Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 214 - 11. november 2003 Nr. 214 - 11. november 2003 9 Ivan Johansen Bilar hevur sum fyrsta bilasøla í Føroyum fingið altjóða góð- kenning eftir ISO9001:2000 stand- ardinum. Við skipan- ini kann fyritøkan skjalprógva, at hon fylgir teimum altjóða ásetingum, sum eru ásettar í skipanini - innan góðsku og tænastu TÍÐINDASKRIV Hjá Ivan Johansen Bilum hava vit arbeitt nógv við at fáa góðskuna og tænastuna á eitt støði, sum vit kunnu standa inn fyri - soleiðis at kundin til einhvørja tíð kann fáa tað tænastu og góðsku hesin hevur uppi- borið. Leiðslan saman við góðskuleiðaranum avráddu tí at fara í gongd við at fáa eina góðskuskipan inn í virkisskipanina sum tryggj- ar at Ivan Johansen Bilar lýkur altjóða krøv tá talan er um góðsku og tænastu. Hvat er endamálið? Endamálið er fyrst at nøkta krøvini frá kundunum og føroysku mynduleikunum. Síðan fyri at náa hesum, er endamálið at menna innan- hýsisskipanir, sum tryggja at Ivan Johansen Bilar kann skjalprógva at krøvini fyritøkan setur sær sjálvari, verða yvirhildin. Allar innanhýsis manna- gongdir eru niðurfeldar á pappír. Við tílíkari skipan verða allar umvælingar, klárgerðingar, rustviðgerð og sølur skrásettar og eftir- mettar. Fyritøkan hevur við ISO skipanini fastar manna- gongdir tá talan er um øll viðurskifti - úr rúgvuni kann nevnast: starvsfólka- politikkurin, samstarvsav- talur - hvørjar veitarar fyri- tøkan samstarvar við, eftirkanning av teimum amboðum verkstaðurin nýt- ur, krøv sum sett verða goymslu og bilasølu, tænastustøði og umframt at Ivan Johansen Bilar eftir- kannar kundanøgdsemi hvørt kvartal, við spyrji- skema sum kundarnir senda Ivan Johansen Bilum aftur. Fyri kundan er hetta sjálvandi ein trygd - og tryggjar møguleikan fyri einum sakligum samskiftið millum viðskiftafólk og fyritøku - einamest tí skrá- setingarnar eru so umfat- andi og ISO ásetingarnar seta stór krøv til støði á tænastu og góðsku. Endamálið er somuleiðis at nøkta krøvini frá kund- unum og føroysku myndug- leikunum. ISO9001:2000 góðkenn- ingin fevnir um sølu og umvæling av nýggjum og brúktum Citroën, Mitsu- bishi, Mercedes-Benz og Chrysler/Jeep bilum, sølu av eykalutum til hesi bila- merki og Dinitrol rustvið- gerð av øllum bilum. Stórt og umfatandi arbeiði Nógv umfatandi arbeiði liggur aftanfyri eina slíka ISO-góðkenning. Hjá Ivan Johansen Bilum hevur Áki Andreasen, góðskuleiðari arbeitt burturav við hesum í um- leið eitt hálvt ár. Innan- hýsiskunning og samskipan hevur merkt hesa fyri- reiking og sjálvandi ávísar tillagingar fyri at lúka tey krøv sum altjóða ISO skip- anin ásetur. Framyvir merkir ein slík góðkenning at starvsfólkið hjá Ivan Johansen Bilum hava skyldu at fylgja teim- um ásetingum sum eru í ISO skipanini - hetta er fyrst at útfylla fleiri skjøl og skráseta hesi. Starvsfólki eigur sín av- gjørda leiklut í, at ein slík skipan letur seg gera í gerandisdegnum - og ar- beiðið at gerast betri og betri heldur fram, tí ISO skipanin ásetur árligt eftir- lit, sum skal tryggja at Ivan Johansen Bilar ikki bara er tann fyrsta bilasølan sum kundi staðfesta eina altjóða ISO 9001:2000 góðkenn- ing, men framhaldandi kann vísa á at fyritøkan lýkur tey krøv skipanin ásetur. Hjá Ivan Johansen Bilum vænta vit at úrslitið av skipanini verður eitt menn- andi og gott arbeiðsum- hvørvi - og ikki minst at kundin kann staðfesta at góðskan og tænastan er í hásæti. Hjá Ivan Johansen Bilum starvast í dag 26 starvsfólk, sum fevna um bilasølu, goymslu, mekaniskan verk- stað og DINITROL rust- viðgerð. Ivan Johansen Bilar: Fyrsta bilasøla í Føroyum fingið altjóða ISO9001 góðkenning Ivan Johansen Bilar er fyrsta bilasøla í Føroyum, sum