týsdagur 11. november 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 11. november 2003
23
Strandingar vóru um
reppið at tveita alt
burtur, eftir at teir í
50 minuttir høvdu
havt fult tamarhald á
hoyvíkingum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir fýra royndir hevur
H71 framvegis einki stig
fingið til høldar, men tað
var tó nær við, at fyrstu av
hesum komu sunnudagin
móti StÍF.
Bundu ikki fyri
Leingi var annars líkt til, at
meistararnir skuldu halda
spælistovu móti botnpropp-
inum. Eftir at hoyvíkingar
vóru teir, sum løgdu betri
fyri – ikki minst takkað
verið Levi Nybo í málinum
– settu strandingar seg av
álvara á tað heila. Verjan
var tett, soleiðis at hoyvík-
ingarnir ikki longur høvdu
eins stuttan veg til málið,
og einsamallur megnaði
Levi í longdini ikki at halda
hoyvíkingunum í dystinum.
At leikandi venjarin hjá
H71, Henrik Gerster, hevði
ein stóran ferðil av krími,
og tískil ikki helt til meira
enn lítið korter, mundi ikki
gera støðuna hjá hoyvík-
ingum betri.
Og
sum
hálvleikurin
gekk, so bendi alt á, at
strandingar skuldu vinna
ein av teimum heldur løttu
sigrunum. Stóran part av
seinna hálvleiki var heldur
ikki nógv, sum bendi á, at
vertirnir kundu gera stór-
vegis fyri at broyta hetta.
Hvørja ferð hoyvíkingarnir
royndu at toga eitt sindur
aftur, settu gestirnir bara
ferðina eitt lítið vet upp, og
so var aftur leyst.
Men strandingar vóru um
reppið at detta í felluna,
sum altíð kann raka, tá
dystir tykjast ganga ov lætt.
Seinastu tíggju minuttirnar
ella so mundu teir halda við
sjálvum sær, at her vóru
stigini heima. Teir høvdu tó
gloymt, at hóast hoyvíking-
arnir kanska ikki eiga besta
hondbóltsliðið í landinum,
so vilja teir altíð stríðast til
tað seinasta.
Og tað var júst tað, sum
teir gjørdu hesaferð. Hóast
StÍF við 22-17 og fimm
minuttum eftir tóktist púr-
asta trygt, so vildu hoyvík-
ingarnir ikki geva skarvin
yvir. Teir hildu á fram at
stríðast, og brádliga fór
munurin
av
álvara
at
minka.
So hvørt sum heima-
áskoðararnir gjørdust alt
meira
mælskir,
tóktust
strandingarnir gerast alt
meira fjáltursstungnir, og
hóast teir høvdu møguleik-
arnar at avgera, so megn-
aðu teir ikki at umseta hetta
til mál. Tá Sveinur so mis-
nýtti (eitt bíligt) brotskast,
og H71 stutt eftir minkaði
munin í eitt mál, fór av
álvara at standa á, men so
glapp tað loksins. Sverri
Justinussen varð leitkur
leysur, og hann fekk hálvg-
um trýst bóltin í netið,
soleiðis at munurin aftur
var tvey mál, tá farið varð
undir seinasta minuttin.
Hoyvíkingarnir royndu at
jaga seinasta minuttin, men
tað var ov seint, og soleiðis
sluppu strandingarnir við
skrekkinum hesaferð.
Vandamikið spæl
Sæð yvir ein kamb, so var
einki at ivast í, at StÍF átti
sigurin uppbornan. Teir
vóru fyri tað mesta betra
liðið, men tó so, so skerst
ikki burtur, at høvdu teir
mist stig í dystinum, so
vildi tað heldur ikki verið
annað enn tað, sum teir áttu
uppiborið. At undirmeta
mótstøðuna hevur altíð ver-
ið ein deyðssynd í ítrótti, og
framyvir
munnu
eisini
strandingarnir ásanna, at
ein hondbóltsdystur varar
til klokkan hevur ýlt fyri
seinastu ferð.
Hesaferð sluppu teir so
við skrekkinum, men tað er
lítið at ivast í, at størri nærl-
agni skal til komandi
sunnudag, tá vitjast skal hjá
Neistanum.
Fyri hoyvíkingar mundi
tað í øllum førum vera eitt
herðaklapp, at teir hesa ferð
vóru somikið nær fyrstu
stigunum. Stríðsviljin hev-
ur eyðkent liðið seinastu
árini, og gjøgnum eitt heilt
kappingarár, so fornoktar
hesin seg ikki, so einki er at
ivast í, at úrtøkan fer at
koma fyrr ella seinni.
