Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 1997síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið >" Nr. 123 — 2. JULI 1997 Hvildin hevur minst líka nógv at siga sum venjingin, tá tað er stutt ímillum stevnurnar, heldur bóndin á Kvíggjarhamri í Saksun. Hann er bátsformaður og íblásari umborð á Hvessingi, sum er eina ráðandi millum seksmannaførini við monnum Hóast tað framvegis eru tríggjar kappingar eftir av róðrarárinum 1997, so ber illa til at ímynda sær annað, enn at Hvessingur úr Hval- vík/Streymnesi verður FM vinnari í kappingin: ímillum seksmannafør mannað við nonnum A Tr vóru teir sera sannførandi. Koll- firðingar spruttaðu fyrstu metrarnar undantarnu hundrað stevnum, so dragnaðu teir eisini hesa ferð rættiliga skjótt og endaðu millum teir aftastu Hvessingur var við frammi beinanvegin. Tað lá í luftini, at teir fóru at vinna sannførandi, og soleiðis var tað eisim Sundalagsmenninir løgdu seg framum hinar, og teir høvdu fult tamarhald á longu, áðrenn bátarnir kom- u inn á túsund metra málið Sølmundur og Strálan stríddust um næstfremsta plkássið, og um nakar annar bátur skal koma uppá tal at vinna onkran av teimum trimum r6drunum, sum eru eftir, so verður tað annar av hesum báðum. men alt talar fyri, at Hvessingur fer at vinna allar seks róðrarnar í ár Sigursvant fólk Hvessingur hevur verið sera sannførandi seinastu árini Teir vunnu FM í 1993, 1994 og 1995, og í fjør, tá teir høvdu trupulleikar við fólk- inum í fyrstuni, men seinni fingu skil á, endaðu teir við sama stigatalið sum Gongu- rólvur, sum vann FM heitið, tí teir vunnu á Olavsøku. Formaðurin umborð á Hvessingi eitur Magnus Pauli Olsen. Hann er 24 ára gamal, og hann er bóndi á Kvíggjarhamri í Saksun. Garðurin er hálva tólvtu mørk til støddar. Ein annar saksningur er við, meðan allir hinir eru úr Hvalvík og Streymnesi. Talan er um róðrarfólk við drúgvum royndum. Midalaldurin liggur um 24 ár. Tann elsti er 28, og tann yngsti er 19. Róðursmað- urin er 15 ára gamal. Nógv teir flestu hava róð í fleiri ár. Onkur útskiftingin hevur verið hvort árið, men talan hevur ikki verið um so mik- ið stórar broytingar, at tað hevur órógvað Venjing og hvíld Magnus Pauli Olsen sigur, at teir fara undir venjingina flaggdagin. Teir vita, at aðr r byrja nakað fyrri á árin- um, men teir hava ongantíð hildið tað verið rætt at legg) a fyrri til brots Vit venja nógv fyrstu vikurnar. men tá vit eru komnir í venjing eru vit ikki so nógv kveld í bátinum Men eg haldi, at vit venja sera miðvíst. Vit hava ven)- ingarprogrammir, og tað er ikki nógv spilltíð Hvussu nógv venja tit nú/ - Tað velst eitt sindur um hvussu langt tað er ímillum stevnurnar. Hesa ferð er bar- a ein vika frá joansøku og til varmakeldu, og tí hava vit gjørt av, at vit bara skulu vera í bátinum trý kveld. Vit vandu mánakveldið og týs- kveldið, og vit venja aftur í kveld. Vit fara at putlast við okkurt og gera klárt til leyg- ardagin hini kvøldini, men vit fara ikki at rógva. Vit hava roynt ymiskar mátar, og vit eru komnir til tað úrslit, at hjá okkum gagnar tað best, um vit hvíla nógv Eg vil siga tað soleiðis, at hvíldin er minst líka týdn- ingarmikil sum venjingin, nú stevnurnar eru so títtar Kappróðurin krevur, at tú gevur teg fullkomuliga, og fyri at tú kanst gera tað, so er neyðugt at hvíla. Góður hýrur Formaðurin umborð á Hvessingi