mikudagur 2. juli 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 123 — 2. JULI 1997
Sjálvandi skulu
bernini læra at dansa
Føroyskan dans? sjålvan-
di, og eisini enskan dans,
um tað stóð til mín, sigur
Nicolina og grundgevur
hesum við at siga
Skúlin hevur fingið
loyvi at uppala børnini, men
tað skuldi helst verið treytað
av ikki at gera lívið fátækr
ari
Tá tey ungu vaksa til,
og td. ikki duga at dansa,
so verða tey at standa uttan
fyri. Tá er tað, at tey ungu
drekka sær mót til
Børnini skulu læra góðar
siðir og mentan. Føroyskur
dansur er partur av okkara
mentan, sum børnini tí eis
ini skulu læra, sigur Nico-
lina
Hon var sum blaðung í
Danmark, og har var hon
við í kristiligum felagsskapi
og í Føroyingafelag
Tá tey ungu fóru upp á
gólv, fór eg heim. Eg var
uppald við at tað var synd
at dansa, og tí kendi eg meg
ikki væl millum tey ungu,
tá tey fóru upp á gólv
Seinni varð eg sannførd
um, at einki skeivt var í at
dansa, og fór á dansiskula
at læra enskan dans, sum er
helt vera ómetaliga stuttligt
sigur Nicolina Beder
vey góðu og tey óndu
Í er so torført at: tosa
um, hvert eitt er skeivt og
annað rætt, men eru nøkur
menniskju góð og onnur
ond?
Hetta er ikki so lætt at
svara upp á vid fáum orð-
um. Í fjallataluni verður
sagt: „Sæl eru tey hjarta
reinu, tí tey skulu síggja
Gud“. Har ljóðar tað ikki,
sum eru øll hjartarein
Tá ið kvinnan skuldi
steinast, skuldi hann, sum
Prestagarðurin í Ónagerði
er áhugaverdur at vitja
Bæði úti og inni er alt
varðveitt í gomlum sniði
Ikki legið at fólk valfartast
til Viðareiðis at njóta
gamla sermerkta um-
hvervið, sum presthjúnini
so væl duga at siga frá
reinur var, kasta fyrsta stein-
in. Eftir sum eingin steinur
varð kastaður, mugu vit
ganga út frá, at eigin var
reinur
- Um meg sjálvan vil eg
síga sum danska sálma-
skaldið: „Og findes noget
godt í mig, det alt jo virket
er af Dig“. sigur Erland
Beder
I. desember í ár fara
presthjúnini frá. Tað merk
ir, at tey skulu flyta úr Ona
gerði, har tey hava havt
fimm góð ár, og hendinga-
ríkar dagar
Nógvar vitjanir
Prestagarðurin er nógv vitj-
aður, bæði av fremmanda-
fólki um summarið og
annars vinum og kenning
um í sambandi við presta-
embætið, men eisini í sam
bandi við arbeiðið hjá Nico
linu Beder
Prestagarðurin í Onagerði
er eisini verdur at vitja
Bæði inni og úti er alt væl
varðveitt í gomlum sniði
Ikki løgið at folk valfartast
til Viðareiðis at njóta gamla
sermerkta umhvørvid, og
náttúruna vid útsýni vestur
ureftir og út í hav
Henda dagin vit vitjaðu í
Onagerði, gjørdu presta
hjúnini seg tl reiðar at:taka
ímóti 40 gestum.. einum
sangkóri, sum skuldi syngja
á Viðareiði
Hava hver
sínar uppgávur
Tann parturin av vitjanini
sum var ein rundferð í inn
anhýsis í Onagerði. stendur
Nicolina Beder fyri, og hon
fær eisini stundir at baka
tebollar og køkur afturvið
einum drekkamunni, meðan
Beder prestur, sýnir fram
kirkjuna og greiðir frá søg
uni
Tað er einki at ivast í,
presthjúnini eru ógvuliga
fegin um at búgva á staðn-
um, og errin av at vísa fram
hetta søguliga stað, men
ikki minst, hvussu áhuga-
vert tað er at líða á soleiðis,
at gestirnir fáa eina góða
meting av fortíð og nútíð á
staðnum
Tá vit spurdu Nicolinu,
umtað ikki var møtumikid,
tíðindablaðið
tá fólk í stórum tali vitjaðu
í Onagerdi, svarar hon
- Jú, tað kann kennast so-
leiðis við hvert, men tå eg
hugsi um, at júst hesin dag-
ur er teirra dagur, og at fólk
vitja kanska bert á Viðareiði
tann eina dagin í lívinum,
og so fái eg orku aftur, sigur
Nicolina Beder
Hvat fara tit at taka
tykkum til, tá starvstíðin er
av/
Vit flyta til Havnar at
búgva. Okkum hevur dámt
so ómetaliga væl at búð her,
men nú mugu onnur taka
við
Verður tað ikki torført
at flyta hidani?
- Tað duga vit ikki at siga,
hvussu verður, Hver dagur
her hevur verið góður, og
vit hava verið væl måttikin
her
Nú fara vit undir nýtt
skeið í lívinum, og tað gleða
vit okkum til, síga Nicolina
og Erland Beder, sum bæði
eru 69 ára gomul
Tey kendust frá ungum
árum av. Hittust fyrstu
ferð til
heimamisstónsmótir í
Vági, bert 15 ára gomul
Erland Beder hevur
goymt hesa myndina,
sumvar tíkin, tá tey vóru
um 17 ára aldur.
Møguliga var tað av
gomlum kærleika, at eg
setti meg í samband við
Nicolinu, sigur Erland
og Nicolina játtar
brosandi
Vidareidis kirkja frá 1892 og Prestagarðurin í Ónagerði í náttúruvakra landslagnum sita væl saman. Prestagarðurin
er bygdur í 1853 Og 54, við smáumbroytingum til okkara tíð. Har eru fýra stovur, skrivstova og roykstova, umframt
nógv kømur 0.0. rúm. Innanhýsis er prestagaðurin í gomlum stili, men nútímansgjørdur vid teimumhentleikum, sum
hoyra til eitt húsarhald í dag