hósdagur 25. mai 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
Viðmerking:
Nøkur menniskju hava tær
merkisverdigu gávur, at tey
hava so ótrúliga lætt við at
foreinkla veruleikan uttan at
kaga eftir, um nú niðurstøð-
urnar eru eftirfarandi og í
tráð við veruliga veruleikan.
Soleiðis pástanda feðgarnir
báðir Høgni og Kjartan, at
allur stuðul er av tí ónda og
er orsøkin til allar ”verðs-
ins” ólukkur í Føroyum, fyri
síðan at siga, at alt, sum er
hent í Føroyum síðan 1948,
og sum vit øll kunnu verða
samd um ikki átti at verið
hent, tað skyldast, at vit
hava havt eina Heimastýr-
islóg og síðan 1988, at vit
fingu ríkisstuðul úr danska
ríkiskassanum.
Eg komi í hesum sam-
bandi at hugsa um framúr
góðu donsku sjónvarps-
sendingina Matador, har
grísahandlarin Larsen hevði
dresserað hundin Kvik til
ikki at eta, um hann segði:
”det er en tysker, det er en
tysker.”
Soleiðis verður nú ført
fram av hesum báðum, at
”tað er ein Heimastýrislóg-
in, tað er Heimastýrisógin.”
Men ikki vænti eg, at før-
oyingurin verður so lættur
at dressera, um tað er tað,
tit ætla.
Teir hava sæð ljósið
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður hevði í næstseinastu
viku eina grein við heitinum
”Tað, sum vendir niður,
vendir upp”, og Kjartan
Hoydal, fyrvverandi stjóri í
fiskivinnuumsitingini hevði
aðra grein í Dimmalætting
við heitinum ”Brennandi á-
lop, men lítið sigandi”.
Felags fyri báðar hesar
greinar er, at rithøvundarnir
báðir so staðiliga ávara allar
veikar sálir ímóti at fara
undir nakað, sum kann líkj-
ast studningi frá tí almenna.
Og tað er uttan mun til
studning, sum vit vanliga
kenna hann, ella um talan
er um at brúka av danska
ríkisstuðulinum. Og so fáa
annars andstøðan og Kári
Petersen, búskaparfrøðing-
ur av at vita um ætlanir at
halda fast um eina danska
stuðulsskipan
nevniliga
ríkisstuðulin, hóast hvørki
Javnaðarflokkurin og neyv-
an heldur Kári hava gjørt
hetta til eitt mál í sær sjálv-
um, tvørturímóti.
Feðgarnir báðir eru samd-
ir um, at teir nú hava sæð
ljósið báðir tveir, og at teir
tískil nú gera upp við tað,
sum í hvørfall pápin stóð
sum embætisligur høvuðs-
eksponentur fyri, nevniliga
eina óavmarkaða útgjaring
av almennum studnings-
krónum. Í 1975 kom heild-
arloysnin, sum løgtingið tók
undir við, men arkitektarnir
aftanfyri vóru Petur Reinert,
sáli og Kjartan Hoydal. Rá-
fiskagrunnurin var teirra
uppfinnilsi. Hesin grunnur
ella henda skipan hevur síð-
an útgoldið nógvar milliard-
ir í studningi til okkara høv-
uðsvinnu. Í tíðarskeiðnum
frá 1980 til og við 1990
góðar 3 milliardir krónur.
Sama tíðarskeið kostaði
okkum 1,6 milliardur krón-
ur í mistum veðhaldum.
Politisk endurføðing
Tað er so í lagi, at menn
gerast klókari við árunum,
men eg havi eitt sindur tor-
ført við at foreina meg við
hasa yvirfrelstu linjuna,
sum báðir nú leggja fyir
dagin. Bert teir sita inni við
sannleikanum, og øll vit
onnur ganga enn á tí breiða
vegnum, sum førir til neyð
og vesaldóm. Gott nokk veit
eg, at man ikki kann vera
eitt sindur upp á vegin, antin
ert tú tað ella ikki, men hví
gerast so kompromisleysur,
sum hesir báðir feðgarnir nú
eru?
