mikudagur 2. juli 1997síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
Vaglið skal lívgast:
So Aarvegin taka vit
tíðindablaðið ++ 7
Nr. 123 — 2. JULI 1997
har vakurt er og gott
Tórshavnar Býráð hevur lagt fram ætlan fyri, hvussu miðbýurin í hóvuðsstaðnum skal síggja út, eftir at lokið verður
tikið av Havnará
EDVARD JOENSEN
Tað er týðiligt, at tað er ikki
Havnará og Aarvegurin,
men ein livandi miðbýur,
sum er tað týdningar-
miklasta í ætlanini, sum
Tórshavnar Býráð kunn-
gjørdi á tíðindafundi í gjár
Nakað av kjaki hevur ver-
3 um ætlan Tórshavnar Bý
ráðs um at lata partar av
Havnará uppaftur
Sum vera man eru fólk
bæði fyri og ímóti, men tað,
sum hevur eyðkent kjakið
at bert verður tosað um
sjálva ánna. Og ikki er sért
t kenslur og nostalgi hava
spælt ein ávísan lut í kjaki
num Summi minnast ta
mantisku ánna um summ
arkvøldini, meðan onnur
bert kenna til kloakkina
Men nú hevur Býráðið
gjørt eitt model, sum verður
vist fram í einuhvgrjum
glugga í miðbýnum, og so
kunnu fólk siga sína hugsan
um málið, tá tey hava hugt
og spurt seg fyrr
Vaglið fríðkast
Ein líður í ætlanini hjá By-
ráðnum er at fríðka mun-
andi um Vaglið
Gunnar Hoydal, býararki-
tektur, segði á tíðindafundi-
num í gjár, at eingin ivi er
um, at Vaglid skal gerast til
eitt rættiligt býartorg. Tað
skal verða tann sjálvsagdi
miðdepulin í býnum
Verandi gongugøtan og
bådar vågimar skulu bind-
ast saman å Vaglinum, sum
skal leggjast vid føroyskum
gróti. Av ti, at ætlanin er at
leggja ánna opna fram við
Tinghúsvellinum, skal Ras-
mus Effersøe flytast oman
á sjálvt Vaglið. Nólsoyar
Páll stendur longu í Vágs-
botni, og nakað soleiðis skal
Rasmus standa á Vaglinum,
meðan ferðslan fer rundan
um hann
Og myrka, tóma holið aft-
an fyri kioskina hjá Astu,
skal gerast til ein vakran hyl
fyri líkasum at fáa meira liv
í umráðið. Fyrimyndin er
ein hylur, sum fyrr var nærri
Vaglinum. Men ikki verður
mett møguligt at hava hann
har í framtíðini. Tað er heilt
einfalt ikki pláss
Men ongum nýtist at ótt-
ast fyri trøunum, sum
standa á økinum. Tey er ætl-
anin at varðveita í so stóran
mun, sum gjørligt er.
undir loki
So eru tað tey, sum halda,
at tað ber ikki til at taka
Gunnar Hoydal, Leivur Hansen og Jan Christiansen sýna fram modellið av miðbýnum
lokið av ánni, tí so verður
ikki pláss fyri stórri tiltøk-
um á økinum.
Her verður hugsað um
grækarismessu, flaggdags-
hald og ikki minst ólav-
søkuna. Men hesum hava
tey, sum gjørt hava ætlan-
ina, tíkið hædd fyri. Tað
verður heilt einfalt lagt dekk
á aftur ánna, tá slík stór til-
tók verða
Jan Christiansen, formað-
ur í byggi- og býarskipanar-
nevndini, upplýsti, at farast
má undir øllum umstødum
undir at taka lokið av Aar-
vegnum. Tað er nevniliga í
so ringum standi, at tað
kann gerast hættisligt, um
tað bara liggur. Og so er ikki
óhugsandi, at partur av
verkætlanini um miðbýin
kann avgreiðast samstundis
Formaðurin fyri
Tað var Leivur Hansen, bý-
ráðsformaður, sum legði
fyri á tíðindafundinum við
at kunna um ætlanina
Hann duldi ikki fyri, at
hann var í tí partinum, sum
vildi lata ánna uppaftur.
Hetta er gamalt mål,
segði Leivur Hansen. Tað
tók seg upp fyri umleið 15
árum síðani, men ikki fyrr
enn nú er komið kjak í lag.
Og kjaki heyði hann einki
ímóti
Leivur Hansen helt, at áin
var sálin í býnum, og segði,
at Havnin misti sín identitet,
tá áin var løgd undir heilt.
