Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 214 - 11. november 2003 Nr. 214 - 11. november 2003 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Leygardagin 8. november var mót- tøka á Føroya Sjó- mansskúla í sam- bandi við at 110 ár eru liðin síðan farið varð undir at útbúgva skiparar í Føroyum og at bókin hjá Óla Olsen, Sigling og útbúgving 1, varð løgd fram Nógv fólk vóru samankom- in á Føroya Sjómansskúla hendan dagin. Skúlastjórin, Daniel Johan Poulsen beyð vælkomin og takkaði Óla Olsen fyri ta dygdararbeiði, hann hevði gjørt við bókini Sigling og útbúgving I. Síðan hevði Óli Olsen orðið og segði frá arbeiðin- um við bókini, og Jóan Pauli Joensen, fólkalívs- frøðingur, helt eisini røðu. Bókin fevnir um tíðar- skeiðið frá landnámi til 1927, tá nýggj lóg um navigatiónsútbúgving kom í gildi. Bind II, sum væntandi kemur um eitt ár, fer at fevna um tíðarskeiðið frá 1928 til 2000. Í bókini verður m.a. greitt frá um sigling millum Føroyar og grannalondini frá miðøldini og fram móti okkara døgum. Nógv nýttu høvið at ogna sær eina bók hendan dagin, og Óli Olsen hevði úr at gera við at signera bøkur. Føroya Sjómansskúli 110 ár: Móttøka við nýggjari bókaútgávu Stjórin á Føroya Sjómansskúla, Daniel Johan Poulsen, handar her Óla Olsen, rithøvunda, eitt blómutyssi frá skúlanum Mynd: Jens Kristian Vang Poul Mohr frá Tórshavnar Skipasmiðju og Elias Egholm, skipari Mynd: Jens Kristian Vang Nógv fólk vóru komin saman á Føroya Sjómansskúla leygardagin 8. november d i i Tummas Pauli Thomsen, Ólavur Clementsen og konan, Margretha M d J K i i V Óli Olsen hevði úr at gera við at signera bøkur. Her er tað ein bók til Einar Skála, meðan Johannes Andreas Næs bíðar eftir tørni Mynd: Jens Kristian Vang Jóan Pauli Joensen fólkalívsfrøðingur helt eisini røðu Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 11. november. Mortansmessa. Til minnis um biskupin Martin í Tours í Fraklandi. Hann var føddur í tí, sum nú verður rópt Ungarn. Sum pápin var hann fyrst hermaður, men gav seg ungur í kirkjuliga tænastu, har hann skjótt kom sær fram. Varð kosin til biskup í Tours. Halgisøgan sigur, at hann vildi sleppa undan hesum vali og krógvaði seg í einum gásarhúsi, men gæsnar fóru at kvinka, og hann varð funnin og mátti taka við valinum. Martin var tiltikin gávumildur, og hetta hoyrist aftur í einum føroyskum skjaldri: Sankti Mortan, góði vinur mín, beyð mær inn í kjallara sín, har gav hann mær mjøð og vín, tá var Sankti Mortan góði vinur mín. Sungin vóru fleiri vers um tað, Mortan hevði at geva. Hetta kemur eisini til orðanna í einum av rímunum, sum verða kvødnar, tá ið tey telja jólini: Mær gav Sankta Mortan. Mortansgásin er eisini komin í av mortansmessuhaldin- um, men summir halda, at hetta er ein leivd av gamlari heidnari guðsdyrkan, har gásin var eitt av offurdýrunum. At hava gás á mortansmessu er nýggjur siður í Føroyum. Mortan var verndarhalgimenni hjá øllum húsdýrum og hjá drykkjumonnum! Navnið er latínskt og merkir stríðshugaður. Í dag, týsdagin 11. novem- ber, fyllir Edith av Fløtum í Havn 80 ár. Edith er