Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið SOS NT Nr. 134 — 17. JULI 1997 Nógvir útlendingar hava verið ódrúgvir B68, GÍ og ÍF hava sent útlendingarnar til hús í summarsteðginum Tað komu nógvir útlending- ar til Føroya, áðrenn farið varð undir fótbóltsárið, og onkur kom afturat ikki so langt fyri summarfrítíðina Men nú er rákið vent, og tað er farið at tynnast í út- lendingaskaranum. Fleiri feløg hava í summarsteðg- inum sent útlendskar spæl- arar til hús aftur, og í øllum fórum hevur orsøkin verið tann sama. Feløgini høvdu vónað, at útlendingarnir fóru at styrkja um teirra lið, men royndirnar hava vist, at tað hava teir ikki gjørt. Um út- lendsku spælararnir skuldu styrkja um liðini, so var fyrsta treytin, at teir vóru eins góðir og ella heldur betri enn teir bestu føroysku spælararnir, men nú eru fleiri teirra sendir avstað aft- ur, tí teir hava ikki livad upp til tað. sum roknað varð við. Ein er eftir á Toftum B68 spenti bogan høgt, tå teir fingu sær jugoslaviskan venjara, sum hevdi tveir spælarar vid sær. Nú kapp- ingin er hålvrunnin, og B68 liggur triðji aftast, hevur fel- agið sent venjaran til hús, og annar av spælarunum, Duli, er eisini farin aftur til Jugoslavia. Hin spælarin, Mio, er framvegis å Toftum, og hann verður helst við á liðnum eftir summarfritid- ina — um Johan Nielsen heldur, at hann er nóg góð- ur Tað er undrunarvert, at. tað skal bera til at skjóta so langt við síðuna av stød- Ásannandi at framtíðin setir stór krøv men samstundis gevur stórar møguleikar, verður hervið sekt eftir: Handils- og menningarstjóra (m/k) til Klaksvíkar Havn at byrja 1. november 1997 Hovuðsuppgávurnar verða: * at hava dagligu leiðsluna og ábyrgdina av ollum havnarøkinum * at samskipa alla veitingar/tænastur til skip og viðskiftafólk annars * at skipa eina neyva fíggjarstýring * at lýsa og mynda havnina, soleiðis at Klaksvíkar Havn gerst meira sjónligt, bæði innanlands og uttanlands * í samstarvi við býráðsumsitingina at leggja framtíðar ætlanir fyri havnina, soleiðis at hon lýkur øll krøv í framtíðar vinnum * at vera skrivari hjá (og samstarva við) Havnarnevndina Um tú hevur hesar ella nakrar av niðanfyri standandi eginleikum og forleikum: * leiðsluroyndir og/ella handilsroyndir og -evnir * viðkomandi útbúgving * marknaðarvendur og -kønur * fyrikomandi og samstarvsviljaður * hollan munnligan og skrivligan målførleika (føroyskt, skandinaviskt, enskt, tyskt) * ávísan roknskaparkunnleika og fatan « framsiggin og miðvísur so ert tú kanska persónurin, ið vit leita eftir til hesa avbjóðing. Upplýsingar um lenar- og setanartreytir fáast við at venda sær til býráðsformannin ella býráðsskrivaran, tlf. 56388 Umsóknir verða at senda til: KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ Postsmoga 2 700 Klaksvík og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. september 1997. á KLAKSVÍKAR - A BYRÅD inum. sum er i Føroyum, tå útlendskir spælarar verða fingnir henda vegin. og tað eru menn. ið hava innlit bæði í føroyskan fótbólt og í fótbóltin í landinum, sum spælararnir koma frá, sum eru ráðgevarar. Brent barn ræðist eld, plagar