týsdagur 1. juli 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 122 — 1. JULI 1997
tíðindablaðið 3 f
Tillukku við billettini
til ta
— Tit mugu smyrj-
a tykkum við, at
tit eru ikki liðug
og verða heldur
aldrin liðug. Tit
verða undir út-
búgving alt lívið.
AK! BERTHOLDSEN
- Tykkara lív verður eitt lív
við stødugum avbjóðingum
og broytingum
Men hver sigur, at tað
verður verri. Eitt spennandi
lív verður tað í øllum førum
og ivaleyst ersini eitt ríkt liv
Gestarødari á pisufindin
um á Tveroyri friggjakvøld
ið var Jógvan Mørkøre
samfelagsfrødingur
Hann gjørdi nógv burt
urúr teimum krøvum, nú
tíðarssamfelagið setir og
hann vístu nyklaktu pisun
um á, at tær aldrin verða
lidnar at útbúgva seg
Hann segði, at tå ið hann
varð pisa fyri 23 árum
síðani var studentaskúlin
fyri tey fáu
- Bara ein studentaskúli
var í Føroyum og bara 10
hver ungdómur fór á stud
entaskúla
Í dag er vent í holuni. Í
dag pryda tær hvítu húgv-
urnar alt landið. Sjey, ella
átta ungdómar av hverjum
10 fara á studentaskúla og
onnur fáa sær aðra, sam-
svarandi útbúgving á fiski-
vinnuskúla ella á handils-
skúla
- Tað at verða studentur
er tí ikki so serstakt longur,
sum tað var fyrr
Eitt tilboð og eitt krav
Jógvan Mørkøre segði, at
fert tú nóg langt aftur, var
tað mestsum eitt akadem-
iskt heiti í sjálvum sær, sum
tað bara var unt teimum
fægstu at røkka.
— Nú á døgum er tað bara
eitt tilboð av mongum. sum
stendur ungdóminum í boð-
i
— Men tað er ikki bara eitt
tilboð, heldur er tað í mang-
ar mátar eitt krav
— Ungdómur, sum í dag
hevur minni enn 12 ára
skúlagongd, er skerdur, sum
samfelagsgongdin er, og
sum krøvini í samfelagnum
verða í framtíðini.
Jógvan Mørkøre fegn-
aðist tí um, at so mong fáa
hetta tilboð og hann fegn-
aðist um, at hetta tilboð var
í fleiri skjum í landinum
Hann segði, at onkur fýl-
ist á, at hetta er ov dýrt, tí
dýrt, tað er tað.
— Men hetta er ikki bara
ein útreiðsla, framum alt er
endaleysu
hetta ein fløga, ein samfel
agsiløga fyri samfelagið og
hjá tykkum, ein privat íløga
í tykkara egnu framtíð, men
sanniliga eisini í samfelags
ins framtíð, hjá okkum øll
um
- Sum tit standa her, eru
tit ikki bara studentar. Tit
eru eisini føroyskir heims-
borgarar, sum kunnu fara út
í heim at nema sær kunn
leika og arbeiðsfeérleika
Hann segði, at tað hevur
ikki bara týdning fyri tey
sjålvi, at tey gjørdi so, tí tað
hevur sanniliga eisini týdn-
ing fyri samfelagið
Arbeiðsmegin afturum
Í teimum brotasjógvum,
sum tóku so fast hesi farnu
árini, løgdu vit okkum fyrst
og fremst eftir, at bankar
máttu vera í landinum at
fíggja virksemi og at fiska-
stovnarnir máttu mennast
aftur so vit høvdu okkurt at
fiska
Men tíverri varð ar-
beiðsmegin gloymd í
hesum, leiki og virðingin
fyri tí menniskjansliga til
feinginum var tíverri mang-
an ring at hóma. ;
— Hetta må broytast. Ti
ásanna vit ikki, at tydning-
armikla tilfeingið okkara er
tað menniskjansliga til-
feingið, eiga vit onga fram-
tíð ímillum framkomnar
tjóðir
= Ti í veruleikanum er tað
so, at noyðast vit at velja,
kunnu vit heldur vera før-
oyskar bankar fyri uttan,
enn vit kunnu vera eina væl-
útbúna arbeidsmegi fyriutt-
an. Tí við vælútbúnari ar-
beiðsmegi fæst eisini fígg-
ing
- Og skulu vit verða
noydd at velja, kunnu vit
eisini heldur verða fiska-
stovnar fyriuttan, enn eina
vælútbúna arbeiðsmegi.