hevur fingið altjóða ISO9001 góðgenning. Á myndini eru: f.v. Jón Johansen og Leif Johansen stjórar, Áki Andreasen, góðskuleiðari, og Jógvan T. Joensen, goymsluleiðari Mynd: Magnus Gunnarsson MARKNAÐARRÁK Týdningarmiklu búskaparligu uppgerðirnar úr USA í farnu viku gjørdust sum væntað bjartar, og endurtóku, at hesin búskapurin støðugt betrast. Tí hækkaðu lánsbrævarentur sum heild. Partabrøv stóðu seg væl fleiri av døgunum, men sum væntað ávirkaðu vinnings- staðfestingar, soleiðis at ávísir partabrævamarknaðir nú liggja lægri, umenn lítið, sam- mett við fyri viku síðani. Nevndu búskaparligu upp- gerðirnar úr USA staðfestu, at útvið 60% av stjórunum í bæði tænastu- og framleiðsluvinn- uni nú eru bjartskygdir, og at hesir nú eru fleiri enn fyri mánaða síðani. Týdningar- miklari var, at sokallaða mánaðarliga arbeiðsmarknað- arfrágreiðingin úr USA, aftur hesuferð, gjørdis bjartari enn væntað. Í septembur og ok- tober eru nú íalt umleið 250.000 arbeiðspláss útveg- aði, og hendan gongd íbirtir veruliga eina vón um, at búskaparliga framgongdin í USA nú veruliga kann stað- festast. Flestu búskaparligu upp- gerðirnar í USA, í seinastuni, hava verið framúrskarandi. Hugsandi er tí, at hesar tíðum kunnu linka aftur. Millum annað metur Marknaðarrák, at næstu dagføringarnar av bú- skaparvøkstrinum sannlíkt vilja fella nakað aftur. Treyð- ugt so; hesar vilja tó staðfesta eina góða framgongd, men á einum lægri stigi. Hetta kann føra við sær, at lánsbræva- rentur og partabrøv, sum í seinastuni er hækkaðar heilt fitt, kunnu fella nakað aftur. Gongdin sum frálíður vil kortini vera hægri rentur og partabrævakursir. Farna hósdag hækkaði bretski tjóðbankin teirra leið- andi rentu 0,25%-stig. Markn- aðarrák metur kortini ikki, at ein slík skal væntast frá evropeiska miðbankanum og hervið heldur ikki danska tjóðbankanum næstu mánaðir- nar. Orsøkin er, at enn gongur striltið í evruøkinum; hóast ein glotti er í eygsjón. Í farnu viku kunngjørdu Cisco og TDC góðar rokn- skapir, meðan teir hjá GN Store Nord, Lundbeck og NEG Micon gjørdust sonn vónbrot; tí fall KFX vísitalið. Tíðarskeiðið við roknskapar- kunngerðum er nú um at verða av. Tó kunngerða m.a. Dell, Siemens og Deutsche Telecom hesa vikuna. Ein friðarlig vika kann væntast, tí fáar heilt týdning- armiklar uppgerðir verða kunngjørdar. Hugsandi kunnu lánsbrævarentur tískil fella eitt sindur aftur hesa vikuna. Áhugi sýnist at verða fyri partabrøvum. Hinvegin kunnu hesi tí standa seg væl. Stigið á marknaðunum er tó høgt, so sannlíkindi er framvegis fyri vinningsstaðfestingum. Økt bjartskygni fekk rentur at hækka Vika 46, 2003 - Eg haldi, tað var langt úti av Sjóbjarg- ingarstøðini at senda tíðindini um Havna- tind út, soleiðis sum teir gjørdu, sigur Elmar Petersen, sum leigar Havnatind frá Ólavi Waag Høgnesen HAVNATINDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tíðliga seinasta fríggja- morgun boðaði løgreglan Sjóbjargingarstøðini frá, at línubáturin, Havnatindur KG 464, var í havsneyð norður úr Eiðisflógva. Sambært tíðindaskrivinum, sum Sjóbjargingarstøðin seinni sendi út, skiltist, at eldur hevði verið í skipin- um og at skipið, tá ið ring- ast stóð til, var um at søkka við trimum monnum um- borð. Misvísandi tíðindi Elmar Petersen, sum leigar Havnatind frá Ólavi Waag Høgnesen, sigur seg ikki skilja, hvussu Sjóbjarging- arstøðin kundi senda eitt slíkt tíðindaskriv út til almenningin – eftir, at tað var greitt, hvussu veruliga støðan umborð á skipinum var. - Eldurin umborð á Havnatindi var ikki størri enn eldurin í einum svávul- pinni, sum brennur. Skipið lak ongantíð, og motorurin steðgaði heldur ikki. Elmar sigur, at Havna- tindur var staddur norður úr Barinum, tá ið