týsdagur 1. juli 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Múller
internet: http://www.cybernet dk/faroe-news
Ábyrgdarblaðstjóri: |
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Lýsingar og sela:
Marjun Dalsgaard
Randi Jacobsen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Eirikur Lindenskov,
Blaðstjórnarfulltrúi:
Dagny Joensen, |
Grækaris D. Magnussen |
Eyðun Klakkstein, |
Ljósmyndari: |
! Jens Kristian Vang
Út uppseting og prent: |
Sp/ Sosialunn
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
|
Í
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
sosialur & olivant.fo
see —
Mugu vanda okkum
um grindadråpini
Oddagrein
HETTA er tidin, tå grindirnar koma framvid oyggjum
okkara og nakrar teirra leggja beinini her
GRINDIRNAR hava ikki verið nógvar seinastu árini,
eitt nú er so eiðasert til bæði grind og spik hjá teimum
flestu av okkum í hevuðsstaðnum, og nógva staðni
kring landið er eisini smáligt. Aðrastaðni - á teimum
góðu grindaplássunum - er ov mikið til.
HÓAST grindirnar hava verið fáar og smáar sammett
við tey góðu grindaárini, so verður kortini nógv tosað
um grind. Fleiri fundir hava verið í seinastuni, har tað
greitt er komið fram, at grindastovnurin er ikki hóttur.
Tvørturimåti er hann sera væl fyri
GRINDIN hevur so eisini verið í fokus í eðrum sam-
bandi, nevnliga í spurninginum um heilsuvandan. Stór
ráðstevna hevur verið í Norðurlandahúsinum, har
kanning, sum foroyingar hava gjørt, vísir, at kyksilvur í
åvisari mongd frá spiki og gindatvøsti kann hava
ávirkan á heilsustøduna hjá fólki. Um hetta fer at hava
åvirkan á grindadráp ella matvanar okkara er enn 6vist
MEN hvussu og ikki, so er greitt, at grindirnar fara at
leggja beinini í komandi tíð. Og hetta fellur so júst
saman við feriutíðini, tvs. tá útlendsk ferðafólk vitja
SJÁLVANDI eiga vit ikki at bera okkum rætt at bara tí
at fremmandafólk vitja - fyri at tey á tann hátt ikki
skulu fara heimaftur við eini andstygd móti foroy-
ingum. Tað má og skal vera okkara lutur, at vit bera
okkum rætt at í grindadrápi alt árið, uttan mun til um
fremmandafólk eru her ella ikki
GRINDADRÁPIÐ má og skal fara fram á skynsamiligan
og rættan hátt. Soleiðis er tað eisini í flestu forum
men ikki altíð. Og tað er einki minni enn ein vanlukka,
um eitt av teimum mongu drápunum skal oyðileggja
fyri hini
HETTA krevur stóra ábyrgdarkenslu frá grindamonn-
unum, men tað krevur meira enn tað. Eftir okkara tykki
átti tað almenna at tryggjað sær - nú grindirnar koma
- at tað vóru eftirlitsfólk á staðnum, sum høvdu til
uppgávu at síggja til, at alt frá dråpi til upptøku, fór
fram á besta hátt
SOSIALURIN hevur frætt, at fleiri av umhvørvisfelags-
skapunum hava fólk i Føroyum, sum eru útgjerd við
bæði myndatólum og bandupptakarum - við tí einu
uppgávu at útvega sær tilfar, sum kann koma fer
oyingum í ringt ljós. Eftir tí vit hava skilt, so eru fleiri
av umhvørvisfelagsskapunum við at fyrireika seg til
eina nýggja herferð móti grindadrápi
EITT, sum umhvervisfólkini fara at leggja seg eftir, eru
springaradráp. Tey meta springaran sum delfin, id als
ikki má drepast. Spurningurin er, um ikki føroyingar
eiga at umhugsa at steðga springaradrápi. Men tá er
aftur spurningurin, um vit skapa presendens, tvs. at tá
vit hava góðtikið at steðga drápi av einum smáhvali,
so fara umhvorvisfólkini at krevja av okkum, at vit
eisini taka annan smáhval við. Hetta er eitt dilemma,
sum gott kundi verið at hoyrt meiningar um
HVAT enn verður gjørt burtur springaradrápinum, so
eiga vit at vanda okkum, tá vit drepa grind. Men vandin
fyri, at eitt fátal av foroyingum, sum ikki duga ella vilja
duga sær hógv, fara at forkoma umdemi okkara annars,
er stórur. Tað er henda vanda, sum vit mugu gera alt
fyri at fyribyrgja
Sosialurin
Viðmerking
Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur:
Samgongan hevur ongan
eftirlønarpolitikk
Tað er sum i grindarakstri, tá illa gongst i hond og grindin verður givin upp
fyri skutul. Hvór maður roynir sum frægast at fáa nakað burtur úr grindini.
