Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 1997síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 — 1. JULI 1997 Lesarabrav tíðindablaðið Mm r Á »Og tað fær allar, bæði smá- ar og stórar, bæði ríkar og fátækar, bæði frælsar og trælar til at seta sær merki á høgru hond sína ella á enni sítt, fyri at ongin skal kunna keypa ella selja uttan tann, sum hevur merkið, navn djórsins ella tal navns tess Her ræður um vísdómin Tan, sum hevur skil, hann rokni tal djórsins; tí at tað er tal mans, og tal hansara er 666 (Opinb. 13.16-18) Soleiðis sá Jóhannus tíðina, sum koma skuldi. Og tað, sum hann så, var givið hon um í beinleiðis opinbering frá hinum livandi og alvit andi Guði. Jóhannus talar um eina skipan í endatidini, har treytir verða settar fyri vanligum handli manna millum, soleiðis at tey, sum ikki vilja ganga undir treyt irnar, ikki kunnu keypa ella selja Peningaleysa samfelagið Hugtakið >tað peningaleysa samfelagið< gerst meira og meira aktuelt. Tørvurin á kontantum myntum sum gjaldsmiðli gerst minni, so hvert sum elektroniskur peningaflutningur verður meira brúktur. Skipanir við gjaldskortum, »home bank - ing« yvir telduna og aðrar telduskipanir taka yvir meg inpartin av peningaumfarin um Samstundis verður eftir- litið við verum, sum verða handlaðar millum lond og innanhýsis, styrkt, soleiðis at alt, sum fer fram av handil manna millum, verð- ur skrásett. Alt gongur móti eini fullkomnari skráseting av tí, sum fer fram innan keyp, sølu og gjald. Em bætisfólk, væl hjálpt av politikarum, líða undir somu sjúku: SKRASET- INGARSJUKUNI. Tað er so ómetaliga lætt at grund geva fyri fyrimununum við at skráseta. Tí hava vit eisini her á landi eina so útholaða og máttleysa skrásetingar- lóg So fá síggja vanda, og vit, sum ditta okkum at åvara, verða rópt fundamentalist- ar, sum síggja trøll á alljós- um degi. Men kanska kunnu vit her minna á søg- una um keisarans nýggju klæði. Har vóru øll samd um ikki at síggja »trøllini«, hóast øll sóu tey Hvat sá Jóhannus? Eg ímyndi mær, at Jóhann- us sá eina skipan, har tann fullkomna skrásetingin av øllum handli gjørdist veru- leiki. Tankin um at festa eitt microchip ella líknandi á handarbakið ella á pannuna er ikki nýggjur. Tá fólk so fara til handils og skulu gjalda, fara tey ikki sum nú niður í lumman eftir pen ingi ella gjalds-kortinum, men tey rætta bert hondina fram. Í microchipinum á handarbakinum hevur per- sónurin sítt identitetsfrá- merki (Ld. p-tal), bankaupp lýsingar v.m., so tá hann rætuir hondina fram, sigur maskinan í handlinum »bipp«, og peningurin fyri vørurnar er fluttur frå hans ara peningakonto til hand ilsfyrtøkuna Skráseting av persón- ligum upplýsingum Hetta er alt ógvuliga >ó skyldugt« og skuldi ikki givið nakra orsek til mót- mæli. Men framtíðar vandin í eini slíkari skipan er av heilt ødrum slag. Sum tíðin frálíður og menniskju hava vant seg at liva við eini slík- ari skipan, vilja aðrir møgu- leikar stinga seg upp. Og menniskjuni líkt hevur hon ongantíð himprast við at fara so langt sum tilber. Við hesi gjaldsskipan kann nevniliga ein sera umfat- andi SKRASETING AV PERSONLIGUM UPP- LÝSINGUM fara fram. T.d kunnu allar upplýsingar um okkara dagliga brúk skrá setast, so sum hvat slag av verum, vit keypa, nær og hvar vit keypa hvat, og fyri hvussu nógv. Okkara ferða- mynstur kann kortleggjast, nær vit vóru hvar, og hvat vit keyptu har. Soleiðis kunnu hagtøl lættliga fåas ttil vega, eitt nú hvussu nógv og hverji eitt ávíst tíðarskeið hava keypt siga- rettir, tíðarrit (t.d. politisk), sprutt, sjokulåtu, breyð 0.2., alt skråsett vid aldursbyti, kyni, nøgd osfr. Hesar upp- lýsingar eru eisini »Oskyld- ugar<. Undanførslan fyri at loyva slíkum skrásetingum verður, at tær bert verða nýttar til at gera hagtøl burtur úr við teirri høvuds- undanførslu, at betri stýring fæst á landsbúskapinum MEN! Hesar upplýsing- ar kunnu eisini nýtast til heilt onnur endamál. T.d karakterlýsingar av tí ein staka persóninum. (Longu nú verða royndir gjørdar á hesum eki). So hvert, sumteldan viðger fyriliggj andi upplýsingar um tann einstaka, kann hon neyvt ávísa, hvat slag av persóni, talan er um. Td. hvenn politiskan lit hann hevur, hverja trúgv hann hevur veikar og sterkar síður, hvat hann kann lokkast ul, hverji loyndarmál hann hevur osfr Fyri vanliga føroyingin kann hetta tykjast sum heilaspuni. Men vit skulu ikki so langt fyri at síggja avleiðingarnar av skráset ingarskipanum um persón lig viðurskifti. Hugsa um jødaskråsetingar upp