leygardagur 19. juli 1997síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 136 — 19. JULI 1997
Samleiki
Songbók Føroya Fólks man
í huganum hjá mongum
vera føroyska songbókin
burturav. Fyrst av øllum
standa jú fosturlandssang-
irnir í henni. Teir sangirnir,
sum vit syngja á ólavseku,
á veitslum og við øll møgu-
lig onnur hevi. Hvussu
mangar veitslur burtur og
heima leggja ikki fyri við
»Vælkomnir føroyingar her
í vásis, og hvussu ofta
munnu > politikarar og
stevnurødarar ikki leita til
Føroya Fólks, tá ið serlig
fynd skal leggjast í eina
rødu við einum góðum si-
tati?
LA er nógv uppi í tíðini at
tosa um samleika, um teir
eginleikar, sum eyðkenna
tilvitan okkara um okkum
sjálv. Vit kunnu siga, at í
Songbók Føroya Fólks er
tjóðskaparligi = samleikin
savnaður. Í sangunum hjá
Jóannesi Paturssyni, Hans
Andriasi Djurhuus, Mikkj-
ali á Ryggi, Frændum, Kára
P. og mongum ødrum finna
vit lýsingar av, hvat tað
merkir at vera føroyingur
Tað er alt frá gomlum dygd-
um sum at vera >mergjað-
ur« og til nútímans dygðir
sum >bara tú riggar<
Syngjandi kenna vit okkum
sum eitt bæði við tjaldurs-
ungan, sum lagnan hin
harða beyð »at hann úr
Føroya fjøru skuldi fara«,
við >firvaldin í góðum lag«,
við »tey, sum í fjøru foru«
og við tær, sum >stúra, tí at
leiðin tykist long«. Vit
syngja stolt um grinda-
rakstur, hoygging og landið,
seg bar við mær inn um
skúlagátt<. Astarsangirnir
og arbeiðssangirnir tvinna
ofta saman trúskap og ar-
beiðssemi samstundis sum
greiðar ábendingar um
traditionellar ímyndir um
konufólk og mannfólk eru
at finna í teimum. Sangir-
nir seta fram fyri okkum
hugmyndir um landafrødi-
liga stødi okkara, um ar-
beiðssemi, kyn og trúgv.
Allar hesar hugmyndirnar
um okkum sjálv og okkara
tjóðskaparligu eginleikar
standa ikki í stað, og tí er
neyðugt at dagføra song-
bókina um teir. Henda dag-
føringin byrjaði einaferð í
1980' unum. Men tað er ikki
bara tí at:slíkt arbeiði tekur
tíð, at útgávudagurin nú-
staðni er í dag, kreppan
tarnaði henni eisini.
Fyrsta føroyska songbókin
var Føriskar vysur, sum
kom út í Keypmannahavn í
tíðindablaðið
=) Sjá
V rr
frå at vera
mergjaður til at rigga
Hvat hevur Songbók Føroya fólks at týða fyri okkum fóroyingar? Henda
spurning nam Malan Marnersdóttir við á móttókuni á Fróðskaparsetrinum
hósdagin, sama dag, sum nýggja útgávan av sangbókini kom út. Malan
Marnersdóttir greiddi eisini í stuttum frå søguni hjá sangbókini, síðani hon
kom út á fyrsta sinni í 1913
Malan Marnersdóttir við nýggju útgávuni av Songbók
Føroya Fólks, sum kom út hósdagin. H. N. Jacobsens
Bókahandil hevur givið út, og Torben Johannesen hevur
lagt til rættis
1892. Í henni standa sangir,
sum studentarnir høvdu yrkt
til føstulåvintsveitslurnar á
Garði í Keypmannahavn
síðan 1876. Longu í 1899
kom ein nýggj songbók við
Songum og sálmum. Ur hes-
um báðum songbókum reis
Songbók Føroya Følks, sum
kom út á fyrsta sinni í 1913
Tá gav eitt bókmentafelag,
Hitt føroyska bókmentafe-
lagið, bókina út, og tað vóru
Kristin í Geil og Rasmus
Rasmussen, sum greiddu
hana til prentingar.