Dysturin í tølum
H71-StÍF 21-23 (8-14)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen
10, Magnus Dahl Olesen 4,
Esbern Patursson 3, Niels
Viggo Niclasen 1, Johnny
Durhuus 1, Olaf Vester-
gaard 1, Henrik Gerster 1
StÍF: Alexandur Johansen
5(1), Sverri Justinussen
4(1), Bent Djurhuus 3,
Mihai Marinescu 3, Svein-
ur Justinussen 3, Borgar
Danielsen
2,
Kristjan
Petursson 1, Artur Johan-
sen 1, Andre Danielsen 1
Brotskøst: H71 4, StÍF 4
Útvísingar: H71 1, StÍF 5
Dómarar úr TB:
Birgir
Dimon & Kári Niclasen.
Hava fyrst og fremst tørv á
nógv fleiri dystum og nógv
fleiri royndum.
Hondbóltsstøður
1. deild kvinnur
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 VÍF
6
5
-
0
-
1
154
127
27
10
2 VB
6
4
-
0
-
2
144
112
32
8
3 Stjørnan
5
3
-
1
-
1
131
95
36
7
4 StÍF
5
3
-
1
-
1
119
112
7
7
5 Neistin
4
2
-
0
-
2
111
88
23
4
6 Søljan
5
0
-
0
-
5
86
138
-52
0
7 Kyndil
5
0
-
0
-
5
68
141
-73
0
1. deild menn
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Kyndil
4
3
-
1
-
0
116
109
7
7
2 StÍF
4
3
-
0
-
1
96
88
8
6
3 Neistin
3
2
-
1
-
0
88
76
12
5
4 VÍF
4
1
-
0
-
3
101
100
1
2
5 KÍF
3
1
-
0
-
2
75
81
-6
2
6 H71
4
0
-
0
-
4
93
115
-22
0
StÍF-H71 21-23 (8-14):
Mundu gloymt stigini
Í seinastu sekund-
unum eydnaðist
Heina Hanusarson at
tryggja TMS Ringsted
stigini á útivølli móti
Århus GF
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað gongur sína stúttu
gongd hjá einasta føroying-
inum í bestu donsku hond-
bóltsdeildini. Heini Hanus-
arson spælir í ár við TMS,
sum hevur sum mál at
halda seg í bestu donsku
deildini, og higartil er líkt
til, at málið skal røkkast.
Ikki minst takkað verið før-
oyska landsliðsleikaranum.
Longu í fyrsta dystinum
gjørdi hann av álvara um
seg, tá TMS basti Skjern,
sum annars verður mett
millum tey stóru í donskum
hondbólti. Ta ferðin varð
hann av heimaáskoðarun-
um valdur dagsins maður,
og um vikuskiftið var hann
aftur stóra hetjan. Hesaferð
leikti TMS móti Århus GF,
og undan dystinum varð
roknað við, at her skuldi
enda við heimasigri.
Heini og teir vildu tað tó
øðrvísi. Teir umskipaðu
verjuna frá vanligu 3-2-1 til
eina 6-0, og gjøgnum allan
dystin tóktist hetta órógva
mótstøðumenninar. Fram
til seinastu sekundini stóð
enntá púrasta á jøvnum
millum liðini, men tá
traðkaði Heini til, og við
einum brandskoti tryggjaði
hann sínum liði stigini.
TMS er nú á níggjunda
plássinum í bestu donsku
deildini við seks stigum
fyri sjey dystir.
Heini avgjørdi
Danska TDC-ligan
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 GOG
7
6
-
0
-
1
218
160
58
12
2 AaB
7
6
-
0
-
1
215
167
48
12
3 KIF
7
6
-
0
-
1
216
189
27
12
4 Skjern
7
5
-
0
-
2
194
161
33
10
5 Bjerringbro
7
4
-
0
-
3
130
122
8
8
6 Tvis
7
4
-
0
-
3
152
155
-3
8
7 Århus GF
7
3
-
0
-
4
212
207
5
6
8 Fredericia
7
3
-
0
-
4
177
192
-15
6
9 TMS
7
3
-
0
-
4
138
165
-27
6
10 FCK
7
2
-
0
-
5
178
184
-6
4
11 Ajax
7
2
-
0
-
5
170
186
-16
4
12 Helsinge
7
2
-
0
-
5
180
205
-25
4
13 Silkeb.-Voel
7
2
-
0
-
5
172
200
-28
4
14 Otterup
7
1
-
0
-
6
143
202
-59
2
Føroyskir leikarar: Heini Hanusarson (TMS)
23
22
Nr. 214 - 11. november 2003
C
M
Y
K
22