týsdagur 11. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 214 - 11. november 2003
Nr. 214 - 11. november 2003
11
Sambandsflokkurin hevur altíð verið sam-
haldsfastur við bróðurflokk sín Venstre i
Danmark. Hetta hevur serstakliga verið
galdandi fyri fólkatingsumboðanina, tá
Venstre hevur havt stjórnarvaldið í Dan-
mark. Hinvegin hevur sambandsflokkurin
als ikki verið serstakliga samstarvshugaður
við donsku stjórnina um aðir enn danski
vinstriflokkurin sótu við valdinum. Tað er
heldur ikki sørt, at Sambandsumboðini á
Fólkatingi hava gjhørt sær dælt av hesi
støðu bæði.
Sostatt hevur ein danskur forsætisráðharri
úr vinstraflokkinum altíð kunnað roknað
við einum føroyskum fólkatingsumboðiði
úr sambandsflokkinum. Men nú er vent í
holuni við tað at forkvinna Sambandsflokk-
sins hevur boðað frá, at hon ikki longur
tekur undir við Føroyapolitikkinum hjá
forsætisráðharranum. Orsøkin er sjálvsagt
tann, at stjórinin hevur givið føroyska full-
veldislandsstýrisnum frítt at fara. Mótsett
stjórnini hjá Nyrup, ið royndi at halda uppá
Føroyar, hevur Fogh Rasmussen boðað
frá,at tað stendur føroyingum púra frítt at
fara úr ríkinum, um teir ynskja tað. Hetta er
ein demokratisk støða og tann einasta rætta
støða ein demokratisk stjórn kann hava.
Lisbeth Petersen kortini er komin í eina
álvarasama politiska tvístøðu, tí hon
forvæntar, at ein donsk vinstrastjórn skal
mótarbeiða føroyskum fullveldisætlanum.
Men her hevur hon forroknað seg tí, ein
donsk stjórn í longur kann loyva sær at
mótarbeiða demokratisku avgerðunum hjá
føroysku tjóðini. Velja vit at loysa, má
damnsak stjórnin akta vilja Føroya fólks.
Hetta kemur sjálvsagt illa við hjá Sam-
bandsflokkinum og spennandi verður at
síggja, hvussu flokkurin fer at takla hesa
nýggju støðuna.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Flokksleiðari í tvístøðu
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ólavur Rasmussen
Áðrenn Berlinmúrurin fall
var Týskland klovið í tveir
partar. Eysturtýskland var
tilafturskomið og útarmað,
meðan Vesturtýskland var
framkomið og eitt av
heimsins ríkastu londum.
Eg var sjálvur staddur í
Berlin tá ið múrurin fall og
gloymi eg ongantíð aftur
róman og søguligu umskar-
ingina, sum hendi beint fyri
eygunum á mær. Berlin-
múrurin var einki minni
enn ein tragedia fyri týska
fólkið og restina av Europa.
Ella við øðrum orðum,
Týskland var eitt land, men
tvey fólk.
Mikukvøldið 5. novemb-
er 2003 var fundur á Hotel
Øravík um kommusaman-
legging í Suðuroy. Nógv
fólk hevði leitað sær til
Øravíkar og var hetta ein
stak áhugaverdur fundur.
Ja, einki minni enn ein
søguligur fundur. Upprunin
til fundin er ivaleyst til-
takið, sum Tvøroyar kom-
una hevur tikið stig til, at
spyrja
sínar
borgarar,
hvørja støðu tey hava til
kommunusamanlegging.
Á fundinum í Øravík
komu ymisk sjónarmið til
greinar, men millum fund-
arluttakararnar var breið
semja um, at tíðin er komin
til, at Suðuroyggin eigur at
skipast sum ein kommuna.
Onkur skeyt upp, at Suður-
oyggin bleiv skipað sum
tvær kommunur, men hes-
um tóku flestu fundarlut-
takararnir og flestu borgar-
stjórarnir ikki undir við,
við teirri próvførslu, at so
enda við bara í somu støði
sum nú, í toganini millum
syðra og norðara part av
oynni.