Og tað var neyðugt tá, tí
hon var ov skitin
Men hetta við skittinum
ber væl til at sleppa undan
nú. Hann vísti á góðu
royndirnar við Havnará
oman fyri Sjónleikarhúsið
og Rættará fram við Vestur-
kirkjuni. Har eru kloakk-
irnar lagdar í rør, og maðka-
pirrurnar hava yvirtikið
anna
Soleiðis skal eisini verða
í miðbýnum. Og tær klo
akkir, sum liggja frá hús-
unum á Reyni, verða pump-
aðar niðan í tunnilin, sum
boraður varð frá Amtmans-
garðinum út í Sersjantavík-
ina
Og fyri at verða heilt
romantiskir, fóru býráðsum-
boðini at tosa um dunnurnar
á sandinum, sum eftir ætlan
aftur skal leggjast við ósan
á Eystaru Vág
Í sambandi við ósan við
Eystaru Vág, nevndi Gunn-
ar Hoydal, at nå tradar-
menninir høvdu fingid sina
standmynd undir byråds-
húsunum. var ikki annað
enn rímuligt, at teir gomlu
útróðrarmennini eisini fingu
eina. Og hon kundi passandi
standa á økinum við ósan,
niðan fyri Café Natúr
So hver veit, um vit ikki
einaferð í framtíðini fara at
síggja "Gamle Jegvan den
havnemand, som var sig en
fisker brav” standa við
snéri og kagga og bíða eftir
bátsmanningini.
Kostnaðurin
Alt kostar, og soleiðis verð-
ur eisini við hesi verkætl-
anini. Men tað skal ikki
tyngja fíggjarætlanina so-
leiðis, at borgararnir fara at
merkja nakað til tað
Arbeiðið skal gerast í
fleiri stígum. Og sum neynt
verður sumt av tí beinleiðis
'vidlikahald sum til dømis
lokid å Aarvegnum. Tiskil
verður arbeiðið toygt yvir
fleiri ár. Fyrsta byggistig,
sum verður hylurin við
kioskina og Tinghúsið,
verður mett at fara at kosta
einar 3,8 milliónir, meðan
tað samlaða arbeiðið vænt-
andi fer at kosta 19,8 milli-
ónir.
Í lítlum bóklingi, Býráðið
hevir latið gera í hesum
sambandi, verður sagt so-
leiðis:
>Tað er at viðmerkja, at
av hesum er áin sjálv tann
minni parturin, meðan
(mynd Jens Chr. Vang)
arbeiðið at beta um og
fríðka miðbýin er tað, sum
kostar meira, og er hetta ein
kostnaður, sum kommunan
má rokna við tey komandi
árini, uttan mun til um
Havnará kemur aftur ella
ikki.«
Ferdslan å Åarvegnum
Eitt av hugskotunum i sam-
bandi vid at leggja ånna
opna er, at tann høgi grót-
garðurin niðan fyri Amt-
mansborgina skal takast
niður. Roknað verður so
við, at fólk fáa eina vakra
grøna brekku, har kanska
verður møguligt at hava
onkran bonk standandi
Tað fer sjálvandi at gera,
at verandi ferðsla eftir Aar-
vegnum íkki kann halda
fram.
Men tað helt Jan Christ-
tansen, byrådslimur, ikki
gera nakað
Sum er koyra umleið
8.000 bilar eftir Aarvegnum
um samdøgrid. Teir flestu
um miðnáttarleitið. Broyt-
ingin fer at lækka hetta tal
við eini góðari helvt, verður
mett.
Hetta verður gjørt soleið-
is, at bert ein til hálvonnur
koyribreyt verður, so tað
verður tvørligari at koyra
gjøgnum miðbýin, so fólk
heldur fara at nýta ringveg-
irnar
Gongubreytin fram við
Amtmansgarðinum verður
tíkin burtur niðan fyri hjá
Trónd Hansen, meðan
nýggj breyt verður gjørd
fram við ánni hinumegin
Verandi gongugøta í
Niels Finsensgøtu. skal ikki
longur verða einvegis, men
latast upp fyri ferðslu báðar
vegir
Nevnt varð í hesum sam
bandi, at standmyndin av
teimum dansandi gentunum
á Káta Horninum tóktist
heldur miseydnað, har hon
stendur. Hon skal flytast á
ekið uttan fyri svimjihøllina
í Gundadali
Hóast bert verður tosað
um at leggja ánna opna aft
ur, er hetta, sum sagt, bert
ein lítil -partur av ætlanini
P rjað verður við hylinum
Siðan kemur Vaglid, og
Aarvegurin verður eftir
ætlan triðja av í alt fýra
byggistigum. Seinast er so
ætlanin at fara undir ekið
við Eystaru Vág
|