ættað úr Porkeri, foreldrini vóru Elisabeth og Dánjal Veihe, vanliga nevndur Heygabóndin. Hon kom sum ung til Havnar tæna, har møtti hon Óla Hendrik Hansen, úr Fuglafirði, sum tá gekk til stýrimann á Føroya Sjó- mansskúla. Edith og Óla Hendrik fluttu til Danmarkar í 1949 og giftust har í 1950. Með- an tey búðu í Danmark, tók Óla Hendrik skipsførara- prógv og sigldi síðan við skipum hjá KGH. Í 1959 fluttu tey heim aftur til Føroya og búsettust Havn, har Óla Hendrik fekk starv á Skipaeftirlitinum. Í 1961 keyptu tey eina trøð úti á Fløtum í Havn, har tey síðan hava búð og fingu sær eftirnavnið, av Fløtum. Edith hevur brúkt ein stóran part av tíð síni til at starvast í køkinum á legu- húsinum Zarepta í Vatns- oyrum. Hon byrjaði á barnalegunum við Áir í 1965 og á Zarepta síðan 1967. Sama trúfesti hava hon og Óla Hendrik víst í samkomuni í Ebenezer. Tey eiga fýra børn: Hans, Eimy, Maud og Dorrit. Øll búgva úti á Fløtum í Havn uttan Eimy, sum býr á Argjum. Edith og Óla Hendrik hava altíð verið sera gesta- blíð, og tað er sjáldan, at tey sita einsamøll við døg- urðaborðið, húsið er altíð opið fyri familju, vinum og kenningum, men 80 ára føðingardagin er Edith burturstødd. 9. november fylti Eliesar Esmarsson Jacobsen 50 ár. Eliesar er føddur og upp- vaksin í Havn, sonur Maud og Esmar Jacobsen, trú- boðara. Hann er næstelstur av seks systkjum. Í 1993 tók hann prógv sum sosialráðgevi og ar- beiddi á Almannastovuni í Suðuroy í átta ár. Seinastu tvey árini hevur hann verið forsorgarfulltrúi á kriminalforsorgini. Áðrenn Eliesar gjørdist sosialráðgevi, arbeiddi hann sum arbeiðsmaður og sjómaður. Í 1997 giftist hann við Fríbjørg, sum er ættað úr Trongisvági. Týsdagin 11. november fyllir Rósing Hansen av Strondum 50 ár. Tað kann sigast, at Rós- ing er strandingur við stóra S, tá hann stórsta partin av lívinum aktivt hevur virka bæði í arbeiðslívi og í fel- agslívi í heimbygdini. Seinastu 3-4 árini hevur Rósing starvast á kryvji- virkinum Viking Seafood á Strondum, har hann við hepnari hond passar trukk- in og stýrir goymsluni á virkinum. Sum sagt hevur Rósing verið aktivur í felagslívin- um á Strondum, har hann serliga sum kitmaster hjá 1. mansliðið hjá StÍF í nógv ár hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði, og er hann við tíð- ini vorðin fast inventar á beinkinum, tá 1. deild spælir. Eitt dømi um at maðurin eisini her tekur sítt arbeiði í fullum álvara, er tá hann til mest avgerandi dystirnar hjá liðnum fer í sálarbótará at fylla dunk- arnar. Eitt stutt skifti vask- aði hann eisini klæðini hjá 1. deild. Rósing hevur stóran áhugað fyri felagnum sum heild og fylgir eisini væl við yngru deildunum, og okkurt ár hava enntá kvinn- urnar havt hansara áhugað. Rósing sat eisini eitt skifti í nevndini í hondbóltssam- bandinum, so tað má sigast, at hansara partur liggur ikki eftir. Rósing hevur eisini stór- an áhugað fyri jørð og seyði. Hann røktar unga- kyrrshagan á Strondum, og gongur hann við lív og sál upp í hetta starv. Edith av Fløtum 80 ár Rósing Hansen 50 ár Eliesar Esmarsson Jacobsen 50 ár C M Y K 13 12