Eg skilji væl at fólk eru
góð við sína gomlu komm-
unu, og at tað kann vera
torført at sleppa vanahugs-
an fyri borð. Men støðan í
Suðuroynni er so álvarsom
nú, at tað er neyðugt við
nýggjum hugflogi, miðvís-
ari hugsan og djørvum av-
gerðum. Ikki tí, ein saman-
legging
eigur
ikki
at
fremjast bara tí at talan er
um samanlegging, eins lítið
og sundurbýtið eigur at
varðveitast bara tí at talan
er um sundurbýti. Tað av-
gerandi er, hvat gagnar
oynni og okkum suðuroy-
ingum.
Høvuðsargumentið fyri
ikki at vilja leggja saman
er, at so missir fólkið tað
neyva sambandið til lokalu
umsitingina. Hetta haldi eg
er púra rætt tá talan er um
t.d. ES, tí tað er so
ómetaliga langt frá t.d.
Aberdeen í Skotlandi til
øgiliga
beurokratiið
í
Strassbourg og Bruxelles.
Men her á oynni er støðan
ein heilt onnur, tí øll kenna
meira ella minni hvønn
annan, so nærdemokratiið
er ikki í vanda um ein
felags miðfyrisiting verður
placerað
miðskeiðis
á
oynni, t.d. í Hovi. Ein slík
placering hevði eisini stað-
fest til lítar, at vit eru ein
oyggj og eitt fólk. Eftir er
so bara at fáa gjørt Hovs-
tunnilin eftir leistinum hjá
Peturi Hammer niðri í
Dalinum beina leið til
Øravíkar, sum allir suður-
oyingar eru samdir um. Alt
annað er vitleyst!
Fyrimunirnir við eini
samanlegging í eina komm-
unu haldi eg eru óteljandi.
Finnleif Guttesen, Nita
Næs, Kristin Michelsen,
Wiberg Sørensen og onnur
hava longu víst á fleiri
ágóðar. Sum nú er detta
ørgrynna av málum niður-
fyri, tí vit suðuroyingar ikki
kunnu samjast um placer-
ingarnar. Fáa vit ein felags
kommunalan pengakassa er
tað líkamikið hvar stovnar
verða placeraðir, tí alt
endar í sama kassa og kem-
ur allari oynni til góðar. So
kunnu vit draga eina línu
og krevja okkara rætt. Her
hava vit nógv at læra av
norðoyingum,
sum,
so
ósamdir teir eru, duga at
standa saman tá ið á
stendur, og sum tí eisini fáa
nógv burtur úr. Ein annar
stórur fyrimunur er ein
effektivari miðfyrisiting,
soleiðis at øll oyggin er
felags um øll mál, samtykt
av einum felags býráði, og
ikki sum nú, har t.d. barna-
verndir og bókasavn er
tægað sundur í kommunal-
ar eindir. Harumframt er
hópurin av nevndarsessum
at spara, peningur, sum
kann nýtast til meira týð-
andi mál, sum fyirsitingin
skal loysa. Og ikki minst,
við einum felags kommu-
nalum pengapolitikki og
pengakassa missa okkara
landspolitikarar, sum um-
boða Suðuroynna, grundar-
lagið fyri at draga hvør sína
línu, sum teir eru ekspertar
í í dag, og sum er ein van-
lukka fyri Suðuroynna.
Góði suðuroyingar. Vit
hava ikki brúk fyri einum
Berlinmúri í Suðuroynni.
Latið okkum sleppa goml-
um aggi til frama fyri ný-
hugsan og framtíðarvisi-
ónum. Hetta er ein livilig
oyggj og vit hava ikki ráð
til at missa ungdómin, tí
uttan ungdóm er eingin
framtíð. Og gloymið ikki,
at framtíðarkorini nú liggja
í okkara hondum.
Latið okkum skipa okk-
um sum ein kommuna, ein
oyggj - og eitt fólk.
