týsdagur 11. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 214 - 11. november 2003
Nr. 214 - 11. november 2003
5
Úti regnar og kaldi
vindurin ýlur, sum
var hann vilstur av
kós. Nú er heystið
farið aftur um bak og
veturin nærkast við
stórum fetum.
Hetta er eisini tíðin tá
ið næmingar í fólka-
skúlanum royna seg á
arbeiðsmarknaðinum
STARVSVENJING
Annika S. Biskopstø
Starvsnæmingur
Solsialurin hevur gjørt av at
hitta Elisu Waag skúlaveg-
leiðara í Klaksvík, sum í
løtuni hevur 52 næmingar í
starvsvenjing kring landið.
Klokkan var farið av 5 og
myrkrið var komið oman av
Kjølinum tá eg stóð uttan
fyri húsini hjá Elisu. Tað er
aftaná arbeiðstíð, men tað
bilar ikki hjá Sosialinum og
hjá hesum lærara, sum dag-
liga starvast í Skúlanum á
Ziskatrøð. Eg verði bjóðað
inn í eina hugnaliga stovu
og Elisa svarar mær so-
leiðis:
- Eg haldi at tað er stór
vælvild frá arbeiðsplássun-
um at tey vilja taka ímóti
starvsnæmingum. Tað kann
krevja nógva tíð og orku og
sjálvandi er tað eisini ein
ábyrgd sum fylgir við. Ofta
er tað soleiðis, at næming-
urin noyðist at hava ein
vaksnan at leiðbeina seg í
arbeiðinum og at taka sær
av einum teir fyrstu dagar-
nar. Tað eru ikki øll ar-
beiðspláss sum hava møgu-
leika til hetta, sigur Elisa
Waag og leggur afturat.
- Hinvegin skulu vit
minnast til, at arbeiðspláss-
ini seinni kunnu fáa brúk
fyri hesi arbeiðsmegini.
Tískil er tað umráðandi at
vinnulívið og fólkaskúlin
samstarva á hendan hátt.
- Er tað ringt at finna
arbeiðspláss til næmingar
sum skulu í starvsvenjing?
- Ja, tað kann vera ringt.
Tað er soleiðis at hvør
næmingur hevur møguleika
at velja trý starvsøkir ella
arbeiðspláss. Og tað kemur
meiri enn so fyri, at onki av
valdu
arbeiðsplássum
kunnu
taka
næmingar.
Eisini hendir tað seg, at
fleiri næmingar ynskja
sama stað. Tá verða vit
noydd at taka lut um hvør
skal hvar.
- Velja gentir og dreingir
ymiskt?
- Tað vil so vera, hóast
undantøk eru. Gentir velja
vanliga frisørstovur, barna-
garð, handlar og meira
fittlig arbeiðspláss. Dreing-
irnir fara ofta á bilverkstøð,
til skips, á heilsølur, í
smiðjur, royna telduverð-
ina og annað tøkniligt ar-
beiði.
– Hvat krevja arbeiðs-
plássini av næmingunum?
– Tey seta ikki beinleiðis
krøv. Men nógvastaðni eru
stór trygdar- og heilsukrøv
og onnur fyrilit sum skulu
takast. Tískil er tað eisini
gott at skúlin veitir neyð-
ugar tryggingar.
– Hvat heldur tú at næm-
ingar læra við at fara tvær
vikur í starvsvenjing?
– Fyrst og fremst haldi
eg, at hvør næmingur fær
ein lítlan smakk av hvat tað
er at skula upp til arbeiðis.
Og við at tosa sínamillum
læra næmingarnir eisini, at
arbeiðspláss eru ymisk og
at tvær vikur í starvsvenj-
ing kunnu vera gevandi á
ymsan hátt.
– Um tú vart prakti-
kantur. Hvar hevði tú so
farið?
– Okkurt kreativt, haldi
eg. Pav ella Sirri. Møguliga
í ein blómuhandil, endar
Elisa Waag við einum
smíli.
Dreingir og gentur í starvsvenjing:
Tíma ikki tað sama
Maria Brim, á Klaksvíkar
Bókasavnið
Eg slapp á tað arbeiðs-
plássið sum eg ynskti.