Við hesi útgávu er tað
aðru ferð songbókin hevur
verið endurskoðað og
broytt. Fyrru ferð var fjórða
útgávan í 1950, tá Rikard
Long endurskoðaði hana.
Henda nýggja endurskoð-
aða Songbók Føroya Fólks
er ikki nøkur uppgerð við
undanfarnu útgávurnar av
songbókini, tverturímóti.
Allir teir gomlu, kendu
sangirnir standa framvegis
í Føroya Fólks. Afturat eru
komnir 148 nýggir sangir,
og tilsamans eru nú 521
sangir í bókini.
Nýtt í hesi útgávu
Sangirnir hava altíð verið
skipaðir í bólkar, og nakrir
nýggir sangbólkar eru
komnir afturat, eitt nú býar-
.
og bygdasangir, Barnasang-
ir og Tættir og visur. Anda-
ligir sangir og Mannalívið
eru bólkar, sum fyrr hava
verið í Songbók Føroya
Følks, og sum nú eru afturi-
afturkomnir
Tann nýggja Føroya
Fólks er sett eitt sindur ødr-
vísi upp enn tann undan-
farna fyri at fáa allar sang-
irnar at rúmast uttan at
bókin gjørdist alt ov tjúkk
Størsta broytingin í mun
til undanfaru útgávurnar er,
at til allar sangirnar eru upp-
lýsingar um høvundin og í
flest øllum fórum um sang-
in, nær hann er yrktur, hvar
hann var prentaður fyrstu
ferð og harafturat eru frá-
greiðingar um orð, sum ikki
eru so vanlig í gerandis-
málinum. Viðmerkingar, úr-
valið av nýggjum sangum
og nýflokkingina av sang-
unum, alt hetta stóra rit-
stjórnararbeiðið hevur
Thorben Johannesen lagt úr
hondum — í summum viður-
skiftum hevur hann leitað
sær hjálp hjá Hanusi
Andreassen.
Hóast eingir nótar ella
besifringar eru í Feroya
Fólks, so eru upplysingar-
nar um leg fleiri enn fyrr,
og tær eru fingnar til vega
gjøgnum samstarv millum
Thorben Johannesen og
Zacharias Sørensen, sum
hevur savnað løgini til eina
lagabók, sum vónandi fer at
koma út — á øðrum forlagi
— áðrenn ov langt líður aft-
urat
Songfrei
Níggju ferðir er henda bók
komin út hesi 84 árini síð
ani hon fyrstu ferð var at
fáa. Hesi árimi er eisini ein
ørgrynna av ødrum song
bókum komin, sum er ætl-
aðar ávísum áhugabólkum
og aldursbólkum — fráhalds
sangbøkur, missiónssang
bøkur, skóta-, skúla- og
barnasangbøkur og so ikki
at gloyma Grøna songbók
Seta vit allar hesar song-
bøkur undir liðina á Song-
bók Ferova Fólks, har
sangir eru til all høvi, so
man tað ikki vera ov nógv
gjørt av at siga, at hetta
sangbókatalið ger okkum til
eitt syngjandi fólk. Føroya
Fólks er ein songbók, sum
øll — uttan mun til politiska
sannføring — hava kunnað
tíkið undir við. Og tað er
verri enn so allastaðni tey
hava eina sum Feroya
Fólks. Danir hava sína »høj-
skolesangbog< og grøn
lendingar hava eina tjóðar
songbók, men annars hava
mær kunnugt hini granna-
londini hjá okkum íkki á
sama hátt eina tjóðarsong-
bók. Eg haldi, at eg uttan at
gera av kann siga, at vit
hava varðveitt háskúlaarvin
hvat songi viðvíkur betur
enn danir sjálvir, sum >upp-
funnu« háskúlan og felags-
sangin. Nú um knappar tvær
vikur fara vit at standa og
lurta eftir kórsangi á Ting-
húsvellinum og sjálv at
stana og syngja har ólav-
søkukvøld. Tá fer nýggja
Songbók Føroya Fólks at
vera hent at hava við. Sang-
ur og songfrøi eru í okkara
tíð ein týðandi partur í tjóð-
arsamleikanum her á landi.