Ein oyggj – tvey fólk ella Ein oyggj – eitt fólk
Gevst nú, Bill, meðan væl er!
Randi í Jógvanstovu
Steðga áðrenn tú ger meiri
skaða, enn tú longu hevur
gjørt.
Tú ber teg at sum ein ele-
fantur í einum postalíns-
handli, fonglar runt í einum
myrkri, tú aldri verður førur
fyri at skilja.
Ocean av tárum, tankar
av einari dimensjón, tú
aldri, frá nú av og til dóma-
dags, fer at skilja, liggja
millum teg og tær kvinnur,
ið taka avgerð um fostur-
tøku.
Trúgv mær, vinurin, ikki
verður avgerðin tikin fram
eftir fummum. Ivist onga
løtu í, at tú ert »eitt gott
fólk« og gjarna vil fremja
góðar gerðir. Alt gott um
tað.
Sum »familjumálaráð-
harri« hevur tú stórt vald.
Ger brúk av hesum á ein
hátt, sum er til frama fyri
»Familjuna Føroyar«. Ansa
eftir, ikki at traðka á tær, ið
longu liggja. Tær hava pínst
lóg leingi. Teirra sár eru so
djúp, at tú eigur at lata tær
hav afrið. Nýt tað valdið, tú
hevur, konstruktivt.
»En smule pli« på rette
sted og i rette sammenhæng
kan ganske udmærket er-
statte din manglende ele-
gance, Bill, eller hva?
Frásøgn úr ST í New
York
Jógvan Durhuus
Kom til New York seinna-
part sunnudagin 19. okt.
2003 saman við umboði úr
Grønlandi og umboðum úr
Danmark. Mánamorgunin
varð fundur settur á donsku
sendistovuni, har kunnað
varð um mannagongdir á
sendistovuni og á ST-fund-
unum, og um evnir, sum
vóru uppi í løtuni í ST. Sum
vituligt er, so vóru Mið-
eystur og Irak frammalaga
á skránni, har viðurskiftini
framhaldandi eru ótrygg.
Hetta hevur eisini merkt
orðaskiftið farnu dagarnar
bæði á Aðalfundinum og í
Trygdarráðnum.
Afrika eigur 70% av
málunum, men Mið-
eystur eigur umrøðuna
Nú fjúrtan dagar eru farnir
aftur um bak, skal eg taka
saman um nakað av tí, sum
farið er fram. Hóast 70% av
teimum um 200 málum,
sum eru á dagsskrá til
aðalfundin hava tilknýti til
Afriku, so eru Miðeystur -
Palestina og Ísrael saman
við Irak - tey lond, sum fáa
mestu umrøðu.
Saklig sjónarmið frá
bæði Palestina og Ísrael
Áhugavert var at hoyra
umboð fyri Ísrael og eyg-
leiðaran fyri Palestina bera
røður sínar fram í stóru
fundar-høllini í ST. Hesar
røður vóru báðar sakliga
bornar fram- heldur lýsandi
støðuna frá báðum síðum
enn kegl, - og tá tú hevði
lurtað eftir báðum pørtum,
so høvdu báðir partar grein
í sínum máli.
Múrurin skilir
ST-tjóðirnar
Tó er nakað, sum skilur
álvarsliga, og fær nógv av
av limalondunum at verða
ósamd við Ísrael, - og er tað
tann múrurin, sum Ísrael
byggir fyri at verja seg móti
atsóknum frá Palestina.
Hesin múrur gyrðir ikki
bara Ísrael inni, men skilir
á nógvan hátt palestinar
sundur, og tað er serliga
hetta, sum størsta ónøgdin
er um. Væl kann múrurin
nýtast sum verja, men
oyðilegging av jørð, felling
av trøum og vøkstri, og hin
psykologiska
ávirkanin,
hetta byggiverk fær á sak-
leys fólk, sum ikki kunnu
ferðast millum sini egnu, er
eitt av heitastu kjakevnum í
hølunum av hesari bygging,
sum framvegis er í gongd.
