Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 136 — 19. JULI 1997 Føroyskir handilsmenn: tidindabladid Noyðast sjálvir at vera ågangandi Fóroyingar noyðast at vera nógv meira ágangandi mótvegis okkara handils- partnarum, um vit skulu gera okkum nakrar vónir um at klára okkum í mill- umlandahandli Skulu vit hava nakran møguleika á altjóða marknaðinum, noyðast vit sjålvir út í heimin at finna vørurnar EDVARD JOENSEN Føroyingar mugu sjálvir uppsøkja handilin og ikki bara sita og bíða, til hann kemur til okkara, siga bæði handilsmaður og løgfrød- ingur, Sosialurin hevur tos- að við >Tann grundleggjandi munurin á føroyskum og donskum handilsmonnum er, at danin fer út á mark- naðin og ger avtalurnar sjálvur,< sigur Hans Trygvi Teirin, løgfrødingur Hann ivast samstundis í, um føroyskir myndugleikar hava nakran løgfrødiligan rætt til at steðga donskum millumhandlarum at súgva pening burtur úr føroyskum handli Eftir greinina um handils- mannin, sum ikki fekk frið at selja bíligar, skotskar, verur í Føroyum, hava fleiri fólk vent sær til blaðið við líknandi søgum Tað tykist, sum tað er rættiliga vanligt, at danskir millumhandlarar seta seg á longu uppbygdan handil millum framleiðara úti í heimi og føroyingar Og so koma sjálvandi harmaljóðini um, at tað kann ikki vera rætt, at so er Tað eiga politikkararnir at gera nakað við. Og so fram vegis Ein kelda, sum hevur vent sær til Sosíalin, sigur, at tað var longu undir Sjálvstýris- landsstýrinum gjørd ein kunngerð, sum álegði øllum at handla uttan um fremm- andar / danskar millum- handlarar Víst hevur verið til kapp- ingarreglur innan ES sum til dømis Rom sáttmálan, har hesi viðurskifti skulu vera forboðin. Og sagt verður, at tað er sjálvandi, at vit, við hesum lógum í hondini, eiga at steðga hesum ágangi móti føroyskum handilsmonn- um Ansið eftir mismuni Men løgfrødingurin Hans Trygvi Teirin er ikki so vis- ur í, at føroyingar hava nakran løgfrødiligan møgu leika fyri at steðga hesari uppílegging í føroyskt handilslív Heimastýrið hevur ikki møguleika fyri at lóggeva fyri danskar millumhandl- arar, og Hans Trygvi Teirin sigur, at hann ivast stórliga í, um Fólkatingið kann gera nakað heldur. >Ég fái meg íkki at trúgva, at:tað er politiskur vilji til tað, og eg eri ikki vísur í, at tað er lógligt held- ur,« sigur Hans Trygvi Teirin, løgfrødingur. Hans Trygvi Teirin sigur, at hava framleiðari og sølumaður gjørt avtalu um, at sølumadurin umboðar danska kongaríkið, er hetta ein orðing, sum eisini umfatar Føroyar. Og so bat- ar ikki, at vit vísa á, at Før- oyar eru sjålvstødugt toll- og handilsumráðið. Tað einasta, føroyingar eftir hansara meting kunnu gera, er at reka ein nógv meira ágangandi handils- politik. Tað vil siga, at fara út á marknadin og føra seg fram í altjóða høpi Sum er, hava føroyingar lyndi til bara at halda seg aftur at donskum sambond- um Men danirnir fara longri (Savnsmynd) út í heimin og fáa fatur á høvudsframleidaranum Har gera teir avtalur um at umboda til dømis eina korcanska fyritøku í øllum kongarikinum. Og konga- rikid merkir har eisini Før oyar Tá soleiðis er, er einki at gera hjá honum, sum aftan á kemur. Ella fyri tann skuld, um hann hevur hand- lað áður, uttan at tryggja sær umboð Naivir føroyingar Og hesar meiningar hansara svara væl til tad, ein hand- ilsmadur, sum Sosialurin hevur tosað vid, segði Maðurin visti á, at føroy- ingar eru bginleidis naivir, tå teir handla vid fremm- andar Tað nyttar einki petti at ganga rum og halda øll vera fiar sunnudagsskúlalærarar Tað øvugta er heldur reglan enn undantakið í hasi verð- ini, segði hann Kelda okkara vísir á, at føroyingar eru alt ov våna- ligir handilmenn. Og tað er kjarnin í hesum málinum, sigur hann Trínið fram Hans Trygvi Teirin, løg- frødingur, sigur, at ein vansi í hesum málinum er, at før- oyingar tora ikki at gera nakað. Teir bara tosa, tá lag- ið er soleiðis, men tá á stendur, vilja teir ikki vera við Og tað verður eisini vátt- að av Ivani Johannesen, landsstýrismanni, sum um- situr handilmål Ivan Johannesen sigur, at hann kennir einki slíkt mál >Ég havi onga slíka klagu . millumhandlarum at vinna > fr fingið. Fái eg eina, vil eg beinanvegin taka hann upp til viðgerðar á réttum stað, < sigur hann Ívan Johannesen er ikki samdur við teimum, sum síga, at myndugleikarnir ikki tora at taka slík smámál upp, tí tað kann koma tvørt fyri aðrastaðni. Sum til dømis í fiskivinnu- ella oljusamráðingum Men hann leggur tó dent á, at hann kann ikki svara fyri, um aðrir landsstýris- menn hugsa so >Ég geri tað ikki,« leggur hann eina við Og Ivan Johannesen und- irstrikar, at tad heyði verið áhugavert at fingið eitt slíkt mál í Tinganes Avmarkingar Hóast løgfrødingurin ikki heldur, at føroyingar hava loyvi til at forða slíkum pening úr verum, sum før- oyingar innflyta, hevur prís- eftirlitið kortini hendan møguleikan Tað vil siga fram til I august 1997, tå lógin um priseftirlit vedur avloyst av lógini um kapping Í príseftirlitslógini stend ur, at til ber at nokta inn- flutningi av vørum, sum fara um dyrkandi millum- handlarar Men tað krevur sjálvandi, at innflytarin ger nakað ftøkiligt við málið. Sum til dømis at klaga til réttu myndugleikarnar Og Ivan Johannesen bíðar spentur eftir at fáa fyrsta málið at arbeiða við Dr. G. Hernes Vitamin húðkrem fyri alskyns holdstrupulleikar Dag- og náttkrem við og uttan tjøru. Nýtt til hárbotnin — olja er í og hon hjálpir fyri flus. Ringið og vit senda NATEN sola v/ Anne Marie Samuelsen TLF. 18649 Áarvegur 1 - Tórshavn Sverrisgota 19 Tórshavn Tlf. 15264 Fax. 19623 Postordrar verða avgreiddir