fríggjadagur 18. juli 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 135 — 18. JULI 1997
. . res, á på #
Rossini settu sin dám á Vestanstevnuna
ar dagarnar stevnan varar,
og vónandi verður tað svá,
at tá tit seta kós heimaftur
hava fingið kenslu av, at
hesir dagar hava stimbrað
og ment tykkum bæði ítr-
óttarliga, mentunnarliga,
andaliga og verðsliga -
sjálvandi alt etftir hvønn
tørv og krøv tit seta, tó so-
leiðis, at tit kenna tykkum
at verða lyft upp úr tykkara
dagliga andaleypi av trong-
um tíðum og m tyngj-
andi.
Men fyri at eitt tiltak sum
hetta kann stáplast upp á
beinini krevst at fleiri leggja
rygg til. Uttan fyrireikarar -
hjálparar og luttakarar var
ongin Vestanstevna og gll-
um hesum vil eg bera inni-
ligast tøkk. Tað hava altíð
verið og eru framvegis nógv
fólk, sum hava offrað nógva
tíð og kreftir at hjálpa og
gleða onnur. Og her verður
als ikki hugsað um løn ella
pengar, men tað hevur
kenst, sum um tað er tørvur
á tí og er til frama fyri sam-
felagið. Ásannast má kort-
ini, at vit ikki virðismeta
hesi fólk nóg mikið - jú
kanska tá tey ikki eru við í
leikum longur, men her eiga
vit at broyta hugburð og
virðismeta hægri tað arbeið-
ið, ið nógv fólk nýta størsta
partin - eisini av síni fritid
til, fyri at fáa eitt betri sam-
felag fyri øll.
Kórsangarar - eisini tit
fremmandu gestirnir - horn-
blásarar - reiðfólk - ítrótt-
arfólk og tit sum fáast við
andaligt og verðsligt arbeiði
bæði fyri børn - ung og
gomul fyri at nevna nøkur -
Tit hoyra til henda bólk.
Hjørtu tykkara eru fylt av
gleðisróma, sum tit vilja
bera út til uppbygging og
gleði fyri mannaættina. Fá-
ur hugsar um, hvussu nógva
tíð og kreftir, tit brúka uppá
at gleða okkum onnur, og
lat tað verða skoytt uppí, at
tit als íkki gera hetta fyri
nakran fíggjarligan vinning,
men løn fáa tit - hon kann
bert ikki metast í pengum,
men sum sagt, tað eru onnur
virðir til, og øll tit, ið fáast
EDV-teknikari
til
Náttúrugripasavn
Vegna barnsburðarfarloyvi verður sekt
eftir edv-teknikara frá 1. august til miðj-
an januar 1998.
Uppgávumar hjá edv-fólkinum verða at
taka lut í røkt av teldukervi og netskip-
an, umfamt stuðla dagliga edv-arbeið-
inum á Náttúrugripasavninum.
Starvið verður lent sambært sáttmála
við starvsmannafelagið.
Umsóknir, saman við frágreiðing um
arbeiðsroyndir v.m., skulu vera Náttúru-
gripasavninum, W. U. Hammers-
haimbsgøtu 13, FR-100 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi 25. juli.
við slíkt afbeiði, kenna tað
helst soleiðis - eitt verk ligg-
ur fyri framman - sum t.d
hendan Vestanstevnan - ar-
beiðið verður tilrættalagt -
og kenslan av, at verkið
eydnaðist og møguliga gav
onkran åvøkstur - gleðin og
sælan yvir at úrslit spurdist
burturúr tí, tit fóru undir, tað
meti eg, at tit halda verða
nóg stóra løn fyri tykkum.
Og tøkk fái tit fyri tað.
Sangurin
Føroyingar mugu metast
sum ein syngjandi tjóð,
meira enn kanska flest øll
onnur lond, og soleiðis hev-
ur altíð verið, tó við ym-
iskum broytingum, sum sig-
ist, at tíðin hevur kravt.
Leita vit aftur í tíðina, so
rennur okkum til hugs:
roykstovurnar við
kvæðunum -kirkjurnar við
kingosálmunum -
hátíðardámin yvir sangin og
bønina um góðan fong, tå
menn settust vid årarnar og
fóru til útróðrar, og ikki
minst sangurin og tøkkin til
Skaparan, tá báturin aftur
legði at landi.
Lívsgrundarlagið er nógv
broytt síðan hasa tíðina,
men sangurin er framvegis
í dag ein ógvuliga týðandi
táttur í lívi okkara og byrjar
longu við fødingina, og her
kundi tað kanska verið hó-
skandi at trivid í eitt ørindi
í vakra sanginum hjá Mart-
ini Joensen: Morgun og ný-
føddur gråtur - Vælkomin
lítli - stíg inn í hendan heim-
in sum gestur, kanska tú
dvelur eitt bil.