Stirvna skrivstovuveldið
í ST
Annað kjakevni í ST-há-
borgini er bygnaðurin, sum
seinastu 10 árini hevur
verið fyri stórum atfinn-
ingum og nógvum royndum
at gera broytingar, uttan
serligt hepni. Sagt verður at
mál samtykt á sjálvum
aðalfundinum verða endur-
tikin og broytt í tað óenda-
liga.
Mál, sum verða samtykt
á aðalfundinum, hava ikki
meiri vekt mótvegis stjórn-
unum hjá teimum ymisku
limalondunum enn væl-
meintar áheitanir.
Trygdarráðið er
sterkasti leikari
Øðrvísi er við Trygdarráð-
num, sum verður mett, sum
mest týðandi forum í øllum
ST.
Trygdarráðið hevur 15
limir. 5 fastar limir, sum
eru Bretland, Frakland,
U.S.A, Kina og Russland.
Aðalfundurin velur síðani
10 aðrar limir millum tey
lond, sum ikki eru fastir
limir at sita í tvey ár í senn.
Føstu limirnir hava veto-
rætt, so um ein av føstu
limunum ikki atkvøður, so
er eitt uppskot fallið, -
annars skulu i minsta lagi 9
atkvøður til fyri at eitt
uppskot er samtykt.
Er eitt uppskot samtykt í
Trygdárradnum, so er hetta
treytaleyst bindandi fyri
eitthvørt limaland, og her er
tað, at serliga Týskland,
Spania og Italia ikki kenna
seg serliga væl, tá Bretland
og Frakland saman við hin-
um spæla við musklunum.
So eisini her eru uppskot
um broytingar í bygnaðin-
um væntandi, hóast ringar
vónir um broytingar.
Noreg hevur sess -
Danmark ætlar sær
Noreg hevur lim í Trygdar-
ráðnum í løtuni, men tá
teirra tíð er runnin, so meta
danir at teir hava ein
møguleika at fáa ein lim.
Men einki er avgjørt fyrr
enn valið er av um eitt hálvt
av, hóast lyftir frá øðrum
londum benda á stuðul til
Danmarkar. Hetta er bert
eitt dømi, um hvussu til-
vildin kann ráða. Eitt liggur
tó fast, og tað er, at valdu
londini - smá ella lítil - eiga
formansskapin í Trygdar-
ráðnum uppá skift í ein
mánað í senn.
So løgið tað ljóðar, so eru
Kina og U.S.A tey lond,
sum oftast draga eina línu í
málum , sum verða viðgjørt
í Trygdarráðnum. Kanska
eitt dømi um, at júst Kina
og USA eru nýggju stór-
veldini í heiminum.
At enda - áhugavert er at
uppliva stórbýin New York
við sínum yðjandi lívi.
Bjarki Mohr
Hvussu langt vil Løgmað-
ur loyva landstýrismann-
inum í lógarmálum at
fara í sjálvsøkni.
Seinastu tíðina hevur
rættuligt rok staðist av, at
landsstýrismaðurin
í
Lógarmálum, Høgni Hoy-
dal, sjálvsøkin - við eini
kunngerð - hevur lagt
forðingar fyri, at fíggjar-
stovnar kunnu halda áfram
við at nýta Gjaldsskipanina
til handilsligt endamál.
Upprunin til lógina tekur
støði í einari tíð, har før-
oyska samfelagið er í svár-
ari búskaparligari kreppu,
og er tí skiljandi hví, polit-
iska skipanin legði dent á at
smíða lógir, hvørs endamál
varð - í størst møguligan
mun - at varðveita føroyska
vitan og arbeiðspláss, her-
við eina samskipan av dátu-
viðgerð, í Føroyum.
Eftirfylgjandi samgong-
ur, og landstýrismenn, ið
hava varða av økinum -
uttan mun til politiskan
flokk og samanseting av
samgongu - hava dugað at
umsitið lógina við skyn-
semi, soleiðis at henda ikki
hevur verið til ampa fyri
vanligum fyritakssemi.
