fríggjadagur 18. juli 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
få
Internet: http://www.cybernet dk/faroe-news
Marjun Dalsgaard
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Múller | Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri: }
Krisjan Dahi | Blaðfólk:
Lýsingar og sela: | | Áki Bertholdsen,
Eirikur Lindenskov,
Dagny Joensen,
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein,
Jens Kristian Vang
an uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26. Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Vit bíða eftir
kapping
á tryggingarøkinum
Oddagrein
EINKI er at ivast í, at starvsfólk og leiðsla á
Tryggingarsambandinum hava gjørt sitt ar-
beiði til fulnar. Kanska í so væl, halda summi.
SOMULEIÐIS hevur tað verið gagnligt fyri for-
oyska búskapin, at útlendskar tryggingar ikki
hava fingið loyvi at virka í Føroyum, tí so hevði
Tryggingarsambandið neyvan verið so sterkt.
MEN tá hetta er sagt, skal ásannast, at tað
óivað verður gagnligt fyri tann, sum skal tekna
eina trygging, at vit fáa kapping á hesum eki.
Veruliga kapping — og ikki avtalaðar prísir.
TAÐ er einki at ivast í, at summi tryggingar-
gjøld eru i so dýr og at summi eru alt ov
kostnaðarmikil, men við einkarrættinum hevur
eisini fylgt tann skylda, at allar tryggingar
skuldu kunna teknast. Hvussu verður við hesi
skylduni nú, hevur almenningurin íkki fingið
upplýst.
AT tryggingar sum heild óivað hava verið ov
hegar, er ognin hjá Tryggingarsambandinum
progv fyri. Ognin liggur um eina milliard krónur.
Men hetta vísir, at onkur tryggingargjøld mugu
vera ov hog
UM so er, fáa vit at vita, tá »gamla« tryggingar-
felagið Trygd aftur fer at virka. Hendir tað seg,
at tryggingarsamtakið fer at lækka gjøld, so
hava tey verið ov hog
VIÐMERKINGARNAR hjá stjóranum í Trygg-
ingarsambandinum og formanninum í Trygg-
ingarbata um biltryggingar i Útvarpinum eru
áhugaverðar
MEN spurningurin er, um formaðurin í Trygg-
ingarbata sum gamal stjóri í felag, sum seldi
og umvældi bilar, er tann rætti at umrøda
biltryggingar, kostnaðir, eykalutir 0.a., ti er tað
nakar, sum hevur okrað við prísum á eyka-
lutum, so eru tað åvisir bilsmiðir og bilsølur.
— HVÍ kundu originalir eykalutir keypast fyri
triðingsprís í Skotlandi, um vit bera saman
við prísir her á landi? Og hví gjørdust eykalutir
knappliga nógv bíligari, tå nakrir sølumenn
fóru at keypa bíligari úr Skotlandi?
Í ØLLUM forum er hetta orðaskifti áhugavert,
og tidindamadurin átti at hildið fram og greinað
málið upp aftur meira
Samanumtikid bíða vit í spenningi, til Trygd
fer at virka, so ein ávís kapping, rationellari
og effektivari trygging fer at ávirka tryggingar-
gjøldini rætta vegin — og tað er niðureftir! Um
tað ikki hendir, er líkamikið, um vit hava trygg-
ingarmonopol ella ikki.
Sosialurin
Styrisskipanarlogin og
Javnaðarflokkurin
Í blaðnum í gjár hevur Kári
D. Petersen eina grein, har
hann spyr, hvønn leiðarin í
Sosialinum umbodar? Or-
søkin er í hesum ført ein
oddagrein, har sagt verður,
at blaðið hevur ávarað ímóti
nýggju stýrisskipanarlógini
og ávarað um, at henda vildi
gerast eitt demokratiskt aft-
urstig. Somuleiðis verður
harmast um, at Javnaðar-
flokkurin íkki hevur tíkið
hesar ávaringar til eftirtekt-
ar
Lat meg fyrst floksins
vegna siga, at okkara stóða
til nýggju stýrisskipanar-
lógina er broytt uttan mun
til, hvat nevnda oddagrein
sigur
Tá vit í 1991 zjørdu sam-
gongu við fólkaflokkin, var
seja um, at farast skuldi
undir eina nýtímansgerð av
okkara heimastýrislóg. Ætl
anin var tá at koma við eini
sokallaðari sjálvstýrislóg,
og er henda ætlan floksins
ikki slept
Men ein fortreyt fyri hesi
nýtímansgerð av heimastýr
islógini var, at okkara styr
isskipan fyrst var nytimans-
gjørd
Tiskil samtykti landsstyr
ið í apríl 1993 at seta eina
nevnd, hvers uppgáva var
at fyrireika nýggju stýris-
skipanina
Álitið varð latið lands-
stýrinum í des. 1993. Tá var
talan um landsstýrið millum
javnaðarflokkin, tjóðveldis-
flokkin og sjálvstýrisflokk
in. Men í báðum hesum
landsstýrum, sum arbeiddu
við nýggju stýrisskipanini
átti javnadarflokkurin løg-
mann, okkara tåverandi for-
mann Maritu Petersen
Nýggja styrisskipanar-
lógin er síðan samtykt bæði
fyri og eftir løgtingsvalid 7
juli 1994, og báðu ferðirnar
við øllum atkveðunum hjá
Javnaðarflokkinum
Tað skal heldur ikki vera
nøkur loyna, at táverandi
formaður legði stóra orku í
at fáa hetta mál framt, og
tað eigur hon alla tøkk
uppiborna fyri
Nú er so ruddað slóð fyri,
at ein nýtímansgerð av okk
ara gomlu heimastýrislóg
kann fara fram. Nú eru fyri
treytir til tess
At landsstýrini frá 1991
til á sumri 1994 ikki fingu
sett skjøtil á hetta arbeiðið
var tí, at politiska orkan og
tíðin fór við at fáa tamar-
hald á størstu búskaparligu
kreppu, sum Føroyar hava
sæð
At vit síðan hava sæð
nakrar óhepnar fylgur av
nýggju skipanini, kann
stýrisskipanarlógin = ikki
lastast fyri. Men her er tað
sanniliga meira talan um
politiska handalagið til at
virka undir slíkari lóg, sum
ikki hevur verið serliga gott
Ti í veruleikanum setur
nýggja lógin nógv størri
krøv til dagsins politikarar
enn tann gamla
So er hetta sagt
Svarid til Kåra D.