Tað, sum í 80´unum var
sannleikin, er í dag beint tað
øvugta. Hvat er nú munurin
at fara út av vegnum høgru-
megin ella vinstrumegin?
Kunsturin má hóast alt vera
at halda seg á vegnum.
Høgni Hoydal vil gera tað
til, at vit, sum enn viður-
kenna okkum við ríkisstuð-
ulin, vit hava gjørt pening-
anýtslu til eina politiska
hugsjón. Kjartan Hoydal
sáplar við júst somu atfinn-
ingum greinarøðina hjá
Kára Petersen, búskapar-
frøðingi niður í sand og
øsku og vísir ístaðin til
Hvítubók og ikki at gloyma
nýliberalu katakismussina
hjá Caragata.
Jú eg má partvís geva
Høgna rætt í hasari yvir-
skriftini. Tað, sum vendir
niður, vendir upp, tað mugu
vit so staðiliga ásanna.
Her lekur millum
teori og praksis
Men eru ikki allir politikk-
arar í Føroyum samdir um,
at studningsskipanin, sum
vit kendu hana, tá Kjartan
Hoydal sat sum hægsti em-
bætismaður í fiskivinnuni,
er av tí ónda. Og er tað nak-
ar politikkari í Føroyum í
dag, sum aftur vil inn við
almennum veðhaldum, lán-
um og rakstrarstuðuli til
okkara høvuðsvinu? Eg
kenni hann so ikki, so tit
báðir nýtast ikki at gera tað
til tykkara privatu og per-
sónligu hugsjón, tí vit aðrir
eru ikki ósamdir.
Forrestin fingu vit at vita
í løgtinginum henda dagin,
at landsstýrið hevur sanerað
skuldina hjá trimum lang-
faraskipum, lagt veðhøld
um til rentu- og avdráttarfrí
lán , sum tað so vakurt eitur.
Og landsstýrið, sum situr í
dag, er Javnaðarflokkurin
ikki partur av, meðan Tjóð-
veldisflokkurin við 8 ting-
monnum er trygga parla-
mentariska
grundarlagið
eisini hjá Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni. So her
lekur eitt sindur millum te-
ori og praksis.
Og er øll studningsskipan
av tí ónda, hví verður so ikki
gjørt meira við at lúka út í
verandi skipanum? Vit hava
enn eitt ótal av studnings-
skipanum, eisinini rakstrar-
tstuðli. Tað nyttar lítið at
reypa um hasar 40 mill. kr,
sum ikki blivu brúktar til
endurnýggjan av fiskiskip-
aflotanum, tá man sam-
tsundis letur næstan líka
stóra upphædd út í saner-
ingum til nøkur fá útvald
skip, meðan onnur eitt nú
South Island og nýggi
Hvilvtenni ikki fáa inn eyg-
að. Skuldu vit ikki miða eft-
ir einum samfelag, har allir
landsins borgarar eru eins
fyri lógini?
Og var almenni studning-
urin til Sandoyarætlanina av
tí ónda? Tað halda í hvørfall
ikki sandoyingar.
Hví ongantíð taka
í egnan barm?
Reyði tráðurin - soleiðis eit-
ur tað nú einaferð - í hesum
báðum greinum er, at vit for
Guds skyld ikki mugu
brúka burtur av ríkisstuðul-
inum til rakstur og viðlíka-
hald av føroyska samfelag-
num. Hetta vil leiða okkum
í fortapilsi við bæði holl-
endskari sjúku og kavar-
sjúku.
600 mió. kr. í yvirskoti á
fíggjarlógini, tað er í lagi,
um alt annað er í lagi, men
tá blokkurin er uml. 1000
mió. kr., so tørvar tykkum
framvegis 400 mió. kr. í at
fáa allan blokkin á bók. So
her má man siga, at „man
pynter sig med lånte fjer.“
Taka vit so danskar tænastur
í Føroyum við, so eru vit
700 mió. kr. frá málinum, tí
tær saman við blokkinum
eru uml. 1,3 mia. kr. Og enn
liggja uttanfyri eitt nú stuð-
ulin til okkara lesandi ung-
dóm í Danmark.