Upprunastøðið
er,
at
lógin skal tryggja/regulera
persónsvernd hins einstaka,
tá
persónsupplýsingar
verða viðgjørdar. Í londum
rundanum okkum er sið-
venja, at skilja millum
tvinni hugtøk: viðkvom
dáta og vanlig dáta, trygg
lond og ótrygg lond.
Við viðkvom dáta skilst,
átrúnaður, politiskur litur,
kynslív, lógarmisbrot v.m.,
meðan vanlig dáta hava eitt
heilt annað sermerki.
Vanlig dáta bera merki
av, at tað eru upplýsingar,
ið hvør einkultur - tað verið
seg persónur, virki ella land
- kann gera nýtslu av dag-
liga. T.d. telefonnummar,
bústaðarupplýsingar v.m.,
her undir eisini sendari og
móttakari av peningaupp-
hæddum, ið krevst, skal ein
daglig gjaldsmiðling fara
fram.
Næsti spurningurin er so,
hvussu og hvar hesi dáta
verða viðgjørd. Hvussu
dáta verða viðgjørd í dag er
ofta meira trupult at skilja
enn áður, tó kann sum heild
sigast, at elektroniski mið-
ilin í stóran mun hevur av-
loyst handaligu viðgerðina.
Besta dømið um menn-
ingina er, at vit í dag flyta
pening millum persónar og
lond við elektroniskum
skipanum, meðan vit fyri
bert fáum árum síðani,
nýttu kontantan pening,
kekkar og post.
Tá talan er um hvar dáta
verða viðgjørd, skilir man
vanliga millum trygg og
ótrygg lond. Tað ið eyð-
kennir trygg lond er, at tað
valdar politiskur friður
(demokrati), búskaparligt
støðufesti, og at samfelags-
skipanir, herundir peninga-
stovnsskipanir og lógar-
karmar, í stóran mun, eru
sambærlig millum hesi
lond. Tað øvugta er gald-
andi fyri lond, ið vit vanliga
nevna ótrygg lond.
Í eini roynd at lýsa hug-
tøkini, er myndin niðanfyri
sett upp:
Sum tað framgongur á
myndini omanfyri, er tað
ikki líkamikið hvørji dáta
talan er um, og heldur ikki
hvar hesi dáta verða við-
gjørd. Dáta ið liggja innan
geirarnar 2 og 3 royna
myndugleikar vanliga at
avmarkað mest møguligt,
meðan dáta innan geira 4
vanliga ikki eru loyvd
millum landamørk.
Dáta, ið liggja innan fyri
geira 1, eru loyvd, tí her er
talan um vanlig dáta, hvørs
endamál er at tæna per-
sónligum ella handilsligum
viðurskiftum.
Tað hevði verið skiljandi
um løgmálaráðharrin hevði
ynskt at tálma (steðga) út-
flutninginum av viðkvom-
um dáta, og tað hevði
somuleiðis verið skiljandi,
um
løgmálaráðharrin
ynskti at tálma (steðga)
útflutningi av øllum dáta til
lond, ið verða mett ótrygg.
Tað óvæntaða, og sera
undrunarsama er, at løg-
málaráðharrin - í ansøgn til
vanligan hugsunarhátt - als
ikki skilir millum vanlig og
viðkvom dáta, og á hinari
síðuni trygg og ótrygg
lond.
Tvørturímóti. Løgmála-
ráðharrin nýtir heimild sína
til at steðga ferðsluni av
fíggjarligum dáta - ið má
eyðmerkjast sum verandi
vanlig dáta, og í allar mátar
meinaleys dáta, havandi
persónsvernd hins einstaka
í huga - við øll lond, her-
undir Danmark, ið kann
bjóða viðskiftafólkum ein
óreingiligan tryggleika, á
økinum.
