hósdagur 17. juli 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 134 — 17. JULI 1997
Sámal Joensen væntar, at nógv koma á Svangaskarð at hyggja at sær, Brian Laudrup,
Paul Gascoigne og hinum
Gøtumenn
vona metstora
åskodarafjøld
Royndirnar eru, at åhugin fyri Europa Cup er minni mill-
um åskodararnar, enn hann er fyri landslidnum. Men gøt-
umenn trúgva uppá, at fleiri túsund fólk hava áhugað i
at síggja stjórnurnar hjá skotska felagnum
Gøtumenn rokna við, at tað
kemdur nógv fólk á
Svangaskarð mikukveldið,
og halda, at tað er við
góðum rætti, at teir rokna
við stórari åskodarafjøld:
- Glasgow Rangers er eitt
gott lið, og á liðnum eru
stjørnur, sum tað alla staðni
er stórur áhugi at síggja.
Eingin ivi er um, at fyri før-
oyingar eru Paul Gasgoine
og Brian Laudrup mest ken-
du spælararnir, sum nakr-
antíð hava spælt í Europa
Cup í Føroyum, og tí hava
vit brynjað okkum út at taka
ímóti nógvum fólki.
Gott ferðasamband
Strandferðslan syrgir fyri, at
tað verður lagaligt at koma
aftur og fram. Ternan 1 fer
at gera ein eykatúr av Toft-
um og til Havnar eftir dyst-
in, og Dúgvan fer at sigla
ein eykatúr av Leirvík
klokkan 22. Busssamband
verður ímillum Leirvík og
Svangaskarð bæði undan og
eftir dystin, sum verður
klokkan 19.00 mikukveld-
ið.
— Nú velst tað eitt sindur
um veðrið, men hetta skuldi
verið besta ársins tíð, og vit
halda ikki, at tað er óhugs-
andi, at tað fara at koma eini
fýra túsund fólk á Svanga-
skarð. heldur GÍ næstfor-
maðurin.
Hann iðrar seg um, at
sambandið ímillum Skot-
land og Føroyar ikki er tað,
sum tað var, tá Smyril sigld-
i, tí hann heldur, at tað heyði
einki verið at ivast í, at ikki
so fáir skotar havdu brúkt
tað høvid at fylgja felagn-
um, sum teir halda so nógv
av.
Umboð fyri Glasgow
Rangers vóru í Føroyum og
hugdu at umstødunum beint
eftir, at tað var greitt, at GÍ
var fyrsta mótsteðuliðið í
Europa Cup í ár.
GÍ og HB eiga
luttskumetið
Trettan verður sagt at vera
óeydnistalið. Tað man vera
so sum so við tí, men tað er
í hvussu so er ein veruleiki,
at tað verður trettanda ferð-
in, at Europa Cup dystur
verður spældur í Føroyum,
tá Glasgow Rangers kemur
á Svangaskarð mikukvøld-
ið. Fyrsta ferðin var í 1992,
tá KÍ og B36 spældu ímóti
avíkavíst Skonto Riga og
Avenier Beggen. Í 1993 lut-
tóku B68 og HB, sum spæl-
du ímóti ávikavíst Croatia
Zagreb og FC Universita-
tea. Tað var hett árið, at HB
skuldi spæla ímóti RAF
Latvia, sum ongantíð kom
til Føroya.
Í 1994 luttóku trý føroysk
feløg í Europa Cup. Gl
spældi ímóti Trelleborg,
B71 ímóti HJK Helsinki o
HB ímóti Motherwell. i
1995 hevði GÍ skostka vitj-
an av Raith Rovers, og KÍ
spældi ímóti Maccabi Ha-
ifa úr Ísrael, og í fjør spældi
GÍ ímóti finska FC Jazz,
B7 í ímóti Nicosia av Kypr-
os og HB spældi ímóti Di-
namo Batumi úr Georgia.
