týsdagur 11. november 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 11. november 2003
21
Føroyameistarin úr
Havn er í hesum
døgum í Ungarn har
hann luttekur í einari
IM-kapping
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
19 ára gamli Martin Poul-
sen hevur ætlanir um at
telva nakrar kappingar á
evropeiska meginlandinum
innan jól. Í Budapest legði
hann frá landi. Í kappingini,
sum er nevnd First Satur-
day, eru ellivu luttakarar,
fimm altjóða meistarar og
tíggju umfør. John Arni
Nilssen fekk sín næsta IM-
norm í júst somu kapping í
august.
Átta umfør eru leikt og
Martin hevur 4,5 stig.
Miðalmótstøðan hjá Mart-
ini er 2260. Tískil liggur
føroyingurin higartil eitt
lítið vet omanfyri sína
væntaðu skoru, men norm-
møguleikin er tó farin.
Kravið var nevnliga 7 stig
av 9, ella 7,5 av 10. Vinnur
Martin síni seinastu tvey
talv, endar hann eitt stig frá
norminum.
Telvingin hjá havnar-
manninum
hevur
verið
heldur óstøðug. Hann hev-
ur í eyðkendum stíli telvað
kompromileyst, sum hevur
viðført fýra góðir sigrar,
men eisini trý tap og ein
javnleik. Tá trý umfør vóru
leikt, hevði Martin eitt stig.
Hann reisti seg tó og vann í
fjórða og fimta umfarinum.
Í sætta umfari brast norm
vónin tá hann mátti lúta,
men í sjeynda og áttanda
umfari vann hann og leikti
javnt.
Úrtøkan hjá Martini móti
teimum fimm IM´arunum,
sum hann longu hevur hitt,
er tvey stig. Seinastu tvey
talvini í kappingini verða
móti javnt sterkari mót-
støðu. Martin liggur á
einum deildum triðja plássi
nú kappingin av álvara er
farin at líða móti endanum.
Sokolov og Nikolic í
Íslandi
Eins og í fjør í 1st Selfoss
Milk Tournament, deildu
Ivan Sokolov (2695) og
Predrag Nikolic (2647)
fyrsta plássið millum sín í
2nd Selfoss Milk Tourna-
ment. Talvfelagið Hrókur-
inn, sum eitt nú Flóvin Tór
Næs og Rógvi W. Rasmus-
sen seinastu árini hava leikt
við, skipar fyri. Sokolov er
eisini á limalistanum hjá
Hróki.
Kappingin í ár varð rætti-
liga jøvn í toppinum. Niko-
lic hevði leiðsluna heilt
fram til sjeynda umfar, tá
Sokolov tók hann aftur.
Eisini russin Malakhov
(2696) fylgdi væl við, og
endaði bert hálvt stig aftan
fyri vinnarnar.
Sokolov og Nikolic fingu
sjey stig av níggju, meðan
Malakhov
fekk
hálvt-
sjeynda stig. Ein stór suc-
ces hjá føroyavinunum báð-
um, og eftir hendan kapp-
ingarsigur hevur Sokolov
omanfyri 2700 í rating!
Umgdómskapping
í Gøtu
Leygardagin varð fyrsta
ungdómskappingin í heyst
telvað í Gøtu skúla. Í elsta
bólkinum, fødd 1987-88,
vórðu tveir vinnarar, Heri
Thomsen úr Gøtu og Rógvi
Mortensen úr Havn. Henry
Berg úr Havn varð tann
triði í røðini.
Í aldursbólkinum 1989-
90 vórðu eisini tveir vinn-
arar, Rógvi Dragaberg úr
Klaksvík og Helgi D. Ziska
úr Havn. Berint Kalsø úr
Klaksvík bleiv nr. 3.
Í næstyngsta bólkinum,
1991-92, endaði Rógvi E.
Nielsen úr Sandavági langt
fremstur.
Fýra
telvarar
deildu
annað
plássið;
Margar Berg, Høgni Svabo,
Eilif Arge og Regin Sivert-
sen.
Í yngsta bólkinum, fødd í
1993 ella seinni, vann Olaf
R. Samuelsen. Heiðrikur
Jacobsen varð nr 2, meðan
Rúni og Johann Vørmadal
deildu triðja plássið.
93 børn luttóku. Onnur
kappingin í røðini verður í
Havn 15. novembur meðan
finalukappingin verður 29.
novembur, somuleiðis í
Havn. Kappingarnar eru
beinleiðis úttøkukappingar
til NM fyri unglingar, sum
verður í Svøriki komandi
ár.
