týsdagur 11. november 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 214 - 11. november 2003
Nr. 214 - 11. november 2003
17
C
M
Y
K
17
16
Eitt lítið virki á Strondum
legði øll hini afturum
Vaðhorn á Strondum
er eitt lítið virki við
einum fíggjarligum
úrsliti, sum skarar
framúr
ÁRSINS VIRKI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vaðhorn á Strondum er eitt
lítið fiskavirki. Men tey,
sum arbeiða har, eru sera
dugnalig.
Tað fingu tey prógv fyri
fíggjadagin.
Tá varð Vaðhorn valt til
ársins virki 2003
Tað er Vinnuhúsið sum
velur ársins virki. Og hesu-
ferð varð enntá ongin ivi
um, at Vaðhorn skuldi hava
heiðurin í ár.
Vinnuhúsið hevur lagt
dent á, at velja eitt virki,
sum hevur havt eitt gott
fíggjarligt úrslit og sum er
sterkt og støðugt.
Hini árini hava tað verið
stór virki, sum hava fingið
heiðurin at kalla seg ársins
virki. Men í ár er tað eitt lít-
ið, sum legði øll hini aftur-
um og fór við heiðrinum og
æruni.
Vinnuhúsið heldur, at
Vaðhorn er eitt virki, sum
við ógvuliga hepnari hond
hevur lagt seg eftir at virka
eina serliga vøru
Tað er onki nýtt, at nógv
virki í fiski- og alivinnuna í
Føroyum hava góð úrslit
einstøk ár.
– Men tað eru fá virki,
sum eftir støddini hava eitt
so gott rakstrarúrslit at vísa
á, ár eftir ár, sum Vaðhorn
Seafood á Hulki á Strond-
um.
– Góðu úrslitini stava
ikki frá, at virkið hevur
funnið eitt loynimið, sigur
Vinnuhúsið.
Heldur er uppskriftin, at
tað hevur lagt seg eftir at
gera eina serliga vøru til
nakrar úrvaldar keyparar.
Og eftir hesum hevur virkið
lagt alt sítt virksemi til rætt-
is.
– Virksemið hjá Vaðhorn
er lagað eftir ynskjunum
hjá kundunum, og við ein-
um
nútímans
hugtakið
kann virkið sigast at vera
eitt ”just in time” saltfiska-
virki.
– Virkið hevur dugað at
bygt upp eitt dygt samstarv
við útlendskar keyparar og
tað hevur dugað at laga inn-
keyp og framleiðslu eftir
teirra eftirspurningi. Og so
hevur tað dugað at hildið
fast í teir góðui keyparar-
nar.
Gingið á odda
Saltfiskur er ein gomul sið-
bundin vøra, men tey hava
verið mong, sum spáddu at
henda vøra fór at fara í
søguna.
– Men føroysku virkini,
har ímillum Vaðhorn, hava
gingið á odda at endur-
nýggja øll liðini í hesi vøru,
heilt frá rávøru til keypara,
so at hon hóskar til nútím-
ans brúkaran.
Og framum nakran hevur
Vaðhorn dugað at fingið
fíggjarlig úrslit burtur úr tí
sera góða umdømi, sum
føroyski saltfiskurin hevur
á marknaðunum í Suðurev-
ropa.
Samstundis hevur Vað-
horn eisini havt hegni at
tryggja sær tað neyðuga
gjaldføri til keyp, virking,
goymslu og flutning.
– Úrslitið hjá virkinum
fyri hvørt kilo av ráfiski
skarar framúr, sammett við
onnur fiskavirki, og dóms-
nevndin hjá Vinnuhusinum
sigur tí, at hon ivaðist so-
statt ikki í at velja Vaðhorn
Seafood til ársins virki
2003.
Jan Mortensen úr
Vinnuhúisinum,
vinstrumegin, handar
Jógvani Gregersen prógvið
fyri, at Vaðhorn á Strondum
er ársins virki í 2003.