manningin varnaðist brendaroyk. - Alt er gamalt umborð, og soleiðis er eisini við el- leiðingini. Ein leidningur í startpanelinum hevur helst verið skamfílaður og hevur elvt til kortslutning. Elmar sigur, at tað var ongantíð eldur í Havna- tindi. Streymurin fór Hann vísir á, at kortslutn- ingurin førdi til, at el- leiðingin fór, og tí fekk manningin ikki boðað frá, hvussu vorðið var. - Tað var ikki, fyrr enn teir komu inn í Eiðisflógva, at manningin fekk boðað frá óhappinum við eini gsm-telefon, sum var um- borð. Gsm-telefonin hoyrist ógvuliga illa norðanfyri, og tað er ikki, fyrr enn tú ert heilt undir landi, at hon onkustaðni hoyrist. Elmar sigur, at tá ið manningin umborð á Havnatindi varnaðist brendaroyk og sá, hvussu vorðið var, avgjørdu teir at sigla móti Eiðisflógva. Hann heldur, at løgreglan fekk fráboðanina um støð- una umleið ein tíma eftir, at el-veitingin var farin. - Sjálvandi kundi mann- ingin ikki vita, um nakað meira kundi standast av, at leidningurin í startpanelin- um var kortsluttaður. Tí av- gjørdu teir at boða frá, hvussu vorðið var. Mann- ingin vildi eisini tryggja sær, at hjálp var at heinta, um nakað skuldi hent, tá ið teir komu inn í Eiðisflógva. Ikki í havsneyð Elmar leggur dent á, at hóast sjaskveður var hend- an morgunin, vóru hvørki manning ella skip nakran- tíð í vanda. Eingin var í havsneyð, soleiðis Sjó- bjargingarstøðin boðaði frá í tíðindaskrivinum. - Havnatindur kom á Eiði við engari hjálp, og ein tíma eftir, at skipið var komið til bryggju, lá Brimil útfyri. Skipið lak ikki, men nakað av kjalarvatni var í skipinum. Við tað, at pumpurnar umborð ikki virkaðu, tí eingin streymur var, bað manningin á Havnatindi Brimil tøma skipið fyri kjalavatn. Elmar Petersen sigur, at tíðliga fríggjamorgunin var hann í Havn við manning- ini á Havnatindi, sum allir búgva í Havn. Havnatindur er klárur at fara til fiskiskap aftur, og manningin er hin sama. Havnatindur var ikki í havsneyð - Kommunan hevur keypt ein part av einum alibrúki, sum vit síðan hava sveisað saman til bátabrúgv- ar. Armarnir eru keyptir frá Kára Johannesen, og hetta vísir seg at rigga væl, sigur vatnmeistarin, Herman á Líknagøtu BÁTAEIGARAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at bøta um at- løgumøguleikarnar hjá teimum størru glastrevja- bátunum og øðrum størri bátum í Runavíkar komm- unu. Kommunan hevur nevni- liga lagt út bátabrúgvar fram vegsíðuni undir Teymavirkinum í Saltang- ará, beint aftanfyri atløgu- plássið hjá gomlu sluppini, Høganes. Gamalt alibrúk Herman á Líknagøtu, vatn- meistari, sigur, at hetta í fysta lagi er eitt arbeiði, sum vatnverkið í kommun- uni hevur tikið sær av. - Kommunan hevur keypt ein part av einum alibrúki, sum vit síðan hava sveisað saman til bátabrúgvar. Armarnir eru keyptir frá Kára Johannesen, og hetta vísir seg at rigga ógvuliga væl, sigur vatnmeistarin, Herman á Líknagøtu. Hann vísir á, at nýggju atløguplássini undir Teymavirkinum eru ætlaði bátum, sum eru 33 føtur og størri. 9 bátapláss - Vit hava lagt 8 brúgvar út, sum geva sjey pláss innan fyri armarnar og tvey pláss á ytru endunum. Sostatt verður pláss fyri 9 bátum við nýggju brúgvarnar, sigur hann. Herman á Líknagøtu sigur, at fyrsti báturin legði til brúgvarnar seinasta leygardag. Nýggjar bátabrúgvar í Saltangará Bøtt er nú um umstøðurnar hjá teimum størru glastrevjabátunum og øðrum størri bátum í Runavíkar kommunu. Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg skilji ikki, hvussu Sjóbjargingarstøðin kundi senda eitt slíkt tíðindaskriv út til almenningin – eftir, at tað var greitt, hvussu veruliga støðan umborð á Havnatindi var, sigur Elmar Petersen, sum leigar skipið frá Ólavi Waag Høgnesen C M Y K 9 8