Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið fi fr Nr. 122 — 1. JULI 1997 Vonandi verða vit lúðurin sum fer at blása murin umkoll 31 studentar tóku prógv i Miðnámsskúlanum í Suðuroy i farnu viku. Teir eru: Aftasta rad: Magni Hovgaard, Bárður Debes. Andras Nolsee, Ber 6 Miðráðið: Jón Eli Nolsøe, C Vinther, Elnar Holm, Sølvi Joensen og Karl Øster. laugur Thorsteinsson, Tórstein Vestergaard, Bárður Debes, Majken Nielsen, Anni-Mia Leo, Bjarma Mortensen, Camilla Eið, Regina Midjord, Harriet Niclassen og Nanna Remmer. Fremsta rað: Britt Mortensen, Valborg Silvurdal, Birita Thomsen, Doris Bjarkhamar, Malan Dahl, Heidi Kjærbæk, Linda Kjærbo, Sóleyð Berg, Tórunn Osagard, Anna B. Dahl, Sára Dam, Rannvá Hammer og Margret Norðberg — Í 1989 fall jarntjaldið ímill- um Eystur og Vestur. Men í Suðuroynni hevur leingi verið ein Jerikomúrur, sum hevur býtt oynna í tvey. ÁKI BERTHOLDSEN — Nú er fjáltur komin á okk- um, tí nú byrjar eitt nýtt tíðarskeið í livssøgu okkara. — Spurningar av ymsum slag verða kastaðir í høvdid á okkum. Summir verða svaraðir, aðrir ikki Nýklakti studenturin Andras Nolsøe stroyddi um seg vid vid tankum um framtíðina, um mentan, olj- uvinnu, samanhald, javn- rættindi imillum kynini og annað, í røduni hann helt á pisufundi á Tvøroyri í dýrd- arveðrinum friggjakvøldid M Men fyrst nam hann við ein spurning, sum hevur verið ofta frammi: Ber tað yvirhøvur til at hava stud- entaskúla í Suðuroy. — Ja, tað ber til. Her hava vit 31 nýklaktar pisur, ið hava tíkið prógv á Mið- námsskúlanum í Suðuroy. — Í 1993 samtykti umsit- ingin í Havn, at studenta- skúli skuldi vera í Suðuroy I 1994 byrjaðu teir fyrstu flokkarnir, og vit hava nú gingið í trý ár eftir eini nýggjari lóg - Vit hava sostatt skrivað søgu. Men onnur eru farin í søguna. Í Suðuroy høvdu vit í nøkur ár fleiri miðnáms- útbúgvingar at velja ímill- um, fiskivinnuskula, HF og handilsskúla., men tå ið studentaskúlin varð settur á stovn, vórðu tær niðurlagd- ar — Onkur segði herfyri, at vit hava frælsi at velja imill- um fleiri miðnámsútbúgv- ingar. Jú, tit kunnu saktans Tit hava fleiri møguleikar. Vit hava bara ein. Leingi livi miðsavningin, hon er byrj- að, segði Andras Nolsøe Hvar høvdu vit verid Andras Nolsøe nevndi, hvussu fjølmidlar hvønn dag eru å tremur vid hå- bærsligum orðum um før- oyska mentan — Men hvat er føroysk mentan, spurdi hann. Er tað føroyskur dansur, seyða- hald, grindadråp, ella er tad eitt bandasavn í Havn? - Vanliga siga vit, at okk- ara mentan ber brá av tí gamla. Men vit mugu spyrja okkum sjálvi, um ikki band- asavnið verður okkara mentan í framtíðini Tí tað er av alstórum týdningi, at vit varðveita bygdarskålarnar, ið eru ein fyritreyt fyri yvirhevur at tosa um bygdarmenning Andras Nolsøe segði, at Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur líka stóran týdning fyri Suðuroynna, sum bygd- arskúlin hevur fyri ta ein støku bygdina Hvat høvdu t.d. hesi 31 ungfólkini um 20 ára aldur verið í dag, um eingin skúli var í Suðuroy, spurdi hann Og í sambandi við út- búgvingar neyndi hann, at á hesum øki eru konufólkini Fitt av fólkið hevði leitað sær á pisufund á Tvøroyri í góðveðrinum friggjakvøldid. Hesir studentarnir hava skrivað søgu, men onnur eru farin í søguna, segði Andras Nolsýe Andras Nolsøe við yvirlutan og á Mið námsskúlanum í Suðuroy eru 2/3 av pisunum gentur Men á ødrum økjum, td. í politikki, eru konufólk enn ein stórur minniluti. Og tað verður spennandi, um vit fara í 21. eld við valdi og