Og tá Høgni Hoydal vil
vera við, at vit í andstøðuni
hava gjørt peninganýtslu til
eina politiska hugsjón, tí vit
mæla til, at nøkur viður-
skifti verða fingin upp á
pláss, tá vendir hann, sum
ikki einaferð, alt á høvdið.
Men tað skerst tó ikki burt-
ur, at nakrar av hasum krón-
unum, tit nú binda niður av
ríkisstuðulinum, høvdu ver-
ið betur farnar til at viðlík-
ahildið nakað av hesum nið-
urpínda samfelagnum. Her
eru alt ov nógv viðurskifti
komin í drag. Tað er í lagi,
at Høgni Hoydal listar øll
politisku avrekini upp, sum
hann sigur, teir hava nátt,
men tað er nú einaferð í-
tøkiligu úrslitini, sum telja.
Føroyingurin kann bert
hyggja rundan um seg. Har
gongur sjón fyri søgn.
Og at geva Heimastýris-
lógina skyldina fyri bæði
líkt og ólíkt er púrastu burt-
urvið, hóast vit uttan iva
kunna semjast um, at hon
langt frá er nøktandi. Men
vit kunnu ikki gerast so
sjálvrættvísir, at vit gloyma
burtur egnu veruleikar.
Lat okkum taka eina
erliga uppgerð.
Ríkisfelagsskapurin er ikki
fyri okkum ein materiell
uppgerð í krónum og oyr-
um. Var ríkisfelagsskapurin
bert pengar og einki annað,
hvat hevði tá trupulleikin
verið hjá tykkum í samráð-
ingunum at fingið eitt nú
javnbjóðis rættindi hvør hjá
øðrum? Nei, ríkisfelags-
skapurin er eisini fyri danir
nakað við felags ábyrgd,
felags rættindum, felags
skyldum og felags møgu-
leikum.
Enn einaferð vil eg und-
irstrika, at eg havi stóra
virðing fyri teimum loys-
ingarfólkum, sum vilja hava
loysing uttan mun til kostn-
aðin. Tað er ein erlig søk.
Men eg kann ikki foreina
meg við, at menn, sum tit
báðir, royna at blaka fólki
torvmold í eygað og siga,
at alt, sum er nú, er av tí
ónda, meðan tað, sum koma
skal, har verður alt so sára
gott, sjálvandi við tí for-
treyt, at danir vilja gjalda.
Hetta er hykl av ringasta
slag.
Fyri okkum javnaðarfólk
er tað eisini eitt mál, at vit
gerast fíggjarliga óheftir av
so væl danska ríkiskassa-
num eins væl og av út-
lendskum multinationalum
fyritøkum. So hetta kunnu
tit heldur ikki gera til eina
eksklusivan „hoydalskan“
politikk.
Lat okkum taka eina er-
liga uppgerð, tað skylda vit
eisini Føroya fólki.
Jóannes Eidesgaard,
løgtingsmaður
Feðgar á ferð — Ein einfaldur veruleiki
Astma- og allergifelagið hevur
fundir í Havn og Klaksvík
Leygardagin skipar Føroya
Astma og Allergifelag fyri
fundi á Sjómansheiinum í
Havn. Við á fundinum
verður eisini kostráðgevi,
sum fer at geva nøkur góð
ráð. Fundurin verður frá
klokkan 14.30 í tí, sum
verður rópt Sigmundar-
stovu, og bjóðað verður
kaffi, te og køkur.
8. juni verður líknandi
fundur í felagshøllini á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Har
fer ein barnalækni at verða
við, og fundarfólkið fer at
fáa møguleikan at spyrja
hann spurningar.
Eftir hesi tiltøk fer
nevndin í Føroya Astma og
Allergifelag í summarfrí,
men tey fara tó at hava ein
telefonsvarara, har fólk
kunnu leggja boð til nevnd-
ina. Hesin telefonsvarari
kann røkkast á telefon
311419.
Tá latið verður uppaftur
í september, verður tað í
nýggjum hølum í MBF-
húsunum.