sigur, at áhugin fyri kappróðri er sera stórur í Hvalvík og Streymnesi og eisini í Saksun. Tað verður nógv tosað og mett um av- rikini, og sjálvsagt er hýr- urin góður, tá tað gongur væl. — Tá vit koma aftur av stevnum eru fløggini uppi, og vit koyra sigursrundu í Hvalvík og Streymnesi. Vanliga skipar nevndin fyri måttøku í neystinum, har øll eru væl komin at fáa okkuri lítið ábit. Síðsta leygarkvøld var tað framúr hugnaligt. Tá høvdu tey kynt bál við fót- bóltsvellin, og fyrverkari varð sent upp, tá vit komu aftur. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sum hev- ur búð her norðuri, hevdi en hildid rødu vid bålid, og hann bíðaði eftir okkum + Eg. : = Dr - Ein bondi koyrir á teir umborð á Hvessinginum Tað settu vit stóran prís upp- á. Roknar tú við, at tit fara at vera einaráðandi í fleiri ár afturat? — Nú skulu vit ikki kanna okkum bitan, áðrenn hann er svølgdur. Men vit hava gott mót til komandi stevn- ur. Hvussu tað fer at vera komandi árini, tað dugi eg ikki at siga, men tað er hug- stoytt, at hóast tað gongur væl hjá okkum, og áhugin er stórur, so tykist tað ikki bera til at manna dreingja- Drekin dregur frá øllum hinum Bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag eru sera væl fyri í kappingini ímillum 5-mannafør við dreingjum Havnarmenn eru fullkomuliga einaráðandi í kappingini ímillum S- mannafgrini, mannað við dreingjum. Tað var undirstrikað á jóansgku. Drekin hevði eitt sindur meiri torført við at rista hinar av sær hesa ferð, enn teir hava havt í hinum báðum FM róðrunum, men tá alt kom til alt vóru teir so nógv fremstir. Tað vóru fleiri bátslongdir aftur til teir næstu, og hesir vóru eisini úr Havnini. Sílið var næstbest. og teir vóru eisini leysir av Junkaranum Tað hevur í fleiri ár verið ein tendensur, at flestu bátarnir, sum taka lut, eru úr høvudsstadarøkinum, og higartil í ár hevur tað verið staðfest á øllum stevnunum, at hetta hevur við sær, at flestu vinnararnir koma úr Suðurstreymi. At dreingjabátarnir úr Havnini eru so sannførandi, bátin. Tað er frá honum, at framtíðar menninir umborð á Hvessingi skulu koma Hevur ein bóndi tíð til at øfra so nógva tíð uppá kappróður? — Nú eri eg ikki bundin av neytum, tí vit hava bara seyð á garðinum, men tað knípir við tíðini. Hevdi eg ikki havt so gott fólk rund- anum meg, sum hevur so stóran áhuga í róðrinum og altíð er til reiðar at bakka meg upp, so heyði tað ikki gingið, sigur Magnus Pauli Olsen, bóndi á Kvíggjar- hamarsgarði í Saksun og bátsformaður umborð á Hvessingi. Hann sigur eis- ini, at fyri róðrarfelagið hjá teimum hevur tað nógv at síga, at teir í ár hava fingið ein hevuðsstuðul. Tað er føroyska umboðið fyri Skretting alifóðrið. sum teir eru, Sigur eisini, al tað verður tungt hjá ðrum r6drarfeløgum og ødrum róðrarbátum at vinna tað mista innattur komandi árini, og tað er spell; fyri spenningin og fyri kappróðurin sum heild. At kappingin er so lítil frá hinum kann hava við sær, at spenningurin eisini fer at minka í høvudsstadnum, og so er róðurin illa staddur Men vit mugu ikki vóna, at tað fer at ganga so illa. Eingin ivi er um, at eldru dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag vinna FM heitið í ár. Um Sflid ikki verður næstfremstur á varmakeldustevnu, so kann tað væl hugsast, at fyrsti FM vinnarin verður funnin í Fuglafirði, og tað verður Drekin -