Martin í Budapest
Talvið hesa vikuna
Martin Poulsen (2252) — IM Sandor Farago
(2333)
First Saturday IM Budapest (1), 01.11.2003
1.d4 d5 2.c4 c6 (slavisk byrjan) 3.Ric3 Rif6 4.cxd5
cxd5 5.Bf4 a6 6.Rif3 Ric6 7.e3 b5 8.Rie5 Bb7
9.Be2 e6 10.0—0 Bd6 11.Rixc6 Bxc6 12.Bxd6
Fxd6 (Rættiliga jøvn og balanserað støða) 13.f4 0—
0 14.Bd3 g6 15.Fe2 Rie4 16.Rfc1 f6 17.Bxe4 dxe4
18.Fc2! f5 19.Ria4! (Við seinastu tveimum
leikunum hevur Martin leikt seg til fyrimun)
19...Bd5 20.Fc5 Fxc5 21.Rixc5 Ra7 22.Rib3?
(Tykist heldur meiningsleyst. T.d a3, Rc3 og Rac1 sá
gott út, styrkja seg á c-linjuni) 22...a5 23.Kf2 a4
24.Rid2 Rff7 25.Rc5 Rfb7 26.Ke1 Kg7 27.Kd1 g5
28.fxg5 Kg6 29.Rib1 b4 (Hvítur hevur mist
fyrimunin, støðan er jøvn) 30.Rid2 Kxg5 31.Ric4
Kh5 (Møguliga átti svartur at farið út í
rókaendatalvið, við at býtt bispin av við riddaran)
32.Kd2 Rg7 33.g3 Rac7 34.Rxc7 Rxc7 35.Rie5
Kg5 36.a3 bxa3 37.bxa3 Rb7 38.Rc1 h5 39.Rc8
Rb2+ 40.Rc2 Rb3 41.Rc3 Rb8 (Ikki er nógv at fara
eftir í støðuni, svartur átti kanska at tikið til takkar
við javnleiki. Martin bjóðaði umleið í hesari støðu
javnleik, men altjóða meistarin vildi meira...)
42.Rc7 h4 43.gxh4+
43...Kxh4?? (Ótrúligur feilur. Nú verður ungarski
telvarin mátaður. 43...Kh6 var einasti leikur)
44.Rh7+ Kg5 45.h4+ Kf6 46.Rf7# skák og mát
1—0
Tað eydnaðist ikki hjá Martini Poulsen at vinna sær ein IM-
norm í hesum umfarinum
21
20
Nr. 214 - 11. november 2003
Uttan útlendska
stuðulin megnaði VB
ikki at halda fast í
StÍF, sum seinasta
korterið avgjørdi
dystin til egnan
fyrimun
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum tað framgongur aðra-
staðni í blaðnum, so var
upptaktin til dystin um
vikuskiftið ikki tann besta
hjá VB-kvinnunum. Óvissa
um rættin hjá útlendsku
leikarunum at taka lut í
dystinum høvdu við sær, at
Aukse Vysniaskaite og
Asta Armonavicuite als
ikki komu upp í hópin.
Hartil er Daiva Toumaite
framvegis ikki før fyri at
spæla, og so mátti álitið
setast á lokalu leikararnar.
Eisini her var VB tó skert, tí
Gurið Mortensen var valla
meira enn hálv, tá hon við
hovnum fóti steig inn á
vøllin.
Sterk bakketa
Fittan tein av dystinum
røktist kortini fyri, at VB
kundi fáa nakað burturúr.
Kontraálopini
riggaðu
kanska ikki so væl, sum tey
oftani áður hava gjørt, men
heimaliðið megnaði fyri tað
mesta at halda fast um
leiðsluna í dystinum.
Tað stóð tó eisini alla
tíðina greitt, at um VB
skuldi fáa stigini, so varð
tað ikki uttan svørðslag.
Sterka og vælvaksna bak-
ketan hjá StÍF megnaði alla
tíðina at leggja trýst á VB-
málið, og fyri tað nógva
sótu skotini eisini soleiðis,
sum tey eiga. Alina Olaru
var ikki við á liðnum hjá
StÍF, men í hennara stað
traðkaði Sunfríð B. Jacob-
sen til, og sum støðug skot-
hóttan lá hennara partur í
dystinum so avgjørt ikki
eftir.
Tað gekk soleiðis leingi
javnt á, men um miðjan
seinna hálvleik tók tó at
skrædna millum liðini. VB
megnaði ikki at gagnnýta
yvirtalsstøðu, tá tær leiktu
seks móti fimm, og tá StÍF
aftur var fullmannað, var
tað sum heimaliðið gav
skarvin yvir. Næstu tíggju
minuttirnar vunnu gestirnir
5-1, og so stóð á hjá VB.
Eitt tiltrongt time-out gav
ikki neyðugu úrtøkuna, tá
StÍF kortini helt á fram við
sínum bumbuálopum, og
seinastu løtuna stóð veru-
leikin greitt málaður í VB-
høllini. VB hevði tapt
fyrsta heimadystin í meira
enn eitt álmanakkaár, og
við hesum høvdu tær eisini
mist takið í oddinum, har
VÍF nú er einsamalt á odda.
