa um fiskivinn-
una, vit kunnu hava
metingar um sølupolitik,
vit kunnu tosa um ábyrgd,
um roknskap, um
fíggjarstýring, um komm-
unubygnað, um almenn
kongarikir, um lønarlag,
um partabrævamarknad,
um útlendska ekspertisu,
um vånaligar stjórar, um
kvotur..
Vit kunnu hava rætt um alt
millum himmal og jerð. Í
tí einstaka málinum kann
væl vera, at skil er í.
Men oyðsla vit tíð og
kreftir og fáa ikki skil á
okkara vitanarinfrastruk-
turi, so ganga vit blind
uttan mál og mið og
kunnu als ikki tosa um
kappingarføri ella eitt
nútímans samfelag
Fáa vit ikki skil á vitan-
arinfrastrukturinum, so
leggur hetta ættarliðið ikki
tað eftir seg, sum er okk-
ara setningur. Samanbera
vit við onnur ættarlið, so
var lítil møguleiki fyri -
soleiðis sum vit eru skipað
í dag - at landið í 1950-70
árunum varð útþygt við
vegum, havnum, el og
telefon.
Hvussu kundi okkara
ættarlið tá tosa um kapp-
ingarføri? Lønarlag? Ella
vælferdarsamfelag?
Signar P. Heinesen
rá Sfokkastovunis Fríggjakvoldið: Johnny King
í Runavík, Leygarkvoldið: Sølva 8 Bergmenn
A
Profa Múrvernd
Er trygd fyri, at
húsaveggurin ikki
skallar
Profa Múrvernd er ein fullfíggjað
skipan av húsamáling. Nógvir lítir og
nógvir møguleikar. Felags fyri alt er
tann góða haldgóðskan. Tú fært einki
betri, tå húsaveggurin eigur tørn. Og
tey góðu ráðini, ið tryggja eitt gott
úrslit, fært tú heilt ókeypis.
Vælkomin í Profa!
TRÆ- OG
MÚRREINS
Tekur lætt og
væl grøna skón
burtur av múri
og flísum.
5 litrar fyri 62,-
n PROFA
MURVERND
Veggjamåling, ið
gevur eina vakra
»kålkkåma« flatu
og verjir husa-
murin í nógv år.
Vanl. prisur 659,-
Prísur nå 579,
” feer bú
á Hálsi - 100 Tórshavn - Tlf. 19220
800 Tveroyri - TIf. 71081