Arbeiðið er spennandi,
men samstundis eitt sindur
torført og strævið.
Tað er nógv at gera og at
halda skil á. Ikki minst við
øllum skrásetingum av
bókum. Ein skal duga væl á
telduni.
Sjálv havi eg arbeitt við
jólabókum. Annars er tað
helst soleiðis, at arbeiðið á
bókasavninunum ikki virk-
ar so krevjandi, men tað er
tað.
Maria heldur annars at
eitt gott arbeiði, er eitt stað
har tú fært góða løn.
Rasmus Jacobsen, bil og
dekkverkstaðið hjá John
Heinesen
Eg slapp á tað arbeiðs-
plássi eg hevði ovast á
listanum. Eg haldi at
arbeiðsdagurin er góður.
Ikki minst tí, at man
sleppur at vera uppí
øllum.
Hesa tíðina eru tað
nógv dekk sum skulu
skiftast, eisini skulu bilar
hava nýggja olju sigur
Rasmus,
sum
eisini
hevur arbeitt við skutar-
um.
Eg kundi seinni í
lívinum gott hugsað mær
at verið bilmekanikari.
Annars er ein annar
møguleiki eisini at fara
til skips.
Jancy Poulsen, Mylnuhúsið
Mær dámar væl at arbeiða á
hesum stovninum, sum
hevur børn ið eru undir
skúlaaldur. Og tað sást
beinanvegin at Jancy er væl
umtókt í barnagarðinum.
Børnini flokkaðust um
hana og starvnæmingurin
hevði úr at gera.
- Eg haldi virkuliga at tað
krevst gott tol at arbeiða
við børnum í hesum ald-
ursbólkið. Vit spæla ymisk
spøl og børnini fáa ongan-
tíð nokk.
Hanni Niclasen, Pomek
Eg
havi
áhugað
fyri
maskinum, so eg trívist væl
í hesum ganginum. Sum
starvsnæmingur sleppi eg
ikki at gera alt sum mær
lystir, men eg havi gjørt
stokkar til stampar, eisini
havi eg sveisað eitt sindur.
Mær dámar best arbeiði á
landið og tað bilar onki um
ein sleppur at arbeiða í
yvirtíð, sigur Hanni av-
gjørdur á málið.
Elsa Maria Andreasen og
Berit Mohr,
Blómuhandilin Flora
Vit sloppu har vit ynsktu.
Báðar hava áhugað fyri
handaligum arbeiði, so
tað kom okkum væl við.
Vit hava gørt forlornar
urtapottar, gravpynt, prís-
að, støvsúgvað og ymiskt
annað, ið hoyir við til
arbeiðsdagin í einum
blómuhandli. Um hesa
tíðina byrja handlarnir
eisini so at smátt at pynta
til jóla og tað hava vit
báðar Berit og Elsa
Maria eisini tikið lut í.
–Tað er umráðandi at skúlin og vinnulívið samstarva um at
fáa ungfólk í starvsvenjing. Hetta kemur í seinasta enda øllum
samfelagnum til góðar.
Løgmaður fer ikki at
taka málið um
uppsagda fulltrúan í
Fiskimálaráðnum
upp fyribils. Hann
hevur fult álit á, at
Fiskimálaráðið hevur
hildið seg til
reglurnar, tí tað hevur
verið í samband við
lønardeildina, sum
hevur starvsfólkamál
um hendi
UPPSØGN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
– Eg haldi ikki, at talan er
um brot á nakrar rættarregl-
ur og starvsfólkapolitikk,
sigur Anfinn Kallsberg,
løgmaður.
Sostatt gongur hann beint
ímóti mótmælunum frá Bú-
skapar- og løgfrøðingafel-
agnum,
Starvsmannafel-
agnum, Magistarafelagnum
og Verkfrøðingafelagnum,
sum harðliga hava átalað
mannagongdina, nú ein
fulltrúi er uppsagdur í
Fiskimálaráðnum.
– Eg havi sjálvandi kekk-
að málið, nú tað kom fram,
og eg síggi onga orsøk til at
fara inn í málið, tí lands-
stýrismaðurin hevur brúkt
almenna uppsagnarpolit-
ikkin. Eg dugi ikki at síggja
nøkur brot, sigur Anfinn
Kallsberg, sum kortini við-
gongur, at hann ikki hevur
sæð hoyringsskrivið.
