Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 17. JULI 1997 Róinn * 7 Hann fýlist á atfinningarnar á Búskaparráðið: Heldur sakliga viðgerð enn bara niðurgerðing — Atfinningarnar eru ósakligar. Tað tykist sum um endamålid er at niðugerða frå- greidingina held- ur enn at vid- gerða hana sakl- iga sigur John Danielesen í Bú- skaparráðnum ÁKI BERTHOLDSEN — Frågreidingin hjá Búskap- arráðnum hevur fingið púra skeiva viðgerð og tað var slett íkki hetta, hon var ætl- að til. John Danielsen, sum er ein av teimum trimum bú- skaparfrødingunum í bú- skaparráðnum er heilt 6- samdur við tær atfinningar, sum eru settar fram ímóti Hann sigur, at tað tykist sum um ætlanin bara er at royna at niðurgerða frá- greiðingina, ístaðin fyri at viðgerða nidurstødur í henni sakliga. Hann sipar m.a. til tíð- indini í sjónvarpinum um, at Búskaparráðið hevði brúkt skeivar upplýsingar frá Hagstovuni um talið á almennum starvsfólkum Hesum „stórtíðindum“ borðreiddi sjónvarpið við, hóast tað einar 8-10 tímar frammanundan hevði fingið at vita, at vøksturin í al- mennum starvsfólkum var ikki 900, men 524 — Men hetta merkir, at lønargjaldingarnar til fólk í almennum størvum eru hækkaðar líka skjótt sum lønargjaldid í privatu vinn- uni, og tað må sigast at vera óheppið fyri ein búskap í vøkstri, sigur John Daniel- sen. Skuldi verða eitt íkast John Danielsen er heldur ikki serliga fegin um skoðs- málið, búskaparráðið fær frá Jógvan Sundstein, grannskoðara og fyrrver- andi politikara. M.a. sóknaðist Jógvan Sundstein eftir fleiri kann- ingum, útgreiningum, met- ingum og tilmælum og hann heldur samanumtikid, at bú- skaparfrágreiðingin er ov grunn og ov illa gjøgnum- hugsað. John Danielsen: Ætlanin við frágreiðingini var at koma við einum íkasti til almenna orðaskiftið, ser- stakliga nú týðandi avgerðir skulu takast í fiskivinnuni. Hann sigur, at ætlanin er at koma við eini stórri frá- greiðing seinni. Vit hava eina meining. Jógvan Sundstein hevur eina aðra Báðar eru líka subjektivar, tí einki tilfar er at byggja metingar á. Men i summum fórum skjytur Jógvan Sundstein heilt við síðina av, sigur John Danielsen í Búskaparráðnum Hann sigur, at Jógvan Sund- stein ger tað mistak, at hann gloypir tølunum hjá Sjón- varpinum ráðum og sigur, at vøksturin í almennu størvunum er 300, hóast rætta talið er 524 størv, har- av 193 í almanna- og heilsu- verkinum. Næstan 50% skeivt Annars er John Danielsen slett ikki samdur við Jógvan Sundstein, tá ið fyrrverandi politikarin påstendur, at bú- skaparráðið hevur gjørt álv- arsamar undirmetingar av avleiðingunum, tað fer at fáa um vit fylgja ICES til- mælinum og skerja fiski- in undir yum 25.000 tons. Jógvan Sundstein heldur serliga, at búskaparráðið hevur undirmett tær nega- tivu avleiðingarnar á tær av- leiddu inntøkurnar hundrað- tals milliónir skeivt. Búskaparráðið sigur, at verður lIces tilmælið fylgt, verður inntskumissurin hjá landskassanum minst 25 milliónir. Jógvan Sundsein heldur, at missurin hjá landskassanum verða nógv hægri, kanska upp ímóti 300 milliónir. — Jógvan Sundstein sigur, at minkar fiskiskapurin 25.000 tons, verður miss- urin í útflutninginum 300- 400 milliónir, um 1/3 fer óvirkaður av landinum, sum nú. John Danielsen sigur, at Jógvan Sundstein