Hetta er sostatt fjórða ár-
ið, at GÍ luttekur í Europa
Cup, og teir eiga føroyska
metið saman við HB, sum
eisini luttekur fyri fjórðu
ferð, tá teir í august fara at
spæla ímóti mótsteðuliðn-
um hjá B71 í fjør. KÍ, sum
mikudagin skal spæla i
Ungarn, luttekur á triðja
sinni, B71 hevur tvær ferðir
verið við, og B36 og B68
hava verið í Europa Cup
eina ferð í part
KÍ eigur
áskoðarametið
Tað hava verið nógv færri
áskoðarar og hugt at, tå før-
oysk feløg hava roynt seg í
Europa Cup, enn tað ofta
hava verið. tá landsliðið
hevur spælt á Svangaskarði.
Gøtumenn vóna, at tað
koma eini fýra túsund at
hyggja at Glasgow Rangers,
og um tað koma so nógv,
so er tað ikki nógv minni,
enn tað tilsaman hava verið
hinar tólv ferðirnar.
Metið higartil var í fyrsta
dystinum á Svangaskarði, tá
Skonto Riga vitjaði KÍ, og
umleið túsund áskoðarar
hugdu at. Mest vanliga talið
hevur verið fýra til fimm
hundrað áskoðarar, men tá
Trelleborg spældi ímóti GÍ
í 1994 vóru 704 gjaldandi
áskoðarar.
Storur áhugi
Skotlandi fyri
“GÍ og Føroyum
Påll Gudlaugsson var i gjårkvøldid i Liverpool og hugdi
at, tá Glasgow Rangers spældi ímóti Everton
Telefonirnar hjá GÍ og teim-
um, sum hava ábyrgd av
felagnum i Gøtu, standa
sjáldan stillar í hesum døg-
um. Fleiri ferðir um dagin
eru bretsk fjølmiðlafólk á
tráðnum og fregnast um
mótsteðuliðið hjá Glasgow
Rangers komandi miku
kveld og um heimstaðin og
heimlandið hjá felagnum
Tey spyrja um spælar
arnir eru yrkisspælarar, um
hvussu nógv teir venja,
hvussu tað gongur í lands-
kappingin,i og so spyrja tey
um samfelagið her hjá okk-
um. Tað er ikki bara úr
Skotlandi, men eisini úr
Onglandi, at áhugin er stór
ur. T. d. kemur ein tíðinda
maður frá Sunday Mirror í
London henda vegin í dag
Ørindini hjá honum eru ikki
at skriva um fótbólt, men at
skriva greinar um landið,
har Rangers skal spæla
komandi mikukveld, greiðir
Jógvan Gregersen, næstfor-
maður í GI frá
Páll var í
Liverpool í gjár
Gøtumenn venja av lívsins
kreftum fyri at vera so væl
fyri, sum tað á nakran hátt
ber til. tá Paul Gasgoine,
Brian Laudrup og hinar
stjórnurnar koma á Svanga-
skarð mikudagin
Men hesi seinastu kvøld-
int hevur tað ikki verið Páll
Guðlaugsson, sum hevur
hirsað við ídnu spælarunum
hjá GI, sum avgjørt rokna
við at fáa nyttu av stríðnum,
bæði í stríðnum ímóti Rang
ers, og tå teir sunnudagin 3
august skulu spæla finaluna
um løgmanssteypid ímóti
VB
Mánakveldið stóð Sím
un Petur Justinussen fyri, og
tyskvøldid var tað Alvur
Hansen, sum hevði ábyrgd-
ina. Mikukvøld hava vit al
rokna vit við
at Páll Guðlaugsson verður
aftur í kveld, sigur Magni
Jarnskor
Páll Guðlaugsson hevur
nógv samband til Ongland
og Skotland, har hann so
mangan hevur verið og
fingið sær íblástur til venj-
arastarvið. Tá GI ferðalagið
fór úr Esbjerg leygarkvøldid
tíð frí, og so
var venjarin ikki við. Hann
fór til Onglands, og í gjár-
kveldið skuldi hann hyggja
at Glasgow Rangers. Skots-
ka meistaraliðið skuldi
spæla í Liverpool ímóti
Everton. Felagið fyrireikaði
ein uppvísningsdyst til æru
fyri verjuspælaran Dave
Watson. Tað er síður í Bret-
landi, at tå ein spælari hevur
tænt einum felag í eitt ávíst
áramál — oftast er tað tíggju
ár — so verður ein dystur
fyrireikaður til æru fyri
spælaran, sum fær allar á-
skodarainntøkurnar í egnan
lumma. Bretar ganga nógv
uppí slíkar uppgerðir, og tað
er í sambandi við ein slíkan,
at Páll Guðlaugsson í gjár-
kveldið hevði einasta høvi
at síggja Glasgow Rangers,
áðrenn teir mánadagin kom-
a til Føroya
Dysturin varð spældur,
eftir at blaðið fór til prent-
ingar. Páll Guðlaugsson
skuldi koma aftur til landið
seinnapartin í dag, og vit
rokna við at fáa orðið á GÍ
venjaran til eitt av komandi
bløðunum
ÍF fer til Danmarkar
at fyrireika seg
Teir verða burtur í eina góða viku, og teir skulu spæla
tríggjar dystir ímóti seriuliðum í Norðurjyllandi
Umborð á Norrønu, sum fer
av Havnini og til Esbjerg í
morgin, verður 1. deildar-
liðið hjá IF. Teir fara á venj-
ingarlegu í Aalborg, og teir
vera aftur í Føroyum annan
månadag, tá Norrøna kemur
aftur úr Esbjerg.