Hann fær ikki hildið seg
til mótmælið frá fakfeløg-
unum, tí tey eru ikki ítøki-
lig, men hann vísir á, at
uppsøgnin er gjørd í sam-
ráð við lønardeildina, sum
situr við starvsfólkamálum,
og tí hevur hann fult álit á,
at alt er farið fram sambært
lógum og reglum.
Fakfeløgini geva ábend-
ingar um, at fulltrúin er
gjørdur til syndabukk, tí
Fiskimálaráðið er átalað av
løgtingsins umboðsmanni.
Løgmaður sigur, at hann
ikki vil gera viðmerkingar
til persónsmál, men vísir á,
at uppsøgnin er grundað á
niðurstøðuna hjá løgtings-
ins umboðsmanni.
Løgmaður vísir málið frá sær
Umboðs-
maðurin
feldi
fulltrúan
Niðurstøðan hjá
umboðsmann-
inum er einasta
grundin til, at ein
fulltrúi varð sagd-
ur úr starvi í Fiski-
málaráðnum. So-
statt eru leysasøg-
urnar um, at tað
eisini eru persón-
lig viðurskifti, ið
gera seg galdandi,
gjørd til skammar
UPPSØGN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tað er eina og aleina
niðurstøðan hjá Løg-
tingsins umboðsmanni,
ið liggur til grund fyri,
at ein fulltrúi er upp-
sagdur í Fiskimálaráðn-
um.
Tað gongur fram av
brævi, sum Jacob Vest-
ergaard,
landsstýris-
maður við fiskivinnu-
málum, tann 31. okto-
ber sendi Kaj P. Mor-
tensen,
aðalstjóra
í
Fiskimálaráðnum.
Sosialurin hevur fingið
innlit í brævið.
Víst verður til niður-
støðuna hjá Umboðs-
manninum, sum gav
Fiskimálaráðnum eina
átalu fyri, at álvarsligt
brot varð framt á lóg-
gávuna, tá ein blað-
maður søkti um alment
innlit.
Í brævinum til aðal-
stjóran sigur Jacob Ves-
tergaard, at hann metir
niðurstøðuna at vera
»sera álvarsliga«, og
kann hann tí »als ikki
góðtaka handfaringina
av hesum máli«. Hann
sigur seg »hava mist
álit á saksviðgerðan«,
sum tí ikki eigur at
halda fram í starvi hjá
Fiskimálaráðnum
og
»eigur hetta at vera
honum
gjørt
greitt
beinanvegin«.
Sostatt er púra greitt,
at tað er niðurstøðan
hjá Umboðsmanninum,
sum er atvoldin til, at
fulltrúin er uppsagdur.
Tað hevur verið róð
framundir, at tað eisini
eru persónlig viður-
skifti, sum liggja til
grund, men sambært
hesum brævinum, har
ordrin til uppsøgnina
verður givin, er tað
ítøkiliga málið, sum var
nóg mikið, til at full-
trúin varð uppsagdur.
Tað heldur Búskapar-
og løgfrøðingafelagið
verða í so hart.
Uppsøgnin av fulltrú-
anum í Fiskimála-
ráðnum kann gerast
ein trupulleiki hjá
landsstýrismann-
inum við fiskivinnu-
málum. Fakfeløg siga,
at rættarreglur og
sáttmáli eru brotin,
og ein landsstýris-
maður hevur áður
rokið fyri minni. Enn
hevur fulltrúin
kortini ikki gjørt av,
um hann ger meira
við málið, og uttan
hann fara fakfeløgini
ikki víðari
UPPSØGN
Ingi Rasmussen
Øll tosa um fulltrúan. Men
fulltrúin tosar ikki við nak-
ran.
Í løtuni verður bíðað
eftir, hvat uppsagdi full-
trúin á Fiskimálaráðnum
ætlar sær at gera. Hann
hevur fingið at vita, at hann
verður uppsagdur, tí Løg-
tingsins umboðsmaður hev-
ur átalað viðurskifti á Fiski-
málaráðnum. Hann um-
hugsar støðuna, og tí er enn
ikki greitt, um talan verður
um eitt mál, ið verður reist
ímóti Fiskimálaráðnum.