Kjartan Kristiansen, sum
situr dómsnevndini, hyggur
at
Ársins virki
Nú Vinnuhúsið hevur fyri nøkrum árum
síðani gjørdi av at velja ársins virki
einaferð um árið, eru nakrar treytir settar
upp, sum ársins virki skal lúka.
Treyturnar eru hesar:
1) Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan eitt
nú útflutning, vørumenning tøknifrøði, útbúgving,
ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri
áramál hava viðført menning og vøkstur.
2) Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur
verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini.
3) Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av
kappingini sum Ársins virki.
Eitt herðklapp til arbeiðsfólkið
– Hetta er eitt herða-
klapp til arbeiðsfólkið
hjá okkum. Tað er
ikki ofta, at fiskafólk
fáa eina viðurkenn-
ing, so tað eri eg fegin
um, sigur Jógvan
Gregersen, stjóri á
Vaðhorn
ÁRSINS VIRKI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
–Hetta er fyrst og fremst
eitt herðaklapp til arbeiðs-
fólkið hjá okkum.
Vaðhorn a Strondum
kann ikki sigast at vera eitt
stórt fiskavirki. Eini 40
fólk arbeiða á virkinum.
Men hóast tey eru smá,
eru tey røsk. So røsk, at
Vinnuhúsið hevur valt Vað-
horn til ársins virki 2003.
–Hetta er ein heiður, sum
eg eri ógvuliga fegin um,
sigur Jógvan Gregersen,
stjóri á virkinum. Og hetta
er eisini ein heiður, sum
eisini arbeiðsfólkini fegnast
um.
Og júst tað heldur stjórin
er tað stóra í hesum, at arb-
eiðsfólkið hevur fingið eina
viðurkenning.
–Hetta er eitt herðaklapp
til okkara arbeiðsfólk. Tað
er ikki so ofta, at fiskafólk
fáa eitt herðaklapp fyri
teirra arbeiði, so tað fegnist
eg um teirra vegna, sigur
hann.
Lunnarnir lagdir á
Eiðis Fiskavirking
Vaðhorn hevur havt eina
umskiftiliga tilveru.
Tað var Petur Reinert,
sáli, sum legði lunnar undir
virkið norðuri á Eiði seinast
í sjeytiáruum.
Seinni varð virksemið
flutt inn á Skála, men í
kreppuni fór Vaðhorn sama
veg, sum næstan øll hini
fiskavirkini.
Valið stóð so ímillum at
fara upp í Fiskavirking ella
at standa uttanfyri.
Vaðhorn kom at standa
uttanfyri og flutti út á Hulk,
har tað varð endurstovnað í
1995 við nýggjum parta-
eigarum og einari millión í
eginpeningi.
–Og tað má sigast at hava
hepnast væl, tí nú er egin-
peningurin 21 milliónir.
Jógvan Gregersen sigur,
at arbeiðsetningurin er enn
tann sami sum hann var tá
ið virkið byrjaði seinast í
sjeytiárunum, hóast fram-
leiðslan er meiri nýmótans
nú, enn hon var tá.
Hann heldur, at ein styrki
hjá Vaðhorn er, at tað er eitt
virki, sum bara arbeiðir
saltfisk.
Tað ger virkið burturúr
toski, brosmu og longu.
Men ein fortreyt fyri tí er,
at virki kann fara á eina
uppboðssølu
at
keypa
akkurát tann fisk, sum brúk
er fyri.
Støddin er ein styrki
Stjórin heldur eisini ,at tað
er ein styrki, at virkið er so
lítið.
–Tað er ikki neyðugt hjá
okkum at ekypa fisk,
hvørja viku.
Sostatt ber til at laga inn-
keypið eftir umstøðunum
Og so er virkið so lítið, at
tað er nógv lættari at stýra
framleiðsluni , samstundis
sum tað er skjótt at laga
virksemið til broyttar um-
støður.
