Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 1997síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið Nr. 134 — 17. JULI 1997 til minnis Hann doyði hósdagin 5. juni, og fór til gravar sunnudagin 8. juni Sólartsama løta av summarlondum fevnir um kistu og fólk á gravarrondum. Mortítlingaljóð í sålmaløgum fylgja kistu at hvildarstødum. Sunnudagsfriður liggur um hól og lá nú sálin er sæl henda halga dag. Tá summarljósa halga ond kyss hansar" blikadu hond víð tíni megi og leið hann til lívsins lond á evsta degi. Her á kirkjugarði er reitt tær eitt ból á eingjarstaði. Ljósdrivnar kærleiksløtur vakna við Harrans fótur. Lívssælur liggur tú og droymir um Fuglafjørd um æviga sólarglæmu, ið fer um bláan fjørð.- Tú vart so góður fótbóltsmaður tú ert sælur - ja, æviga glaður. Takk fyri tíð á hesi jørð fyri mong góð heimsins løg. Hvíl í friði við grønan svørð á grónum bø Grias vinarmaður SUMMARFRI Vegna summarfri er skrivstovan stongd frå månadegi 21. juli. Skrivstovan letur upp aftur 25. august. Tó er opið hesar dagar: 23. juli, 13. og 20. august frå kl. 15.00—18.00. HAVNAR ARBEIDSKVINNUFELAG Hús til leigu Hús til leigu miðskeiðis á Tvøroyri. Í viðmerking í Sosialinum mikudagin 9. juli kastar Sverre Midjord mær fyri, at eg ikki tók undir við løg- tingsmåli nr. 139/96: misálit á Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, sum for- maður Javnadarfloksins, Jóannes Eidesgaard, legði fyri tingið tann 13. mars 1997. Sverri Midjord mistekur seg, tá hann heldur, at grundgevingin fyri uppskot- inum var sølan av Teistan- um ella landsstýrismansins umsiting av suduroyarsigl- ingini Tá sølan av Teistanum verður nevnd i viðmerking- unum til uppskotið um mis- álitisváttan er tað bert fyri at vísa á ta avleiðing, at Smyril tessvegna varð tíkin úr Skotlandssiglingini. Øll grundgevingin fyri uppskotinum um misálitis- váttan var tann, at Sámal Petur í Grund "igjår tók ta avgerð, at siglingin við ferðafólki millum Føroyar og Skotland verður niður- løgd, og at P/F Skipafelagið Føroyar skal yvirtaka farmasiglginina å hesi far- leið, og tað er ivasamt, um Sámal P. í Grund, lands- stýrismaður, hevur ein ting- meiriluta aftan fyri seg, ser- stakliga nú hann tók hetta seinasta stigið í hesum máli“, sum formaður Javn- aðarfloksins orðarætt skriv ar í viðmerkingunum til uppskot Uppskotið fall við 18 nei atkvødum, 9 vóru ja-at- kvødurnar, 3 tingmenn at kvøddu ikki, og 2 tingmenn vóru burturstaddir Uppskotsstillarin átti at vita, at eingin samgongu- tingmaður kundi atkvøda fyri misálitisváttan orsakað av privatisering á sam- ferðslugkinum, tá sam- gonguskjalið frá 11. juni 1996 sigur: “So nógvar ferðaleiðir og luteindir í ferðsluskipanini sum gjør- ligt skulu bjóðast út til privatar at røkja sáttmála í ávíst tíðarskeið, har tað kann gerast við fyrimuni” Uppskotið um misálitis- váttan varð sostatt ikki á nakran hátt sett fram í sam- bandi vid innanoyggjasigl- ingina, og tað var stórt mis- tak. Tå Sverri Midjord ber åbreidslu å teir fimm ting- limirnar år Suduroy fyri ikki at seta fram uppskot um landskassastudul til fiska- arbeiði í sunnara parti av Suðuroy, tosar hann sum sannur borgarligur pol- itikkari, soleiðis sum hann sjálvur í fyrsta broti í grein- ini í Sosialinum lýsir pol- itisku eyðkenni hjá slíkum. Sverri gevur suðuroyarting- monnunum ábreiðslu fyri ikki at gera brúk av og út- nytta landskassan við ir- mingarhavs- og sandoyar- ætlanini sum fyridømi Upprunaliga ætlanin við landskassastuðli til eina verkætlan í Sandoynni sá dagsins ljós í 1995, tå so at Grias Ellingsgaard Rættleiðing til Sverra Midjord siga eingin toskafiskiskapur var á grunnum okkara, og tessvegna varð ætlanin markað til "frystan 3. lands- fisk“ Men nú er stødan sum kunnugt tann, at nóg mikið er til av råvøru til fiska- viðgerð á landi, men stórur partur av hesi råvøru fer 6- vidgjørdur av landinum, tí kappingarførleikin hjá før- oyskum fiskavirkjum er ov vånaligur. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur seg hava heimild til at brúka pening av játtanini á fíggjarlógini til stórri verk- ætlanir soleiðis, at bøtt verður um kappingarfor- leikan hjá eini verkætlan í Sandoynni fram um aðrar í landinum, og partamaður hansara í landsstýrinum, Anfinnur Kalsberg, fíggj- armálaráðharri. torir helst ikki at tala at, hóast sum áður sagt, at løgtingsins vilji og ætlan var, at jåttanin skal brúkast til útvegan av rå- veru, tå råvørutrot var í øllum landinum, v.ø.o. ein ætlan til útvegan av råvøru verður nú lað til landskassastuðul til betran av kappingarførleika hjá einstøkum virki í valdømi landsstýrismansins í fiski- vinnumálum. Hetta er íkki fyrimyndar- ligur politikkur, men heldur grundarlag fyri uppskoti um misálitisváttan á umsiting- ararbeiði landsstýrismans- ins Men tingmenn tuga og samtykkja eins og tá Lív- fiskastødin varð løgd undir brim í Skopun sum eitt ann- að nú burturtagt mistak. Næsta stórmistakið, landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum hevur boðað frå, er skrottani av “Nóls- oyar Påll" sum gamalt jarn beint sum avgjørt er at taka upp sakarmål vid seljaran / klassan. Saksøkjarin hóttir við at beina fyri sínum egna próvtilfari!! Um Sverri Midjort lesur grein mína í Dimmalætting frå 4. juli gjølligari, finnur hann helst svar til spurn- ingin um almennan studul til fiskaviðgerð á landi, so- leiðis sum tað málið sær út eftir mínum royndum og sjónarmiði Lopra, tann 14. juli 1997 Jákup Joensen, løgtingsmadur Frágreiðing búskaparráðsins - forklárandi ella forvirrandi? Nakrir spurningar til búskaparráðið Herfyri sendi búskaparráðið út frágreiðing um búskapar- gongdina higartil í ár Frágreiðingin varð mót- tikin við forvitni, tí væntast kundi, at búskaparráðið hevði kvalifiseraðar met- ingar um búskapargongdina í landinum. Hóast stutt, so eru áhuga- verdir upplýsingar í frá- greiðingini eins og búskap- arráðið eisini hevur meting- ar um búskaparlig tiltøk, sum eiga at fremjast í næst- um. Ein slík frágreiðing er tí eitt gott ískoyti at byggja politiskar stødutøkur á. Tað er tí stórt spell, at frå- greidingin í ávísan mun hevur mist sítt trúvirði, nú tað er komið undan kavi, at beinleiðis feilir eru í taltil- farinum í frágreiðingini. Annað er, at fleiri samfe- lagsviðurskifti tykjast at hava havt avmarkaðan týdning, tá frágreiðingin er skrivað. Frá politiskum sjónarmiði er tað umráðandi at hava so haldgott tilfar sum gjørligt, tá neyðug bú- skaparlig tiltók skulu fremj- ast. Fyri at fáa lýst nøkur av ósvaraðu ivamálunum, verða hesir spurningar sett- ir búskaparráðnum. Hevdi tað ikki verið skita- gott: — um búskaparráðið lýsti sambandið millum vága- fýsni. kostnaðarstøði og ó- vissuna um skuld lands- kassans? — um búskaparráðið metti um skipanina við Fiskavirk- ing, sum hevur kostað tí al- menna hundraðtals milli- ónir, og um ta avlaging henda skipan kann hava fyri restina av flakavinnuni ? — um búskaparráðið lýsti hvussu vit kunnu endur- nýggja fiskiflotan uttan al- menna stuðul, tá tað er greitt, at hetta ikki letur seg gera aðrastaðni? - um búskaparráðið við- gjórdi = skuldaravtaluna millum kommunurnar og kreditorarnar, tá vit vita, at kommunurnar kundu lækk- að skattaprosentið við kanska trímum stigum ella niðurgoldið stórri part av skuldini, varð avtalan end- urskoðað, so hon samsvar- aði við altjóða rentustóðið ? Mest átokandi spurningurin at fáa svaradan, og sum ikki verður umrøddur í frágreið- ingini, er skuldarspurning- ur landskassans. Skuld landskassans er framveg- is uml. 6 milliardir. Ein skuld, sum kostar lands- kassanum útvið 1/2 milliard um árið bara í rentum — og tá er ikki byrjað at gjalda avdrøg. Skuldarbyrðan fer í óav- markaða tíð at tálma fløgu- hugi og framburði í landin- um, verður eingin loysn funnin á henni. Hví verður ikki nomið við henda álvarsspurning, og hvørji ráð kann búskapar- ráðið geva politikarunum, so vit s sum frægast burtur úr hesum skuldar- hafti? Biðið verður um, at bú- skaparráðið tekur saman um og svarar spurningunum omanfyri. Bjarni Djurholm