týsdagur 11. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 214 - 11. november 2003
Nr. 214 - 11. november 2003
7
- Eg kenni meg væl
móttiknan og gleði
meg at fara til verka
sum kommunulækni
í býnum. Men at
koma til eina tóma
læknastovu, har øll
amboð og alt neyðugt
medicin skal fáa til
vega av nýggjum, er
ikki heppið fyri
læknadømi, sigur 33
ára gamli Christian
Macshmann
KOMMUNULÆKNI
Steintór Rasmussen
Nýggi læknin sum er settur
at røkja triðja læknastarvi í
Klaksvík er so smátt farin
til verka. Hann hevur haft
sína fyrstu vaktir um viku-
skiftið og alla síðstu viku
stríddist hann við at inn-
rætta hølini, sum vóru púra
skrallaði fyri øll tól, sum
hava við læknaarbeiði at
gera.
- Tað var óneyðuga tung
at byrja. Sjálv konsult-
atiónin og læknataskan
skuldi verið verið klár
áðrenn læknin kom á stað-
ið, sigur Chritian Macsh-
mann, sum leggur afturat,
at tað hevur kortini ikki
skorta uppá góðan vilja frá
Klaksvíkar Kommunu og
Sosialu Deild í býnum, sum
á bestan hátt hava roynt at
fáa alt til vega, sum nýsetti
læknavikarurin hevði tørv
á.
Valdi Klaksvík
framum Norra
Hóast nýggi lækni einans er
33 ára gamal, so hevur
hann drúgvar royndir og
verið víða um í útbúgving-
arørindum og í starvandi
praksis. Næstu fýra mánað-
irnar skal hann røkja starv-
ið sum kommunulækni í
Klaksvík og hetta tekur
hann sum eina avbjóðing.
- Eg varð biðin av um
søkja starvið og eg visti so
nøkulunda hvat eg kom til.
Annars var boð eftir mær í
Norra, men eg helt at tað
var meira spennandi at
koma til Klaksvíkar. Eg
havi verið í Føroyum áður,
og eg haldi at landið er
vakurt og fólkini vinarlig,
sigur Macshmann.
Hóast læknin er týskari,
so tosar hann flótandi
dansk. Hann viðgongur á
ein lítillátnan hátt at hann
allarhelst hevur eitt gott
máloyri, men seinastu trý
árini hevur hann mest verið
í starvi í Norðurlondum.
Seinast í Vesturnoregi nær-
hendis Bergen.
Tingini skulu rigga
- Eg havi helst nakað av
týskari perfektionismu við
mær. Og eg má viðganga,
at tað eru nógv viðurskifti
her í býnum, sum eg vildi
ynskt vóru øðrvísi. Sjálvur
havi eg havt vaktini um
vikuskifti og tað hevur
verið ein frægari uppgáva
at finna runt í Klaksvíkini,
eitt nú tí at býurin er so illa
uppmerktur. Nógvastaðni
eru ongi húsaskelti og
summar gøtur er illa upp-
lýstar. Tað kann ljóða
banalt, men hjá einum
lækna sum hevur bæði
tíðina og sjúkur at kempa
ímóti, so mugu slík viður-
skifti vera í lagi.
Christian
Macshmann
heldur eisini, at tað er
óheppið at skipanin við
journalum og upplýsingum
um sjúklingarnar er so
avmarkandi sum hon er.
- Tað kann ikki verða
rætt, at ein nýggjur lækni
skal leita og finna nýggjar
upplýsingar fram fullkomi-
liga av nýggjum, tá ein
journalur finst til flestu
sjúklingarar. Tað gevur bert
læknum, sum framman-
undan hava ríkiligt at gera,
eyka arbeiði.
Vil fegin steðga longri
Nýggi læknin í Klaksvík
hevur fyribils játtað at
vikariera í Norðoyggjum
fyribils í fýra mánaðir.