Føroya Astma og Aller-
gifelag varð stovnað í 1985
og í felagnum eru umleið
200 limir.
Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin hava á-
haldandi
sagt
føroya
fólki, at Heimastýrislógin
hevur ikki størri virði enn
tað papírið, hon er skrivað
á. Síðani síðsta val hava
teir brúkt so at siga alla
landsins umsiting til at
siga tað sama.
Og hvat er so trupul-
leikin við Heimastýris-
lógini. Jú, siga teir, hon
kann í fyrsta lagi takast
aftur av dønum í morgin,
um tað skal vera. Í øðrum
lagi kann blokkurin eisini
takast aftur. Men trúgva
hesir menn og kvinnur tì,
tey sjálvi siga? Tað gera
tey als ikki, og her eru
nøkur dømir.
Í síðsta valskeiði vóru
útreiðslur landskassans til
rentur umleið 500 mió.kr.
Hetta var uttan at avdrátt-
ur var goldin. Finnbogi
Ísakson fann útav, at tá ið
avdráttur av umleið 6 mia.
kr. ein dag skuldu gjaldast
yvir kanska 20 ár, fóru
avdráttirnir árliga at verða
300 mió.kr. Við øðrum
orðum fóru rentur og av-
dráttir at líkjast tí upp-
hædd, sum blokkurin var
á tá.
Tí mælti F.Í. landsstýr-
inum til at taka upp sam-
ráðingar
við
donsku
stjórnina um at hon skuldi
átaka sær føroysku skuld-
ina móti, at føroyingar
fráskrivaðu sær blokkin.
Hvussu kann Tjóðveldis-
flokkurin
handla
við
nøkrum, sum tú fyri fólk-
inum sigur, at danir kunnu
taka aftur í morgin?
Bjarni Djurholm úr
Fólkaflokkinum vildi ikki
vera verri enn F.Í., og
mælti til at kapitalisera
blokkin. Hetta fremm-
anda orðið merkti í stutt-
um, at danir góvu føroy-
ingum nakrar milliardir
her og nú, og av blokki-
num skuldu danir so
gjalda rentur og avdráttir
av tí láni, sum teir høvdu
tikið fyri at geva føroy-
ingum hesa stófingnu
milliarda gávu. Hvussu
kann
Fólkaflokkurin
handla við nøkrum, sum
hann sigur fyri fólkinum,
at danir kunnu taka aftur
í morgin?
Enki av hesum gekk-
og einki av hesum fer at
ganga. Og tað er av tí ein-
faldu orsøk, at blokkurin
er ætlaður at fíggja ein
part av teimum málsøkju-
m, sum danir sambært
Heimastýrislógini hava á-
byrgd av.
Og nú er bert ein trumf-
ur eftir. Og tað er ST-sam-
tyktin. Hendan samtykt
skal hjálpa hjálondum til
fullveldi, og sambært
loysingarfólki
passar
hendan samtykt, sum fót-
ur í hosu í viðurskiftunum
millum Danmark og Før-
oyar. Og hendan samtykt
skuldi tryggja okkum eina
skiftistíð frá í dag og í
minsta lagi fimtan ár
fram.
Men Nyrup sigur fýra
ár. Er tað so livandi galið
at hann ikki kennir ST-
samtyktina, ella snýr
henda samtykt seg als ikki
um lond, sum eru á hædd
við okkum búskaparliga.
Eg trúgvi tí síðsta, og um
so er, hava tit ongan trumf
eftir.
Eftir næsta samráðing-
arumfar eigur løgmaður
at gera støðuna upp, og
merkiligt skal tað vera,
um hann ikki kemur til
somu niðurstøðu sum eg:
Tað loysir seg ikki at
spæla við Hoydal.
Sune Jacobsen
Løgmaður, gevst
at spæla við
Hoydal
Ganga samráðingarnar væl- vinnur Hoy-
dal, Ganga samráðingarnar illa — vinnur
Hoydal eisini
Av misgávum er Reyna-
túgva og Reynatrøð kom-
ið í bland í greinini hjá
Dan
R.
