Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 1997síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið ” r mo / Á Nr 136 — 19. JULI 1997 KÍ kennir lítið til motstødulidid men teir vita at bitin er stórur Ujpesti hevur nógvar ungar spælarar, og nakrir teirra hava spælt nakrar fáar ferðirnar á landsliðnum A middegi í dag fer KI ferð alagið úr Vágum við nøsini vendari ímóti Ungarn. Kl steðgar í Danmark til mána morgunin. Tað er mest sum vorðin ein tradition, at KÍ á veg til Europa Cup á útivelli Danmark einar tveir dagar, har teir halda til og venja í Haslev. Tað er Jens Hvidemose, sum var venjari hjá KÍ fyrrapartin í áttati árunum, ið er millum- maður og syrgir fyri, at KÍ fær tak yvir høvdid og fær møguleikar at venja á grasi Teir skulu venja í kveld og fyrrapartin í morgin Seinnapartin skal ferðalagið úr Klaksvík í Parkina í Keypmannahavn, har teir fara at hyggja at Liverpool, sum skal spæla ímóti Brøndby. Tað er væl hugs- andi, at teir fara at møta nogvum føroyingum, sum eru niðri í summarfrí. I hvussu so er vita vit, at B36 ferðalagið, sum er á veg heim aftur úr Grikkalandi, verður í Parkini, og tað er einki at ivast i, at nógvir føroyingar, sum eru í summarfrí og eru áhugaðir í fótbólti, nýta hetta høvi at síggja tvey góð europeisk lið, tí hesa ársins tíðina eru møguleikarnir ikki so nógv- ir at síggja fótbólt á høgum stødt niðri á fastlandinum Og um Todi Jónsson ikki er upptikin av at venja ella spæla við FCK í morgin, so átti møguleiki at verið fyri, at fyrrverandi liðfelagarnir hjá honum sóu hann í Park- ini. Todi er Liverpool við- haldsmaður um ein háls, og nú spælir hann í felagnum, sum er argasta mótsteðu- liðið hjá Brøndby í Dan- mark. So eingin ivi er um, hverjum hann tekur á við í morgin! i dvølist i Kundi verid verri Tå lutakastid til Europa Cup 7 DN var í síðstu viku, søgdu vit, at KI var nógv óhepnari, -—” enn GÍ og HB vóru, og tað eru klaksvíkingar ikki 6- samdir við okkum í. Men teir royna at síggja tað frá tí positivu síðuni og halda fyr- i, at hetta kundi verið upp- aftur verri. Tað eru so 6gvu- liga nógv eystureuropeisk lið við í lutakastinum, og tí var sannlíkið fyri einum måtstødulidi úr tí partinum av Europa so stórt. Og tá tað skuldi vera úr Eystur- Tað verður ikki lætt hjá KÍ-spælarunum niðri í Budapest europa, so kundi luturin fallið nógv óhepnari enn á Ungarn. Tað kunnu t.d. teir í HB skriva undir uppá. Teir vóru í fjør niðri við Svarta- havið og spældu ímóti Bat- umi, har fåtækradømid og harvið ótrygdin og stríðið i fyrireikingararbeiðnum var sera stort Tað er torførari at sam- skifta við Ungarn, enn tað hevði verið, um mótstøðu- liðið var úr Vestur- ella Norðureuropa, men tað er lættari, enn í flestu ødrum londum har eysturi. Ungarn er saman við Kekkia og Pól- landi tað av fyrrverandi kommunistisku londunum, sum er komið longst í menningini, og tað gongur við rúkandi ferð Stolta søgu Kl er mest sum á berum, hvat motstødulidnum við- víkur. Kurt Mørkøre, liðfor- maðurin, helt fyri í fyrra- kveldið, at hann hevði ilt við at minnast, hvussu liðið eitur, sum teir skulu spæla ímóti. Og tað er nakað um tað, at ungverskur fótbóltur er ikki serliga kendur her hjá okkum. Tað var tann tíð, tá ungverska landsliðið var mett sum tað besta í heim- inum. Við Puskasi á odda vunnu teir á gllum, men í HM finaluni 1954 taptu teir móti týskarum, og teir kom- u onangtíð longri enn tað, tí eftir at Sovjetsamveldid við teirra fylgissveinum gjørdi innrás í 1956, flýddu nógvir av bestu spælarunum og spældu fyri felag í Vest- ureuropa, t.d. var Puskas ein av teimum bestu á liðnum hjá Real Madrid, sum vann fimm tær fyrstu Europa Cup kappingarnar fyri meistara- lið Stórur biti Ungverksur fótbóltur hevur síðani tá gjørt seg galdandi, bæði tá tað ræður um lands- liðsfótbólt og um umboðan í Europa Cup, men síðani jarntjaldið fall hevur feråsl- an verið stór vestur eftir, og nú darvar tað aftur menn- ingina av felagsfótbóltinum at bestu spælararnir flyta hagar pengarnir eru nógvir. Men eyðkennini fyri fót- bóltin í Ungarn eru tey som- u, sum