má vita, at útflutningsvirði av 25000 tonsum eru einar 175-250 milliónir, alt eftir, hvussu nógv fer óvirkað av landin- um. Hann nevnir t.d., at fyrsta ársfjórðing i ár útfluttu vit 6.076 tons av frystum og ísaðum fløkum fyri 143.982 milliónir Hatta gevur ein miðal flakaprís uppá 24 krónur fyri kilo. — Urtøkan burturúr flaka- skering er 35-45%, alt eftir, hvat slag, talan er um. — Tí skjýtur Jógvan Sund- stein heilt við síðina av í sínum metingum. John Danielsen sigur, at út- gangssteðið hjá Jógvan Sundstein næstan 50% skeivt Skal roknistykki hjá Jógvan Sundstein halda stikk, skal prísurin á flaki nærkast 40 krónum fyri kilo í miðal, og tað erheilt av leið --Og av tí sama verða nið- urstødurnar eisini skeivar, sigur hann. John Danielsen leggur afturat, at tað eru ov fáar kanningar gjørdar av bú- skaparmynstrinum í Føroy - um ftíFat vit kunnu siga við nóg stórari vissu, hvussu ymsar broytingar t.d. í fíggj- arpolitikki, ávirka samfel- agið, m.a. nýtsluna, arbeiðs- loysi, skattainntøkur og inn- og útflutning, sigur John Danielsen. Og av tí sama er tað hverki Búskaparráðið, ella Jógvan Sundstein, sum eru før fyri at gera nakrar fullgóðar metingar av, hvussu ymisk tiltøk ávirka búskapin. Men hetta er so okkara meting. Jógvan Sundstein hevur eina aðra. Men báðar eru líka subjektivar, tí vit hava onki tilfar at byggja okkara metingar á, sigur John Danielsen í búskapar- ráðnum. Ein stór kemur seinni John Danielsen sigur, at hendaf rágriðingin varð ikki ætlað sum eitt stórt, vísind- aligt verk um føroyskan bú- skap. — Men nå lces tilmælid er komið, og stórar avgerðir skulu takast á fiskivinnu- økinum, hildu vit tað vera rættast at geva okkara íkast til kjakið. Hann sigur, at búskapar- ráðið hevur als ikki um- støður at gera eitt so nå- greiniligt kanningararbeiði, um avleiðingarnar og ávirk- anina av ymsum tiltøkum, sum Jógvan Sundstein sóknast eftir. — Men tað verður fræg- ari, tí Búskaparráðið hevur sekt eftir båskaparfrødingi. og tá ið hann er settur í starv, og skrivstovan er farin at virka, fær ráðið nógv betri umstødur at gera eitt dygdararbeiði. John Danielsen dugur ikki at siga, nær tann stóra frágreiðingin kemur, men tá ið vit spyrja hann, sum tað gongur eitt ár, heldur hann, at tað ljóðar dekan og leingi. ALV-skúlin byrjar nýtt skúlaár mánadagin 18. august ALV-skúlin er skúlin hjá handicappaðum og heilsubrekaðum, sum vegna brek ella heilsu íkki kunnu rekja eitt strævið arbeiði, og tí mugu leggja um ella byrja eitt lættari arbeiði t.d. skrivstovuarbeiði og t.i. Sambært løgtingssamtykt skal ein partur av løttum almennum arbeiði verða lagt av til brekað fólk. ALV-skúlin undirvísir til FHS-prógv og til fult 9. fl. prógv. Tey, sum taka FHS-prógv, hava tvey ára lærutíð til skrivstovulæru. Skúlin er kostskúli og tey, sum ynskja tað, kunnu búgva á skúlanum. Skúlin er ókeypis. Tað er Almannastovan, sum avger, hver ið sleppur á skúlan. Sosialt illa stillað og langtíðar arbeiðsleys uttan útbúgving hava eisini møguleika fyri at fáa útbúgving á ALV-skúlanum. Fleiri pláss eru eftir til komandi skúlaár. Tey, sum ynskja at koma á skúlan, verða biðin um at venda sær til Ossur av Steinum, á tif. 21086 fyri at fáa leiðbeining. Karolina Petersen Vegna ALV-skúlan Ossur av Steinum