Nakrir fáa nógv. Aðrir fáa lítið. Og uppaftur aðrir fáa onki
I 1959 gjørdu føroyingar
eitt stort framstig i eftirløn
arspurninginum. Vit fingu
eina fólkapensión fyri øll
Frammanundan vóru tað
bert prestar, læknar og nakr-
ir heilt fáir danskir og før
oyskir tænastumenn, ið
høvdu eina trygga eftirløn
arskipan. Men í dag mugu
vit tíverri ásanna, at fólka-
pensiónin er afturútsigld í
mun til tað, hon var fyrr og
eisini í mun til tað, hon er í
hinum partinum av ríkinum
Fyri nøkrum árum síðani
fingu vit lógina um Sam
haldsfasta Arbeiðsmarknað-
areftirlønargrunnin. Fyri
júst trimum mánaðum síðan
fór grunnurin at gjalda út
arbeiðsmarknaðareftirløn til
oll, sum fáa fólkapensión
Utgjaldid er 500 kr. um
mánaðin til hvønn móttak-
ara. Vid uppskoti i løgting-
inum i seinastu tingsetu, av
gjørdi javnadarflokkurin
eina varisliga roynd, við ti
fyri eyga at menna Arbeiðs-
marknadareftirlønargrunnin,
soleiðis at útgjaldið kundi
gerast stórri. Men samgong-
an tók ikki undir, og úrslitið
varð tí, at uppskotið fall
Um somu tíð sum vit
mugu ásana at fólkapensi-
ónin er afturútsigld og
kunnu staðfesta, at sam-
gongan ikki tekur undir við
at menna Arbeiðsmarknað
areftirlønargrunnin, hendir
tað. at landsstýrið gongur á
odda við at gera avtalur við
løntakarafeløg á almenna
arbeiðsmarknaðinum um
lønarhækking, treytað av, at
ávísur partur av lønarhækk
ingini skal í eftirlønargrunn
A tí privata arbeiðsmarkn
aðinum roynir Føroya Lívs-
trygging at gera avtalur við
løntakarafeløg um eftir-
lønarskipanir. Og peninga-
stovnarnir bjóða einstak-
lingum eftirlønartrygging
vid skattafyrimuni. Alt gott
um tað, men er hetta nóg
mikið, er hetta nøktandi?
Við hesi gongdini fáa
løntakarar á almenna ar
beiðsmarknaðinum eina
rímuliga trygd á ellisárum?
Tað sama kann sigast um
ein part av privata arbeiðs-
marknaðinum. Men hvat
við øllum hinum? Og hini
tað er restin av privata ar-
beiðsmarknaðinum, um-
framt øll tey, sum av eini
ella aðrari orsøk ongantíð
koma út á arbeiðsmarknað-
in. Her hugsi eg um heima-
arbeiðandi kvinnur. Um
fólk, sum eru brekað á ein
ella annan hátt og tí ongan-
tíð koma til arbeiðis. Ella
tey, sum eru í egnari vinnu
og tað kann vera í fiski
vinnum, landbúnaðinum, í
Á
ídnaðinum,
handverksvinnuni. Hvat við
øllum teimum?