Petersen
í
blaðnum í týsdagsblað-
num. Tað skal sjálvandi
vera Reynatúgva. Dan
biðjur orsaka mistakið.
Nøvn komin í bland…
Vælsignaðar várvóni
Ofta verður sagt og funnist
at, at føroyingar ikki kunnu
standa saman, men tað hev-
ur hetta landsstýrið dyggi-
liga mótprógvað.
Hóast ákoyringarnar frá
báðum bløðunum og partvís
eisini frá loftmiðlunum
hava verið støðugar og
ógvusligar, samstundis sum
tað eina stórmálið fyri og
annað eftir skuldi loysast
umframt fullveldismálið,
livir landsstýrið við sítt
fríska lív.
Hetta væntaði danska
stjórnin ikki og ei heldur
Javnaðarflokkurin í Føroy-
um.
Javnaðarflokkurin
hevði lyndi til at seta seg
upp aftur á og lata blaðið
koma við sínum dagligu
ákoyringum. Eg minnist, at
fleiri fólk, sum eg møtti,
spurdu: »Hvussu leingi man
Høgni Hoydal fara at halda
til hetta« – »Hetta heldur
hann ikki leingi til«. Men
árið fór og einki munti.
Viðmerking:
Javnaðarflokkurin fekk á-
breiðslur frá veljarunum.
Faldarin kom, men hann
gjørdi hvørki frá ella til, og
teirra »andstøðupolitikkur«
verður neyðarsligari og
neyðarsligari. Allur flokkur-
in hevur fingið Eidesgaard,
sum Tóra Hjørleifsdóttir
málber seg.
Teir liva av bara at finn-
ast at, at tileinkisgera alt
føroyskt, venda og snara
sær higar og hagar, og einki
kemur fram, hvat teir vildu
gjørt um teir skuldu fingið
maktina. Hvør skuldi verið
løgmaður t.d.? (Tað plagdu
teir at gera nógv burturúr).
Eidesgaard? Edmund Joen-
sen? Uttan mun til, hvat fólk
velja, yppa tey øksl og verða
foyð, um tú ber hetta upp á
mál. Hóast tað nú verður
sagt, at tað eru ikki
pengarnir, sum binda okk-
um til Danmørk, hevur tað
alla mína tíð verið høvuðs-
grundgevingin fyri, at vit
ikki kundu ráða okkum
sjálvum. Tað var stóra-
sleggja, sum varð ripað í
høvdið og so varð hildið, at
tað lirraði ikki eftir í tær.
»Kom við einari milliard, so
skal eg vera fyri loysing«,
varð sagt.
Bæði Javnaðarflokkurin
og Sambandsflokkurin ikki
so mikið sum nevna fyri
sínum
veljarum
tann
óreingiliga VERULEIKAN,
at blokkurin verður tikin
burtur,
uttan
mun
til
fullveldi ella ei. Sambands-
flokkurin roynir at koma við
tí, at tað er hetta landsstýr-
ið, sum hevur skyldina. Teir
hava gjørt danir fornerm-
aðar. Barnsligt, sera barns-
ligt og neyðarsligt.
Jógvan Sundstein vísti
skilagott á, at Javnaðar-
flokkurin aftan á seinastu
samráðingarnar kundi havt
akslað seg av nýggjum. Tað
kunnu teir gera enn. Atli
Dam vísti eisini á okkurt,
sum eg havi gloymt. Hann
plagdi at siga, at málið
skuldi búnast. Í summum
førum var hetta rætt, men
tað kravdi vaksið og ungt
fólk, ið alla tíðina fylgdi við
tí, so ein ikki lá sjóvarfallið
av sær. Atli kundi brávenda
og koma væl frá tí, men nú
situr hann hálvgamal aftan
leiktjøld. Soleiðis er lívið.
Sjálvur siti eg í mínum lagi
og skrivi míni lesarabræv
• og persónliga frælsi og
vælferð Føroya fólks sum
offurlamb!