–Vit leggja okkum eftir
at virka ta vøru, sum keyp-
arin vil hava. Vit hava ein
úrvaldan skara av keypar-
um í Spania og Italia.
Hetta eru ikki so stórir
keyparar og teir keypa
ímillum fimm og 20 tons
hvørja ferð.
Jógvan Gregersen sigur,
at tey hava rættiliga gott
samskifti við keyparan.
Hetta eru viðurskifti, sum í
stóran mun byggja á álit,
har eitt orð er eitt orð og ein
maður er ein maður.
–Àlit ímillum keypara og
seljara er grundarlagið und-
in øllum handli, so tað
leggja vit stóran dent á.
Góðu viðurskiftini við
viðskiftafólkini bera eisini í
sær, at Vaðhorn gongur
langt fyri at ganga teimum
á møti.
–Ringir eitt viðskiftafólk
og vil hava eina ávísa vøru,
virka vit hana.
– Afturfyri tingast keyp-
arin sjálvdan nakað serligt
um prísin, men rindar tað
fyri vøruna, sum vit halda,
at vit mugu hava fyri hana.
Men so skal rávøran
heldur ikki gloymast.
– Føroyskur saltfiskur
hevur sera gott orð á sær.
Hann hvítur og tjúkkur og tí
er hann ógvuliga høgt í
metum hjá keyparunum.
Hinvegin letur Jógvan
Gregersen ikki so væl at
fiskinum í ár.
– Tað tykist sum um at
hann ongantíð er komin
fyri seg aftur eftir gýtingina
í vár og tað er rættiliga
nógvur slánur ímillum sig-
ur hann.
Samstundis er kappingin
harðnað so í ár verður
úrslitið ikki so gott sum í
fjør.
Vaðhorn keypir ímillum
2.500- 3.000 tons av fiski
um árið. Burturúr tí fáa tey
eini 1.200 tons av saltfiski.
Hetta er dómsnevndin, sum
hevur valt ársins virki. Frá
vinstru eru teir Arni Poulsen
aðalstjóri í
Vinnumálaráðnum, Hjalmar
Petersen, stjóri á
trolvirkinum, Vónini, Janus
Petersen, stjóri í Føroya
Banka, Marner Jacobsen,
stjóri í Føroya Sparikassa og
Kjartan Kristiansen á
Menningarstovuni
Føroyska KT fyritøkan,
Formula Føroyar, hevur
gjørt eina skipan, sum
hevur vakt áhuga hjá ein-
um av allarstørstu risun-
um í altjóða vinnulívi-
num yvirhøvur.Talan er
um týsku fleirtjóða fyri-
tøkuni, Siemens, sum nú
skal marknaðarføra hesa
skipanina hjá føroysku
KT fyritøkuni.
Vinnuhúsið heldur, at
hetta er størsta frambrotið
í føroyskum vinnulívi í
ár. Tí hevur Vinnuhúsið
kosið samstarvið ímillum
Formula Føroyar og Sie-
mens til ársins átak í før-
oyskum vinnulívi í ár.
Hetta varð avdúka á
vinnudegnum í Norður-
landahúsinum
fríggja-
dagin.
Í blaðnum í morgin
hava vit meiri um
tað.
Lítil fyritøka reisir ein vara í
føroyskum vinnulívi
Tórshavn
317010
Miðvágur
332000
Klaksvík
404500
Sandur
361000
Tvøroyri
371000
Saltangará
404400
+298 303030
www.tele.fo
SAMSUNG R210S
einans 849 kr.
Lítil og løtt frá Samsung
wap, T9, spøl o.m.a.
Allar hentleikar:
Litskýggi 65000 litir, tjúkd: einans 17mm,
40 polyfoniskar ringitónar.
SAMSUNG C100
einans 1.599 kr.
SAMSUNG A800
einans 1.799 kr.
Einans 68g.
Voice-memo, tveir skýggjar
polyfoniskar ringitónar
Tilboðini eru galdandi so leingi, vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum
team85