Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— —[f——OD—OO—---Eé< OD, Nr. 136 — 19. JULI 1997 tidindabladid 11 Næstformaðurin í vinnunevndini: Flotin má minkast: Vit mugu hava færri skip uttan at missa sjómenn — Tá ið tað ikki ber til at fáa skipini at bera seg við at kalla rokfiskaríð, noyð- ast vit at ásanna at okkurt er heilt spinnandi galið. Og so mugu vit gera okkum greitt, at tað mugu heilt onnur stig takast AK! BERHOLDSEN - Her skal okkurt heilt annað til. Tað er einki annað at gera enn at ásannað tað sum skjótast, og at fara til verka Henrik Old, næstformað- ur í vinnunevndini heldur, at tað slepst ikki uttanum at minka fiskiflotan undir Før- oyum Men hann heldur eisini, Flotin må skerjast og skipini, sum eftir eru, mugu verða meiri úti, sígur Henrik Old at tað letur seg væl gera, uttan at gera sjómenn ar beiðsleysar fyri tað Henrik Old sigur, at veru leikin er, at fiskifløtin ber seg ikki, og hevur ikki gjørt tað í mong, mong ár Men heldur ikki nú fisk iskapurin hevur verið sera góður bera skipini seg ikki, hóast tey fáa fløgustudul Tá so er, kann niður- stødan ikki blíva onnur enn at tað er okkurt heilt anað galið, og so er einki at gera uttan at viðgera tann spurn- ingin Hann sigur, at hetta er meiri átrokandi nú enn nakrantíð, nú vit ikki sleppa undan at skerja fiskiskapin undir Føroyum — Tað fer at raka skipini hart. Ti er umrådandi at vit gera okkum greitt, hvuss vit kunnu beta um raskturin á skipunum, sigur næstfor- maðurin í vinnunevndini Skipini brúkast meiri Henrik Old hevur eisini eitt uppkot um, hvussu tað kann gerast Og tá ið tingið kemur samanaftur, fer hann at leggja hetta fram fyri hinar politikararnar. Næstformaðurin í vinnu- uevndini heldur, at loysnin má vera reka skipini eff- ektivari, enn tey verða nú. Men tað má gerast uttan at økja veiðitrýstið á grunn- arnar Og tað heldur Henrik Old letur seg væl gera, uttan at missa stórvegis sjómenn fyri tað Hann hugsar sær, at ber- ast má so í bandi, at nøkur skip verða høgd upp, ella seld Men tey skipini, sum so eru eftir, mugu vera meiri í sjónum fyri at tey kunnu forvinna meiri pening, so raksturin batnar Hann sigur, at allastaðni verður roynt at reka vinnu- tólini so opumalt sum gjørl- igt Men fyri mær at síggja er tað ikki optimalt at skip skulu liggja við bryggju ein- ar 100-150 dagar um árið — A landi hevði eitt virki aldrin gingið, sum lá stilt so leingi. Og tað er eingin munur á einum virki á landi, og einum á sjónum- einum skipi Henrik Old heldur tí, at vit mugu finna eina skipan har skipini eru nógv meiri til fiskiskap, enn tey eru nú Við at lækka skipatalið ber tað til, uttan at økja veiðitrýstið - Men afturfyri skulu so fleiri mans verða við hvørj- um skipi, kanska hálvonnur manning. — Eru skipini fleiri dagar til fiskiskap enn nú, hevði tað borið ul at havt okkurt slag av flótandi útskifting so at summir av manningini fóru íland eftir hvønn túr og aðrir komu umborð Henrik Old sigur, at verða skipini effektivari, fiska tey eisini meir og tí heldur hann ikki, at hýrurnar høvdu lækkað nakað serligt Og harafturat høvdu manningarnar fingið meiri frí enn nú Henrik Old sigur, at tå ið ungarbeiðið verður tikið uppaftur, fer hann at kanna henda møguleikan gjølligri Hann veit, at henda skip- an verdur i åvisan mun brúkt aðrastaðni, so hann heldur, at hon kann eisini brúkast í Føroyum Henrik Old sigur, at sum er kastar flotin ikki nóg nógv av sær til fløgur, og at endurnýggja harin er ikki um at tala Tí er neyðugt at gera okk- urt avgerandi fyri at bóta um raksturin, heldur hann Les eisini síðu 5 Olavsøku TILBOD!!! re —n" Nógv smart k Vælkomin inn gólvið læði Prísir: 198, 298,- - 398, 498,- Allir toppar............... 198,- Ymiskar blusur og niðurdeilar......198,- 298,- Sþálabøðin Í Dr. Jakobsensgøta 2 tif. 15315