Frá aðru ferð Songbók
Føroya Fólks kom út í
1920, hevur H. N. Jacob-
sens Bókhandil verið útgev-
ari og soleiðis er eisini hesa
ferð. Alt arbeiðið við bók-
ini er gjørt í Føroyum,
Dimmalætting hevur gjørt
satsin og prentað hana av
eins listum. Helge Justin-
ussen hevur bundið hana
inn á snotuligan hátt, og hon
kostar 135 kr. »Gamli bóka-
handil« takkar hjartaliga
øllum, sum hava verid vid
til at fáa songbókina í lag
og ynskir øllum eina góða
Olavsøku.
vegna H. N. Jacobsens
Bókhandil
Malan Marnersdóttir
Nýtt skreythefti
um Dunnald Dunnu
So er fimtanda skreythefti um Dunnald Dunnu
& tey í kioskum og bókabúðum um alt landið!
15. hefti í rødini av Carl
Barks-søgum er útkom-
ið. Pauli Nielsen týðir
søgurnar úr amerikansk-
um
Sum vant eru fimm,
klassískar 10-síðu søgur
í heftinum. Í teirri fyrstu,
Tryggingartrupulleikar,
hevur Dunnaldur enn
einaferð fingið nýtt starv
Og longu dagin eftir er
hann í dýrastu neyð, fyrst
tí hann onga trygging
hevur teknað, og síðan tí
hann teknar størstu van-
lukkutrygging, ið nakr-
antíð er eld. Trupulleikin
er bara, at tann tryggjaði
er Gríkur McGvagg, og
hann teknar onga trygg-
ing, um hann ikki vænt-
ar sær nakað burturúr.
Várliljurnar bjóða
av eitur onnur søgan
Gentuskótarnir Várlilj-
urnar eru so nasadjarvar,
at tær bjóða úlvungunum
av at byggja brúgv. Hetta
átti ikki at verið nakað
fyri hjá úlvungunum,
men uppgávan gerst 6-
væntað torfør, tí Dunn-
aldur blandar seg upp í
og heldur, at hann eigur
at hjálpa systursynunum !
> Tú eigur at lurta eftir
tí, sum stjórnuspámenn
siga<, kundi verið læran
í triðju søguni, Tann 6-
vanligi tarvurin. Dunn-
aldur fer á framsýning í
oksakerru við tarvinum
hjá Dunnommuni fyri.
Reyði, tarvurin, er keli-
vætti hjá ommuni, frið-
arligur sum fáur, og
omman heldur hann vera
litblindan. Í hvussu so er
øsir hann seg ikki upp av
at síggja reytt. Men ikki
er gott at vita, hvussu
heimurin sær út í eygun-
um hjá litblindum tarvi
Snúðri Bikshani er
uppi í leikinum í fjórðu
søguni, Budingsbyrsan.
Hugskotini hjá honum
eru sum oftast frálík,
men úrslitini er tíverri
mangan so sum so. Men
hin altíð fúsi Dunnaldur
vil fegin royna budings-
byrsuna, ið blindar veiði-
dýrið, so veiðimaðurin
skal sleppa at binda tað
niður. Trupulleikin er
bara, at fyrst mást tú raka
dýrið.
Tríggjar Ó-dunnur er
fimta søgan. Tað eru
Dinni, Danni og Dunni,
ið eru samdir um, at tað
er skaðiligt at vaska sær,
tí skittur er góður fyri
fólk. Hann heldur teir
heitar og taðar heilan
niður gjøgnum hårrøtur-
nar. Teir skulu vera O-
dunnur: ógreiddar, ótriv-
aligar og óvaskaðar. Men
jólini eru í hondum, og
Dunnaldur er ikki samd-
ur við ó-dunnurnar um
alt tað góða við skittin-
um.
Sum vant er forvitnis-
lig grein um Carl Barks
í heftinum: Blekktekn-
ingar og ljóðferi, sum
Geoffrey Blum hevur
stjórnað.
15. skreythefti Carl
Barks savnid, Walt
Disney teknisøgur í lit-
um er 56 síður í litum
og kostar kr. 54. Pf.
Gramar stóð fyri prent-
gerðini.