hósdagur 17. juli 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
= fr
Nr. 134 — 17. JULI 1997
Viðurin til útveggirnar á Havnar kirkju
Kann vera frá 1788
Í hesum dógum verður norðursíðan á Havnar kirkju umvæld og isolerað.
Bert fáar fjalar verða skiftar út, tí viðurin er sera góður, sigur Bjarni Olsen,
snikkarameistari
Heri EYSTURLÍÐ
Ikki er óvanligt, at høvuds-
staðurin, og serliga tann
gamla Havnin, verður
„snollað“ beint upp undir
élavsøku. Í hesum døgum
arbeiða Bjarni Olsen, umb-
urmeistari, og hansara menn
av grimd, so at teir skulu
gerast lidnir at umvæla
norðursíðuna av Havnar
kirkju - ta síðuna, ið vendir
ímóti Gamla Bókahandli.
Hóast tað kann síggja so-
leiðis út, verður klædning-
urin ikki skiftur út. I øllum
førum so lítið sum møg-
uligt. Kirkjan er friðað, so
bert kavrotin viður verður
skiftur út. Meginparturin
verður brúktur aftur
Bjarni Olsen og hansara
menn fáast við at isolera
kirkjuna. Hesin tvey hundr-
að ára gamli bygningur
verður nú isoleradur á fyrsta
sinni. Hetta hevur trongt til
leingi, tí gjósturin í kirkjuni
hevur verið — øgiligur
Summastaðni kundi tú
síggja igøgnum veggin. Á
vetri hevur næstan ikki
verið inniverandi fyri kulda,
og mong kirkjufólk hava
sitid og fryst við veggirnar.
Tað var m.a. hetta, ið oyði-
legði tað gamla orglið.
tíkin inn
Meðan teir fáast við at
isolera, verður klædningur-
in tíkin inn og turkaður og
málaður á verkstað. Av tí at
Havnar kirkja er friðaður
bygningur, hevur Forn-
minnissavnið eftirlit við
umvælingini og tekur støðu
til. hvat eigur at verða skift
út.
Bjarni Olsen, timbur-
meistari, sigur, at klædning-
urin er í góðum standi, so
bert fáar fjalar verða skiftar
út. Hetta er sera góður við-
ur, sígur Bjarni Olsen og
heldur, at klædningurin
kann saktans vera frá 1788,
tá ið Havnar kirkja varð
bygd. Hesin viður er nevn-
iliga bæði feitur og tungur,
og Bjarni Olsen sigur. at tað
er tekin um elli.
Hesin gamli viður er lagr-
aður væl og er sloppin at
vaksa í friði. Tískil drekkur
hann ikki nógva vætu í seg
- hann er so feitur í sær
sjálvum. Bjarni Olsen vísir
á, at teir vidgjørdu ikki við-
in tá í tíðini (í 1788, red.)
Teir tjøradu ella málaðu, tað
var alt.
Eina síðu um árið
Hetta er ikki fyrsta árið,
at menn arbeiða upp á
Havnar kirkju, og summi
eru farin at spyrja, um hon
ongantíð fer at verða liðug
Men av tí at figgjarorkan
ikki røkkur til meir enn eina
síðu hvert árið, hava teir
arbeitt so hvert. Tað fyrsta
árið umvældu teir vestursíð-
una, í fjør tóku teir suður-
síðuna, og í ár verður norð-
ursíðan vidgjørd
Kirkjutornið varð umvælt
í fjør, og tá vórðu tær gomlu
jarnskivurnar runt um
klokkuna skiftar út við skiv-
ur av rustfríum stáli. Tær
gomlu skivurnar vóru illa
rustaðar, og rusturin var
dottin niður og misprýddi
tornið.
Vindeyguni fara teir í holt
við í Septembur mánaði.
Havnar kirkja fær ikki
termorútar, men vindeygu
við dupultum rútum. Rútar-
nir í kirkjuvindeygunum eru
so smáir, at ikki er pláss fyri
termorútum.
Bjarni Olsen og hansara
menn miðja ímóti, at teir
skulu vera lidnir at isølera
norðursíðuna á Havnar
kirkju til Olavsøku, tá ið
prestar og løgtingsmenn
fara i kirkju.
- Um teir nå kunnu semj-
ast um nakra skrúðgongu,
heldur ein av tímburmonn-
unum fyri.
Klaksvikin vil hava
fleiri skipavitjanir
Handils- og menningarstjóri skal setast at gera Klaksvíkar havn til góða
forrætning
RANDI JACOBSEN
Í blaðnum í dag sekir
Klaksvíkar byråd eftir
handils- og menningarstjóra
I 1
tæ
ænastur, sum vatr
viant, og vit hava sjukrahus
Ti er tað umráðandi fyri
okkum ikki at bíða eftir
skipum, men at gera nakað
fyri at fáa fleiri skip at
koma, útlendsk sum før-
oysk, sigur Jógvan við
Keldu, býráðsformaður í
Klaksvík
Størsta forðingin fyri at
menna Klaksvíkina er sam-
bandið um Leirviksfjørd.
Tænastan vid verandi sigl-
ing må økjast, og einaferð í
framtíðini må fåast fast
samband, um ta so verður
við undirsjóartunnli ella á
annan hátt, sigur Jógvan við
Keldu
Umsetningurin hjá Klaks-
víkar havn liggur um sjey
mió. krónur
Sum er eru flestu út-
lendsku skipini, sum koma
inn í havnina, skip, sum
koma at leggja fisk upp. Tað
skal økjast, men býráðið
hevur eisini ferðamanna-
skip í huganum, møgyligu
oljuvinnuna og so upp-
skiping á frihavnsøki
Stór krøv verða sett til
stjoran, sum skal hava
leiðsluroyndir, målkønur,
roknskaparkønur og helst
hava handilsútbúgving. Per
sónligheitini verður stórur
dentur lagdur á. sigur Jógv-
an við Keldu.
- Uppgávan hjá handils-
og menningarstjóranum fyri
havnina verður at gera okk-
ara havn meira spennandi
at koma til og harvið gera
Klaksvíkar havn til eina
góða forrætning, sigur
Jógvan við Keldu
np
r
LEES ET Á
Í fjør vórðu tær gomlu jarnskivurnar runt um tornurið
skiftar út við skivur av rustfríum stáli. Rusturin datt
niður og misprýddi tornið
Stórur dansur
verður í Runavík
Johnny King hevur ferðast kring landið síðani á
Jóansóku og hevur verið væl dámdur
Hetta vikuskiftið verður
stórt tiltak í Stokkastov-
uni í Runavík við dansi
báði friggjakvøldid og
leygarkveldið
Fríggjakveldið fer
Johnny King á pallin
Hann er íslendingur,
men hevur ferðast kring
um í Føroyum síðani á
Jéansøku. Hann spælir
tónleik bæði fyri ung og
eldri, men mest er tað
country.
Nógv fólk hevur verið
í dansi, tá ið hann hevur
spælt ymsastaðni í Fer
oyum
Leygarkveldið fara so
Sólva og Bergmenn at
spæla til dans í Stokk
astovuni
Hesi kvøldini bjóðar
Stokkastovan matskrá á
la carte, men pizzakøk-
urin verður eisini opin
hvønn dag
Stokkastovan hevur nú
fingið fult skeinkiloyvi.