Ábendingar eru um, at
farið er lætt um fleiri reglur
og mannagongdir, tá hann
varð sagdur úr starvi. Tað
siga í øllum førum fýra
fakfeløg, sum hava sett seg
inn í málið. Grov brot eru
framd á galdandi rættar-
reglur, sáttmála og almenna
uppsagnarpolitikkin, siga
fakfeløgini, sum meta hesi
brotini vera nógv grovari
enn málið, ið førdi til átal-
una frá løgtingsins um-
boðsmanni.
Tað eru álvarsligar ákær-
ur, sum kunnu fáa fylgjur
fyri landsstýrismannin, ið
segði fulltrúan úr starvi, um
tær eru rættar.
Eitt álvarsmál
Ein landsstýrismaður er
áður uppsagdur av løg-
manni, tí hann breyt al-
menna starvsfólkapoltikk-
inum. Annlis Bjarkhamar
mátti fara frá sum lands-
stýriskvinna við mentamál-
um, tí ivi var um, hvørt hon
hevði fylgt landsins starvs-
fólkapolitikki. Tað málið er
til viðgerðar hjá løgtingsins
umboðsmanni, so enn er
ikki greiða fingin á, um
hon gjørdi nakað galið.
Niels Winther, formaður
í Búskapar- og løgfrøðinga-
felagnum, veit væl, at
starvsfólkamál áður hava
fingið avleiðingar, tí starvs-
fólkapolitikkurin
hevur
livið í klemmu, men hann
heldur hetta málið vera
uppaftur álvarsligari.
– Starvsfólkapolitikkurin
er bara ein vegleiðing. Í
hesum føri er talan um brot
á galdandi rættarreglur og
sáttmála, og tað er meira
álvarsligt, enn tá starvs-
fólkapolitikkurin er brotin.
Eg fái ikki sagt so nógv um
málið enn, tí fulltrúin hevur
ikki gjørt av, hvat hann vil,
men vit hava kortini valt at
gjørt vart við okkum, tí so
nógv prinsipp eru brotin,
sigur Niels Winther.
Kanska offraður
Búskapar- og løgfrøðinga-
felagið, Starvsmannafelag-
ið, Magistarafelagið og
Verkfrøðingafelagið átala
øll harðliga, at ein einstak-
ur fulltrúi uttan leiðslu-
ábyrgd verður sagdur úr
starvi sum avleiðing av øll-
um teimum átalum, sum
Fiskimálaráðið hevur fing-
ið. Tað stendur millum regl-
urnar, at fulltrúin er offrað-
ur, tí løgtingsins umboðs-
maður í fleiri førum hevur
funnist at umsitingini hjá
Fiskimálaráðnum.
Í ítøkiliga førinum er tal-
an um eina umbøn um al-
ment innlit, sum ikki er
svarað. Men maðurin hevur
eftir øllum at døma ikki
áður fingið eina ávaring.
Hann gerst liður í einari
upprudding, sum enn ikki
hevur nakað ávíst mið ella
mál.
Harafturat er síðan kom-
ið fram, at uppsøgnin skal
vera grundað á persónlig
viðurskifti. Sosialurin skil-
ur, at einki stendur um tað í
fyribils hoyringsskrivinum,
sum maðurin hevur fingið,
og sostatt er navnið á við-
komandi fulltrúa dálkað
óneyðugt.
– Tað er tilvildarliga hes-
in maðurin, sum stendur
fyri skotum, og tað mugu
vit átala. Um vit gera meira
við málið, veldst um, hvat
maðurin sjálvur vil, sigur
Niels Winther, formaður í
BLF.
Tað eydnaðist ikki Sosi-
alinum at fáa viðmerkingar
frá landsstýrismanninum
við
fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard, til tað,
sum fakfeløgini føra fram.
Horvni
fulltrúin
hóttir
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er aftur miðdepiling í einum rumbulsmáli. Fakfeløgini siga
hann hava brotið rættarreglur og sáttmála í uppsøgnini, men løgmaður verjir hann og sigur hann
hava hildið almenna uppsagnarpolitikkin
MYND: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4