Aftaná tað er hann sátt-
málabundin til eitt starv í
SuðurAfrika í tríggjar mán-
aðir. Men hvat síðani
hendir er rættuliga opið.
- Eg vil fegin síggja eina
meining í tí sum eg fáist við
í lívinum. Og soleiðis er
eisini við starvinum í
Klaksvík. Tískil er tað ikki
óhugsandi at eg seinni
komi aftur hendanvegin,
sigur Christian Masch-
mann, sum um tvey til trý
ár kann síggja fram til eina
útbúgving narkosulækni.
Jólaborð-
halds-
árstíðin
byrjaði
friðarliga
LØGREGLU-
TÍÐINDI
Nú komið er út í no-
vember mánað eru
jólaborðhaldini longu
byrjað. Hetta plagar at
síggjast aftur í døgn-
rapportini hjá løgregl-
uni, men um farna
vikuskiftið verður sagt
av politistøðini í Havn,
at tað var av teimum
allar
friðarligastu.
Nakrir
fáir
brotnir
rútar ymsastaðni vóru
grovastu
herverkini
løgreglan í Havn hevði
at taka sær av millum
fríggjakvøld og sunnu-
morgun.
Løgreglan í Havn
var sum vant jólaborð-
haldskvøld
úti
og
hugdi at teimum, sum
koyrdu
heim
eftir
borðhaldini, men eing-
in varð tikin fyri at
koyra ávirkaður.
Allan
november
mánað hevur løgreglan
verið serliga nógv úti á
vegunum
í
einum
sokallaðum
ferðslu-
átaki, ið serliga hevur
til endamáls at kanna,
um lyktirnar á bilunum
lýsa rætt. Fyrsta dagin
vórðu ikki so fáir bilar
steðgaðir við ólagi á
lyktunum, men nú løg-
reglan hevur verið
nógv at sæð, tykjast
bilførarar hava syrgt
fyri at kanna og um-
væla lyktirnar á bilum
sínum, verður sagt av
løgreglustøðini í Havn.
Í Klaksvík var so
friðarligt um vikuskift-
ið, at tað sambært løg-
regluni har ikki er
komið nakað í døgn-
rapportina, sum hevur
almennan áhuga. Eis-
ini í Klaksvík hava teir
dúgliga kannað lyktir
seinastu dagarnar og
latið nakrar bøtur frá
sær til bilførarar í illa
lýsandi bilum.
Á løgreglustøðini í
Runavík
er
døgn-
rapportin fyri viku-
skiftið eitt blankt pap-
pír.
-jm
Nýggjur lækni til Klaksvíkar
Vil hava ordan
í tingunum
- Eg havi helst nakað av týskari perfektionismu við mær. Og eg má viðganga, at tað eru nógv viðurskifti her í býnum, sum eg
vildi ynskt vóru øðrvísi
Mynd: Bárður Lydersen
Landið má taka ábyrgd
Vinnuhúsið kann
undir ongum um-
støðum góðtaka eina
Barsilsskipan, har
landið ikki rindar sín
part. Bjørgfríð Ludvig
sigur vegna Vinnu-
húsið, at landið skal
halda sínar skyldur
mótvegis skipanini,
og hon fýlist á, at
partarnir á arbeiðs-
marknaðinum ikki
fáa neyðuga skotbráið
at viðgera broytingar
við Barsilsskipanini
BARSILSSKIPANIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Felagið fyri privatu arb-
eiðsgevararnar, Vinnuhús-
ið, kann als ikki taka undir
við ætlaðu broytingunum
við Barsilsskipanini. Sam-
bært fíggjarlógaruppskoti-
num mælir samgongan til,
at
Barsilsskipanin
skal
hvíla í sær sjálvum, ella
sagt við øðrum orðum, at
partarnir á arbeiðsmark-
naðinum skulu einsamallir
fíggja skipanina í fram-
tíðini.