ábyrgd, sum er javntsett ímillum kynini Blása um koll Andras Nolsøe segði, at jarntjaldið ímillum eystur og vestur Men í Suðuroynni hava vit leingi havt ein Jeriko- múr, sum hevur býtt oynna í tvey Hann vónandi, at Mið námsskúlin kundi verða tann lúðurin, sum blåsti múrin um koll. Tí at standa saman hevur altíð havt al- stóran tydning, og tað fer enn størri tydning í fram- tíðini, helt hann Ikki minst hevur sam- anhald týdning í oljuvinn uni, og tað hevði verið spell um ein fótbóltsdystur skuldi avgjørt støðuna hjá Suður- oynni í eini komandi olju vinnu Hann helt, at ein komandi oljuvinna kom heilt avgjørt at fáa stóran týdning fyri føroyska samfelagið í fram tíðini, bæði búskaparliga, mentanarliga og politiskt Í løtuni tykist sum um føroyski búskapurin er á veg uppeftir aftur, og ávar- ingar eru longu um, at held ur henda gongdin fram. eru vit einaferð afturat á veg ímóti einum ov heitum bú- skapi Tí eru fólk farin at meta um, hvørji árin ein møgulig oljuvinna fer at hava á bú- skapin Andras Nolsøe segði, at í sambandi: við undirvísing- ina hava studentarnir í Suð- uroy tosað við nógvar polit- ikarar um oljuvinnuna - Men tað er ræðandi at hoyra teir bara tosa um, hvat vit ikki eiga at gera, og einki um, hvat eigur at verð- a gjørt, legði hann afturat Hann helt ikki, at tað er ov tíðliga at tosa um, hvat møguligur = oljupeningur skal brúkast til, tí sum slag- orðini hjá miðnámsskúlan- um í Suðuroy eru“ Fram- tíðin kemur ikki av sær sjálvari“ Hann helt, at tey áttu at hava hetta í huganum, nú framtíðin skal stingast úr í kortið. Og tað er júst tey, Ræðandi er at hoyra politikarar tosa ur hvat vit ikki mugu gera, men einki um hvat vit eiga at gera sum koma at mynda fram tíðina, sum skal skipast við bæði áræði og skynsemi Men hetta er lættari sagt enn gjørt, tí dagsins ung dómur hevur fingið ein tungan arv at bera: áttati árini Men vit áttu at havt góðar fortreytir fyri at følt landið víðari, tí vit hava liva bæði í góðum tíðum og í ringum tíðum, og vónandi hava vit lært okkurt av mis tøkunum so at vit í fram- tíðini kunnu byrgja fyri oyðileggjandi, búskaparlig um kreftum Hann minti á orðini hjá Martini Joensen skald í yrk ingini „Morgum“, um, „at viljin er serkasta sverðið, býtur á harðasta stál, vónin er bjartasti brandur, lýsir tær veg fram á mál“ Óloystur spurningur as Nolsøe vísti á, at enn sita føroyingar eftir við spurninginum um loysing ella ikki - Hetta hevur leingið ver- ið aktuelt, men serliga sein astu árini hevur kjakið um ríkisfelagsskapin av álvara verið frammi aftur, og hann helt, at hetta er bara ein av mongum spurningum, sum tey koma at taka stóðu til Vit eru tó øll samd um, at neyðugt er at bóta um viðurskiftini ímillum Dan mark og Feroyar, serliga í sambandi við undirgrundina og ES — Vit hava valt ikki at fara upp í ES. Men spurningurin er, um ikki ES trokar seg longur og longur inn á okk- um Hann nevndi t.d. krøvini til falakvirkini. Samstundis hava vit ikki okkara egna gjaldoyra, so um Danmørk fer uppí EBS samstarvid, eru vit eisini við Hann vildi ikki taka støðu til ES, men nevndi ein høv- uðssetning hjá samveldin- um sum er, at fyri at fáa má ein lata. — Týdningin av hesum hava vit ásannað mangar ferðir og vit fara at ásannað hann mangar ferðir afturat, segði hann Nú vit stevna inn í fram tíðina nevndi hann tydning- in av, at hvør setir sær sini mål og er bjartskygdur — At grava seg niður í for tíðini tænir einum til lítlan sóma, tí lívið er eittans segði Andras Nolsøe |