Hesin nyføddi grátur.
sum vit øll hava verið igjøg-
num - tó í ymiskum durum
- er okkara fyrsta heilsan til
heimin og fyrsti spírin til
sangin gjøgnum lívið.
Sangurin vil altíð igjøgnum
alt foldarlívið verða eitt slag
av savning- og miðdepli.
Sangurin er í hásæti til dóp-
in - barnaárini - skúlaárini -
fermingina - ungdómsárini
- brúdleypið - manndóms-
árini - ellisárini, og so
sanniliga eisini, tá vit sum
jarðarinnar støv fara undir
( Mynd: Jens kristian Vang)
grønu torvu, tá ljóðar m.a. í
erva: Tú fylgdi mær fyrst,
lá í vøggu eg lá. Og so tá eg
stetlaði gólvinum á. Og síð-
an tá omma meg tók á sítt
knæ. Og lærdi meg har
fyrstu bøn, ið eg bað.
Hetta er eisini sangur hjá
Mikkjali, og tað kundi nú
verið hóskandi at sett okk-
um spurningin: hvussu
hevði lívið verið vid ongum
sangi? Møguliga fåast ym-
isk svør, alt eftir, hvønn vit
stila spurningin til, men fyri
mær er ongin ivi, og er svar-
ið sera einfalt: Tað hevdi
verið ógvuliga fátæksligt í
orðsins rætta týdningi.
Til tykkum ítróttarfólk, ið
fara at luttaka, fari eg at
síga, at vit ynskja tykkum
øllum vælkomnum, og vóna
at vit øll fara at sýna góðan
ítróttaranda, soleiðis at vit
við réttum huga kunnu
ynskja vinnarunum til-
lukku, og eftir lokna kapp-
ing ynskja vit øllum - vinn-
arum sum taparum - eina
góða heimferð við vónini
um, at tit fara heim við
minninum um eina góða
Vestanstevnu.
Eg byrjadi rødum mina
vid Mikkjali å Ryggi, og eg
meti hann eisini at verða
uppibornan til at enda við,
og tá íð kappróðurin er tað
sum er næst á skránni fari
eg at geva Mikkjali ljóð og
siga: Leggið út árar og
reystliga rógvið! Hart rópa
formenn: Nú halda vit til.
Við hesum orðum fari eg at
lýsa Vestanstevnuna 1997 í
Sørvågi at verða setta.
Takk fyri, at tit løgdu oyra
til og góða vestanstevnu øll
somul.
Petur Kruse, bygdaråds-
formaður.
Hjálparfólk
til
Náttúrugripasavn
Eitt fulltíðarstarv sum savnshjálpari á
Náttúrugripasavninum er leyst at seta
1. august. Starvið verður møguliga
hålvtidarstarv i 1998.
Uppgávumar hjá hjálparfólkinum verða
át taka lut í dagliga arkivarbeiðinum á
Náttúrugripasavninum. Serliga skal
hjálparfólkið:
— vera við í dagliga arbeiðnum við
skráseting og røkt av arkivunum
á jarfroðisavninum
— hjálpa til á arkivunum á plantu-
deildini og djóradeildini
Umsekjarin skal kunna arbeiða sjálv-
stoðugt, hava gott hegni til arkivarbeiði,
vera fyrikomandi, hava góð samstarvs-
evnir og evnir at arbeiða undir til tíðir
„strongum arbeiðstrýsti.
Umsóknir, saman við frágreiðing um
arbeiðsroyndir v.m., skulu vera Náttúru-
gripasavninum, W. U. Hammers-
haimbsgetu 13, FR-100 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi 25. juli.
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Fysioterapeutur
Eitt starv sum fysioterapeutur er leyst til setan 1.
oktober 1997.
Starvið er eitt fulltidarstarv, og verður lent eftir
sáttmála millum Føroya Landsstyri og føroyskar
fysioterapeutar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja
tif. 71133 lokal 115.
Umsókn saman vid prógvi v.m. verður at senda
til:
Umsjónarmaðurin,
Suðuroyar Sjúkrahús,
Postboks 51,
800 Tveroyri
innan 19. august 1997.
Faroyvisstørv
Sekt verður eftit tveimum fólkum 20 t/v
í 1/2 ár, at byrja 15. august og 1. sep-
tember.
Lon sambært sáttmála millum Feroya
Pedagogfelag og Føroya Landsstyri.
Umsóknarfreistin er 3. august.
Tey, ið hava sent umsókn fyri kortum
og ikki fingið svar, nýtast ikki at søkja
aftur.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðageta - 700 Klaksvík