mikudagur 2. juli 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 123 — 2. JULI 1997
| 1 r
15
Sama søgan
hvørja ferð
6-mannaførini vid kvinnum enda i mest sum somu rød i
hvørjum rórði
Tær gjørdu nøkur ordulig
kongarép umborð á
Jarnbardi, tá dómarin gjørdi
av at steðga róðrinum
millum 6-mannaførini
mannað vid kvinnum, eftir
at tey bara høvdu róð ein
stuttan tein.
Gongurólvur og Lómur
róðu saman, tær reistu seg
upp, onkrar aðrar góvust
eisini, og so gjørdi dómarin
av at skjóta róðurin av.
Og tað var íkki so
undarligt, at tað vóru eitt
sindur østar umborð á
Jarnbardi. Tí tær høvdu
fingið ein góðan start, og
tær lógu klárt á odda, tá
róðurin varð skotin av.
Seinnu ferðina róðu
eingir bátar saman, og
Jarnbardur endaði eisini
fremstur, men tað stóð meiri
á, enn tað kanska hevði
gjørt fyrru ferðina.
Jarnsbardur fekk besta
startin, men Gongurólvur
legði seg uppá síðuna á
honum og var fremstur eina
létu, men tær eru treystar
og treiskar umborð á
Jarnbardi og stútt og støðugt
arbeiddu tær seg upp á
síðuna av og framum um
hin havnarbåtin, og tær vóru
klárt fremstar, tá tær í
góðveðrinum fóru um
málið.
Eingin tykist rokka
havnarmonnum
Kappingin ímillum
tiggjumannaførini — tykist
ikki fara at vera eins
spennandi í ár, sum hon
hevur verið undanfarin ár.
Fyri tað fyrsta so er talið
av bátum, sum taka lut,
minkað niður í fimm bátar.
Klaksvíkingar vóru bara við
á norðoyastevnu. Nú hava
teir givið skarvin yvir í
Einasti báturin í
Eysturoynni, sum tekur lut,
hevur verið Skálabáturin.
Men avrikini á Kollafirði og
á jéansøku benda á, at
leikluturin hjá teimum á
Skála verður lítil ella eingin
teir næstu róðrarnar.
Tvøråmenn gjørdu eina
góða roynd at seta eyka dám
á stevnuna á Tveroyri. Teir
løgdu harðliga fyri, og teir
vóru fremstir eina góða
løtu. Vestmenningar fingu
laka byrjan, og tað var
leingi, áðrenn teir tóku seg
fram, men teir endaðu
frammanfyri Tvøråbåtin,
sum enn ikki tykist at vera í
nóg góðari venjingarstødu.
Havnarbáturin tykist vera
torførur at basa hjá hinum.
Teir tóku tvøråmenninar, og
so var tað íkki ein
spurningur, um
Havnarbáturin fór at vinna, |
men heldur um hvussu
stórur sigurin fór at vera.
Teir vóru á málinum trý
sekund undan
Merkisvert er annars, at
tað er ikki bara, tá teir rógva
umaftur, at bátarnir koma í
somu rød. Urslitid av 6-
mannafarsróðrinum hjá
kvinnum líktist ógvuliga
nógv úrslitinum á
Sundalagsstevnuni á
Kollafirði.
Kappingin er framvegis
jøvn ímillum 6-mannaførini
vid kvinnum, men tad eru
tekin í sól og mána um, at
Jarnbardur liggur best fyri í
kappingini at vinna FM
heitið.
Tær eru bara trý stig
frammanfyri Gongurélv,
sum aftur er try stig
frammanfyri Hvessingin.
Vit hava frætt, at tær
umborð á Hvessingi, sum
stóðu seg so sera væl í fjør,
men sum ikki hava fingið
tað at rigga í ár, ætla sær at
bjóða teimum báðum
havnarbátunum av á
varmakeldu.
vestmenningum, og trygdin
í róðrinum hjá
havnarmonnum boðar frá,
at teir vera ómetaliga
torførir at basa. Á Fuglafirði
fáa hinir ein nýggjan
møguleika. Kjølur gjørdi
ungar skreytir á joansøku,
og tað er ilt at meta um, um
hann er førur fyri at hótta
teir fremstu. Vestmenningar
eru framvegis besta ið
uppá ein sigurharra, og tað
er ikki rætt at avskriva
tvøråmenn, men at tað
verður meiri enn strevið hjá
øllum at basa
havnarmonnum, tað ivast
eingin i, sum fylgir vid i
kappróðrinum.