Við
øðrum
orðum,
steingir løgmálaráðharrin
allan samhandil við onnur
lond, uttan mun til hvat
eyðkenni útfluttu dátaini
hava. Hetta kann tykjast
undrunarvert, havandi í
huga, at løgmálaráðharrin
sjálvur, í undanfarnum við-
gerðum, hevur litið dønum
í hendi at umsita Føroysku
Tinglýsingina,
sum má
sigast at innihalda viðkvom
dáta.
Í sambandi við lógarupp-
skotið, hava uml. 8 ymiskir
áhugabólkar verið hoyrdir.
Felags fyri allar er, at teir
lasta lógarsmíðið. Fíggjar-
málaráðið sigur beinleiðis í
sínum skrivi, at teir mæla
frá, at man ger tílíkar lógir,
tí hesar forða vinnuni og
skerja kappingarføri.
Kunngerðin,
løgmála-
ráðharrin setti í gildi -
hóast Tingsins vilji ikki var
til lógarbroyting á økinum
- gevur fíggjarvinnuni ser-
viðgerð, men tíverri ikki á
ein positivan hátt. Hon av-
markar framtíðarmøguleik-
ar fyri samvinnu við onnur
lond á gjaldsmiðlaøkinum.
Altjóða gjaldsskipanir eru
sera orku- og fíggjar krevj-
andi, og havast skal í huga,
at sjálvt Danmark metir seg
lítlan, tá hugsa verður um
hetta menningarøki.
Tað hevur tí avgerandi
týdning, at politiska skip-
anin er varug við, at talan er
ikki bert um ein trupulleika
hjá fíggjarstovnunum, men
ein samfelagstrupulleika.
Tað er ein sannroynd, at
fyrisitingarligi parturin av
einum altjóða samstarvi
alloftast fer fram við tøkni-
ligum loysnum, og er tað tí
avgjerandi, at lógarverkið
megnar at taka hædd fyri
hesum.
Kann ovasti myndugleiki
í Føroyum - Løgtingið, og
ikki minst Løgmaður - liva
við, at løgmálaráðharrin í
sjálvdrátti lýsir kunngerðir,
ið eru í ansøgn við viðgerð-
ina í Løgtinginum, sum av-
gjørdi at beina málið í rætt-
arnevndina? Rættarnevndin
valdi seinni ikki at taka
støðu í málinum?
Kann ovasti myndugleiki
í Føroyum liva við, at løg-
málaráðharrin, ið umsitur
lógir landsins - møguliga -
kann dømast fyri at bróta
somu lógir, við at lýsa
kunngerðina?
Forkvinnan í Dátueftir-
litinum - sum Føroya Løg-
ting hevur latið upp í hend-
urnar at umsita lógina -
gav herfyri greitt til kennar,
at lýsta kunngerð als onki
hevur við dátuviðgerð at
gera, men at talan hinvegin
er um eina vinnupolitiska
forðing.
Kann Føroya Løgting
lata sær tílíkt lynda?
VIÐMERKINGAR
Politiskt samstarv, heldur enn rættstundis umhugsni?
DÁTA
LOND
Trygg
Ótrygg
Vanlig
Geiri 1.
Loyvt
Geiri 2.
Avmarka
V i ð k v o m
Geiri 3.
Avmarka
Geiri 4.
IKKI LOYVT
Múrur millum Ísrael og Palestina, meðan USA og Kina mangan kasta saman
Útgreining
til Randi
í Jógvans-
stovu
Óli Jacobsen
Um nakar skuldi ivast
tey sjónarmið, sum
f a k f e l a g s k v i n n a n
Randi í Jógvansstovu
setti fram í blaðnum
leygardagin, so eru tey
hesi:
Tað er í lagi, at før-
oyingar, sum hava ver-
ið upp til 15 ár í einum
starvi, verða setti til
viks av útlendingum,
sum
frammanundan
bert eru settir fyri 6
mánaðir.
Hetta haldi eg ikki,
og er hetta munurin
millum okkum bæði.
C
M
Y
K
11
10