fríggjadagur 18. juli 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið SOS
Nr. 135 — 18. JULI 1997
Stevnurøda:
Vestanstevnan 1997
Góðu sørvingar -
oyggjafólk og
stevnugestir
4 Í Us a land
i í | nd;
g G KK á Sand!
g eg i 1a við
eð bei
ør er
É I KI
3
y i 1 3%
%
3 ; A
e id
£ ur næ tt magnar
1
* i 1
7 r
g t hava leikt í haga
um
risu bæði. hátt mót ský
Hvar vit á foldum ferðast,
minnir heiman okkum ber-
ast
tíðum yvir víða hav,
birta kenslur upp í logar,
kveikja longsulin, ið togar
heim til landið, Gud oss
gav
Birkilund og blomsturgarð-
ar,
lerkasongur uggar aðrar,
lítið hugnar okkum tveim,
stillar ikk: sáran longsil
- rósugarður tykist fongsil -
einans Føroyar er mitt
hem!
Hesi mergjaðu orð eru frá
mæta oyggjaskaldi okkara,
Mikkjali á Ryggi, sum her
leiðir okkum í fuglaheimin
til tjøldrini, sum móti
hverjum vári, tá foldin byrj-
ar at klæða seg í sín grøna
stakk, seta kósina
AS
Vágakórið sang, tá stevnan varð sett
Petur Krust
norðureftir fyri at búteikast
á kléftúm okkára fyri
summarið, og her seta nýtt
ættarlið við. Hverki heiður
himin ella sólstrendur halda
hesum fuglum aftur, men
ein bindandi tráðan og
longsul eftir landi okkara
fær teir á hverjum ári at
breiða út sínar veingir og
flúgva heim her, og soleiðis
er eisini við okkum
menniskjum - sérvingum -
ja helst øllum føroyingum,
her ert tå borin f heim, og
tað sum i móðurlívi var
verðins nalvi hevur við tíð-
ini breitt seg eins og ringar
í vatni, frá tí fyrsta ljóðinum
vit góvu frá okkum undir
fødingini, til vit aftur eru
farin hesum foldum frá
Heimur okkara at byrja við
er ógvuliga avmarkaður,
helst bara innan fyri teir fýra
veggirnar, men lívið gevur
okkum sostatt høvi og tíð
til at fáa tokka til - fyrst
heimið og foreldur okkara,
og við tíðini broytist hesin
alskur, sum vit vaksa og
mennast til endans at feyna
um alla bygdina, og eg taki
neyvan munnin ov fullan,
tá eg saman við teim flestu,
ið her eru samankomin av
heilum huga taka undir við
Jonvør, tå hon yrkir: „Ser-
vágur tú vakri staður - tú
ert heimið fyri meg - mang-
ar góðar tankar beri eg um
teg
útisetar
Umsteðurnar laga tað so-
leiðis, at ikki øll vera ver-
andi í heimbygdini, men
leita út um eingjargarðarnar
til arbeiðis ella útbúgving
og soleiðis festa røtur aðra-
staðir, men sum tað ser-
merkir okkum føroyingar,
<o er hugurin og alskurin til
sitt og síni í heimbygdini so
Jens Kristian Vang)
bygdarráðsformaður í Sørvågi, setti Vestanstevnuna
stórur,at sjálvt ikki tað besta
aðrastaðni kann halda aftur
tráðanina at leita upp sínar
røtur, og við høvi sum hetta
eru vit sera fegin um, tí
gløgt er gestsins eyga, verð-
ur sagt, og her sipi eg til, at
ongin sum tit útisetar, sum
hava tilknyti til bygdina,
duga kanska at síggja um
bygdin broytist til tað betra
ella verra. Vit, sum stødast
her til dagligt, hava kanska
start okkum blind, og duga
tí ikki at síggja, um nøkur
broyting er farin fram. Men
hóast alt, so er greitt, at
tíðarinnar tonn fer við øllum
- eisini bygd okkara. Børn
verða fødd, og fólk doyggja
burturav, nýggj hús verða
bygd og vidhvørt gomul
skrædd niður. Nåturligt
fyribrigdi halda tey flestu,
men ikki eigur at verða
gloymt, at við hesum fer ein
partur av okkara
bygdamentan fyri skeyti.
