Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 214 - 11. november 2003 C M Y K 18 Oddabrak er í bestu kvinnudeildini um eina viku, men í løtuni tykist tað vera dysturin uttan fyri vøllin, sum gongur harðast fyri seg ímillum VB og VÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk VB hevði ongan útlendskan leikara á liðnum, tá tær sunnudagin taptu fyri StÍF. Hetta tí vágbingar ikki tordu at hava hesar við. Sum so ein heldur løgin frágreiðing, og talan er so avgjørt ikki um nakað heilt vanligt mál. Støðan hjá VB er nevnliga tann í løtuni, at ivamál er um, hvørt leikar- arnir yvirhøvur kunnu vera í Føroyum. Hetta er eitt mál, sum í løtuni verður kannað, og so leingi, sum nøkur óvissa er, tora vág- bingarnir ikki at nýta tær báðar nýggju útlendsku, sum komu í felagið í ár. - Sum støðan er í løtuni, so fáa vit ikki gjørt stórt annað. Vit hava spæliloyvið frá bæði HSF og EHF, men eftir ráðum frá sakførara, so vilja vit bíða við at nýta leikararnar, til alt hetta málið er avgreitt, sigur ein sera harmur Bogi Morten- sen, sum er maðurin aftan fyri hondbóltin í Vági. - Men eg má siga, at fyri okkum er støðan sera harmilig. Nú havi eg fingist við hondbólt í somikið nógv ár, men tá partarnir fara at melda hvønn annan, tá eru vit komin for langt. Vit skulu hugsa um, at tað eru eisini fólk, sum vit hava við at gera, og í løtuni vita leikararnir ikki, um tær eru keyptar ella seldar. Vilja hava greiðar reglur Bogi vil ikki siga nakað um, hvør tað er, sum hevur meldað, men lítil ivi er um, at tað er VÍF, sum fær skoluna í Vági. Og formaðurin í VÍF, Jógvan Sigurd Poulsen, váttar eisini, at tað eru tey, sum eru upprunin til málið, men hann leggur afturat, at teirra ætlan ongan tíð hevur verið at meldað nakran. - Vit hava sent ein fyri- spurning til fútan. Tað er rætt. Orsøkin til hetta var, at vit vilja hava greitt at vita, hvussu mannagongd- irnar eru, tá útlendskir leik- arar skulu fáast til landið. Í okkara føri hava vit í nærum hálvt ár nýtt eina rúgvu av tíð og orku til at fáa øll pappír í rættlag, soleiðis at vit kundu fáa tvær kvinnur til landið. Men tá vit so frættu, at VB fekk sín málverja innan fimm dagar, so sigur tað seg sjálvt, at vit eru ónøgd. - Tí sendu vit eitt skriv til fútan, har vit bóðu tey kanna, hvørt tað vóru vit, sum høvdu gjørt nakað skeivt, og á tann hátt seink- að hesum pappírsarbeið- inum, ella um onnur feløg nýttu skeivar mannagongd- ir. Fingu boð við flúgvarakenning Men eftir øllum at døma, so hevur fútaskrivstovan upp- fatað hetta soleiðis, at VÍF hevur meldað VB fyri at nýta ólógligan leikarar. Í øllum førum sigur VÍF- formaðurin, at tað næsta tey frættu um málið var umvegis VB, sum hevði fingið eina politisak upp á nakkan. - Hetta kom soleiðis, at eitt starvsfólk á fútaskriv- stovuni situr við kenning í flogfarinum. Av tilvild situr venjarin hjá VB við síðuna av, og hesin fær nú at vita, at tey eru ákærd fyri lógar- brot. - Eitt er, hvusus okkara skriv varð uppfatað, men tað er undir alt lágmark, at eitt starvsfólk hjá fútanum soleiðis skal siga frá, hvør hevur gjørt hvat í einum máli. Hatta eru skjøl, sum als ikki eru almenn, so hatta líkist svartasta ong- um, sigur Jógvan Sigurd. Og so leggur hann aftur- at, at fyri at beina mis- skiljingar av vegnum, so hevur VÍF eisini sent eitt nýtt skriv til fútan. - Fyri okkum er tað sera harmiligt, at eitt mál er tikið soleiðis upp á fúta- skrivstovuni, tí vit hava avgjørt ikki ætlað at meldað nakran. Tað sum vit vilja hava, eru greiðar reglur á økinum, tí hetta er ein trupulleiki, sum ikki bara vit sita við. Hetta er galdandi fyri flestu hond- bóltsfeløgini í landinum, og eisini i fót- og flogbólti kenna tey til trupulleikan. - Og so hava vit eisini sent nýtt skriv til fútan. Har hava vit gjørt vart við, at vit ikki hava ákært nakran fyri lógarbrot, og har vit nokta fyri, at okkara skriv kann verða nýtt í møguligari ákæru móti nøkrum felagi. Nr. 214 • týsdagur • 11. