mikudagur 2. juli 1997síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
skar
Nr. 123 — 2. JULI 1997
tíðindablaðið
23
Landsverkfróðingurin
Prisurin á tunnlinum |
verður umleið 230
milliónir krónur
Undir galdandi skipan kann landsverkfrødingurin ikki átaka sær at gera und-
irsjóvartunnilin fyri ein fastan prís. Um tað skal gerast, so skal stovnurin
skipast í eitt felag, t. d. eftir sama leisti sum Atlantsflog
|
h
>,
Ná
N
JOANNES HANSEN
Henning Jacobsen, lands-
verkfrødingur, var í síðstu
viku saman við ødrum í Ís-
landi og hugdi at undirsjóv-
ararbeiðnum, sum verður
gjørt undir Hvalfirði
Landsverkfrødingurin
hevur millum år og dag havt
ábyrgdina av nógvum tunn-
ilsgerðum í Føroyum, og
Henning Jacobsen fekk
einki at vita í Íslandi, sum
stuðlaði undir, at hann og
hansara fólk ikki eru før fyri
at hava ábyrgdina, um pol-
itikarnir nú gera av, at ein
tunnil skal gerast undir
Vestmannasundi:
Tað er neyvan nakað
arbeið, sum stovnurin hjá
okkum hevur havt við at
gera, ið er so nógv vidgjørt
og kannað sum ætlanin at
gera undirsjóvartunnil undir
Vestmannasund. Vit brúktu
í síni tíð føroysku jarðfrað-
ingarnar Jóannes Rasmus-
sen og Martin Heinesen, og
vit leitaðu okkum eisini ráð
hjá norskum serfrødingum,
sum hava verið nógv uppi
í, tá undirsjóvartunnlar hava
verið gjørdir har yviri
Tá vit nú vóru í Íslandi
og fingu frágreiðing um,
hvussu teir hava fyrireikað
og lagt arbeiðið til rættis,
so staðfesti eg, at teir hava
brúkt somu norsku feløgini
og persónarnar, sum vit
brúktu, og amboðini, sum
teir brúka, eru av sama slag-
i, sum vit ætlaðu at brúka í
Leynum.
— Men, um tað verður av-
gjørt at fara undir aftur ar-
beiðið um Vestmannasund,
so fara vit sjálvandi at
fregnast um royndirnar í Ís-
landi og nýggjar royndir í
Noregi
Stutta Syjrgkingarlið
Henning Jacobsen sigur, at
tað hevði ikki tíkið langa tíð
hjá landsverkfrødinginum
at gjørt seg klåran at farið
undir aftur arbeiðið við und
irsjóvartunnlinum = undir
Vestmannasundi
- Eg rokni við, at tað høv
du gingið nakrir fáir mán
aðir frá tí, at vit høvdu fing
ið boðini, og til vit høvdu
verið klárir at farið undir
arbeiðið
— Amboðini hava vit, og
tey eru í góðum standi. Men
tá tey hava staðið still so
leingi, so er neyðugt at
gjøgnumganga tey, áðrenn
tey kunnu brúkast aftur. Á
borimaskinuni eru ein rúgva
av kaðalum. Tað tilfarið
moyrnar, og tí heyði verið
neyðugt at skift alt tað út
— Eg så í Íslandi, at tøkn-
frødin i sambandi vid sjålva
boringina er ment nakad,
sidani vit skuldu fara undir
arbeiðið í Leynum. Mask-
inurnar eru tær somu, men
tað hevði verið neyðugt at
gjørt nakrar útskiftingar og
útbyggingar
Hava framvegis fólk
við hollum royndum
Henning Jacobsen sigur, at
Landsverkfrødingurin
framvegis hevur serfrødina
at gera tunnlar
Vit hava ikki borað
nógv síðstu árini. Tað síðsta,
vit hava gjørt, er at bora
goymslurnar sum eru gjørd-
ar í Fuglafirði, og tað ar-
beiðið gekk væl. Vit hava
ikki so nógv fólk í arbeiði
nú, sum vit høvdu, tå vit
m.a. gjørdu fleiri tunnlar,
men vit hava framvegis fólk
við nógvum royndum
Í sambandi við tunn-
ilsgerð er nógv arbeiði, sum
vit kenna aftur frá ødrum
arbeiði, sum vit fáast við,