Men tíbetur er tað, at:vit
kunnu hava øll trý, fígging.
fiskastovnar og vælútbúgv
ið fólk
Framtíðin krevur vitan
Jógvan Mørkøre sigur, at
framtíðin krevur vitan og
økt samskifti við umheimin
Vit mugu ikki avmarka
okkum til bara at vera natio-
nal ella lokal, vit mugu ets-
ini vera „global“
Ella sum onkur hevur
nevnt tað at verða GLObal
og IoKAL samstundis, at vit
mugu vera „glokal“
- Megna vit ikki tað,
verða tit, við húgvuni, tey
„globalu“ og vit, sum eru
komin eitt sindur til árs,
verða tey lokalu.
Men tað vera tit sum
heimsborgarar uttanlands
og vit, sum trongskygdir
heimfødingar í landi, sum
ikki longur telist ímillum
tey frægu í heiminum.
- Lat okkum semjast um,
at tað má ikki henda, heitti
Jógvan Mørkøre á nýklaktu
pisurnar
Tit verða aldri
Jógvan Mørkøre segði, at
hann vildi ikki spáa ný-
klaktu pisunum eina framtíð
sum ævinligir studentar.
Men veruleikin er kortini,
at tey verða aldri liðug,
segði hann.
— Tí eisini hetta er broytt.
Tá ið hann helt pisurødu
í Havn fyri 23 árum síðani,
kravdi hann, at politikarar-
nir útvbegaði studentunum
tá, forsagnir um, hverji
størv, tað fór at verða brúk
fyri framyvir, so student-
arnir høvdu okkurt at halda
seg til, tá ið útbúgving
skuldi veljast.
- Í dag vildi eg ikki
droymt um at sett slíkt krav
fram. Tí hver hevur minstu
hóming av hesum, spurdi
Tað er ikki longur
nóg mikið við at fáa
sær eina útbúgving
sum kvalifiserar til
eitt starv. Nútíðar
samfelgið krevur
vitan, vitan, meiri
vilan og nýggja
vitan, so tit verða
aldr liðug við út-
búgvingina, segði
Jógvan Mørkøre
gestarødari, við
pisurnar í Suðuroy
hann.
— Tað einasta, vit kunnu
verða vís í, er, at framtíðin
fer at krevja vitan, vitan,
meiri vitan og nýggja vitan
— Tað gongur ikki longur
bara at velja sær eina út-
bugving, sum kvalifiserar til
okkurt starv
— Í ti meldrinum, vit hava
fyri okkum, krevur starvið
alsamt nýggja vitan, altso
meiri útbúgving, júst sum
ein helt, at nú var liðugt
- Og áðrenn tú veitst av,
er starvið ikki til longur,
men onnur komin ístaðin,
sum krevja aðra vitan.
— Tykkara lív verður tí eitt
lív við støðugum avbjóð-
ingum og broytingum.
Men hver sigur, at tað
verður verri.
— Eitt spennandi lív verð-
ur tað í øllum førum. Og
ivaleyst eisini eitt ríkt lív.
— Men tit mugu smyrja
tykkum við, at tit eru ikki
liðug. og verða aldri liðug:
— Tit koma at verða undir
útbúgving tað, tit hava eftir
at liva.
Jógvan Mørkøre segði, at
hann fór tí ikki at ynskja
teimum tillukku lokna
prógvinum.
--Ístaðin fari eg at ynskja
tykkum tillukku við atgong-
umerkinum til tað endaleys-
u útbúgvingina, segði hann.
Profa træverja.
So heldur træið sær
í fleiri ár.
Prota træverja er ein heil rød av vatn- og oljubaseraðum
evnum til trævernd Tað finnast bæði nogvir lítir og nogvir
møguleikor, frá heildekkandi til hålvdekkandi og
transparent. Felags fyri all evnini er, at tey halda serliga
leingi Kom inn og hoyr Meira um Prota træveriu
PROFA TRÆVERJA 20
Oljubaserað træverja
Fæst sum transparent og
hálvdekkandi
Td. 5 lítrar.
Vanl. prísur 429,-
SPAR 50,-
Nú 379,-
í
Tr,
Dekkandi træverja
Heftir væl og langtidarverjir
Túsundtals litir at velja í
10 lítrar. Vanl. prísur 899,-
Nú 795,-
PROFA TRÆVERJA
GRUNDINGAROUA
Til nýtt ella gamalt og
útpínt træ
Slirar 289,-
á Hálsi - 100 Tórshavn - TIf. 19220
800 Tvøroyri - Tlf. 71081