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Opið stríð millum VB og VÍF - Vit tora ikki at nýta leikararnar, so leingi sum málið gongur fyri seg, sigur Bogi Mortensen VÍF-formaðurin noktar fyri, at tað er VÍF sum hevur meldað VB 19 UTTAN ÚR HEIMI Danska skuldin veksur Skuldin hjá danska ríkiskassanum er vaksin, síðani stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráð- harra tók við fyri tveimum árum síðani. Tey seinastu tølini siga, at tá stjórnin tók við, var skuldin hjá ríkiskassanum 514,1 milliardir krónur, og at hon nú er vorðin 529,2 milliardir krónur. Hon fer eisini at veksa næsta ár. Stjórnin hevur sjálv roknað út, at 7,1 milliardir krónur koma afturat skuldini næsta ár, so hon tá kemur upp á 536,3 milliardir krónur. Stjórnin hevði annars sett sær fyri, at skuldin hjá ríkiskassanum skuldi minka, og at tær spardu rentu- útreiðslurnar skuldu nýtast til at fíggja tær veksandi útreiðslurnar til eldraøkið, tí tað er greitt, at talið á eldri fólki fer at veksa, samstundis sum færri verða á arbeiðsmarknaðinum. Óheftir danskir búskapar- frøðingar hava seinastu tíðina ávarað um, at ætlanin hjá stjórnini at skerja almennu skuldina fer ikki at halda, skrivar Ritzau. Eingi vápn úr Ísrael Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Kåre Willoch var millum teirra,sum sunnudagin gingu mótmælis- gongu í Oslo, har tey mótmæltu, at Ísrael byggir ein sokallaðan trygdarmúr á Vestara Áarbakka. Kåre Willoch fegnaðist um, at Noreg tók undir við ST-samtyktini, sum krevur, at ísraelsmenn alt fyri eitt skulu steðga arbeiðinum at byggja múrin. Hann ásannaði, at Ísrael letur ikki slíkar samtyktir við seg koma, og tað kann ikki halda fram, segði hann. Vil Ísrael ikki gera eftir altjóða samtyktum, mugu onnur tiltøk setast í verk, tí tað er greitt, at tá vit tosa um Ísrael, eru orð ikki nóg mikið, segði Kåre Willoch. Eitt uppskot hevði tann gamli forsætisráðharrin. Hann helt, at Noreg og onnur lond eiga at gevast við at keypa vápna frá londum, sum bróta altjóða Fólka- rættin. Ísrael er eitt av londunum, sum ikki virðir Fólkarættin, og tí eigur Noreg ikki at keypa vápn haðani, heldur Kåre Willoch. Ætlar at vinna uttan stuðul Demokratiski senatorurin Howard Dean, sum ætlar sær at bjóða George W. Bush av á forsetavalinum næsta heyst, hevur nú boðað frá, at hann fer ikki at taka ímóti almennum stuðuli við valstríðið, verður hann uppstillaður. Reglurnar í USA siga, at eitt forsetavalevni kann fáa 19 milliónir dollarar í almennum stuðuli til valstríðið, men treytin er, at valstríðið hjá viðkomandi valevni ikki kostar meiri enn 45 milliónir dollarar. Tað er longu nú greitt, at George W. Bush, forseti, fer at nýta meiri enn 45 milliónir dollarar til sítt valstríð, og skal Howard Dean hava nakran møguleika at vinna á forsetanum, má hann eisini nýta meiri enn tað. Tí hevur hann valt at sleppa tí almenna stuðlinum. Howard Dean hevur longu savnað 25 milliónir dollarar til sítt valstríð, verður hann uppstillaður, og so nógvar pengar hevur einki av hinum átta demokratisku valevnunum fingið enn. Eiga ikki at nevna Guð Í ES-londunum verður dúgliga kjakast um, hvørt Guð skal nevnast í teirri komandi grundlógini hjá samveldinum ella ikki. Tað eru serliga tey katólsku londini, sum halda, at Guð eigur at verða nevndur í lógini fyri at staðfesta, at lógin er kjølfest í kristindóminum. Serliga Spania og Póland ganga undan í