Landið hevur seinnu árini
rindað góðar 25-30 árliga í
Barsilsskipanina,
meðan
partarnar á arbeiðsmark-
naðinum hava í felag rindað
um somu upphædd.
Játtanin til Barsilsskipan-
ina komandi ár er 52,5 mio
krónur, og partarnar á arb-
eiðsmarknaðinum
skulu
sambært fíggjarlógarupp-
skotinum fíggja tær 52, 5
mio. krónurnar einsamallir.
Partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum hava goldið 29
mio. krónur til Barsilsskip-
anina í ár, so er talan um
eina munandi tyngri byrðu
hjá arbeiðsmarknaðinum,
um fíggjarlógaruppskotið
verður samtykt.
Fíggjarlógaruppskotið
leggur upp til, at inngjaldið
til
Barsilskipanina
frá
hvørjum av pørtunum á
a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m
hækkar úr 0,25% til 0,4%
Halda skyldina
Bjørgfríð Ludvig sigur
vegna Vinnuhúsið, at Før-
oya
Arbeiðsgevarafelag
kann ikki taka undir við
fíggjarlógaruppskotinum.
Vinnuhúsið fýlist á, at
landsstýrið ikki heldur sín-
ar skyldur mótvegis Bar-
silsskipanini, sum tað hev-
ur gjørt higartil.
Barsilsskipanin varð sett
á stovn í 2001, tá dagpen-
ingaskipanin og almenni
barsilsgrunnurin
vórðu
lagdir saman í eina skipan.
Landið hevur síðan rindað
25 mio krónur árliga, men
henda upphædd frá landi-
num dettur sambært upp-
skotinum burtur.
Tað er eisini ein sann-
roynd, at skipanin komandi
ár verður væl dýrari enn
hon hevur verið farnu árini,
og tað kemur sum steinur á
byrðu hjá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum.
– Tað verður ógvuliga
tungt hjá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum, at vit
fyrst skulu rinda fyri skip-
anina einsamallir og har-
umframt, at skipan verður
dýrari. Tað góðtaka vit ikki,
sigur Bjørgfríð Ludvig.
Hon rør frammundir, at
landsstýrið hevur skyldu til
at rinda sín part í skipanina.
Ger landsstýrið ikki tað, so
verður Føroya Arbeiðsgev-
arafelag ikki sinnað at við-
gera nakrar broytingarnar
við Barsilsskipanini. Skal
Barsilsskipanin viðgerast
av nýggjum, er neyðugt, at
partarnir á Arbeiðsmark-
naðinum fáa neyðuga skot-
bráið, sigur Bjørgfríð Lud-
víg.
Hon heldur tað er óhepp-
ið, at umfatandi broytingar
við skipanini verða gjørdar
í skundi, uttan at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum hava
fingið neyðugu tíðina at
viðgera broytingarnar.
Vit hava roynt at fingið
fatur á Ingeborg Vinther til
eina viðmerking um Bar-
silsskipanina,
men
tað
eydnaðist ikki, áðrenn blað-
ið fór til prentingar.
Sambært
fíggjarlógaruppskotinum
skulu partarnir á
arbeiðsmarknaðinum sjálvir
gjalda fyri Barsilsskipanina í
framtíðini. Hetta góðtekur
Vinnuhúsið ikki, og sigur, at
landið hevur skyldu til at
rinda pening í skipanina.
Mynd: Baby
AÐALFUNDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Alfred Olsen og Lisbeth
Petersen hava um vikuskift-
ið verið á árliga landsfundi-
num hjá Vinstra. Anders
Fogh Rasmussen, forsæt-
isráðharri, heldur fast við,
at føroyingar kunnu sjálvir
avgera, um teir vilja úr
ríkisfelagsskapinum
Størsti flokkur í Fólka-
tinginum, Vinstri, hevði um
vikuskiftið sín árliga lands-
fund. Seinastu mongu árini
hevur Vinstri havt tætt sam-
band við føroyska Sam-
bandsflokkin, og tvey um-
boð úr Føroyum vóru eisini
boðin við á fundin. Umboð
fyri ein av grønlendsku
flokkunum var eisini við á
landsfundinum. Úr Føroy-
um vóru fólkatingslimurin
og floksformaðurin, Lis-
beth L. Petersen og ting-
maðurin, Alfred Olsen, um-
boðað.