Genturnar
bjargaðu
Skálabáturin tykist
fullkomuliga at hava mist
stílin í kappingini ímillum
10-mannafør, og tað gongur
ikki meiri enn passaligt hjá
dreingjunum á Skála
Tey á Skála hava drúgvar
og stórar traditiønir í
kappróðri, og nú kunnu tey
gleðast um, at genturnar
royna at lyfta tunga arvin.
Hvassi av Oyri fekk
góðan start, tær kapaðust
eina inn á hálvt málið við
tær á Skála, men so høvdu
tær ikki orku at fylgja við
frammi í spíssinum
Ørnin vann á Kollafirði
Tær fingu ikki serliga góðan
start á jóansgsku, men tær
arbeiddu seg væl upp, og
| æruni á Skála
fram ímóti endanum var
talan um eina kapping
ímillum eysturoyarbátar
Sandavágsgentur settu
rættuligan endaspurt inn, tá
tað vóru einir tvey hundrað
metrar eftir á mál, og
fuglfjarðargentur = fylgdu
væl við á triðja plássi
FM stríðið tykist bara
vera ein kapping ímillum
Svanin og Ørnina
Spurningurin å varmakeldu
er, hvat genturnar í
Fuglafirði fara at megna í
heimasjógvi. Ursliuið á
jóansøku kundi bent á, at
fulgfirðingar hava
møguleika at fáa ein ráran
sigur í kappróðri
Søguligur
sigur til
vestmenningar
Argjabáturin kiksaði fyri fyrstu ferð í
ár, og vestmenningar vunnu fyri fyrstu
ferð nakrantíð 8-mannafarsróður
Á norðoyastevnu og á
sundalgasstevnu vann
Argjabáturin 8-
mannafarsróðurin. | Men
bátarnir vóru so mikið
javnir á Kollafirði, at eingin
ivi var um, at argjamenn
fóru at fáa stóra kapping um
fremsta plássið á
Trongisvágsfirði.
Og soleiðis var tað.
Eingin munur var fyrstu
fimm hundrað metrarnar,
men so legði Gullbrandur,
sum er úr Fuglafirði, men
sum hevur manning úr
Vestmanna, hinar afturum
seg, og hann var fremstur
inn á málið.
Ikki nóg gott
Argjabáturin stóð seg leingi
merkiliga illa. Lotid var
undan, og tað tóktist, sum
at hetta íkki passaði
Argjabátinum so gott.
Pól Patursson er
formaður = umborð á
Argjabátinum, og hann
sigur, at teir róðu illa:
— Vit mugu bara sláa fast,
at vit settu nógv minni á
hesa ferð, enn vit hava gjørt
á hinum stevnunum, og vit
vóru vónbrotnir av
årslitinum. Hatta kunnu vit
gera betur, og tað fara vit at
royna í Fuglafirði
leygardagin.
Tað er bara ein
argjamaður við
Argjabátinum. Tveir eru úr
Kollafirði, og tveir eru úr
Kirkjubø:
— Vit fingu ikki røttu
rútmuna í. Vit plaga at
rógva seigan róður, og vit
skuldu kanska ikki verið so
seigir, sum vit plaga at vera,
nú tá lotið var undan. Men
hasum mugu vit taka við
læru av, heldur Pål
Patursson, sum er ættaður
úr Kirkjubø.
Fríggjarin datt
burtur ímillum
Ørvur, Vikabåturin,
Knørrur og Friggjarin vóru
væl vid fyrstu løtuna, men
so dragnadu fleiri teirra.
Friggjarin hekk leingi uppii,
men teir høvdu ikki nóg
nógva orku, og hann endaði
aftast.
Ørvur gekk væl síðstu
løtuna, og hann endaði á
triðja plássinum.
Argjabáturin tók hann stutt
úr málinum.