gjøgn um søguna og serliga í okk ara eld. Ella vit kunnu nevna fregnartænastuvirk semi í teimum flestu av heimsins londum. Ella skrá- seting av teimum kristnu í Kina enn í dag. Og tá er hendan skráseting farin fram uttan telduhjálp. Hvat kunnu vit ikki vænta nú við hjálp frá telduni? Endatíð- arforfylgingin av teimum kristnu, sum Jóhannus talar um í Opinberingini, kemur hugsandi at byggja á slíkar skrásetingar »Jamen hatta hendir ikki í Føroyum«. Nei, kanska ikki av okkara egna vilja Men tað kemur inn á okk- um uttanifrå. T.d. verða vit so at siga dagliga neydtikin av ES-krøvum og -fyriskip- anum, gjørd av fyri okkum ókendum og óviðkomandi persónum, hóast vit liggja langt burtur frá teimum á allan hátt. Internetið er komið uttan eina einastu politisku viðgerð. Alt tað, sum politikarar hava strítt hart ímóti í mong ár av óflýggjaskapi og ósiði utt- anífrá, hevur internetið utt- an politiska viðgerð borið inn í so at siga hvert heim í Føroyum. Hver hevur vald- ið 2 P-talið P-talið umboðar í Føroyum alt meira ta eindina, sum verður brúkt fyri at eyð- merkja einstaklingin. Fleiri almennir stovnar kunnu í dag um P-talið leita upplys- ingar fram um okkara per- sónligu viðurskifti. Og tráð- anin eftir at samkoyra hesar upplysingar gerst alt meira sjónlig. Trýstið frá embæt- isfólki á politikararnar økist í hverjum, og politikararnir dragna og toygna so við og við. P-talið er í Føroyum ein egnaður slóðbrótari fyri umtalaðu 666-skipanini Miðflokkurin ávarar Miðflokkurin hevur ferð eftir ferð víst á vandan við at geva almennum stovni loyvi at nýta P-talið í sín um teldukervi. Og ferð eftir ferð hava flokkar. sum annars siga seg at byggja á eitt kristið grundstødi, verið heitir talsmenn fyri at loyva undantøkum í skrásetingar lógini, so embætisveldið enn einaferð vann nýtt land Og tað vísir seg ikki at helma í. Stødugt stinga nýggir tørvir seg upp, so politikarar verða >blind aðir< til at »siggja« tað neyðuga í at loyva fleiri og fleiri at nýta P-talið. Og enntá við samkoyringum millum stovnar. Miðflokk- urin vil framhaldandi ávara ímóti hesum vanda, sum bara gerst størri, sum dag- urin nærkas.t Lóg um gjaldskort Undir løgtingsvidgerdini av einum máli um at seta í gildi fyri Føroyar danska lóg um gjalskort ávaraði undirritaði vegna Miðflokkin móti hesi lóg. M.a. vísti eg á, at hend an lógin er ein náttúrligur liður á leiðini fram móti peningaleysa samfelagnum Eisini vísti eg á, at vit sum føroyingar skjótast skulu brynja okkum til at taka á- býrgd av hesum lógargki, so at vit sleppa undan, at eitt fyri okkum fremmant ung situr og ger lógir til okkum at liva ndir. Vit eiga sum skjótast at taka hesi viður- skifti upp, so vit til eina og hverja tíð kunnu ráða okk- um sjálvum eisini á hesum eki. Og meira nú enn nakr- antid, nú Danmark alt meira gevur seg inn undir ES- vald Miðflokkurin virkar fyri, at vit koma at stýra hesum viðurskiftum eftir okkara egnu fortreytum, og ikki eftir hvat umheimurin krev- ur og væntar Bill Justinussen, floksstjórnarformaður Lesarabrøv og líknandi tilfar, ið verður sent okkum, skal hava avsendara, t.v.s. navn, adressu og telefonnr. Blaðstjórin skal vita, hver skrivað hevur eisini um brøv ynskjast dulnevnd í blaðið Vit kunnu annars ikki geva tykkum, ið skriva, vissu fyri, at lesarabrøv viðmerkingar 0.1. koma í blaðið sama dag, sum tað er móttikið. Tað veldst um tøka setiorku og pláss Blaðstjórin flogbólti | Føroysku flogbóltsfólkini løgdu fyri við at vinna sínar | dystir í |. umfari Menninir spældu móti | Grønlandi, og har var føroyska liðið nógv betur Føroyar vunnu øll try settini, og spælid var gott — Vit skulu vera fegnir um, at vit vunnu dystin, og so kunnu vit eisini fegnast um, at spælið var gott, segði Kim Rafn, venjari, eftir dystin. Vikuskiftið áðrenn flog- bóltslandsliðið fór ul Oyggjaleikirnar vóru bæði liðini á venjingarlegu í Dan- mark. Mansliðið ætlaði at fáa dyst mót Grenlandi, Vunnu fyrstu dystirnar í flogbólti Oyggjaleikirnir: Bæði menninir og | . . , | kvinnurnar vunnu fyrstu dystirnar í sum eisini var statt har, men grønlendingar bóru seg undan, tí teir skuldu spæla móti Føroyum í fyrsta dyst- inum á Oyggjaleikunum Vit høvdu hoyrt, at grønlendska liðið hevði tik- ið seg nógv fram, og tað kann væl vera, men teir hava ikki tikið seg so nógv fram sum vit hava, segði ein fegin Niclas Joensen, venj- ari, eftir dystin Eisini kvinnurnar gjørdu bart móti grønlendsku mót- støduni, og eingin ivi var heldur har um úrslitið. Før- oyska liðið vann 3-0. ek