Eins og Mao við síni lítlu
Reyðu gevur okkara propa-
gandaministari út sína egnu
”lítlu Grønu”: ”Myten om
rigsfællesskabet”, nevnir
Høgni Hoydal danska bók-
lingin hjá sær, sum er 115
síður og uttan referansur
ella tilvísingar. Ein partur er
leystliga um Føroyar fyrr og
nú, men størsti parturin er
Høgna Hoydalsa persónliga
”myta” um føroyingin og
ríkisfelagsskapin. Sambært
donsk-føroysku orðabókina
hjá
Stiðanum
merkir
”myte” : íspunnin søga,
skrøggsøga, lygisøga ella
leysasøga og vit finna allar
merkingarnar umboðaðar í
bóklinginum. Skrivingar-
lagið er lætt og eins og í
”Vagttårnet” hjá Jehovas
vitnum, stendur trúvirðið til
trúgvandi.
Tað er ikki mín ætlan at
ummæla bóklingin, tað
hava onnur longu gjørt, men
bert við nøkrum dømum at
vísa á hvørjum argumenta-
tiónsstøði okkara propa-
gandaministari og varða-
løgmaður arbeiðir á, har
”målet helliger midlet”!
Sambært
bóklinginum
hevur ríkisfelagsskapurin á-
byrgdina av øllum tí ónda
sum hendir í Føroyum, og
hevur ført til politiskt ábyrg-
daloysi, fíggjarligt kollaps,
asosial systemir og mentun-
arligt— og samleika skizo-
freni í Føroyum. Hetta er
eitt kent ekkó frá tíðini aftur
til fólkaatkvøðuna í 1946
um loysing frá Danmark.
Loysingarhugaði fólk reistu
tá land og ríki runt við sama
boðskapi um, at ríkisfelags-
skapurin við Danmark var
rótin til alt ónt í Føroyum.
Men tá samanum kom, tók
bert ein triðingur av Føroya
fólki undir við loysingini.
Loysingarrørslan stovnaði í
1948 Tjóveldisflokkin, sum
førdi seg fram við mottoi-
num: ”loysing í morgin”,
resten grejer sig i sjøen.
Eitt skifti hevði loysing-
arrørslan tíðindablaðið, 14.
septembur, men tvørrandi
realpolitikkur og tann altíð
afturvendandi nationalrom-
antiska parolin ”loysing í
morgin” hevði / hevur lítla
undirtøku millum Føroya
fólk, so 14. septembur koll-
apsaði bæði fíggjarliga og
politiskt. Loysingarrørslan
hevði tó eisini onnur ”ide-
ologisk princippir” so sum:
Donsku drotningina vildu
teir ikki reisa seg upp fyri
tíansheldur rópa hurrá fyri,
men nú vilja teir sjálvbodnir
inn undir skjúrti á Hennara
Hátign! NATO høvdu danir
og fan.. skapt, og í várkend-
um góðveðri varð gingin
friðarmarchur
niðan
í
Mjørkadal
fyri
ræða
NATO? Seinasta nýggja er,
at Føroyar skulu gerast limir
í NATO um loysingin gerst
veruleiki?
Hin skizofreni
føroyingurin
”Den tvedelte færing” (síðu
50) ella skizofreni føroy-
ingurin er ein fylgja av rík-
isfelagssskapinum, sigur
Høgni Hoydal. Men ein
vanligur føroyingur hevur
als ikki hesar trupulleikar-
nar at dragast við, tvørturí-
móti, tí í mongum førum er
tað líka lætt ella lættari at
flyta til Danmarkar enn at
flyta innanoyggja í Føroy-
um. Í Danmark hava vit
føroyingar eisini høvi til at
menna okkum í altjóða
høpi, samstundis sum vit
eru á heimabana við øllum
teimum fyrimunum, sum
tað inniber.
Annars eru fleiri av okk-
ara mest kveikjandi og
fremstu umboðum innan
skapandi list og tónlist úr
Danmark, og onkur eisini úr
hinum norðurlondum. Dan-
mark hevur eisini í øldir
savnað og varveitt eitt ótal
av okkara mentunarligu
dýrgripum, alt frá kvæða-
søvnum til Kirkjubøstólar.