Tað eru umleið 25 fólk í
ferðalagnum. 18 spælarar
eru við, tveir venjarar, ein
liðleiðari og tveir kokkar.
Fuglfirðingar skulu halda
til í hølunum hjá Danmarks
Trænerskole í Aalborg.
Fuglafjørður og Aalborg eru
vinarbýir, men venjingar-
legan er ikki løgd til rættis í
sambandi við nakað ítrótt-
arfelag í Aalborg.
Tað er Jens Tang Olsen,
sum hevur verið millum-
maður í fyrireikingunum av
venjingarleguni. Hann er
kendur danskur fótbólts-
venjari, og hann hevur áður
havt tætt tilknýti til skúlan,
sum eigur hølini, har ÍF skal
halda til. Ætlanin er, at Jens
Tang Olsen, sum nú er venj-
ari hjá Randers Freja, sum
spælir í danmarksseriuni,
tann eina dagin skal taka
sær av venjingini hjá ÍF.
Umsteðurnar eru góðar at
venja undir hjá ÍF. Gras-
vallir, sum hoyra til skúlan,
eru beint uttanfyri dyrnar,
og teir sleppa fuglfirðingar
at brúka, sum teir vilja.
Ætlanin er, at ÍF skal
spæla tríggjar dystir, og teir
verða allir ímóti danmarks-
seriuliðum. Tann fyrsti
verður týsdagin ímóti
Frederikshavn, tann næsti
verður hósdagin ímóti
Randers Freja, og tann síðs-
ti verður fríggjadagin ímóti
Aalborg Freja.
Burtursæð frá Bárðuri á
Lakjuni, sum er skaddur, og
Rúna Petersen, sum er farin
við donskum skúlaskipi, so
vera allir spælararnir, ið
vóru á liðnum hjá ÍF undan
sumsnarfrikfðini við á ferð-
ini, umframt Bárður
Mortensen, sum er komin
aftur úr HB. og Jón
Magnussen. Hann hevur áð-
ur verði á liðnum, og nú er
hann farin at venja av álvara
aftur, eftir at hann ikki gjør-
di so nógv við tað fyri
summarfrítíðina
Magni á Lakjuni og Sím-
un Eliasen spældu við ímóti
HB í síðsta umfarinum fyri
summarsteðgin. Teir eru
útisetar og hava verið heima
í summarfrí, men teir fara
ikki á venjingarleguna, og
teir fara ikki at spæla við íF
eftir summarfrítíðina.
Fuglfirðingar hava hildið
frí frá venjing í eina góða
viku. Fyrsta ferðin, teir vóru
á vellinum aftur, var týs-
kveldið. Tá spældu teir
venjingardyst í Klaksvík, og
KÍ vann 6-1. Úr Fuglafirði
frætta vit, at teir taka íkki
hetta tapið so tungt, tí teir
manglaðu fleiri av stuðuls-
spælarunum, t. d. Rógva
Larsen, Torstein Joensen og
Erling Joensen.