Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 121 — 28. JUNI 1997 tíðindablaðið 11 Listin mettar kanska svongdina i sålini, men ikki í búkinum Rødan, sum Marin Strøm helt á pisufundinum í viðarlundini í Havn mikudagin. Skrivað hava Marin og Niels Arge Galan MYNDIR: JEns Kr. VANG Undanfarnu árini hevur pisurødan einamest snúð seg um búskaparligu krepp- una her í landinum. Her hevur eldra ættarliðið stað ið fyri skotum fyri ovur fiskiskap, yvirfígging og aðrar búskaparligar kata strofur. Men hevur kreppan ikki eisini lært okkum okk urt? Í kjalarvørrinum á nýggju studentaskúlaskipanini fara vit studentar frå summarin um 1997 aðrar vegir, troyta nýggjar grunnar og líta frameftir at eimi bjartari framtíð, við fortíðini sum barlast. Góð ella rnng, so hjálpir fortíðin okkum jú hon lærir okkum at skilja nútíðina Vit byrjaðu okkara gongd í Hoydølum sum royndar kaninir eftir einari skipan ið enn ikki var liðug. Gamla studentsútbúgvingin var meira standardiserað, har pisurnar vórðu varpaðar út eftir føstum mynstri; antin sum sveimandi málslingar ella sum teoretiskir mate matikarar. Hevuðsfyrimun ur okkara, sum fyrsti ár gangurin í nýggju skipan ini, er, at vit koma út sum sjålvstødugar pisur, við skraddaraseymaðari = út búgving. Hugtakið >Vel eftir hugi< er nú í stórri mun vorðið veruleiki. Tú hevur nú møguleikan at samanseta prógvið eftir egnum hugi, og átti hetta at havt viðs ær, at urslitid, tú stendur við eftir tey 3 árini, gerast betri Men royndarkaninir, tað hava vit so sanniliga verið Tad tóktist mangan sum visti ongin, hverki lærarar ella »hægri myndugleikar“, rættiliga hvussu leikur skuldi fara, og hvørji krøs ini vóru til endaligu próv tøkuna. Eitt nú var pensum í støddfrødi ikki liðugt fyrr enn eftir jól! Eisini var ringt at síggja høpi í at leggja eina stóra skrivliga uppgávu beint upp undir skrivligu provtøkur nar. Og síðani at senda spurnarblød út til øll fyri at fáa meiningina hjá næming- unum við í >planlegging- ina«. Men hvat var årstid? Árið eftir var sama uppgáva løgd um sama mundið, og næmingarnir fóru sostatt í trappuverkfall Eitt annað er, at arbeiðs byrðan og -trýstið var sera ymiskt alt eftir hvat hin ein staki hevði valt. Onkur heldur tað hava verið lætt, meðan onnur vilja vera við at um næmingar og lærarar høvdu býtt um leiklutir i tvær vikur, so hevði Eira garður skjótt verðið fullur av strongdum lærarum Men hóast hesi hjartasuff so er nýggja skipanin góð og helst komin fyri at verða nú hon er snøggad til Í samfelagsligum høpi er nýggja skipanin ein ímynd av nýhugsan. Vit høvdu vilj að sloppið frå at nevnt kreppuna Ikki vóru allar fylgjur hennara nega tivar. Vit hava her í Føroy um enn einaferð ásannað, at ikki er alt gull Materiella skrædlið bar menniskjaligt ríkidómi við sær. I Hoydølum eru spar ingar farnar fram. Skorið hevur verið inn á bein, og meira afturat. Tá høvdu vit møguleikan at visa, at uttan materiellu = fyrimunirnar kundu vit eins væl halda andanum uppi. Men tå talan var um at spara kórið burtur varð ovboðið. Andaligi førningurin er ómissandi Fleiri ferðir hevur kórið tikið fólk á bóli við sínum bergtakandi konsertum og harvið staðfest, at hóast um stødurnar ikki eru tær bestu, so stendur listin í fagrasta blóma Eitt annað, ið er farið at blóma í nýggju skipanini er føroyska málið, ið umsíðir hevur fingið sess á fremstu rød. Føroyskt er nú av ålv- ara komið til sín rætt, so at vit fara víðari við hollum kunnleika til móðurmál okkara, bæði viðvíkjandi men ið glitrar målsøgun:, mállæruni og ikki minst skaldskapinum ið sprottin er av hesum harðbalnu klettum Ti víðari fara vit! Við menniskjaligu virdunum, ið eru Føroya størsta náttúru tilfeingi, skulu vit royna nýggj mið. Og tí hevur tað eisini sera stóran týdning at vit ikki lata materiellu uppgongdina í hesum tíðum taka hesi virði av ræði. Best heyði verið, um hesi bæði kundu samstarvað, og har- við skapað eina harmoni, har báðir partarnir gagna hverjum øðrum. Samfelag- num tørvar listarmannin men listarmanninum tørvar eisini samfelagið. Hvørt av ødrum liva må, søgdu teir gomlu. I framtíðini verður vónandi ein javnvág skapt Eins og vit eru landsins iløga, dýrir studentar, ið bert nassa uppá tey, ið veruliga arbeiða, so må listarmaður- in eisini breyðfeðast, ti listin mettar kanska svongd- ina í sálini, men ikki í búk- inum Framtíðin er okkara! Guð signi mítt fødiland Føroyar! Gongutúrur niðan á Stødlafjall Vidrar skipar Ferdavinnan i Eysturoy fyri åhuga- verdum gongutúri leygardagin 28. juni av Getueiði niðan á Steðlafjall. Farið verður av eiðinum seinna- partin kl. 14.00 við Karl Thomsen sum ferðaleiðara. Eftir tårin verður ein góður biti at fáa í húsunum hjá Menningarfelagnum við Getugjógv. Kostnaður: Kr. 150,00. Oli eru hjartaliga vælkomin! Tekning á Kunningarstovuni í Saltangarå á tlf. 49449 ella í Fuglafirði á tlf. 44860 í seinasta lagi leygardagin kl. 12.00. Nýggj krimi Forlagið Ytstifjórðingur hevur givið út krimisøg una »Myrkar nætur« eftir Sonni Jacobsen Hann hevur áður útgivið bøkurnar »Sørvågur og sørvingar I og (Il« (1995-96) »Myrkar nætur« er 184 blaðsíður til støddar og hevur bleyta permu Kápumyndina hevur Sonni Jacobsen teknað Bókin er prentað hjá PÍ Dimmalætting og heft hjá Helga Justinusen Stuðlað útgávuni hava Mentunargrunur Føroya Løgtings og Fjølrit Søluprisurin er 185 kr Bókin fæst í békasølun um kring landið