Doyðu úti
Nakað av søguligum eigur
altíð at verða knýtt at eini
rødu sum hesari, og í prát-
inum um endurnýggjan og
niðurríving kunnu vit blaða
álmanakkan aftur til 1801,
tá fólkateljing var, og vit
flyta okkum niðan í nógv
umrødda Loftasundið. Tá
stóðu har hús, ið neyndust
Húsbak, sum til fyri stuttum
hava staðið uppi, men hava
nú boygt hevur, og tí kundi
verið vert at sagt eitt sindur
um hetta hús og umsteð
urnar, tey høvdu at búleikast
undir tá
Navnið Húsbak kemur
av, at hetta var ovasta hús í
bygdini tá, og húsfólkini
(Mynd Jens Kristian Vang)
vóru húsfaðirin Djóni
kona hansara Catrina - tvey
børn Rasmus og Elisabet og
móðir húsbóndans, sum eis-
ini æt Elisabeth. Húsið fekk
harða lagnu. Pápin doyði úti
uppi í Líðini 65 ára gamal
Sonurin Rasmus vanliga
róptur Djóna-Rasmus ella
eisini Djónadrongurin, av tí
at hann var einasti sonur,
doyr eisini úti. Hetta hendi
í árinum 1843. Tað vóru
fleiri mans, ið høvdu verið
í Vestmanna í handilsørind-
um. Har ímillum vórðu
Djóna-Rasmus, Hoygarðs-
Jóhannus og Hálvdans-Nic-
las. Ongin av hesum trimum
monnunum vann upp hús.
Tað sigst, at tá ið teir koma
yvir á Vágoynna brast hann
á við óveðri, so menn hildu
best var at bíða, men Djóna-
Rasmus, ið var bráður mað-
ur, vildi ikki steðga, men fór
til gongu og fekk hinar báð-
ar nevndu menninar aftaná
sær. Hann var raskur maður
og gekk tí frá hinum báðum,
men viltist av leið, og varð
seinni funnin deyður niðri
við Sørvågsvatn - nakað
sunnanfyri flúgvarabeding
ina. Hinir báðir sigast at
verða deyðir av maktaloysi
Hálvdans-Niclas = skuldi
vera komin so langt heim í
Húsadal, at kirkjutornið var
undan, meðan hin var deyð
ur nakað norðari
Kirkjan
Nú, eg nevni kirkjutornið,
havi eg hug at leggja aftrat
tí søguliga virðinum um
kirkjuna fyri at lýsa tátíð og
nútíð. Nógv umrøtt evni í
dag er undirsjóartunnilin
Um hann skal gerast ella
ikki. Um hann skal fíggjast
alment ella við bummpeng-
um. Vit skulu ikki her taka
stóðu til hetta umstrídda
mál, men blaða tíðina góð
100 ár aftur til 1886
Sum felstu kunnugt, so
fórst Sørvågs kirkja i ódn
arveðri náttina millum 7. og
8. januar í 1886, og í sam-
band við byggingina av
nýggjari kirkju var nakað av
stríði millum myndugleik-
arnar og sørvingar. Ývir
vøldin vildi hava steinkirkju
meðan bygarfólkið metti, at
tað fór at taka ov langa tíð
at bíða og ynskti tí, at kirkj
an varð bygd upp aftur úr
træi, og eisini varð togan
aftur og fram um fíggjarligu
byrðuna. Hetta lótu fýra
sørvingar sær ikki lynda, og
28. februar 1886 skrivadu
Sámal Hansen, Rasmus
Davidsen, Jóhannus og
Sámal Olsen kirkjustjórnini
skriv, har teir siga
"I betragtgning af, at det
maaske kunde være til
Hinder for den hurtigst mu
lige Gjenopførelse af Kir
ken i Sørvaag, om Kirke
kassen, ikke for øjeblikket
raader over de tilstrække
lige Pengemidler dertil, til-
byde vi undertegnede Bebo-
erei Sørvaag paa Bygdens
vegne at yde Kirkekassen
et rentefrit laan paå 2000
Kroner, to Tusinde Kroner,
til Kirkens Gjenopførelse,
indtil den ser sig i stand til
at tilbagebetale dem; hvilke
2000 Kroner udredes hen-
holdsvis af
Samuel Hansen med 1000
Kroner '
Rasmus Davidsen med 400
-
Kroner
Johannes Olsen med 300
Kroner
Samuel Olsen med 300
Kroner
Tilsammen 2000 Kroner
Ovennævnte Beløb staar
til Kirkekassens Disposition
naarsomhelst ønskes mod
tre Maanesers Varsel.
Hvilket herved bekræftes
ved vore egne og tvende
Vitterlighedsvidners
Underskrifter
Sørvaag den 28 de Februar
1886
Til Vitterlighed
Daniel Jacobsen
Ole Rasmussen
Sørvingar vunnu sftt strid
og trækirkjan varð endur-
reis, og 24. oktober 1886
varð hon vigd og kostaði tå
samanlagt 4121 kr. - men
tá eins og nú - játtaðar vórðu
bert 3735 kr. 72 oyru, so enn
einaferð noyddist bygda-
fólkið í Løgtingid fyri at fáa
eina eykajáttan uppá 386 kr
13 oyru
Stevnuvertirnir
Sørvågur skal verða karm
ur um Vestastevnuna
hesaferð, og kenna vit tað
sum ein heiður í okkara
bygd at hava tykkum
stevnuluttakarar og stevnu-
gestir - imillum okkum hes-