Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1997síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 Framhald av síðu 16 sluppu teir at brúka Ravns Stóroy I 1927 fingu teir eina nýggja havn, sum lá nærri fiskinum á Fylla Banka. Hetta var ein væl vardur pollur, har skipini kundu kasta akker og høvdu góða lívd Tey fyrstu skipini komu inn í Føroyingahavnina um hesa tíðina í 1927. og sjálv- an longsta dag, 21. juni, setti ein danskur embætis- maður í einum brævi navnið Færingerhavn á hetta pláss. Føroyingahavnin = var okkara midstød i Grønland: i meir enn 60 år. Har var nógv virksemi og har var nógv fólk. Skipini vóru javnan inni og róð varð eisini út við bátum. Ti var tað áhugavert at fáa høvi at vitja Føroyinga- havnina og aðrar føroyskar útróðrarhavnir, sum Borgs- havn, Kangarssuk og Ravns Stóroy í fjør summar. Her lá ein týðandi partur av føroyskar nidursetusøgu og føroyskan vinnulivssøgu framman fyri tær. I Før- oyingahavnini hevdi ongin búð nú í nøkur ár. Skilið var onki serligt, men alt heyk uppi enn. Tað, sum var frægast frá- gingið, vóru kanska ognir- nar hjá statinum: Politistðin, sjúkrahúsið og kontrollør- bústaðurin, og radiostødin varð brúkt til summarbú- stað Tað fyrsta, sum føroyingar sjålvir bygdu í Gomlu Før- oyingahavnini, var smiðjan. Hon stóð har framvegis. Har stóð eisini sjúkrahúsið, sum løgtingid bygdi í 1936, og har vóru toftirnar av sjómansheiminum, sum seinni varð flutt inn í Nýggju Føroyingahavnina. Fleiri føroyskir skips- skúrar og útróðrarskúrar vóru at síggja eins og einir tveir motorbátar. Innast í Lektaravíkini stóð ein skúrur hjá klaks- víksskipum. Hann var bygdur fyrst í tríatíárunum og teir høvdu gjøgnum árini skrivað ymiskt upp á bróst- ið. Tað fyrsta var skrivað í 1931. Har var navnið á hverjum manni. sum var við skonnartini Liljuni. Tú kundi eisini lesa teg fram ul, hverji ørindini hjá skip- unum høvdu verið. Í 1937 skrivaði ein >21. juni førdu vit í land tríggjar sekkir av fínum mjøli, 2 sekkir av rugi, seks av eplum, ein kassa keks, eina tunnu keks og ein margarin« Tú fekst eisini at vita, at Pål Nólsoy við Gjógv hevði verið í Føroyingahavnini 13. juni 1938, S. juni 1939 og 21. juni í 1940. >Polarfarið< førdi 85 sekkir av salti í land 19. juli 1939, og >Sjóborgin< hevdi verið har ein mánaða frammanundan. Við henni vóru eitt nú Bernhard á Hædd og Jógvan Hvidbro. Tað var undarligt at hugsa um, at júst í hesum skúrin- um gjørdu teir koyggjur til sjúkar menn í 1939. Mes- lingarnir gingu umborð á skipunum, og neyðugt var at skaffa pláss. Sjúkrahús var onki tá, so einastu ráðini vóru at taka saltskúrin hjá klaksvíking- um tl hjálpar. Teir komu allir fyri seg aftur, men kanska fingu summir mein fyri lívið, tí hetta vóru alt annað enn umsteður fyri sjúkar menn. A einum pullarti stóð navnið >Arctic<. Tað var ein donsk skonnart, sum tók móti fiski frá føroyingum í Føroyingahavnini = mid- skeiðis í triatiårunum. Vit komu eisini framvid Birituvíkini, har fyrsti út- róðrarskúrurin hevði stað- ið. Hann var bygdur í 1934 og heyk uppi enn. Í Dagmarsvíkini helt fólk til. Skúrarnir stóðu enn og fleiri vóru uppsnollaðir. Tað vóru grønlendskir veiði- menn, sum hildu til har. Teir høvdu speedbátar hjá sær og tú hoyrdi javnan skot rundan um teg. : I Gomlu Føroyingahavnini hevði verið lítil útgerð. Her knossaðu fiskimenn- inir øll tey fyrstu árini alt sítt viðferi millum skip og land. Endin varð so, at teir fyrst í fimtiårunum fluttu longur inn í fjørðin til stød- ina, sum norðmenn og danskarar høvdu bygt við kei og kránum. Søgan um virksemið í Føroyingahavnini endaði, tå føroyingar fyri nøkrum år- um síðani ikki longur megnaðu at halda lív í henni, men í okkara huga- heimi fer Føroyingahavnin at liva leingi. Tak bara stadanøvnini Vatnvikin, Litlu vik, Lekt- aravíkin, Birituvíkin, Eyst- nes, Dagmarsvík. Drelnes og Sprittvíkin. Kollafjørd- ur, Skeivavík, Lýsivíkin, Missionervíkin og so fram- vegis. Her liggja nógvar søgur goymdar aftan fyri hesi nøvn. Eg haldi, at tað er ein upp- Nr. 121 — 28. JUNI 1997 gáva at fáa søguna um før- oyingar og Grønland til høldar, tí tað hevur tydning fyri eftirtíðina at fáa at vita m tær djørvu sjóferðirnar, tað nógva knossið og tær stundum góðu inntøkurnar hadani Eg nevndi handan sildatúr- in vid »Grundick« í august 1961. Bernini plaga at flenna at mær, tí eg havi einaferð sagt, at Berlinmúr- urin varð bygdur, meðan eg var á sild nordanfyri Uni plagar at svara aftur, at Múrurin rapadi, tá hann var og skeyt harur í Kirkju- bønesi. So legið tað ljóðar varð eg biðin við aftur árið