kravinum um, at Guð skal nevnast í grundlógini, meðan eitt nú Frakland er ímóti. Biskuppurin í Oslo, Gunnar Stålsett, sigur við norska útvarpið, at hann dugir væl at skilja, at fleiri vilja hava Guð nevndan í teirri nýggju grundlógini, men sjálvur heldur hann tað ikki vera rætt. Gunnar Stålsett segði sunnudagin, at kanska er tað rætt at nevna Guð í grundlógini fyri at vísa, at tað eru ikki politikararnir, sum eru almáttugir, men hinvegin helt hann, at tað kann elva til trupulleikar. Tað er júst tað, sum eitt nú tann franska stjórnin stúrir fyri. Í Fraklandi eru nógvir muslimar, og franska stjórnin spyr eisini, hvat hendir, um nú tað muslimska Turkaland verður limur í ES. Landið kann neyvan geva seg undir eina grundlóg, har Guð er f l i i tjó i í P í Ein kanning í Dan- mark vísir, at næstan helvtin av teimum tilburðunum, har børn eru fyri kyns- ligum ágangi, verða ongantíð fráboðaðir myndugleikunum KYNSLIGUR ÁGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er ein deild á Ríkis- sjúkrahúsinum í Keyp- mannahavn, sum hevur gjørt kanningina. Seinastu tvey árini hevur deildin viðgjørt mál um 254 børn, har illgruni hevur verið um kynsligan ágang. Kanningin hjá deildini avdúkar, at 42,5 prosent av tilburðunum, har børn hava verið fyri kynsligum ágangi, verða ongantíð fráboðaðir løgregluni. Or- søkin er sambært kanning- ini, at foreldrini hjá børn- unum aftra seg við at boða løgregluni frá fyri at sleppa undan avhoyringunum, tí tey halda tað vera synd fyri børnini. Á løgreglustøðini í Glostrup harmast løgreglan um, at foreldrini skulu hugsa soleiðis. Sten Skov- gaard Larsen, kriminal- ovasti, sigur við danska útvarpið, at løgreglan nýtir síni bestu fólk í slíkum málum, og hann heldur tað vera harmiligt, at foreldrini aftra seg við at fara til løgregluna. Bodil Moltesen, sum er lækni á Ríkissjúkrahúsin- um, sigur seg duga at skilja, at foreldrini aftra seg við at boða løgregluni frá kyns- ligum ágangi. Hon vísir á, at tað er sera torført at fáa nakran dømdan fyri kyns- ligan ágang, tí tað er so trupult at prógva, at talan er um ágang. Tá talan er um børn, er ofta ringt at fáa staðfest, hvat veruliga er hent, og ber tað ikki til, ber tað heldur ikki til at fáa nakran dømdan, sigur Bodil Moltesen. Kynsligur ágangur ímóti børnum verður sjáldan fráboðaður Tað verða fleiri yvirgangsatsóknir í Irak teir næstu mánaðarnar, sigur amerikanski umsitingarleiðarin í landinum, Paul Bremer IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Paul Bremer, sum stendur á odda fyri amerikonsku umsitingini í Irak, ivast ikki í, at tað, sum yvirgangurin í Irak fer at halda fram, og at atsókinirnar verða uppaftur fleiri teir næstu mánaðar- nar, enn tær hava verið. - Vit fara at síggja bæði fleiri og verri atsóknir, sigur hann við The Times. Sjálvur heldur Paul Brem- er, at tann veksandi yvir- gangurin er ein roynd at beina fyri teimum fram- stigum, sum hóast alt eru hend í Irak. Tað eru ikki bert irakar, sum standa fyri yvirgang- inum, sigur Paul Bremer. Hann vil tvørturímóti vera við, at fleiri hundrað væl skipaðir yvirgangsmenn eru komnir til Irak úr londum sum Sudan, Sýria- landi, Jemen og Saudi- arabia. Hetta hevur fingið irakska stjórnarráðið at mæla amerikanarunum til at skipa eina irakska trygd- ardeild, sum bæði sunni- muslimar og shiamuslimar skulu manna. Bremer sigur við The Times, at hann er sinnaður at viðgera upp- skotið, men leggur afturat, at fyrrverandi menn hjá Saddam Hussein sleppa ikki upp í trygdardeildina, verður hon skipað. Síðani fríggjadagin hava amerikonsk flogfør bumb- að støð í Irak, har teir halda, at yvirgangsmenn halda til. Yvirgangurin í Irak fer at veksa Mynd: Reuters