Petersen:
Tað, sum Kári D. Petersen
spyr um, er, um fløkkurin
sum eigari av blaðnum $0-
sialinum góðtekur, at odda-
greinin førir slík sjónarmið
fram, sum ganga beint ímóti
tí, sum flokkurin stendur
fyri
Svarið frá starvsnevnd
floksins er púra greitt, at tað
gera vit ikki
Ég eri púra samdur við
Kára um, at tað er ørkyml-
andi fyri okkara veljarar, at
oddagreinin í okkara blaði
førir sjónarmið fram, sum
eru contra av teimum sjón-
armiðum, sum flokkurin
hevur virkað og virkar und
ir
Oddagreinin er ikki sum
allar aðrar greinar, og flokk-
urin skal sum eigari kunna
krevja, at henda er loyal
yvir fyri teimum stevnum
og grundsjónarmiðum, sum
Javnaðarflokkurin stendur
fyr
Vit harmast, at:slíkt hend
ir, og vilja taka málið upp
við réttu viðkomandi
Jóannes Eidesgaard,
floksformaður
Ongar broytingar verða í
úrslitinum av róðrinum
á varmakeldustevnuni
Róðrarsambandið hevur gjrt úrskurð viðvíkjandi kæruni, sum kom frá trimum
gentumanningum. RSF vísir kæruni frå sær
Tysdagin vidgjørdi nevndin
i Róðrarsambandinum kær-
urnar frá trimum 5-manna-
fórum, mannað við gentum,
sum høvdu kært um róðurin
á varmakeldu í Fuglafirði
leygardagin 5. juli
Nidurstødan hjá RSF er
send feløgunum, og hon er
greið: nevndin samtykti ein-
mælt ikki at ganga kærun-
um å møti, og nevndin held-
ur fast vid, at r6durin å
varmakeldustevnuni 1997
verður óbroyttur.
A fundinum týsdagin lut-
tóku nevndarlimirnir Jó-
hannes Joensen, Eilif Pet-
ersen, Niels Nielsen og
Martin Berg, og tiltakslim-
urin Steinfinnur Mittelstein.
Tað vóru manningarnar á
Svani, Erlu Kongsdóttir og
Hvassa, sum hver í sínum
lagi kærdu um, at starturin
eftir teirra tykki ikki var í
lagi, og at umstødurnar í
sambandi vid startin vóru
vånaligar
I svarinum til feløgini sig-
ur RSF, at áðrenn kærurnar
vóru vidgjørdar, fingu teir
skrivligar frágreiðingar um
vidurskiftini, sum kært varð
um, frá hevuðsdómarum,
startdómarum og hjálpar-
manninum hjá startdómar-
unum á varmakeldustevn-
uni.
Nevndin hevur gjørt av
ikki at ganga kærunum å
meti, tí hon metir ikki, at
róðurin kundi verið
avgreiddur betri. Metingina
byggir nevndin á frágreið-
ingarnar frá dómarum og
hjálparfólkum og út frá um-
stødunum annars undir
r6drinum, herundir tá hædd
verður tíkin fyri veðurlík-
indunum
Nevndin vísir eisini á, at
starturin og umstødurnar
ikki hava givið nøkrum á
vísum báti fyrimun
Ein kærumeguleiki
er eftir
Um onkur av teimum trim-
um manningunum ikki er
nøgd við avgerðina hjá
Róðrarsambandinum, so
ber til at skjóta málið inn
fyri dómsneyndina
At tað kann koma fyrr, at
dømsnevndin kemur til aðra
nidurstødu enn nevndin í
RSF, er tað ikki so langt
síðani, at tað var eitt dømi
um.
Møgulig kæra til dóms-
neyndina skal vera RSF í
hendi í seinasta lagið sjey
samdøgur eftir, at partarnir
vórðu kunnaðir um úrskurð-
in hjá RSF. Vit hava íkki
hoyrt um, at nøkur manning
ætlar at skjóta málið inn fyri
dómsnerndina, men vit
hava hoyrt um eina mann-
ing, sum ikki ætlar at gera
meiri við málið.
—-
ns