Fleiri av hesum dýrgripum,
sum annars helst vóru farnir
fyri skeyti, eru nú á veg
heimaftur, í tann mun vit
trygt kunnu varveita teir.
Tann mentunarligi stuðulin
úr Danmark hevur bæði
beinleiðis og óbeinleiðis
havt ómetaliga stóran týdn-
ing fyri føroysku mentanini.
Av dagsaktuellum mentun-
arligum stuðuli úr Danmark
kunnu nevnast 2 mill. krón-
ur til fornminnini í Koltri,
3 árslønir til yrkjaran, Tór-
oddur Poulsen, og har
hanga ongir lepar við, sum
kvøðið verður í Brókatátti.
Tann mentunarliga skizo-
freniin er trupul at fáa eyga
á.
Innan fyri tann rabiata
partin av loysingarrørsluni,
tann kommunistiskt inspir-
eraða, hevur síðani Múrurin
fall rátt ein óviss skizofren
líknandi støða, bæði í ment-
unarligum og í samleika
høpi. Kanska eru tað hesar
stagneraðu kommunistarnar
Høgni Hoydal hugsar um,
tá hann skrivar um skizo-
frenar føroyingar?
Lítil undirtøka
fyri loysing
Selektivar útsagnir fyri ikki
at siga ósannar útsagnir eru
ikki so fáar av í bóklingi-
num: ”Dog viser alle men-
ingsmålinger, at tre fjerde-
dele af vælgerne ønsker et
selvstændigt Færøerne på et
eller andet tidspunkt.” (síðu
103). ”Den danske blok-
støtte, en milliard kroner år-
ligt, er som helhed blevet
sendt retur som afbetaling
på renter og afdrag til stat-
en.” (síðu 88, stytt), ella
”Når der tales til hjernen og
rationaliteten, kan der så-
ledes også skabes en nog-
enlunde konsensus (full
semja) i den færøske be-
folkning. Konflikten opstår
først, når der tales til mav-
en.” (síðu 106).
Í Íslandi var í 1918 og
1944 talan um næstan 100%
semju ella konsensus um
loysing frá Danmark, bæði
í Altinginum og millum ìs-
lendska fólkið, men Føroyar
eru ikki Ísland! Í 1946 tók
bert 1/3 av føroya fólki und-
ir við loysing, og seinasta
meiningsmáling í apríl 2000
vísir, at bert 25% av føroy-
ingum taka undir við loys-
ing, hóast vit nú í 2 ár hava
havt ein full time propa-
og rakni rættuliga við. Eg
eri liðugur við at skriva um
blokkin. Tá ið eg byrjaði at
skriva fyri einum mansaldri
síðani, segði man altíð
»danskar pengar«. Hvørki
mær ella nøkrum øðrum
tørvar at grundgeva fyri, at
okkum ikki tørvar blokkin
og um hansara skaðiliga
árin á okkara búskap. Um
vit gráta ella læa taka danir
blokkin burtur. Um fá ár er
blokkurin horvin. Ótrúligt,
men veruleiki.
Ein løgin kensla, tú mást
líka sum summa teg eina
løtu. Fara upp at ganga.
Drekka eitt eyka krúss av
te og roykja eina pípu, hóast
tú hevur roykt eina í morg-
un.
Í Donsk-føroysku orða-
bókini stendur: Befrielse =
loysing. Ætlaði bara at
skriva orðið befríilsi, men
loysing er rættari. Eg kenni
meg loystan frá hesum
blokki. Hetta landsstýrið
við sínum dugnaligu em-
bætismonnum og teir løg-
tingslimir, sum so manni-
liga hava staðið aftan fyri
tað, eisini Miðflokkurin og
Jenis av Rana, hava rós og
tøkk uppiborna.
Tey trý, Helena, Anfinn
løgmaður og Høgni Hoydal
hava klárað seg sera væl,
hóast allar súðir ikki eru
syftar. Millum fólk, uttan
mun til partapolitikk, er
virðingin fyri teimum trim-
um vaksin. Ofta hoyrir tú,
at fólk viðganga, at tey ikki
høvdu væntað, at tey klár-
aðu seg so væl. Fólk frøast
ikki minst um, at tey arbeiða
so væl saman. Vælsignaðar
várvónir.
