leygardagur 19. juli 1997síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 136 — 19. JULI 1997
tíðindablaðið
=> i
17
gamla býarpartin. Bilstjóri
Franz Ferdinands kendi ikki
byin og fylgdi aftaná. "Ikki
henda vegin, tín byttlingur”,
rópti Potiorek generalur
Bilstjórin = stóðgaði, og
bakkaði við bit og slit út
aftur á høvudsgøtuna. Hetta
var hornið, har Princip sat
og drakk kaffi. Hann hoyrdi
larmin av bilinum, og hugdi
tí út. Har sá hann m.a. Franz
Ferdinand í bilinum, ið var
steðgaður uttanfyri kafé'
ina
Princip tók skotvápnið,
leyp út á getuna, uppá trin
brettið og skeyt høvuds-
hertogan í hálsin. Síðani
rætti hann skotvápnið ímóti
Potiorek, í somu løtu reist-
ist Suffía fyri at verja mann
in og onkur royndi aftanfyri
at taka Princip í armin
Skotið rakti tí ikki málið,
men Suffíu í magan. Hon
doyði beinanvegin. “Suffía,
tú mást ikki doyggja! Tak
tær av børnunum!" eymkaði
Franz Ferdinand, síðani
doyði hann
Nakrir løgreglumenn
tóku Princip. Hann svelgdi
eiturhylkið, men tað var ov
veikt. Hann fekk "einans"
ringa magapínu. Saman-
svørjingin var skjótt avdúk -
að og hinir í harkaliðnum
vóru tiknir. Ein bleikur ung-
lingi, ein 19 ára gamal
drongur, viknadur av tu-
berklum, hevdi myrt eyst-
urríska høvvudshertogan
Ein neisti var tveittur i krút-
tunnuna. I Sarajevo tók tað
lætt við; hvussu spreingi
kvamt tað var, visti eingin í
Evropa.
“Reaktión" keisarans
Boðini um morðini komu
skjótt til Franz Joseph í
Wien. Hann hugsaði djúpt
og tagdi. Tá ið hann at enda
segði nakað, var tað at
syrgiliga hendingin kundi
ikki síggjast ødrvisi enn, at
hetta var revsing guðs
Morðini foraðu at dálkaða
blóð kom á keisarligu trún-
una. Hjúnarlagið var óum-
hugsað, og ringt fyri vøru-
merki hjá eysturrísku
trúnuni. Keisarin noktaði at
jarða tey, so sum tey eftir
stættini áttu at verða. Kist-
urnar vórðu settar í kapellið
í góðsinum hjá hevuðs-
hertoganum. Kista Suffíu
var einans prýdd við tveim-
um hvítum handskum.
Hetta var súmbol á hennar
lítillátna stætt sum hovkona.
Frá rættarsakini mótvegis drápsmonnunum og teirra samansvornu. Á fremstu réð sæst
frá vinstru chabronovitch, Grabezh og Princip, ið allir vóru undir 20 ár og fingu tí -
einans harðastu revsing, ungdómsbrotsmenn kundu fáa, nevniliga inn at sita í 20 ár. Á
fremstu brik síggjast eisini Hitch og Jovanovitch, ið vórðu dømdir til deyða og hongdir
Politiska
stødan í Evropa
Drápið á Franz Ferdinand
var einans ein lítil tilburður
í evropeiskum politikki. Ein
brotsgerð, ið kundi verið
avgjørd í vidurskiftunum
millum Eysturriki og Ser-
bia. Eingin í Evropa hugs-
aði, at morið útloysti stór-
kríggj. Í tríati ár hevði tos
verið um kriggj og nú harn-
aði talan. I 1914 litu stats-
mennirnir á, at åstødin um
útlit til kriggj var orsøk, ið
ræddi øll frå at taka fyrsta
stigið. Kriggj var vanda
mikið. Fridurin var uppi-
hildin við hóttanum; jú
valdsmiklar: = hóttanirnar
vóru, tess betri møguleiki
fyri at varveita friðin. Ein
sonevnd terrorjavnvåg var
uppihildin vid, at lond fóru
í samgongu við hvert ann-
að. Týskland og Eysturríki
stóðu hverjum ødrum nær,
mótvegis Russlandi. Vanligi
fíggindi Týsklands, Frak-
land, var í samgongu við
Russland. Á pappirinum
studladi England Fraklandi,
um Tyskland herjadi å. Men
England var heldur ivasamt.
Tíanverri fyri fridin hevdi
Sir Edvard Grey latið vera
við at gera landsins stóðu
heilt greiða. Hansara drål,
við at binda England, freist-
aði Týsklandið at eggja
Eysturríki at fáa tamarhald
á øllum Serbia. Hending-
arnar mentu seg skjótt og
statsmennirnir vóru ikki
heilt tilreiðar.