tey altíð hava verið, og at klaksvíkingar fáa nóg mikið at takast við, er einki at ivast í. Boltførleikin er góður, og tá talan er um yrk- isspælarar, so eru skjótleik- in, kropsstyrkin og orkan ivaleysa stór til føroysk fót- bóltslið. Og so skal lef&æjast afturat, at ungverjar ofta hava havt størri hugflog i at skipa spælið, enn eystureur- opearar annars hava borið orð fyri Mótsteðuliðið hjá KÍ eit- ur Ujpesti, og tað er úr høv- uðsstaðnum Budapest, hað- ant umleið helmingurin av teimum 18 liðunum í bestu deildini eru. Teir endaðu á ðrum plássi í landskapp- ingini, sum varð liðug fyri summarfrítíðina. Nú fyri- reika teir seg til nýggja kapping. Tað vil siga, at teir eru ikki í fullgóðari dystar- venjing, men eingin ivi er um, at teir eru nóg stórur biti hjá KÍ Klaksvíkingar hava fing- ið yvirlit yvir spælararnar hjá måtstødumonnunum Talan er ikki um lið vid ser- liga nógvum royndum Flestu spælararnir eru fødd- ir ímillum 1972 og 1976, og einir seks hava roynt seg á landsliðnum, men eingin hevur spælt meiri enn sjey landsdystir. Liðið hevur tikid lut í Europa Cup fyri meistaralið fyri einum tjúgu árum síð- ' ani. Hesi seinnu árini hava teir onkuntíð verið í hinum báðum europeisku kapping- unum Stutta summarfritid Klaksvikingar hava sama fólkið, sum teir høvdu síðs- tu umførini fyri summar- steðgin. Allan Mørkøre er farin at spæla vid HB, og Rógvi Jacobsen og Mein- hard Joensen, málverji, sum vóru í Danmark og gingu í skúla undan summarfrítíð- int, eru báðir við í ferða- lagnum, sum fer avstað í dag Klaksvíkingar = hevdu heilt stuttan steðg, tá fyrri parturin av landskappingini var liðugur, og nú hava teir vant nógv. Teir hava spælt tveir venjingadystir, og sku- lu vit meta út frá úrslitun- um, so eru teii væl fyri. Fyrst vunnu teir 6-1 ímóti IF, og í fyrrakvøldid vunnu teir á grasvøllinum á Svang- „askarði 4-0 ímóti HB. Hjá KÍ manglaðu Jóannes Jak- obsen (hann var dómari), og Allan Joensen. HB hevur nógv fólk at taka av, og flei ri av festu mønnunum vóru burtur í summarfrí. Allan Mørkøre var við havnar monnunum, meðan einki sást til Kaj Leo Johannesen, Andreas F. Hansen, Jan Dam, Jens Erik Rasmussen og Mikkjal Thomassen Tad er ógvuliga ivasamt, um Allan Joensen fer saman við lidfeløgunum til Ung arn. Hann er staddur í Dan mark í familjuørindum, og tað skiltist úr Klaksvík í gjár, at teir høvdu einki ser ligt mót um at fáa hann við, men teir halda plássinum opnum til hansara, og so fæst at síggja, tá teir eru komnir úl Keypmanna- havnar. Hinir seytjan spæl- ararnir eru Gunnar á Steig, Meinhard Joensen, Jóannes Jakobsen, Jan Andreasen, Símun Waag Høgnesen, Niclas Niclasen, Heðin á Lakjuni, Harley Berthold- sen, Jóhan Lútzen, Kristian Andreasen, Sørin Petersen, Arnold Joensen, Jan Joen- sen, Rógvi Jacobsen, Eyð- un Klakkstein, Olgar Dan- ielsen og Kurt Mørkøre. KI hevur lækna og fysiotera peut við, og í alt telur ferða- lagið umleið 25 Him og sjónvargið Upprunaliga var ætlanin, at dysturin skuldi spælast mik- ukveldið klokkan 19. Men nú hava ungverjarnir heitt á klaksvíkingarnar um at spæla klokkan 17, sum er klokkan 16 føroyska tíð. Orsøkin er, at dysturin skal Jan Joensen er ein av leikarunum hjá KÍ við flest altjóða royndum vísast beinleiðis í sjónvarp mum har niðri, og sjónvarp ið ynskir at dystin klokkan 17 Klaksvíkingar eru laga ligir og eru gingnir við til at framskunda stríðið í tveir tímar, og so er spurningurin, hvussu tað fer at åvirka av ríkið. Tad er givið, at tad hevdi verið svalligari at spælt klokkan 19, enn tað verður at spæla klokkan 17, men hitin har niðri hevur í hesi vikum! ikki verið á leið so nógvur, sum hann var, tá KI í fyrraárið spældi í Haifa í Ísrael. Tá vóru tað 35 hita stig. Mitt í hesi vikuni vóru á middegi 22 hitastig í Bud- apest, longri út á dagin eigur tað at hava verið nøkur fá hitastig meiri, og tað er iva- leyst hjá føroyingum at stríðast móti góðum mót- stóðuliði í Maðurin, sum skal syrgja fyri, at alt gongur fyri seg sambært nýggju fótbólts- reglarnar, er úr San Marino Eygleiðarin er úr Bulgaria jh visa a