eftir, men bar meg undan, tí eg vildi heldur fara til Íslands at spæla fótbólt. Fyri nøkrum árum síðani vóru vit inn á gólvinum hjá Óla Hansi og komu at tosa um hetta. Eg kundi ikki lata vera við at staðfesta, at eg varð biðin við aftur. »Ja, ja«, læt í honum, >tað var tað, at eg ætlaði at fáa ein rættan mann burtur úr tær«. Hver skal siga — tað eydn- aðist ikki. Men tað hevur eydnast at fáa rættar menn burtur úr tykkum og til lukku við tí Sjómansskúlin hevur ver- ið og verður framvegis ein tann týdningarmesti skúlin í Føroyum, og tað er um ráðandi at útbúgvingarnar higani eru á besta stigi Royndirnar, sum føroy- ingar hava gjørt sum sigl- andi menn, eru góðar. Ut- lendingar taka til okkara sakkunnleika. og okkara fremstu dygdir, sæð í mun til eina komandi oljuvinnu, er royndir okkara umborð í skipi Hetta er førningurin, sum tit skulu bera víðari, og eg ivist ikki í, at tykkara partur fer ikki at liggja eftir — antin tað verður í fiskivinnu, siglingarvinnu ella frálands- vinnu Takk fyri. Eigaraíbúð Millum Gilja, Hoyvík: Um nóg hegt boð fæst, selja vit eina eigara- íbúð. Íbúðin verður liðug í august 1997 og verður 55 ny til staddar og ætlandi innrættað soleiðis: Durur, gongd, køkur og stova í einum, sovirúm, bað/wc, vaskirúm. Við hesum verður sekt eftir leiðara til bilverkstaðið hjá Strandfaraskipum Landsins Uppgåvurner hjáverkstaðnum | Hevuðsuppgávan hjá bilverkstaðnum, sum er undir teknisku deild, er at samskipa og menna tekniska viðlíkahaldi av lastbilum, bussum o.ø. koyriútbúnaði hjá fyritðkuni. Aðrar høvudsuppgåvur eru Tryggja ein støðugan rakstur av koyriútbúnaðinum Seta upp viðlíkahaldsmannagongdir og viðlíkahaldsætlanir Gera ætlanir um størri viðlíkahaldsarbeiðir Hava dagligt eftirlit við koyriútbúnaðinum., herundir sam- starv við Bileftirlitid, verkstød og myndugleikar Gera yvirlit yvir anlegg og útbúnað til stýringar- og rokn- skaparendamál Mu há. * Daglig fyrisitingarlig ábyrgd av uppgávunum hjá verk- staðnum * Fylgja uppgávum og målsetningum o.ø. fyri verkstaðið * Fyriskipa verkstaðið eftir tekniska viðlíkahaldstervinum Fremja ráðlegging. fyriskipan, raðfesting. samskipan og eftirlit í sambandi við viðlíkahaldsstýringina * Hava eftirlit við og stýra innkeypi og goymslu av eykalutum * Leypandi meta um viðlíkahaldstervin á koyriútbúnaðinum Tryggja undirvísing og fakliga menning av starvsfólkunum á verkstaðnum * Tryggja at hóskandi edv-útbúnaður er at loysa uppgávurnar * Verða við til at fyrireika keyp og sølu av koyriútbúnaði * Fyri leiðaranum á teknisku deild leggja fram mánaðarligar frágreiðingar um teknisk viðurskifti, virksemi og ætlanir * Gera fíggjarætlan fyri verkstaðið * Viðmæla starvssetanir á verkstaðnum * Verða við í arbeiðinum til at gera uppgávu- og starvs- lýsingar á verkstaðnum Talan er um eitt leiðarastarv við stórum og spennandi Maskinmeistari ella tilsvarandi útbúgving. Tað er ein fyri- munur um ein eisini hevur fyrisitingarligar royndir * Arbeida sjålvstødugt og hava lætt við at samstarva * Kunnleiki og royndir viðvíkjandi rakstri av lastbilum og bussum Kunnleiki og royndir í at brúka tekstsviðgerð. rokniark og dátabasur Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroysk- um og enskum Kunnleiki og royndir viðvíkjandi arbeiðshátti á bilverk- stóðum Kunnleiki til lógarkrev innanfyri rakstur av lastbilum, bussum o.ø. koyriútbúnaði Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Lands- stýri og avvarandi yrkisfelag Umsóknir við avritum av prógvum, ummælum. CV og tilvísingum skulu sendast til: Reidar Nónfjall, stjóri Strandfaraskip Landsins Yviri við Strond 4 - Boks 88 FR-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 18. juli 1997 Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Strandfaraskip Landsins tlf. I 4550. Broytingar kunnu gerast í samráð við seljaran. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: 6 Sv Advokatskrivstovuna, Fr. Petersensgøta 9 Winther Poulsen, adv S. Petersen, aðv Fríða Patursson, aðv Ólavur Jákup Kristoffersen, adv Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv TIf. 1.1145 Olavsøku- framsyningin 1997 Listaframsyningin á dlavsøku, sum Listafelag Føroya skipar fyri, verdur i Listaskålanum 28. juli til og vid 31. juli. Listaverk skulu latast inn í Listaskålan frá 11. juli til 15. juli í vanligari upplatingartíð. NB: Myndir undir, glasi skulu hava rammu. Øll eru vælkomin at senda inn listaverk til fram- setir eina nevnd til at taka dagar i, hvørji verk skulu an. heintast frá 25. juli. Seld og åseld listaverk verða CR ARS. JUN Og 1. Gierke 17. | ————.—ak//ói