Serbia
Í byrjanini fóru eysturrík-
arnir hóvliga fram. Uttan-
ríkismálaráðharrin Berctold
setti eina kanning í verk,
fyri at fáa vissu um serbiska
stjórnin ella embætismenn-
irnir vístu um samansverj-
ingina. Tá hann tvær vikur
seinni spurdi seg fyri í Ser-
bia um, hver tók sær av at
fáa greiðu á samansvørjing-
ini, og hvat fyrihald serbar
høvdu, svaraðu serbar
fólkaligt, at teirra løgregla
enn einki gjørdi við málið
Eysturríkara gjørdust í ødini
av svarinum. Stjórnin ráð
førdi seg so við Tyskland
Tyski keisarin sendi tå hin
kenda óskrivaða - kekkin,
lyftið um týskan stuðul
Kekkin, ið týskara mettu
Eysturríki ikki fóru at út-
loysa
Við týskinum aftanfyri
seg, setti Eysturríki Serbía
kravboð til 23. juli. Hetta
var i 10 brotum, harav kundi
tað eina ikki takast við hjá
serbum, nevniliga kravboð-
ið um eysturríska løgreglu-
kanning á serbiskari grund
Forsætisráðharrin Pasich
hevði besta hugin at geva
seg yvir fyri krøvunum,
hann kendi seg ikki tryggan
við russiska studlinum, og
visti at serbiski herurin
einki fekk gjørt mótvegis
eysturríska-ungarska heri-
num. Tó hendi tað, at Pasich
fekk lyfti um russiska hjálp
Hugburður serba var knapp-
liga fastur og avgjørdur
Fimm minuttir áðrenn
freistin var úti, sendi Serbia
Eysturríkið aftursvarið. 9 av
punktunum kundu góðtak-
Drápsmaðurin Gabriel Princip varð beinanvegin tíkin av løgregluni og nøkrum
hermønnum
ast, men ådurnevnda um
løgreglukanningina var ikki
talingur um. Innan hálvan
tíma var eysturríski sendi
harrin á veg til Wien
1.
3 dagar seinni, 28. juli, lýsti
Eysturríki seg at verða í
kríggi móti Serbia. Fløktu
hernaðarsamgongurnar fóru
beinanvegin at virka. Russ-
ar kallaðu menn til vápna
fyri at hjálpa suðurslavun-
um. Frakland stóð aftanfyri
Russland. 31. juli fór Týsk-
land inn i Frakland, 3 dagar
seinni inn í Belgia. England
sendi nú Týsklandi krigs-
boð, vísandi á eitt skjal, ið
segði Belgía verða uttan-
veltað. Efturljóðið av skoti
Princip varð nú doyvt av
torudunandi kanónum, og
áðrenn tað tagdi vóru okkurt
um 20 millj. vorðin offur
fyri krigsgerdum. Utsøgnin
hjá spákonuni var nú gingið
ut
Lagnan hjá
samansverjarunum
Fá heftu seg við lagnuna hjá
samansvørjarunum, tå ið
Evropa stóð í ljósum loga
25 persónar, teir veruligu
samansverjarirnir og teirra
viðvitandi vóru sett fyri
eysturrískan dómstól í Sara-
jevo. 9 vóru leyslatin, av
hinum 16, ið vóru sagdir
sekir, blivu studentarnir
Chabronovitch, Grabezh og
Princip vegna ungan aldur,
einans dømdir 20 ára fongs-
ulsrevsing, 10 fingu ymisk-
ar fongsulsrevsingar, meðan
3 leiðara vóru hongdir. Cha-
bronovitch doyði í 1916,
Grabezh og Princip í 1918
Obersturin Dragutin
Dimitrijevitvh, ”apis” var
leysur og livdi inntil 1917
Tå fekk Pasich høvi at
hevna hann. Obersturin var
sagdur at verða samsekur í
at tilrættisleggja morðið á
krúnprinsin. Apis var, sam-
an við nókrum øðrum offi
serum, skotin. Veldið hjá Ti
Svørtu Hondini var brotið,
men hevði innan fullfíggjað
uppgávuna. Við at stuðla
morðinum á Franz Ferdi-
nand, hevði felagsskapurin
tveitt Evropa út í stórkríggj,
ið einans serbar fingu fyri-
mun av, við at tjóðarlýð-
veldið suðurslava, Jogu-
slavia, var sett á stovn
Sonja Jógvansdóttir
Kelda: Dramatiske begi
venheder í vort árhundrede
LANDBÚNA
Fåast við bæði gummi- 8 stål-
beltum, sum kunnu skiftast
DARAMBOD
MINIGRAVARAR
frå 800 kg til 5 tons
eftir 10 minuttum
HOBA HI2A HISA H22A — H29A — H35A HAGA
1330
1600 2020
Breiddmm. — 700-900 1000
1000
1470 2330 — 3000 20 — 4550 |
2180 2400
1380
2700 3000 3585
1520 1520 — 1850 |
Mest seldi minigravari i Føroyum. Eisini hava vit nakrar
TIELBURGER sláimaskinur, ið verða seldar sera bíliga.
Hava eisini viðfestisvognar, hydr. hamrar o m.a
Ring og fá eitt maskinprát | Hjálpa eisini |
EA við fígging =
0.K. HEILSØ
Skyldmanninum,
Súna hjá Sámal Petur
á Viðareiði
til minnis
Inn um Himnagrind fór ein sangglaður fuglfirðingur
og var boðin innar - til borðs
saman við Abrahami, Ísaki
So heiðurskent, so dýrdarfult
er á himnastrætum,
har lýsa dagræðisperur
á mongum lyktapelum.
Harmonikutónleikur ljómar
í húsi Ábrahams, Ísaks og Jåkups,
tí Súni hevur ítað av
og setstur til borðs-
ein góðan dag í maí
og spælir log
við gleði og gleim'
saman við heiðursfólki í gomlu pakt,
sum sláa takt,
við skeiðum, knívum og gaflum,
tí Súni spælir ein góðan vals
í tríðeildari takt
heima í himnahøllum
Skyldmaður - vinarmaður
sov tú trygt um Heygar
Vit vaka yvir tær
og syngja i huga.
Bodar tú til allar tjóðir,
meðan himnasólir
roda um Eysturskarð
f sidstu takt
eftir drúgva nåttarvakt
Um bláan fjørð
fór rípuljós
sína himnakós
á hesi foldarjørd.
Ver tú tryggur,
tú vart dyggur.
harmonikumadur,
tå ert sælur
430 Hvalvik
Tlf. 22 394
og Jåkupi.