Ld. at lempa og flyta tilfar
Vit hoyrdu í Íslandi. at av
teimum 90 fólkunum. sum
teir hava í arbeiði, eru tíggju
útlendskir serfrødingar, og
skulu vit gera arbeiðið undir
Vestmannasundi, og tað vís-
ir seg, at vit ikki hava fólk
til øll størvini, so ber tað til
at fáa fólk aðra staðni frá at
hjálpa okkum
Tá politikarnir í áttati árun-
um gjørdu av, at farast skul-
di undir arbeidid at gera
tunnil undir Vestmannasun-
di, metti landsverkfrøding-
urin, at tunnilin og annad
arbeiðið í tí sambandinum,
td. vegagerðin báðu megin
við, fór at kosta umleið 230
milliónir krónur. Fyrireik-
ingararbeiðið varð gjørt, so-
leiðis at tað var klárt at bora,
og tað arbeiðið kostaði góð-
ar 40 milliónir krónur
Henning Jacobsen sigur,
at hetta arbeiðið í dag hevur
virði av einum 30 millión-
um. Nú skal alt hyggjast
ígjógnum aftur, men lands-
verkfrødingurin metir, at tað
fer at kosta einar 230 mill
jónir afturat at útinna ætl-
anina
Talan hevur verið um
príshækkingar á tilfarinum
Ld. til leiðingar av ymiskum
slagi, og talan hevur eisini
verið um lønarhækkingar
so eg rokni við, at handa
upphæddin verður íkki
langt av leið
Ikki fastan pris
Tað er ein politiskur spurn
ingur, hvussu ein møguligur
undirsjóvartunnil = undir
Vestmannasundi skal fíggj-
ast og hver skal hava åbyrg-
dina fyri arbeðnum og fíggj-
arliga partinum.
Mátin, sum teir loysa
uppgávuna í Íslandi hevur
vakt ans, og m.a. Sámal Pet-
ur í Grund, landsstýrismað
ur í samferðslumálum, hev
ur sagt, at hann er hugtikin
av íslendska mátanum við
føstum prisa og fullari á
byrgd til byggiharran, sum
privatum
tunnilin at reka
Henning Jacobsen sigur
at tað ber ikki til hjá lands
verkfrødinginum at átaka
sær at gera arbeiðið undir
teimum treytum, sum tað
verður gjørt í Íslandi
- Vit eru ein almennur
stovnur, og vit standa á
fíggjarlógini. Um vit átaka
okkum at gera arbeiðið fyri
fastan prís, so ber tað ein
møguleika vid sær fyri at
talan verður um undirskot,
og formliga hava vit ikki
loyvi til at binda landskass-
an til at bera eitt møguligt
undirskot.
Henning Jacobsen heldur
ikki, at hetta verður ein
trupulleiki, tí teirra royndir
eru, at prísmetingarnar hal-
da sera væl.
— Men um vit skulu vera
partur av somu loysn, sum
henni, vit kenna úr Íslandi,
so er neyðugt, at okkara
stovnur verður gjørdur um
til eitt partafelag. Tað kundi
Ld. verið gjørt á sama hátt,
sum vit kenna í sambandi
við Atlantsflog. Har er tað
landsstýrið, sum eigur part-
apeningin, men felagið hev-
ur sína egnu nevnd og
stjórn, og tað er felagið og
ikki landskassin, sum kenn-
ir sviðan ella ágóðan, tá fel-
agið hevur hall ella yvir-
skot
so letur felagi
BRUKTIR
BILAR
Peugeot 306 Diesel
árg. 95, 5 hurð., grønur, 36.000 km
130.000
Toyota Corolla 1.6 St. Car
5 hurðar, vinreydur
139.000
árg. 88, 4 hurðar, reyður
árg. 87, 3 hurð., gulur, 173.000 km
43.000
Mazda 929 St. Car
5 hurðar, vínreyð., 90.000 km
18.000
Nissan Primera 1.6 Player
árg. 95, 4 hurðar, bláur, 47.000 km
Renault 5
árg. 87, 3 hurðar, vínreyður
Toyota Carina ll
árg. 84, 4 hurð, bláur, 184.000 kr
15.000
Daihatsu Charade
árg. 87, 5 hurð., blágráur, 90.000 km
28.000
P/f MEINHARDT
Á Hálsi - Box 3171
110 Tórshavn
Tlf. 16161