Vit fingu orðið á Lisbeth
Petersen úr Danmark, og
hon greiddi frá, at fundurin
var rættiliga áhugaverdur.
–Stóra kjakevnið var
kommunala økið. Kjakast
varð um, hvussu ein møgu-
lig umskipan av kommu-
nala økinum skal fremjast,
og serliga lokalu vinstra-
politikkararnir gjørdu um
seg. Kjakið var rættiliga
áhugavert, og relevant fyri
føroyingar, sigur Lisbeth
Petersen.
Seinnu árini hava fleiri
røddir verið um, at donsku
amtini eiga at niðurleggj-
ast, so at uppgávurnar í
amtunum verða givnar til
kommunurnar, so avgerðir-
nar koma nærri borgara-
num.
Sama støða
Á
landsfundinum
hjá
Vinstra er vanlig manna-
gongd, at bæði grønlendsku
og
føroysku
umboðini
sleppa at siga nøkur á røð-
arapallinum, og so var
eisini í ár.
Floksformaðurin Anders
Fogh Rasmussen greiddi
frá, at hann er framvegis
sannførdur um, at avgerðin
um føroyskt sjálvsstýri
liggur í Føroyum og ikki í
Danmark. Sum skilt á
føroysku umboðunum á
landsfundinum, so varð
ríkisfelagsskapurin
ikki
nógv umrøddur hesaferð.
Sambandsflokkurin
tekur ikki við upp-
skotinum hjá Barsils-
skipan hjá Vinnu-
málaráðnum. Flokk-
urin heldur ikki tað
verða rætt, at tað aft-
ur verður lagt eftir
teimum lægstløntu.
BARSILSSKIPANIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Størsti
andstøðuflokkur,
Sambandsflokkurin, tekur
eins og Tjóðveldisflokkurin
ikki undir við ætlaðu broyt-
ingunum hjá Bjarna Djur-
holm við Barsilsskipanini
komandi ár. Sambandsting-
maðurin og formaðurin í
trivnaðarnevndini, Alfred
Olsen, sigur, at flokkurin
góðtekur ikki broytingar-
uppskotið.
Flokkurin metir, at skip-
anin hevur síðan, hon kom í
gildið, bara versnað um
viðurskiftini hjá teimum
tímaløntu, og uppskotið hjá
Bjarna Djurholm hevur
ongar ábøtur við sær-
heldur tvørturímóti.
-Øll tey fastløntu hava
kunnað kent seg trygg við
skipanini, men verri er við
teimum
tímaløntu. Tey
verða aftur hart rakt, og tað
góðtaka vit ikki. Tað er ikki
rætt, at tey lægstløntu aftur
fara at standa við sviðið
soð, sigur Alfred Olsen.
Hann leggur afturat, at
uppskotið hjá Vinnumála-
ráðnum leggur upp til, at
Barsilsskipanin í framtíðini
verður ein samanvevstur av
eini arbeiðsmarknaðar- og
sosialari skipan, og henda
blanding er ikki heppin.
Barsilsskipanin eigur at
verða varðveitt sum ein
arbeiðsmarknaðarskipan,
heldur sambandstingmað-
urin.
Tímaløntu harðast rakt
Øll tey fastløntu hava kunnað kent seg trygg við
Barsilsskipanini, men verri er við teimum tímaløntu. Tey
mugu aftur svíðja, og tað góðtaka vit ikki, sigur Alfred Olsen
um uppskotið hjá Vinnumálaráðnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Sambandsfólk
á aðalfundi hjá Vinstra
C
M
Y
K
7
6