Skulu tey bara standa utt
an fyri múrarnar og hyggja
handils
ella
inn í Kanans land. Um
verandi gongd heldur fram
verður tað úrslitið. Hetta er
sum í grindarakstri, tá illa
gongst í hond og grindin
verður givin upp fyri skutu!
Hver maður roynir sum
frægast at fáa nakað burtur
úr grindini. Nakrir fáa nógv
Aðrir fáa lítið. Og uppaftur
aðrir fáa onki. Hetta hendir
tá felags raksturin er hildin
uppat og formansbáturin
hevur stríkað flaggið. Tá
gerst alt ein ruðuleiki og
»sum best ber til« politikk
urin fær valdið
A eftirlønarøkinum er
stødan tann sama. Har er
ruðuleiki og har valdar
»sum best ber til« politikk
urin. Her er ongin heildar
politikkur. Ongin politikk
ur, sum tryggjar, at allir
føroyingar, uttan mun til um
teir eru á almenna ella
privata arbeiðsmarknaðin
um og uttan mun til, um teir
eru á arbeiðsmarknaðinum
yvirhevur, fáa trygd fyri
rímuliga góðum korum á
ellisárum. Her er einans
sjálvdráttur og onki sam
haldsfesti at hóma
Myndin er døpur og fløkt
Hugtakið um FOLKA
HEIMIÐ FØROYAR, har
fá hava ov nógv og færri ov
lítið, er vorðið nógv kámari
og eisini nógv fjarari. Og
við teirri samgonguni, vit
nú hava, er heldur ongin
glotti fyri framman
Hetta er sera hugstoytt,
serliga tá hugsað verður um
at verkamannafylkingin í
samgongu umsitur bæði al
mannamál og arbeiðsmark
naðarmál í landsstýrinum
Skil fæst neyvan á økinum
fyrr enn javnaðarflokkurin
tekur yvir og setur ein skila
góðan politikk út í kortið
Klaksvík, 30. juni 1997
Vilhelm Johannesen
Føroya Banka tíðindi
Nú í nøkur ár hevur Føroya
Banki sent heimatíðindi
eina ferð um vikuna gjøg-
num Lyngby Radio út um
allan heimin.
Hetta hava verið kær-
komin tíðindi fyri túsund-
tals føroyskar sjómenn, sum
sigla viðf øroyskum og ser-
liga við fremmandum skip-
um.
Hesi tíðini hevur man
kunnað tikid år »luftini«
gjøgnum radiotelex hvønn
mánadag kk 16.30 utc
ókeypis.
Men nú tá ið tey donsku
tidindini, sum blíva send
hvønn dag, koma út, tå
stendur ein regla eftir og
hon er soljóðandi: DE
FAEROESKE NYHEDER
(FAEROE-PX) er ophoert
pr. Í. juni 1997
Hetta er eitt stórt aftur-
stig fyri okkum
Tit har heima kunnu nokk
ikki skilja, hvussu stóran
týdning hasi tíðindini hava
fyri okkum
Í dag sigla nógvir føroy
ingar við útlendskum skip-
um og búgva í fjarskotnum
londum. Hava lítið sam-
band vid Føroyar og føro-
ingar, men gjøgnum hesi
heimatidindi, sum komu
eina ferð um vikuna føldu
teir seg altíð sum føroying-
ar
Nú er Føroya Banki hild
in uppat at sponsorera tíð
indini, og hvat so?
Bankin skal hava tøkk
fyri árini, sum farin eru,
men vit vóna at onkur ann-
ar kann taka tað uppaftur
Tað er kanska ein upp
gáva fyri fiskimanna-, na-
vigatør- og maskinmeist
arafeløgini i felag
Latið ikki hesa góðu tíð-
indatænastu, sum varð givin
okkum, fara í søguna. Tað
hevði verið spell
Vinarlig heilsan,
FLOGF
N.
”
GREIDA AL
AN FLUTNI
féroyingarnir við
m/tr timmiarmiut
& ØLL PAPPIR
Tlf, 1 2222