Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 28

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 8. november 2003 55 Filmsfelag Norður- landahúsins KLIPP sýnir mikudagin 12. november klokkan 20 annan filmin í røðini henda veturin. Hesin filmur er danskur og ber heitið "Rem- brandt". SÝNING tíðindaskriv Bæði ummælarar og áskoðarar hava tikið ser- stakliga væl ímóti hesum filmi. Filmurin fekk fyri stutt- um sonevndu Zulu Award, sum sjónvarpsstøðin við sama navni hjá TV2 letur á hørjum ári. "Rembrandt" varð kosin ársins besti filmur, har eisini besti mannligi leikarin, Lars Brygman, varð funnin. Tað er Jannik Johansen sum hevur gjørt eina bæði hugvekjandi og stuttliga søgu úr stórsta listarliga ráninum í Danmark, tá ein Rembrandtmálningur varð stolin. Filmurin lýsir fyrst og fremst faðir og son, sum eru við í hesum marghátt- liga ráninum. Hetta er fyrsti filmurin hjá unga Janniki Johansen. Áður hevur hann gjørt vælumtóktu sjónvarpsrøð- ina "Edderkoppen". Í nýggja filminum "Rem- brandt" síggjast fremstu donsku filmsleikarar beint nú og helst er tað orsøkin til, at hetta er best umtókti filmurin á móðirmálinum í donsku biohallunum, har ein fjórðingsmillión áskoð- arar longu hava sæð hann. Filmurin "Rembrandt" verður sýndur í Norður- landahúsinum 12. novemb- er. Rembrandt, sæddur og stolin... Sambært donskum Zulu-hyggjarum er besti filmurin í ár "Rembrandt". Mikudagin sæst hann í Norðurlandahúsinum Tey bæði bryggjaríini í Føroyum hava nú sent síni serligu jólabryggj á gøtuna ØL Stefan í Skorini Hetta vikuskiftið hevur tann sonevndi J-dagurin verið á fleiri skeinkistøðum í landinum. Her hevur tað borið til at keypa eina øl fyri bert eina krónu. Orsøkin til hetta aftur- vendandi átakið er, at um hesa tíðina senda bryggja- ríini jólaølið á marknaðin. Tey bæði føroysku bryggjaríini hava aftur í ár gjørt eina serstaka øl til jólini. Føroya Bjór hevur sína eyðkendu øl, sum nevnist Jólabryggj, meðan Restorffs hevur bryggjað eina heilt nýggja øl, sum nevnist Jólatrøllið. Myndin á etikettuni er ein tekning hjá Williami Heinesen, sum nevnist Jólatrøllið. Myndin er teknað í 1939. Hjá Føroya Bjór eru tað vakrar jóla- klokkur, ið prýða fløskuna. Talan er í báðum førum um myrkt og sterkt øl, og alkoholinnihaldið er 5,8 prosent, sum vanligt er við jólabryggi. Jólaølið er á gøtuni Tað eyðkenda jólaølið er nú komið á gøtuna Mynd: Jens Kr. Vang 55 54 Nr. 213 - 8. november 2003 SAMFELAGSMØTI Samfelagsmøtini, sum byrjaðu í Ebenezere í Havn mikudagin, halda fram alt vikuskiftið. Í dag verður byrjað klokkan 16 við upp- byggingarmøti í høllini á Hálsi við evninum "Bøn og vilji Guds" og klokkan 20 verður evangeliskt møti. Klokkan 22.30 er opið hús. Sunnudagin klokkan 10 er breyðbróting, klokkan 12.15 er barnamøti og klokkan 16 er uppbygg- ingarmøti undir heitinum "Trúgv og Gudsótti". Nátturði verður so beint aftaná og klokkan 19 verður evangeliskt møti aftur. Myndirnar, sum eru frá bønarmøtinum í Ebe- nezer mikukvøldið, hevur Jens K Vang tikið. Vit síggja kórið í Ebenezer og salin við fólki. TÍÐINDASKRIV Liverpool felagið í Føroy- um skipar í samstarvi við Bryggjuna í Vestmanna fyri Ársins dysti: Liverpool vs Man. Utd. Dysturin byrjar kl. 14:00, upphiting byrjar kl. 13:00 Liverpool Føroyar heitir á allar limir felagsins, allar Liverpoolarir umframt allar Man Utd og fótbóltsáhugað um at møta upp og seta sín dám á dagin. Góð tilboð vera undir dystinum. Liverpool og Manchester U Samfelagsmøti í Ebenezer og á Hálsi C M Y K 54 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 08.11.kl. 1830 Leygardagin 08.11.kl. 2115 Sunnudagin 09.11.kl. 2000 Sunnudagin 09.11.kl. 2245 Leygardagin 08.11.kl. 2045 Leygardagin 08.11.kl. 2400 Sunnudagin 09.11.kl. 2045 Sunnudagin 09.11.kl. 2300 Leygardagin 08.11.kl. 1800 Sunnudagin 09.11.kl. 1800 Leygardagin 08.11.kl. 2300 Sunnudagin 09.11.kl. 1830 P BIO P KIOSKIN Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a.