at verða tikið til, og tað er neyvan nakað at ivast í, at toftamenn fara at hugsa seg væl um og at teir fara at gera stórt kanningararbeidi, um teir eina ferð í framtíðin aftur fara at hugsa um at fáa útlendingar at hjálpa sær. .. Álopsmaðurin hjá GÍ er farin — að var áhugafelagið hjá GÍ, sum fekk tveir bretar henda vegin at hjálpa gøtu- monnum, men teir vóru báðir ódrúgvir. Scott Rams- ay, sum tóktist vera: góður spælari, var bara heilt stutta tíð í Gøtu, áðrenn hann av sær sjålvum stakk í sekkin og fór til Íslands at royna seg. Steve White kom fyrri enn landsmaðurin, og hann steðgaði longri, men nú er eisini hann farin avstað aft- ur. Vit hava skilt, at tað er nevndin i Gøtu Ítróttarfelag. sum undan fráterðini til Danmarkar, har GÍ var á venjingarlegu í síðstu viku, boðaði bretanum frá, at hann skuldi ikki við á ven)- ingarleguna, og at teir høvdu ikki brúk fyri honum meiri Heilt við síðuna av Í Fuglafirði var tað fótbólts- nevndin, sum tók stig til at fáa hjálp úr Bretlandi. Tað var eftir ráðgeving frá Bobby Bolton, sum áður hevur verið venjari í Fugla- firði. at felagid bað Chris Knight og Robbie Wood koma til Fuglafirðar Hin fyrri fekk meguleik- an í fleiri umførum í lands- kappingini, men tað var greitt rættiliga skjótt, at hann var eingin styrkur á besta liðnum, og fram ímóti summarsteðginum sat hann fleiri ferðir á beinkinum. Robbie Wood tóktist vera nóg góður at styrkja um besta liðið hjá IF, men hann var nógv plágaður av skað- um, og tá tíðin var farin frá fyribils avtaluni, sum nevndin hjá ÍF hevði en vid spælararnar, gjørdi IF av ikki at leingja samstarvið, og teir bådir Liverpool menninir eru farnir av land- inum. Fuglfirðingar tóku tað sjálvsagt fyri góða veru, tá ein fyrrverandi venjari hjá teimum fann teimum tveir spælarar, sum hann metti fóru at styrkja um liðið hjá ÍF. Aftaná kunnu vit bara staðfesta, at annað hvert eru metingarevnini hjá fyrrver- andi venjaranum ikki nóg Allan Mørkøre góð, ella er stød í før- oysku landskappingini nógv hækkað, síðani seinn apartin av åttatiårunm, tá Bobby Bolton síðst var í Føroyum og vandi NSÍ Suðuroyingar vóru hepnari Suðuroyingar hava verið hepnir, tá tað snýr seg um útlendskar spælarar. Í fjør fingu vågbingar Tomislav Sivic henda vegin, og bæði í VB í fjør og í B36 í ár hevur tað verið sjón fyri søgn, at hann hevur verið og er ein góður spælari VB hevur aftur í ár fingið jugoslavar at hjálpa sær, og teir hava livað upp til tað, sum roknað verður við av útlendingum, ið koma higar at spæla fótbólt. Báðir jugo- slavarnir hjá VB eru millum berandi kreftirnar, og tað er ikki minst teirra lutur, sum hevur borið finaluplåss í steypakappingini við sær. 2. deild hava bæði TB og Royn jugoslavar á liðn- um, og teir hava roynst væl. B71 hevur í mong ár havt pólverjar, og teir hava roynst væl. Piotr og Marek hava i år verid i FS Vågum, og øll vita, hvat teir standa fyri. Waldemar Novisci hevur verid og er satt ålit å Sandi, og í ár hevur Tomek eisini roynst væl. Hin uti- spælarin, Jazek, hevur ikki roynst so væl, og hann kem- ur ikki aftur eftir summar- frítíðina. skal spæla við HB Tað er lívlig