Steinbjørn B. Jacobsen
Høgni Hoydal hevur eitt óforloyst Messias kompleks
gandaministara við slanguni
beint niður í landskassan.
Propagandistiski framferð-
arhátturin hjá okkara loys-
ingaministara og varaløg-
manni hoyrir diktaturskip-
anum til og hevur onki við
demokratiska siðvenju at
gera.
Sjálvt okkara løgmaður er
í loysingarmálum vorðin
reduseraður til eitt ekkó hjá
Høgna Hoydal, og stóri
meirlutin av løgtingslimu-
num, sum løgmaður lovaði,
skuldu standa aftanfyri ný-
skipanaruppskotið áðrenn
farið varð niður at for-
handla, er gloymdur, helst
eftir boðum frá varaløg-
manni.
Høgni Hoydal ákærir
danir fyri at hava behandlað
føroyingar sum ”én homo-
gen klump” (síðu 79/80),
sjálvur tosar Høgni Hoydal,
sum um hann átti allar før-
oyingar, sjálvt um hann
reelt bert umboðar viljan
hjá 25% av Føroya fólki.
Persónliga frælsi føroyinga
er størst innan fyri ríkisfel-
agsskapin eins og sosiala
trygdarnetið eisini er tað, tí
er so lítil undirtøka fyri
loysing. Heldur frælsur í
einum góðum felagsskapi
enn ófrælsur og nassandi
uttanfyri.
Ein rættur føroyingur
At arbeiða hjá tí almenna
ella í einum banka ger ein
føroyingur bert fyri peng-
arnar skyld (síðu 51), tí ein
rættur føroyingur bóndast
og fiskar, um ikki annað so
í frítíðini, og kvinnurnar
gera heimaarbeiði, sum tær
hava gjørt í øldir. Øll hjálpa
hvørjum øðrum við øllum,
sambært Høgna Hoydal.
Ikki eitt orð um at ullin,
seyðaskinnini og avroðini
verða brend, tí tað hevði
spolerað romantisku dreym-
amyndina ella hvørvimynd-
ina av Høgna Hoydalsa før-
oysku ”Utopia”.
Tríggir av okkara frægu
búskaparfrøðingum, Bjarni
Olsen, sparikassastjóri og
fyrrverandi stjóri á hag-
deildini, Magni laksafoss,
medskrivari til Hvítubók og
forskari og Kári Petersen,
fyrrverandi fíggjarstjóri í
Landsstýrinum og nú MBA
lesandi í London, hava á-
varað ímóti verandi loysing-
arætlan, sum verandi alt ov
bjartskygda. Teir siga sam-
anfallandi, at ein loysing nú
verður Føroya fólki og Før-
oya landi til falls búskap-
arlig og við teimum óhepnu
fylgjum tað førir við sær:
Búskaparlig stagnatión við
lækkandi livifóti og stórari
fólkafráflyting av tí yngra
fólkinum v. m.
Í uppriti til fyrstu samráð-
ingarrundu við Nyrup vísti
Høgni Hoydal á, at Dan-
mark tjenti multiplar milli-
ardir krónur uppá Føroyar,
men stutt aftaná í danskari
sjónvarp sending, Profilen,
segði Høgni Hoydal, at
Danmark spardi pening við
at geva Føroyum loysing?
So einfalt er tað!
Høgni Hoydal hevur eins
og fasturin í Danmark, Ann-
ika Hoydal, góðar teatralsk-
ar gávur, men ætlar hann
sær at spæla sítt óforloysta
Messias kompleks út, hevur
hann valt skeivan leikpall.
Persónliga frælsi og vælferð
Føroya fólks er ov høgur
prísur fyri Høgna Hoydalsa
óforloysta Messias kom-
pleks!
Ein stórur meiriluti av
Føroya fólki ynskir eina ný-
skipan innan fyri ríkisfel-
agsskapin, og hesum ynski
tekur danski forsætisráð-
harrin og danska fólkatingið
undir við.
Regin Eikhólm