Spenningurin økist
Hóast umstøðurnar kring
mista oddasessin hjá VB
sjálvsagt
ikki
eru
av
slagnum, sum søma ítrótt-
arandanum, so er tað fyri
spenningin í kappingini
hugagott at staðfesta, at tað
enn eru eini fýra-fimm lið,
sum hanga fast í oddinum,
nú fyrsti fjórðingurin av
kappingarárinum er um at
fara aftur um bak.
Og fyri strandingar man
tað kennast hugagott, at
teirra lið er eitt av teimum,
sum enn hongur í. Hóast
liðið í tali av útlendingum
er viknað í mun til árið í
fjør, so tykjast tær heimligu
framvegis at vaksa við
uppgávuni, og so er spurn-
ingurin, hvørt hetta eisini er
støðan, tá tær um eina viku
skulu takast móti Neistan-
um.
VB fer tá til Vestmanna í
einum dysti, sum í løtuni
líkist væl meira enn »bert«
einum
oddabraki.
Sum
landið liggur í løtuni, so
halda tey í Vági seg í øllum
førum hava nakað at hevna
í hesari uppgerðini. Hvørt
tað so verður við ella uttan
útlendingar, fer tíðin at
vísa, men í øllum førum
skal VÍF neyvan rokna við
nøkrum løttum stigum,
skilst.
Dysturin í tølum
VB-StÍF 18-23 (11-11)
Málskjúttar
VB: Gurið Mortensen 9(5),
Rannvá Augustinussen 4,
Eyðbritt
Krosslá
2,
Margreth Augustinussen 2,
Eydis Kjærbo 1
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen
9(2), Paula B. Høgnesen 5,
Milica Ergic 4(2), Beinta
Joensen 2, Poula D. Olsen
2, Anna B. Danielsen
Brotskøst: VB 5, StÍF 5
Útvísingar: VB 2, StÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Geir
Wardum & Gunnar
Gregoriusen
Risastóra gloppið
millum topp og botn í
kvinnudeildini varð
aftur staðfest, tá
Søljan vitjaði í
Klaksvík
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var alla tíðina greitt, at
stigini skuldu vera í Klaks-
vík, tá Søljan var á vitjan
sunnudagin. Munurin mill-
um ovaru og niðaru liðini á
stigatalvuni er stórur í før-
oyskum kvinnuhondbólti,
og fólkatrot hjá Søljuni
gjørdi ikki støðuna betri í
so máta. Hesa ferð var støð-
an somikið álvarslig, at
Kristina Griksaite, sum
annars telist millum bestu
málverjarnir í landinum,
mátti leika sum útispælari,
og á heimaliðnum lótu tær
ikki boðini liggja á.
Frá fyrsta bríksli lupu tær
avstað, og tó at tær helst
kundu gjørt sær meira
ómak við avrikinum, so
byrjaði eit stórt glopp at
opna seg fyri alt fyri eitt.
Spurningurin var einamest,
hvussu stórur munnurin
skuldi gerast, og tá alt kom
til alt, so gjørdist talan um
tvey fyri eitt hjá Stjørnuni.
Fyri Stjørnuna mundi
dysturin sum so ikki telja
sum stórt annað enn upp-
hiting til komandi dysti
móti Neistanum. Hesin
verður longu týskvøldið, og
fær Stjørnan eisini fult í
teirri uppgerðini, fer odd-
urin mest sum at skræða
seg leysan.
Søljan skal í dyst aftur
mikudagin, tá Kyndil kem-
ur á vitjan. Hetta líkist fyrst
og fremst einum dysti um,
hvat liðið skal hanga einsa-
malt í botninum, og so er
spurningurin, hvussu tað
fer at tørna út.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Søljan
34-17
(17-7)
Málskjúttar
Stjørnan: Katarina Step-
anovic 7(2), Anna Kristina
Samson 7, Annika Ljós-
stein 7(2), Bára S. Klak-
stein 4, Joan M. Djordjevic
4, Súsanna Jacobsen 3,
Jastrid Gullaksen 1, Una
Olsen 1
Søljan: Nicoleta Radu 6(1),
Heidi Maria Akselsen 4,
Kristina Griksaite 4, Jana
Jacobsen 1, Katrin Jørgen-
sen 1, Heidi Haraldsen 1
Brotskøst: Stjørnan 5, Sølj-
an 2
Útvísingar:
Stjørnan 1,
Søljan 6
Dómarar úr Tjaldri: Kári
Hansen & Trygvi Morten-
sen
Stjørnan-Søljan 34-17 (17-7):
Enn ein staðfesting
VB-StÍF 18-23 (11-11):
Skerdir meistarar taptu
Sterka bak-ketan hjá StÍF gav alla tíðina VB trupulleikar, og var eisini viðvirkandi til, at heimaliðið ikki fekk glið á kontra-spælið
Mynd: Áki Bertholdsen
C
M
Y
K
20