ferðsla ímillum føroysku fåtboltsfeløgini, nå tey eru farin undir fyri- reikingarnar til seinnu helvt av landskappingini. Tað hevur leingi verið greitt, at Ossur Hansen ætl- ar at skifta B68 út við GÍ. Hann var við á venjingar- leguni í Danmark, og kom- andi mikudag, tá Glasgow Rangers kemur at spæla Eu- ropa Cup fótbólt, fer Ossur Hansen at spæla fyrsta týdn- ingarmikla dystin fyri GÍ. Og tað verður á gamla heimavøllinum á Svanga- skarði. Dygdamemn í HB Avbygdamenn hava iva- leyst altid verid væl komnir f HB, og tad hava millum år og dag verið nógvir av- bygdamenn, sum hava valt at spæla fyri HB, tá teir fluttu til Havnar, men hóast hetta, so hevur tað altíð ver- ið B36, ið hevur borið orð fyri at vera felagið hjá bygdamonnum í hevuðs- staðnum. Men nú er um reppið, at fleiri bygdamenn eru í HB enn í B36. Tríggir vága- menn hava verið við fyri summarsteðgin, og nú kom- a tveir úr hinum endanum á landinum. Allan Mørkøre skal ganga í skúla í høvudsstadn- um, og hann ætlar sær ikki at ganga gamlar getur og fara aftur í B36, har hann áður hevur spælt í eitt hålvt ár. Landsliðsspælarin hevur valt at fara í HB, men tað verður ikki greitt fyrrenn eftir 1. septembur, um Odd- bjørn Joensen heldur seg at hava brúk fyri honum. Allan Mørkøre er leikbannaður til og við 31. august. Tó ber tað honum til at spæla í Eu- ropa Cup dystunum, sum HB skal spæla í august. Hans Fróði Hansen úr Leirvík hevur fingið læru- pláss í Havnini, og í fyrra- kveldið var hann til venj- ingar í HB. Fyrra partin av kappingarárinum spældi hann í barndómsfelagnum, LÍF. Tað ljóðaði, at hann skuldi spæla við KÍ, men so langt kom tað ongantíð, og nú hevur Hans Fróði Han- sen valt sær HB sum felag. Seinast verjuspælarin royndi seg í bestu deildini var f fjør, tå hann spældi við B68. Tað gekk so mikið væl, at Allan Simonsen hevði hann við niður til Ju- goslavia fyrst í mei mánað. Men so var Hans Fróði so óheppin. at hann breyt óst- beinið, og hann kom ong- antíð rættiliga fyri seg aftur í fjør. Nú skal hann aftur * royna seg í |. deild. Fyrsta takið er at vinna pláss í ver)- uni hjá HB, men málið er aftur át vinna pláss í lands- liðshópinum. Tað eru nógvir um boðið í HB verjuni, men ein, sum spældi fleiri ferðir í HB verjuni fyri summarsteðgin, verður ikki við í kappingini um plássini eftir summar- steðgin. Bárður Mortensen, hvers barndómsfelag er HB, spældi við ÍF í fjør, men higartil í ár hevur hann verið í HB. Nú er hann farin aftur til Fuglafirðar at spæla við ÍF. Gamal kenningur á Toftum Abraham Hansen man vera hin mest royndi spælarin í 1. deild. Hann spældi á Toft- smiDemsr men te FA hann at spæla vid NSI, og i år hevur hann i fleiri dystum verið millum teir bestu á NSÍ midvøllinum. Men nú skiftir Abraham Hansen felag og fer út aftur á Toftir. Og er einki at ivast í, at tað kemur meiri enn væl við hjá toftamonn- um at fáa ein so royndan miðvallara. Ikki minst eftir at Ossur Hansen er rýmdur, er tørvur á fólki á midvøll- inum, og hóast teir báðir, Øssur og Abraham, ikki eru sama slag miðvallarar, so er einki at ivast í, at tað verður pláss fyri Abrahami á B68 miðvellinum. Er